Ein tónleikalig tøkk til lívið

 

Hon er fjálg og full av takksemi, nýggja tónleikaútgávan hjá Anniku Hoydal sum verður givin út á fløgu og á vinyl í sambandi við 70 ára føðingardag hennara 19. november, men sum eisini er hugsað sum ein jubileumsútgáva, nú fimti ár eru liðin síðan Annika Hoydal byrjaði tónleikaligu leið sína.

Heitið á nýggju plátuni hjá Anniku Hoydal, Endurljós avdúkar, at talan er um eina tónleikaútgávu, ið onkursvegna er afturskoðandi ella endurskoðandi. Men at talan í nøkrum førum er um nýggjar versiónir av eldri sangum ella at upphavskvinnan og sangarinnan er um hálvfjers ára gomul, ger ikki plátuna hvørki keðiliga ella dustmikla, sum ummælararnir í Kvørnini róðu framundir. Sangirnir eru hugtakandi, bæði teir gomlu og ikki minst teir nýggju. Annika Hoydal syngur væl og plátan tykist bæði frísk, dynamisk og fjálg við eini yvirvág av akustiskum ljóðførum.

Orðini og tónarnir

Fyrsti sangur á plátuni er Mítt minsta land, ein føroysk versión av Mit eget land, sum verður tulkað væl meira dramatiskt enn á donsku plátuni og tað er gott, tí tað leggur yrkingin upp til. Og tað er sjálvt sambandið millum orðini og tónarnar, sum er í fokus á hesari útgávuni. Talan er um tónleikaligar tulkingar av teksti, í einum sangi sum Morgun hoyra vit hvussu væl tað liggur fyri hjá Anniku Hoydal at komponera eitt lag, sum samsvarar við yrkingina. Lagið hevur júst sama opna dámin sum vakra yrkingin um tann ljómandi, ósmittaða morgunin. Vísurnar um kroppin, dreymin og gráu frensarnar hava allar eitt ávíst afturlítandi brá, herligar hugleiðingar um byrjandi kynshug, forelskilsi og dans í sjónleikarhúsinum við bygdaballsligum trummum og gittarljómi á la Mark Knopler. Onnur síða á plátuni byrjar við kenda sanginum Aldan og síðan kemur Tíðin, sum er ein vakur suðuramerikanskt klingandi sangur um abstrakta fyribrigdið tíð og kensluna at vera aftaná. Sangurin Játtilsi er tann einasti á útgávuni, sum eg ikki eri beinleiðis fegin um, tíverri er hann av óvissum orsøkum júst tann sangurin, sum Kringvarpið hevur valt at vera fyrsta lagið av útgávuni, ið skuldi spælast og umrøðast í Nálareyganum í Kvørnini í útvarpinum. Ummælararnir tosaðu einamest um aldurin á damuni, sum fyllir 70 hósdagin og tað er spell, tí Endurljós er ikki ein gomulslig útgáva. Vísan Játtilsi er enn líka stuttlig sum hon var í donsku versiónini frá 1980 um ta stóru syndarinnuna og drankaran, sum verður móttikin við gleði av Losjuni, ið sendir hana út at vitna um allar sínar syndir, sum bara vaksa, orsakað av stóra tørvinum frá samkomuni at hoyra óskikkiligheitir lýstar í æsir. Tónleikaligi búnin, sum ein partur av hesari vísuni er ílætin, ber brá av fýrsararokki. Eg skilji hugskotið at gera tað eitt sindur vilt júst har, men eg haldi ikki ordiliga tað riggar, tí tað fær ein at hugsa um fýrsini. Hinir báðir sangirnir Snigil og Maðurin sum gekk móti ljósinum eru hinvegin meistaraligir á allan hátt, og ikki minst í mátanum, teir eru framleiddir. Fyrrnevndi er ein yndislig ballada um ómøguligt frælsi og síðstnevndi, Maðurin sum gekk móti ljósinum er eitt eydnuríkt heiðurskvæði um serstaka eygleiðaran og sjálvlærda granskaran, Jørgen M. Olsen, sum í 30 ár eygleiddi sild og atburð hennara, hann skrivaði eina bók um hetta, sum í 1983 fekk M.A.J Bókmentavirðisløn fyri yrkisbókmentir.

Samanhangandi

Endurljós er ein sjáldsama samanhangandi útgáva frá innast til uttast. Vinylplátan er tung og rómahvít. Á innarhúsanum og inni í plátuhúsanum eru allir tekstirnir prentaðir á føroyskum og á donskum. Húsin er havbláur við einum fabulerandi prenti hjá Steffan Herrik av tara og av havsins verum, ið samsvarar væl við innihaldið. Fleiri av løgunum nerta innihaldsliga við sjógv og við havsins lív, t.d. Aldan. Vit kenna hendan sangin út og inn og  niðurlagið duga tey flestu uttanat, ung sum gomul. Til veitsluhøvi man aldan vera ein av teimum best dámdu. Aldan er fólkaogn og eg haldi, at henda nýggja heldur seigari versiónin riggar sera væl til tekstin, sum Gunnar Hoydal skrivaði. Gunnar hevur skrivað og týtt allar sangirnar á fløguni uttan ein og Annika hevur gjørt øll løgini. Tónleikaliga er talan um eina rættiliga fjølbroytta útgávu, ið fevnir um fólkatónleik, kabarettkendan vísusang og jazz við rokk-, tango- og salsaelementum og latínamerikonskum rútmum umframt eina einstaka væl eydnaða contemporary útseting hjá Sunleif Rasmussen, ið tulkar Lívið! Dýra undur hjá Karsten Hoydal við lag eftir Anniku Hoydal.

Verðinstónleikur

Í summum er plátan í sínum fjølbroytni næstan verðinstónleiki og nógvu tónleikararnir og ljóðførini geva útgávuni veitslukent brá av at vera ein fagnaðarútgáva. Annika Hoydal fagnar lívinum, og samstundis er tað næstan sum um, at tónleikararnir fagna henni og takka fyri hennara framúrskarandi sangir. Umframt teir góðu tónleikararnar: t.e. Kim Hansen, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen, Leivur Thomsen, Tóri Restorff Jacobsen, Michala Petri, Odd Arne Halaas, Daniel Cassidy, Jose Toral, José Louis Molina, Bjarke Falgren, Lars Krarup, er tað ikki minst Kaj Johannesen og Jón Mc Birnie fyri at takka, at henda útgávan er vorðin so væl eydnað sum hon er. Teir hava staðið fyri upptøkunum í Studio Blochog tað hava teir gjørt við eini einastandandi virðing og fatan av tekstum og løgum. Annika Hoydal kann vera nøgd við sína tónleikaligu tøkk til lívið, útgávan gevur okkum høvi til at svara aftur og takka hjartaliga fyri útgávuna og yvirhøvur allar teir mongu fínu sangirnir, sum Annika Hoydal hevur gjørt og sum eg haldi eiga at plasera hana sum upplagt boð til eina mentanarvirðisløn. Vit gleða okkum til konsertina, sum verður í Norðurlandahúsinum 22.nov klokkan 17. Konsertir vera eisini frí 20. nov. kl.20:00 í Tøting og ley 21. nov. kl.22:00 í Spaniastovu.