Tvær sterkar - og eitt lítið sindur keðiligar

Hetta til 11.november ber til at síggja framsýningina Tvær sterkar í Listasavninum. Sum verkætlan er Tvær sterkar eins sympatisk og hon er skilagóð. Tankin at fagna tveimum sterkum, kvinnuligum listavegarum sum Ruth Smith og Júliánu Sveinsdóttir við eini felags framsýning er góður, nú vit nærkast hundrað ára degnum síðan kvinnur fingu valrætt.

Tá framsýningin hevur eitt so gott og upplagt útgangsstøði sum hendan, er mann ivaleyst eitt skarnsvætti, um mann kemur til at geispa, tá mann er komin hálva leið gjøgnum framsýningarhølið. Men ein høvuðsorsøk til svøvnliga huglagið, sum rakti yvirritaðu, man vera ein illa nøktaður tørvur á spektakulerari, spildurnýggjari samtíðarlist, og hetta hevur sum so einki við hesa framsýningina at gera. Framsýningin Tvær sterkar er ein norðurlendsk verkætlan og eina ferðaframsýning, ið verður sýnd í Listasavninum í Reykjavík og á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn umframt í Listasavni Føroya.

Klassisk modernisma

Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at føroyski áskoðarin følir seg heima á hesari framsýningini, tí hetta minnir akkurát um ta gomlu føroysku listina, sum vit kenna frá fýratiárunum, fimti- og sekstiárunum. Føroysk og íslendsk list líkjast heilt nógv í útgangsstøði, tí at listin byrjaði seint í báðum londum og listafólkini tóku útbúgving á kunstakademinum í Keypmannahavn, hagar listaidealini komu úr Paris. Sostatt hava vit heilt nógv klassisk modernistisk listaverk í Føroyum við greiðum íblástri frá myndamálinum hjá m.a. Paul Cézanne, og tað sama er galdandi fyri við myndirnar á framsýningini Tvær sterkar, sum fyri tað mesta avmynda landsløg og fólk.

 

Ein íslendsk undangongukona

Júliána Sveinsdóttir er fødd og uppvaksin á Heimaey í Vestmannaoyggjum. Hon var væl eldri enn Ruth Smith, tí hon varð fødd í 1889, 24 ár áðrenn Ruth Smith kom til verðina í Vági í Suðuroy í 1913. Júliána Sveinsdóttir kom frá sera fátæksligum korum, men avgjørdi allíkavæl at fara til Keypmannahavn at gerast listamálari longu í 1909. Í 1912 byrjaði hon á Kunstakademinum hjá P.Rostrup-Bøyesen professara, sum legði stóran dent á litviðurskifti júst sum lærarin hjá Ruth Smith, Axel Jørgensen gjørdi seinni, tá Ruth Smith byrjaði á sama akademi í 1936. Umleið 1920 byrjaði Júliána Sveinsdóttir at veva fyri at forsyrgja sær sjálvari, men vevingin ávirkaði hennara myndamál, sum gjørdist einfaldari og meira tilfarsligt. Í 1947 fekk hon Eckersbergmedaljuna fyri eitt av verkunum, sum hon framsýndi á Heystframsýningini á Charlottenborg. Júliána Sveinsdóttir var sera upptikin av kvinnurættindum serliga rættindum og møguleikum hjá listakvinnum og hon var limur í KKS, eitt samtak, sum stríddist fyri at betra møguleikarnar hjá listakvinnum fyri at fáa stuðul, skipa framsýningar og luttaka í kappingum um listprýðing. Í katalogtekstinum hjá Hrafnhildur Schram, stendur, at Júliána Sveinsdóttir var ein av týdningarmestu myndavevarunum í norðurlondum.

 

Kensluborna litavalið hjá Ruth

Eg veit tað ikki, men kanska hevði presentatiónin av íslendsku listakvinnuni verið meira fullkomin sannførandi um tekstilverkini hjá henni vóru við. Sum framsýningin hongur nú í Listasavni Føroya, eru tað heilt vist myndirnar hjá Ruth Smith, sum áskoðarin leggur til merkis, og sum av álvara hugtaka, sjálvt um tað heldur ikki er so øgiliga langt síðani vit sóu fleiri av myndunum á teirri stóru Ruth Smith serframsýningina í Listasavninum í 2007 – men her eru eisini nakrar myndir hjá Ruth Smith, sum ikki áður hava verið at síggja í framsýningarhøpi og tað er í grundini góð grund til at vitja framsýningina. Myndirnar hjá íslendsku listakvinnuni, Júliánu Sveinsdóttir eru málandi og fjálgar, hon er eins og Ruth Smith kolorist, og men tað eru verkini hjá føroysku listakvinnuni, sum fáa undirritaða áskoðara at vakna við sínum óendaliga kensluborna litavali og sínum um somu tíð neyvu og ekspressivu lýsingum. Á framsýningini eru tað sum sagt serliga hennara myndir, sum bróta seg tvørtur um tíð og stíl, við sermerktum, ljóssprongdum litsamansetingum. Hetta er eitt nú galdandi fyri ta genialu skitsuna av Nesi, sum Listasavnið hevur keypt við stuðul frá Ny Carlsberg Fondet, og sum er merkt av so stórum litríkidømi, at sjálvt ikki andstyggiliga gullramman megnar at oyðileggja tað. Heitu okkurgulu strokini tendra í teir djúpbláu farrarnar í teirri nokk so opnu kompositiónini á ein hátt, so tað gerst ein sonn fragd at líta á.

iPhone Image 1C33D2.jpg

 

Myndaskrá

Katalogið hevur sama snið sum øll katalogini hjá Listasavni Føroya hava havt seinastu árini, tó at tað telur fleiri síðir og hetta kemst av, at tekstirnir báðir, tann hjá íslendska kuratorinum um Júliánu Sveinsdóttir og tann hjá Nils Ohrt listasavnsstjóra um Ruth Smith, eru týddir til øll tey trý málini, sum verkætlanin fevnir um. Tekstirnir eru upplýsandi og áhugaverdir, men litirnir í kataloginum eru heilt við síðuna av og tað er spell, tá talan er um myndirnar hjá tveimum gávuríkum koloristum.