Gandakendar løtur við grafikki

 

Tá listaframsýningin Grafisk Sambond læt upp í Norðurlandahúsinum leygardagin 24.oktober klokkan 15, var tað hámarkið í einari drúgvari tilgongd, sum hevur vart í fleiri ár og sum hevur fevnt um fleiri framsýningar. Nú eru listaverkini vend heimaftur til útgangsstøði, til Havnar, har sum tey komu til verðina.

Grafisk Sambond er nógv tann størsta verkætlanin, sum Steinprent hevur fyriskipað og tikið lut í og á grafiska verkstaðnum á Skálatrøð gleða tey seg til, at framsýningin verður at síggja í Norðurlandahúsinum. Talan er um grafisk verk, sum eru gjørd til høvið á verkstaðnum í Steinprenti. Her eru gróðrarmikil listarlig sambond knýtt millum Føroyar og norðurlond. Eftir hugskoti frá listamanninum Jonas Hvid Søndergaard fór Steinprent undir stóru verkætlanina, sum í fyrsta umfari fevnir um nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum. Seinni er ætlanin eisini at fáa aðrar norðurlendingar til Føroya at gera prent. 

Euforiska løtan

Framsýningin verður ógvuliga fjølbroytt, tí tey luttakandi listafólkini eru sera ymisk og hoyra eitt nú til fleiri ættarlið. Summi teirra eru royndir grafikarar, meðan tað fyri onnur er fyrstu ferð, tey fáast við steinprent. Øll eru viðurkend listafólk og fleiri teirra verða við til upplatingina. Væntandi verður øll vikan áðrenn framsýningina ávirkað av hesum. Yvirritaða kom uppí verkætlanina, tá hon var byrjað, men eg má siga, at tað hevur verið áhugavert at eygleiða dugnaligu listafólkini, meðan verkini eru blivin til. Ofta hava tey arbeitt í vikuskiftum við og til út á náttina, og tá hevur tað verið stuttligt at upplivað euforisku løtuna, tá ein mynd eydnast. Tað er nakað við litografiska tøkninum, sum gevur gandaðar løtur, óansæð hvussu væl fyrireikað listafólkini eru og tað hava tey verið. Tey ætla at tað skal síggja so og so út, men tað er ikki altíð, at tað verður júst sum tey ætla. Tað er tað løgna við steinprentstøkninum, at tað um somu tíð er einfalt og sera umstendiligt, men óansæð er tað ein týdningarmikil og ofta gloymd sannroynd, at steinprent er upprunalist og ikki reproduktión.

 

Mannagongdin

Tá listafólkini arbeiða við steinprent er tað alla vegin í gjøgnum ein original mannagongd. Summi av listafólkunum hava havt eina meira ella minni gjøgnumarbeidda skitsu við, meðan onnur bara hava eitt hugskot sum útgangsstøði. Áðrenn listafólkini byrja sítt arbeiði, er steinurin slípaður og gjørdur klárur at tekna ella mála á við fitikendum kriti ella tusj. Listafólkini mugu tekna á ein nýggjan stein fyri hvønn lit, sum skal prentast á steinprentið. Tá tekningin er liðug á steininum verður hann viðgjørdur á ein hátt so at feittevnið verður bundið í steinin. Ofta velur listafólkið at gera eitt royndarprent í fáum eintøkum, um listafólkið ikki er nøgt, kann prentið broytast. Í sjálvari mannagongdini eru ofta óvæntaðar hendingar, tá ein litur og eitt skap verður prentað oman á eitt annað, kemur kanska ein óvæntaður litur, sum gevur listafólkinum íblástur til at gera okkurt annað og meira við myndina. Samanumtikið er tað kanska júst hetta, sum hevur verið mest hugtakandi við allari hesari verkætlanini. At eygleiða eina mannagongd, sum er so mikið stýrd og professionel og samstundis so ótrúliga opin, sum hon er. Tá er løtan har og góð vakstrarlíkindi fyri framúrskarandi verkum.

 Nógv av verkunum á framsýningini Grafisk Sambond eru tílík væl eydnað verk. Til dømis tær tríggjar myndirnar hjá Svend-Allan Sørensen, sum eru sera ymiskar, men sum á sama hátt sum listamaðurin eru bygdasligar og sofistikeraðar í senn. Svend-Allan Sørensen er bygdamaður og elskar at vera í Føroyum. Hann skjýtur krákur í Havnardali, sum verða útstoppaðar til framsýningarinstallatiónir, og bæði tekstir og tónleikur hava stóran týdning í hansara verki, t.d. í myndini, har hann hevur skrivað við fingrunum á steinin eitt sitat frá Black Crow Blues hjá Townes Van Zandt, sum í staðin fyri at snúgva seg um Texas, snýr seg um Havnardal.  Tær báðar myndirnar av flogfarum hjá Andreas Schulenburg tykjast í fyrstu atløgu einfaldar og vakrar. Teir blái litirnir tykjast reinir og frískir, strikan er avrundað og hugnalig sum strikan hjá Hergé í Tintin heftunum.

Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg.