Opið bræv til Nils Ohrt
/Úr kantinuni í Bank Nordik - Rannvá Kunoy og Hansina Iversen
Góði Nils Ohrt
Stóra takk fyri ummælið, ið stendur sum lesarabræv í Dimmalætting hetta vikuskiftið (16/10-15) av nýggja høvuðssætinum hjá Bank Nordik og av málningauppheingingini, sum eg standi fyri. Tað er óført at tílíkt arbeiði verður ummælt – ikki minst av sjálvum Listasavnsstjóranum. Men av tí, at onkrar faktuellar villur eru í greinini, kenni eg meg noydda at koma við nøkrum rættleiðingum.
At undirritaða í samrøðu við Dag og Viku upplatingardagin kom til at virka sum ein ummælari, er spell. Eg varð biðin um at greiða frá tí, eg havi gjørt í bankanum og eg greiddi frá tilgongdini, sum eg eisini havi skrivað um, at arkitekturin, Heidi H.Poulsen setti seg í samband við meg og bað meg velja nakrar myndir úr savninum hjá Bank Nordik osfr. Tað vil siga, at tað frá byrjan var greitt, at eg tosaði sum ein, ið skipaði fyri og ikki sum ummælari. Tá eg seinni sá sendingina, var okkurt klipt burtur av hesi frágreiðing, men eg haldi, at tey flestu, sum eru at sær komin, dugdu at gjøgnumskoða støðuna m.a. tí, at eg sipi til tað sum “vit” hava gjørt.
Mín næsta rættleiðing snýr seg um nakað, sum ummælarin kanska ikki veit av, men sum eg kundi sagt honum, legði hann í at spyrja. Tað er, at uppheingingin ikki er liðug, bert ein partur av ætlaðu listini er hongdur upp. Næsta stig í uppheingingini er í gongd og hesar myndirnar verða hongdar upp í næstum (her verður Ruth Smith sjálvandi við í høpinum). Eg eri púra samd viðvíkjandi sannroyndini, at onkrar myndir hjá Tommy Arge m.a. eru viðbreknar og hanga ábært, men í einum rundbygningi eru ikki so nógvir møguleikar; vit verða noydd at brúka teir veggir, sum eru til taks. Alt hetta er sjálvandi nakað, sum vit hava tikið við í gjølligari umhugsan, eisini staðsetingina av teimum ymisku málningunum. Orsøkin til, at stóra myndin hjá Ingálvi av Reyni hongur við móttøkuna hjá Bank Nordik, er tí, at hon skal síggjast av so nógvum viðskiftafólkum sum møguligt. Har er ein annar stórur veggur, men hann er ikki í Bank Nordik partinum av bygninginum. Nú kann ein og hvør fara innum og hyggja at framúrskarandi myndini hjá Ingálvi av Reyni, har hon hongur. Í ummælinum í Dimmalætting stendur, at tað er óviljað stuttligt, tá eitt nú myndir hjá Ingálvi av Reyni og ein kongalig porselenshvítabjørn verða settar saman. Til tað kann eg svara, at eg als onga ávirkan havi á uppsetingina á porselensfigurum í bankanum - um eg hevði avgerðarrættin, var kanska ikki so nógv porselen, men sjálvandi skal undirritaða ikki avgera alt, tað hevði verið keðiligt.
Restina av teimum mongu atfinningunum skalt tú sleppa at hava uttan uppíblanding, vit hava ymiskan smakk, og kanska kemst okkurt av einum konservativum hugburði mótvegis einum modernaðu hugburði til eitt nú innramming, byggilist v.m. til dømis í fatanini av minimaliseringini av rammum, at hon er ein uniformering, har undirritaða hevur framt broytingarnar út frá eini sannføring um, at tær einstøku myndirnar veruliga sleppa leysar og anda frítt, tá stóru gullrammurnar verða tiknar av teimum. Eg hugsi, at talan møguliga er um ein ættarliðsspurning; fyrr í tíðini varð stórur dentur lagdur á, at rammurnar skulu vera fínar og dýrar og summi halda enn, at gull gevur málninginum ein serligan gyltan klang. Mínar royndir siga mær, at myndin sæst betur, tá gullramman verður tikin av, og ein grá, einføld ramma verður sett ístaðin. Eg kann leggja aftrat, at rammurnar, sum t.d. Steffan Danielsen upprunaliga fekk settar kring sínar myndir, sjálvandi verða goymdar og ikki burturbeindar. Tað er rætt, sum viðmerkt í ummælinum, at fleiri av málningunum eru í ringum standi, hetta skal ein professionellur konservator sjálvandi taka sær av, tí hevur undirritaða eisini í hyggju at gera eitt viðmæli til Bank Nordik hesum viðvíkjandi.
Blíðar heilsanir
Kinna Poulsen