Og vinnarin er...

 

Á hátíðarhaldi í dag varð avdúkað hvør fekk Mentanarvirðislønir M.A.Jacobsens 2015 fyri ávikavist fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Helena Dam á Neystabø beyð vælkomin vegna Tórshavnar Býráð. Hon takkaði rithøvundum og mentafólkum fyri tær fantastisku upplivingarnar, sum hesi veita okkum. Síðan sang Hanus G.Johansen góða gamla Sakn og tann eitt sindur nýggjara sangin Um eg kundi kvøðið saman við einum trallandi Cantabile. Eftir hetta varð fyrsta virðislønin, tann fyri fagrar bókmentir latin Carl Jóhan Jensen fyri bókina Eg síggi teg betur í myrkri. Jonhard Mikkelsen takkaði fyri Carl Jóhan Jensen, sum er staddur í Brússel og síðani varð takkarøðan lisin upp, sum byrjaði "Hetta er ikki ein takkarøða.." eins og Carl Jóhan Jensen byrjaði flaggrøðuna á sinni. Røðan snúði seg mest um deyðan, men tað ger bókin, Eg síggi teg betur í myrkri, eisini, og í røðuni varð listin knýtt saman við deyðanum samstundis sum rithøvundurin nýtir høvið at glósa samtíðini og algongda breiða listarliga vegnum. Jóan Pauli Joensen fekk yrkisbókmentavirðislønina fyri sínar bøkur Bót og biti 1-2, og helt eina takkarrøðu, har hann greiddi frá sínum granskingararbeiði. Virðislønin fyri mentanaravrik varð latin Jákupi Veyhe. Hann var bilsin yvir, at hann varð mentanarvirðisløntur og greiddi skemtiliga frá hesum, men hann kendi sær stóran heiður, sum hann breiddi út yvir filmin, Klippfisk, Jan Berg Jørgensen o.o. 

http://www.listaportal.com/tidindi/2014/8/29/ein-str-skaldsga-vi-fer-inn-myrkri?rq=Eg%20s%C3%ADggi