MYNSTUR

Hóskvøldið 22.oktober klokkan 19.30 læt ein áhugaverd framsýning upp í Steinprenti við heitinum MYNSTUR / SVART. Hon er myndað av eini røð av svarthvítum tekningum á pappír, sum danski listamaðurin Jonas Hvid Søndergaard hevur arbeitt við seinastu árini. Jonas Hvid Søndergaard er føddur í 1977 og í 2005 var hann liðugt útbúgvin á Kongaliga Danska Kunstakademinum. Hann hevur síðan havt fleiri serframsýningar og hevur somuleiðis kuraterað framsýningar og luttikið á felagsframsýningum, hann er uppihavsmaður til hugskotið um framsýningina Grafisk Sambond, sum er at síggja í Norðurlandahúsinum. Tað eru 10 ár síðani, at Jonas Hvid Søndergaard byrjaði at samstarva við Steinprent, hetta er hansara fyrsta serframsýning har.

Pappírsverkini á framsýningini eru lutfalsliga stór, merkt av stórari orku og eini serligari upprunakendari megi, tað er sum tala tey beinleiðis til áskoðaran, sum verður tikin av fótum av teirra um somu tíð sterka og einfalda brá. Samanborið við teir meira litríku og kompleksu málningarnar hjá sama listamanni, tykjast hesar pappírsmyndirnar meira upprunaligar og skornar inn á bein, men samstundis eru tær ómetaliga vakrar við neyvt teknaðum, stundum regluligum og stundum óregluligum mynstrum, sum eru teknað við tekniblýanti.

Mynstur eru heilt grundleggjandi í myndunum hjá Jonas Hvid Søndergaard og hava verið tað leingi, men frá at vera fagurfrøðiliga og dekorativt grundað, eru mynstrini nú eisini farin at sipa til onkran innihaldsligan, symbolskan týdning. Í fleiri ár hevur Jonas Hvid Søndergaard verið áhugaður í leiklutinum, sum mynstur og geometri hava í náttúruni og hvussu menniskju gjøgnum mong ættarlið og mentanir hava miðsavnað seg um ávís symbol. Listamaðurin er áhugaður í hvussu og hví okkara forfedrar brúktu symbol, hvat tey vóru brúkt til og hvat tey symbolisera. Hann hevur granskað ymisk symbol, sum hann hevur funnið alla møguliga staðni - eisini í Føroyum. Nøkur symbol eru griksk, onnur norðurlendsk, eitt av symbolunum hevur listamaðurin sæð sum tatovering á økslini hjá íslendsku Bjørk, eitt annað stendur á einum steini, sum hann hevur sæð í Gotlandi. Hesi vøkru, men eitt sindur lidnu og læstu symbolini standa í týðiligum mótsetningi til ta spontanu strikuna og opinleikan í teimum mest áhugaverdu verkunum á framsýningini, her er tað næstan sum um, at litblýanturin arbeiðir púra frítt uttan, at nakar stýrir honum.

 

Tekningin er ein listarlig grundstøða, sum ofta verður brúkt, tá hugskot skulu skitserast. Tekningin hevur eitt spontant brá av onkrum, sum er her og nú og sum ikki skal hava nakað verandi virði. Samstundis er tekningin ta elsta listarliga úttrykkið í okkara listasøgu, holumálningarnir vóru í veruleikanum tekningar, sum vóru strikaðar á holuveggir, tí tað kendist neyðugt hjá tátíðar menniskjanum at lýsa sína tilveru í tekningum. Máttmiklu kaleidoskupisku, abstraktu myndirnar hjá Jonas Hvid Søndergaard hava sama lívsneyðuga dám. Eitt afturvendandi mynstur er snyrilin, tann endaleyst snúrandi orkumikla strikan, sum vit kenna frá mentanarsøguni langt aftur í forna tíð og sum endurspeglar ta ævigu tilveruligu ringrásina. Tað ýðir somuleiðis av sirklum, tríkantum, sekskantum, ovalum og samansettum mynstrum í myndunum og summastaðni renna strikurnar saman til ójavnar, vakrar vatnlitakendar laveringar. Tessvegna breiða tekningarnar seg á flatuni eitt sindur á sama hátt sum málarí og her hevur sjálv grundtvístøðan millum ljós og myrkur stóran týdning. Framsýningin MYNSTUR / SVART er opin í Steinprenti inntil 14.november.

Kinna Poulsen