Megin í røddini

 

Ummæli: Eivør: Slør

Síðsta fríggjadag kom nýggjasta útgávan hjá Eivør Pálsdóttir Slør, føroyska systurplátan hjá ensku Bridges, sum kom í februar í ár. Sambært listakvinnuni eru løgini á nýggju útgávuni eitt slag av spegilsmyndum til løgini á teirri fyrru plátuni. Eg má siga, at eg sjálv uppfati hesar báðar útgávurnar sum rættiliga ymiskar og í mun til Bridges tykist Slør ikki heilt so sannførandi heilskapað. Slør er meira brotakend, løgin og rá; eg hugsi, at er talan um eina systurútgávu, er hetta kanska tann løgna, villa, eksperimenterandi og óttaleysa lítlasysturin, sum er sloppin framat. Men tað er sjálvandi sum altíð stórt, tá Eivør kemur við nøkrum nýggjum og tað er tað av fleiri orsøkum. Eitt er, at Eivør Pálsdóttir er ein einastandandi góður sangskrivari við heilt sjáldsama musikalskari og vakrari ræddarmegi, men hon dugir eisini sera væl at finna sera dugnalig, musikalsk fólk at samstarva við, sum megna at fanga hennara hugskot og ætlanir og duga at fremja tey í verki. Hetta er fyrst og fremst Tróndur Bogason, men eisini Høgni Lisberg, Mikael Blak og Hallur Johnsson hava stóran týdning fyri útgávuna og tað hava Jónas Bloch og Theodor Kapnas í Studio Bloch eisini.

 

Myrkari og meira introvert

Tað er aftur Heidi Andreasen, listakvinna, ið stendur fyri permumynd og snið, sum í mun til Bridges er einfaldari, meira introvert, myrkt, dramatiskt og dynamiskt, og sum aftur hesa ferð hongur sera væl saman við tónleikinum og tekstunum á fløguni. Miðskeiðis á fløguhúsanum er Eivør avmyndað í profil í einari ógvusligari rørslu og kring hana flaksa fuglar sum eru teir órógvaðir av øgiligu megini í hesari rørsluni. Fyrstu ferð, eg lurtaði eftir nýggju fløguni hugsaði eg við mær sjálvum, at hon ikki á sama hátt og hinar útgávurnar hjá Eivør fer at vera slitin á mínum annleggi - Bridges er millum mínar yndisplátur - men nú ivist eg, tí Slør er sjarmerandi og vinnur fyri hvørja ferð, hon verður spæld.

 

Lættleiki og tyngd

Teir allarfyrstu klænu syntezisertónarnir ljóða so mikið fýrsaraligir, at eg nøkur sekund haldi meg vera komna at leggja eina Depeche Mode fløgu á spælaran - eina av teimum ordiliga gomlu, men tað vísir seg at vera Slør, sum er grundað á eina tílíka retro elektroniska slóð, sum verður samantvinnað við akustisku fólkatónleikaslóðini hjá Eivør. Hon leggur bleytt út við einum sveimandi pophitti av einum kærleikssangi, tað er Silvitni, sum mann heldur seg hava hoyrt áður, og tað  hevur mann kanska eisini, tí sangurin verður dúgliga spældur í Kringvarpinum í løtuni. Næsti sangurin snýr seg um tann brotna og fjarskotna, tað er ein merkiligur, intensur sangur, men eisini her er niðurlagið fangandi og lætt sum í Silvitni við darrandi uppeftirgangandi, arpeggiatorkendum tónarøðum í undirspælinum. Temaið í sanginum Salt er klassiskt, her verður einstaklingurin og saltið í menniskjakroppinum og í tárinum knýtt til umheimin og heimshavið og lagið hevur hóskandi tyngd, her er tað bassurin, sum tekur stýringina og Eivør fær høvið at vísa hvussu væl hon maktar eisini tann dramatiska djúpa partin av røddini.

 

Trøllabundin

Longu her ber til at staðfesta, at útgávan er eitt sindur óforútsigilig útsetingarnar eru ymiskar, summar tykjast naknar og aðrastaðni er nokk so nógv uppi á breyðflísini eisini við veruleikaljóðum av fótafetum og djóraljóðum m.a. Eivør er trøllabundin enn og alsamt fleiri lata seg trøllabinda av hennara rødd og løgum. Endurinnspælingina av lagnum Trøllabundin fara nógv ivaleyst at fegnast um, útlendskir ummælarar leggja stóran dent á hendan sangin og á framúrskarandi frumkraftina, sum merkir framførsluna av júst hesum sanginum. Eg havi upplivað hesa frummegi m.a. á Bridges útgávukonsertini, men eg kann gott vera hana fyriuttan og tað haldi eg eisini, at Slør kann.

 

Slør

Mjørkaflókar byrjar líka stillisliga sum ein mjørkamorgun, hesin vakri sangurin og Verð mín minna í niðurlagnum um sangir hjá amerikansku Julee Cruise, tað er hon, sum sang heitislagið í Twin Peaks sjónvarpsrøðini, Falling. Meðan eg lurti komi eg nakrar fáar ferðir í tankar um aðrar songkvinnur, t.d. Lisa Ekdahl og Kate Bush, men eg haldi, at ein grund til hetta er, at tað eru fáar songkvinnur, sum megna at syngja so væl í ovastu tónalegu, og tí hevur mann hug at samanbera. Í grundini er Eivør møguliga í útgangsstøði inspirerað av Anniku Hoydal í lagasmíði og teirri vísukendu framførsluni. Men mest av øllum er Eivør hon sjálv, ein ómetaliga dugnaligur og royndur tónleikari, sangari og lagskrivari. Petti fyri petti er ein akustiskur kærleikssangur við undirliggjandi syntkóri. Røttu skógvarnir snýr seg um at finna stev og rætta kós og hetta lagið er so fult av stevi og tað er ringt at sita still, áðrenn eg veit av, siti eg og slái á telduknøttarnar í takt við sangin, og syngi við tí kinverskt sleingjandi niðurlagnum, sum er praktfult. Tað sama er galdandi fyri eysturlendskt ljómandi niðurlagið í sanginum Í tokuni, ið er einfaldur eins og eitt skjaldur ella ein spoken word yrkingaframførsla. Verð mín er ein longsulsfull tónleikalig tulking av yrkingini hjá Marjun S.Kjelnæs um kópakonuna. Tað er somuleiðis Marjun, sum eigur tekstin í huglagsríka heitislagnum Slør, níggjunda lagið á útgávuni, har stóra røddin hjá Eivør fyrst einsamøll, og síðani við einum væl hugsaðum elektroniskum undirlagi sveimar í  kvirruni, meðan orðini um tann stóra, altíð hjástadda kærleikan verða borin fram á so stórfingnan hátt, at sjálvt fuglarnir kvaklast av megini í røddini.