Rúni Brattaberg syngur opera í Chicago

Rúni Brattaberg í leiklutinum "Hagen" úr "Götterdämmerung" eftir Ricard Wagner. Myndin er frá Metropolitan Opera í 2013

Føroysk listafólk framføra javnan kring allan heimin og eru sostatt okkara bestu ambassadørar. Operasangarin Rúni Brattaberg er ein teirra, og nú er hann farin til Chicago at syngja við Lyric Opera of Chicago, har hann hevur fingið ein av høvuðsleiklutunum í spildurnýggju operuni Bel Canto hjá Jimmy López. Operain er grundað á skaldsøguna við sama heiti, sum Ann Patchett skrivaði og sum varð útgivin í 2001. Eftir ætlanini verða sjey framførslur av Bel Canto, tær verða: 7., 10. og 12. desember 2015 og 5. 8. 13. og 17.januar. Bretski dirigenturin Sir Andrew Davis stjórnar. Rúni Brattaberg syngur bass, hann hevur fingið leiklutin sum russiski diplomaturin Victor Fyodorov og henda uppgávan ljóðar heldur avbjóðandi. Sambært sangaranum sjálvum hevur hann 39 djúp E, og 9 djúp Es í síni ariu. Chicago Lyric Opera er stór, har eru 4000 sitipláss, og alt gongur fyri seg uttan míkrofon. So er spurningurin bara um mann ikki skuldi farið ein svipp til Chicago...