Ung í Føroyum 2015, - har alt kann henda!
/
Tíðindaskriv:
Mikukvøldið tann 14. oktober kl. 18 verður forvitnislig og óvanlig sýning í Norðurlandahúsinum.
Í skrivandi stund kunnu vit onki siga um, hvat verður at síggja á sýningini, tí ongin, hvørki luttakarar ella fyrireikarar vita tað enn. Tað kvøldið fara allir luttakararnir í ungdómslistastevnuni Ung í Føroyum 2015 á pall við eini sýning, sum ongin inntil morgunin fyri sýningina, veit hvat fer at innihalda.
Alt kann henda
Felagssýningin á Ungum í Føroyum er ein heilt serstøk sýning. Tá stevnan byrjar mánamorgunin 12. oktober er onki fyrireikað, skapt ella bara umhugsa.
Tá listaverksmiðjurnar fara í gongd, er tað heldur ikki beinleiðis við tí fyri eyga, at alt sum verður skapt har, skal vera ein heild, sum kann fara á pallin. Í staðin fara tey ungu og verksmiðjuleiðararnir at arbeiða við tí, sum tey ungu hava áhuga fyri, ið so síggja tey, hvat hendir. Verksmiðjuleiðararnir eru eins nógv vegleiðarar sum lærarar og skulu beina skapanarevnini hjá teimum ungu, so eitt úrslit kann koma burturúr.
Sýningarframleiðarin Vígdis Hentze fer at ganga millum verksmiðjurnar og seta fram ynski um, hvat hon kundi hugsa sær at havt við í sýningini, av tí tey ungu skapa har. Tað er lagt upp til, at verksmiðjurnar samstarva, so tað er ikki til at siga, um tónleikurin fer at spæla undir hjá sjónleikinum ella um sjónleikurin skal ímynda myndlistina ella um myndlistin skal koreografera dansin ella dansurin skal bera fram bókmentirnar. Alt kann henda, tað er upp til tey umleið sjeyti fólkini, sum fara at samstarva hesar tríggjar dagarnar.
Listaverksmiðjur
Ung í Føroyum er bygt upp kring listaverksmiðjur leiddar av yrkislistafólkum. Hesaferð hevur dentur verið lagdur á at finna listafólk sum eru úr ymsum Norðurlondum eins og bæði her búgvandi føroysk listafólk og útisetar.
Mariann Hansen og Heiki Eero Riipinen, ið er finni búsitandi í Noregi, eru bæði nýútbúnir sjónleikarar. Tey fara at samstarva í Sjónleikaverksmiðjuni.
Tónleikarin Jens L. Thomsen, sum vit kenna úr m.a. Orka, fer at leiða Tónleikaverksmiðjuna.
Eiríkur Örn Norðdahl er viðurkendur skaldsøguhøvundur, ið eisini arbeiðir við slóðbrótandi ljóðyrking. Hann fer at leiða Skriviverksmiðjuna.
Dansiverksmiðjuna leiðir norski dansarin Signhild Meen Wærsted. Afturat at vera dansari, er hon eisini koreografur og framleiðir framførslur, ið spenna frá barnasjónleiki og samtíðardansi til live-art og instalatiónir.
Sámal Blak, sum nú ger pallir til stórar operur kring heimin, var í sínari tíð sjálvur luttakari á Ung í Føroyum. Í ár fer hann at leiða Myndlistaverksmiðjuna.
Sniðgevaverksmiðjan við undirheitinum Búnar, fer Anna Kristin Bæk at taka sær av. Vit hava m.a. sæð hennara spennandi búnar í leikinum Harlekin og í vælumtóktu sangleikunum hjá Studentaskúlanum.
Stuðlar
Tað er Norðurlandahúsið, sum skipar fyri ungdómslistastevnuni, men í ár hava tey fingið góðan stuðul kring alt landið. Vinnan hevur stuðlað væl, fimm vinnustuðlar eru, harav Hiddenfjord hevur teknað seg sum Gullstuðul. Sjey av kommununum hava eisini játtað at stuðla sínum ungu at fara á stevnuna.
Stuðulin kemur væl við, tí tað er kostnaðarmikið at geva teimum ungu bestu umstøðurnar í landinum at skapa í í tríggjar heilar dagar. Stevnan er skipað sum lega, so hvør vakandi tími fer til skapandi virksemi.
Longu nú ber til at ogna sær atgongumerki til sermerktu sýningina mikukvøldið 14. oktober. Har verður bert tann eina sýningin! Fá meira at vita á www.ung.i.foroyum.org og keyp atgongumerki á www.nlh.fo.