Kravravnar frumframførdur leygarkvøldið

Í kvøld 11.apríl verður leikurin Kravravnar hjá August Strindberg frá 1888 frumframførdur. Sambært Tjóðpallinum hava fáir høvundar hava havt so stóra ávirkan á leiklistina sum August Strindberg. Saman við m.ø.  Henrik Ibsen og Anton Tjekhov skapti hann ein nýggjan, realistiskan leikhátt, ið førdi leiklistina úr tí háfloygda og poetiska og inn í veruleikan í 20. øld.  Leikir sum t.d. “Frøkun Julie”, “Faderen”, “Spöksonaten”, “Dödsdansen” og “Ett drömspel” hoyra til teir, ið mest verða spældir um allan heim. Strindberg hevur fleiri ferðir verið á palli í Føroyum, “Frøkun Julie” hava bæði Havnar Sjónleikarfelag og Gríma sett upp, “Karl XII” hevur verið á palli bæði í Havn og i Klaksvík, og Gríma spældi eisini ein-aktaran “Tann sterkara” í 80’umum. Nú verður tað “Kreditorar”, ið varð skrivaður í 1888, sum Tjóðpallurin hevur valt at seta upp. Hetta er ein leikur um hevnd, sálarliga manipulatión og maktspælið millum menniskju. Listamaðurin Adolf og konan Tekla eru stødd á einum baðistaði í vestursvøríki. Meðan Tekla er burturstødd kemur Adolf í samband við Gustav, sum í samrøðum um lívið, listina, trúnna og – ikki minst – kvinnuna, fær burturúr Adolf allar teir loyniligu tankarnar um, hvussu kona hansara, sum ein annar vampýrur, hevur sogið alla megi úr honum. Tá ið Tekla og Adolf hittast aftur byrjar ein sálarligur bardagi, ein skrúva-uttan-enda, har parlagið og menniskjasálin verða skorðin upp og løgd á borðið. Leikurin leggur seg mitt í millum tað tragiska og tað komiska, tað láturliga og tað ræðuliga. Sjálvur rópti Strindberg hann “ein skemtileik, har allir persónar eru fittir og dámligir;” men skemtið er kolasvart, og hóast hetta er ein lítil leikur við bara trimum leikarum, so vísir hann týðuliga, hvussu flogvitið hjá Strindberg dugdi at sundurgreina tað viðbreknu mannasálina. 

Leikarar eru Kristina Sørensen Ougaard, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam. Eyðun Johannessen leikstjórnar, og pallmyndina ger Steen Lock-Hansen, ið m.a. eisini gjørdi pallmynd til “Glataðu Spælimenninar” í Norðurlandahúsinum í 1993. Týtt leikin hevur Laura Joensen.

Bláar bøkur taka tíð at lesa

Fyri neyðini og mitt í øllum tí banalt páskagula millum stearinljós og páskaliljur lendi eitt myrkasorgarblátt ella neutralblátt yrkingarsavn í mínum plastikkgrøna postkassa á middegi í dag akkurát eina løtu ov seint til, at eg náddi at fáa nakað í Dimmalætting komandi um hesa nýggju bláu messuna. Tað ger einki. Bláar bøkur taka tíð at lesa. T.d. Rot hjá Tóroddi Poulsen, Vencil nr 7 og handan bókin um Tove Ditlevsen frá 1976. Nú kann eg geva mær góða tíð at lesa nýggja yrkingarsavnið hjá Katrini Ottarsdóttir, Messa fyri einum filmi, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Ummælið kemur í næstu Dimmalætting 17.apríl.

Gávumildur ummælari rósar Tóroddi Poulsen

Fyri kortum varð bókin “Himlen har stjålet mine farver” við yrkingum hjá Tóroddi Poulsen í úrvali givin út á danska forlagnum Politisk Revy. Nú er bókin ummæld í Weekendavisen, har kendi lyrikkummælarin Lars Bukdahl tykist hugtikin av yrkingunum og poetiska logikkinum aftan fyri tær. Undir yvirskriftini "Gávumilt einsemi" skýrir ummælarin onkra yrking at vera suverent einfalda, onkur onnur verður kallað fantastisk. Ummælarin endar við at staðfesta (út frá yrkingarsavninum Heimvitisferðini), at tað man vera gott fyri heilsuna hjá bæði yrkjaranum og Føroyum, at hann býr í Keypmannahavn og skrivar subversivar yrkingar um epli.   

Klaus Rifbjerg er deyður

Myndin er úr samrøðu í BT Linda Henriksen. Sí leinki niðast.

Danski rithøvundurin Klaus Rifbjerg (1931-2015) doyði í gjár. Eg helt í grundini ikki, at hesin bókmentaligi risin nakrantíð fór at doyggja, eg helt hann vera ævigan. Eg  helt ikki, at støðugi bókastreymurin nakrantíð fór at steðga ella, at tey klóku orðini, tey merkiliga ítøkiligu orðini ella tær luftiga løgnu orðsamansetingarnar nakrantíð fóru at vera uppi. Men tað vórðu tær í gjár. Men hóast listamaðurin er deyður, eru orðini eftir hjá okkum í øllum teimum ótrúliga nógvu og góðu verkunum, sum hann gav út. Takk fyri stríðið, Klaus, takk fyri orðini, takk fyri ta kronisku og fyri kvørkveggjuna og fyri allar hinar framúrskarandi tekstirnar, tú skrivaði.

 

Solsort

 

nu lukkes hospitalets porte op

af rustne hænder det grå

terassogulv er gummitavst

de levende er endnu mere stille

og ånder gennem sår af sten

mens urets visere af jerngår over deres kinder kullet skrider

mellem husene det regner indadvendt

et sug af præparater stigende og faldende

er spærret inde bag ved gaze står i rør

du sover i de blinde kældre venter bag

en skærm en hånd på lagenet

fingrene blæst hen en grå og fugtig ro

da vokser i dit hjerte spejl som spørgsmål

et skærmet radarminde om en

anden tid da gror i hjerteøret hammerekko

en buet lyd af syn

af dufte farvet moll imellem skyer

da tier ingenlyd du vågner

 

------------------- 

 Ein samrøða við yrkjaran, tá hann fyllti 80:

http://www.bt.dk/kendte/klaus-rifbjerg-jeg-vil-doe-uden-at-det-goer-ondt

 

 

Grækarismessurøða á Vaglinum í Havn 15.mars 2015

Grækarismessurøða á Vaglinum í Havn 15.mars 2015

Góðu tit øll

Í Føroyum búgva í løtuni 93 ymiskir nationalitetir. Og kanska hava vit havt varhugan av hesum í longri tíð, allarhelst hava vit sæð tað í frystidiskinum í Miklagarði, har matvøruúrvalið gerst alsamt meira fjølbroytt. Men annars eru teir mongu tjóðskapirnir í Føroyum rættiliga ósjónligir, og tað er spell, tí tað er ikki bara innan matgerð, at okkara innflytarar hava nakað at bjóða uppá.

Hugsa vit aftur í tíðina, høvdu vit neyvan klárað okkum serliga væl uttan frískt útlendskt blóð og tað meini eg nokk so ítøkiliga. Við tað, at Føroyar eru eitt oyggjaland, er samfelagið av sær sjálvum merkt av nógvari ferðing - bæði koma og fráferð eru grundleggjandi partur av tilveruni her. Seinastu árini er talið av innflytarum til Føroyar vaksið, innflytarar festa røtur her, tey arbeiða, summu fáa familju, og øll ríka tey føroyska samfelagið á sín hátt. Fyri bara at nevna eitt dømi innan eitt øki, sum eg sjálv kenni eitt sindur til, so hevur føroysk list í stóran mun notið gott av innflytarum og av eftirkomarum av innflytarum. Tað fer at taka ov drúgva tíð at nevna øll, men eg kann nevna nøkur einstøk dømi uppá innflytarar, sum øll hava havt eina ómissandi stóra ávirkan á føroyska list - ein er hin musikalski Bakar Hansen frá Bornholm, sum William Heinesen portretterar sum Kaspar Bomann í skaldsøguni Glataðu Spælimenninir - men mamma William Heinesen var jú eisini donsk, hon kom frá Restorff familjuni í Havn, ið upprunaliga kom úr Danmark. Sharon Weiss kemur úr Massachusetts, men so knappliga var hon her í Havn og lærdi meg nótar og at spæla blokkfloytu í Eysturskúlanum fyri nógvum árum síðani, tað broytti mína verð - nú lærir hon sonin hjá mær um verðina í Frískúlanum. Amerikanska ferðakvinnan, ævintýrarin, Elisabeth Taylor og vinkona hennara, danska prestakonan á Viðareiði, Flora Heilmann vóru millum tær fyrstu í Føroyum at takast við myndlist tíðliga í 20. øld og teirra áhugi festi í áhugan hjá øðrum, m.a. hjá Eiðismálaranum Niels Kruse. Hetta skapti ringar í sjónum, ið spakuliga mentust til eina føroyska myndlist. Seinni í tíðini hevði danski listamaðurin og listamiðlarin, Jack Kampmann ómetaliga stóra ávirkan á føroyska listaumhvørvið og í dag er tað heilt løgið at ímynda sær føroyska list uttan alt tað, sum gongur fyri seg í Steinprenti við bæði útlendskum og føroyskum listafólkum, harav mong teirra eru útisetar, ið eins og flytifuglar vitja heim og ríka okkum við síni list.

 

Tað var júst í Steinprenti, at framsýningin Svart og Reytt læt upp á Grækarismessu fyri nøkrum árum síðani. Íblásturin til myndaúrvalið á framsýningini kom frá teimum vøkru og grafiskt greiðu litunum hjá okkara tjóðfugli. Í onkrum práti upplatingardagin komu vit inn á eitt gamalt og kent evni, hví júst tjaldrið er føroyskur tjóðfuglur. Hví velja ein flytifugl til tjóðfugl, ein fugl, sum bara er her ta góðu tíðina av árinum, og sum rýmir áðrenn kuldin og myrkrið av álvara seta inn. Hví ikki heldur velja ein fastbúgvandi fugl til tjóðfugl, ein fugl, sum ikki rýmur when the going gets tough. Kanska skuldi mann valt ein meira pragmatiskan og opportunistiskan fugl sum krákuna ella ravnin til føroyskan tjóðfugl? Hesir fuglar tykjast serliga snildir, tá tað kemur til at lívbjarga sær  og sínum og júst hetta hevur víst seg at vera frammarlaga í huganum hjá okkum føroyingum seinastu árini. Eitt valslagorð til síðsta val snúði seg um at føroyingar skuldu arbeiða meira. Og tað hava vit. Vit hava arbeitt sum ongantíð áður. Vit hava arbeitt so nógv, at fleiri av okkum eru stressað. Og sjálvt um pengarnir streyma inn, vaksur hallið á fíggjarlógini, ójavnin í samfelagnum økist, og á Landssjúkrahúsinum hava tey eftir øllum at døma ikki ráð til lunkað vatn. Svimjihylurin, sum verður brúktur í sambandi við uppafturvenjing og til giktasjúklingar er tómur. Og hetta er ikki einasta tvørsøgn í Føroyum í løtuni. Onkursvegna er tað sum sigla vit við mentalum hentleikaflaggi í hesum árum. Vit vilja sjálvandi fegin flagga við Merkinum, tá Pál kemur á mál, ella tá aðrir føroyskir úrmælingar skara framúr í altjóða høpi, men taka líka so altrá ímóti danska blokkstuðlinum hvørt tað einasta ár. Samstundis vilja vit virðast sum tjóð, men tá talan er um at taka ímóti flóttafólkum, stendur einki til hjá okkum, tað mugu danskarar taka sær av. Men danskarar skulu væl at merkja ikki blanda seg uppí hvørki handilin við fiskiloyvum ella samstarvið við Russland og soleiðis heldur tað fram. Vit blása við mjøli í munninum og gera tað eftirhondini nokk so rutinerað.

Heimurin hongur saman í størri mun enn áður, kanska hongur hann meira saman enn vit megna at fata ella at taka ábyrgd fyri – hesin tankin kom til mín, tá eg í fyrru viku las í Politiken um sjey ára gomul børn, ið umhugsa sjálvmorð í flóttafólkalegum í Syria. Men altjóðagerðin er ikki longur eitt fremmant framtíðarfyribrigdi, vit eru mitt í henni. Eg hugsi, at tey flestu munu hava uppdagað, at tað ikki ber til at koyra solo í heiminum í dag. Fiskivinnan er helst tað økið, har altjóðagerðin fyrst hevur gjørt um seg - føroysk sjófólk eru høgt í metum og arbeiða kring allan heimin. Innan fiskivinnuøkið vita tey av hvussu stóran týdning tað hevur at lúka tey krøv, ið verða sett til skip og manningar og at tryggja, at tey samsvara við altjóða konventiónir og kvotur. Men fiskivinnan má eisini taka menniskjanslig atlit og umhvørvisatlit mugu somuleiðis takast í álvara. Hetta verður í størri mun eitt sjálvsagt krav. Og sjálvt um prísurin er minni fyri fiskahøvdið enn fyri fiskin, so ber ikki til at tveita høvdini fyri borð. Sjálvandi ger tað ikki tað. Vit hava onnur og meira týdningarmikil atlit enn fíggjarlig at taka. Í staðin fyri at skava inn undir okkum, kunnu vit t.d. við størri eyðmýkt hugsa um framtíðina, um framtíðar ættarlið, um at lata vera við at oyða fiskastovnar og minnast til, at planetin bara er okkum til láns og at okkara tíð her er avmarkað.

Sverre Patursson hugsaði nógv um framtíðina. Hann var hugsjónarmaður umframt rithøvundur og blaðmaður og skipaði saman við Skótaliði Sigmunds Brestisson av fyrstan tíð fyri Grækarismessuhaldi í 1943. Tá snúði tað seg bæði um tjóðskaparliga kveiking og um at fagna sólarljósinum. Felagið, sum Sverre Patursson stovnaði fyri 120 árum síðani í 1895 fekk navnið Sólarmagn og hetta felag gjørdist fyrimynd hjá ungmannafeløgum um allar Føroyar, sum vóru grundleggjandi partar av eini fólkaræðisligari menning. Symbolskt hevði sólarljósið stóran og eyðsæddan týdning sum undirstøði undir einari tjóðskaparligari upplýsing. Men sólarmegin varð eisini dyrkað fyri sínar ítøkiligu lívgevandi strálur, sum jú kennast serliga góðar, tá tær koma aftaná mánaðar í myrkri - fríggjadagin um bara fimm dagar vita vit hvussu tað kennist, tá sólin tendrar aftur aftaná eina fulla sólarmyrking. Tá kunnu vit kanska hugsa um yrkingina “Kom dagur, kom ljós”, sum Sverre Patursson skrivaði í 1925 og sum verður umrødd í Bókmentasøguni hjá Maluni Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. Endin á yrkingini snýr seg um sólina og um ljósið, sum verður knýtt saman við einum ynski um tjóðskaparligt sjálvræði, tað ljóðar soleiðis: “Øld eftir øld/ í túsund ár/ sá ættin vár/ sól at rísa/ sól at seta.../ Kom dagur,/ kom sól,/ kom megi,/ kom dirvi,/ kom gleði,/ og gev okkum signing til/ frælsisleið.”

Sverre Patursson var ein sera ágrýtin og virkisfúsur maður, og hansara bjartskygni er stuttligt og inspirerandi at lesa í dag. Í tekstinum Føroyar – land okkara, sum er prentaður í Varðanum í 1932, staðfestir hann: “Føroyar eru einki liðugt land. Føroyar eru bert í byrjan. Enn eru vit einans 25.000 fólk her í oyggjunum. Í øllum góðum eiga vit at kunna vaksa til 100.000 í tali, áðrenn her verður ov trongt”. Hetta má sigast at vera øðrvísi optimistiskt enn forsíðan á Dimmalætting, sum í síðstu viku spáddi um, at Føroyar fara at verða avtoftaðar. Sverre Patursson hevði neyvan nakrar fólkatalsframskrivingar at halda seg til, men hann var treystur og hevði stórar tankar um sítt land, og ikki minst, so tykist hann hava verið sera opin og gestablíður í mun til umheimin. Sverre Patursson var fuglavinur og fuglafrøðingur og tað var als eingin tilvild, at hann valdi tjaldrið til tjóðfugl. Hetta er m.a. grundað á Fuglakvæðið hjá Nólsoyar Páll, sum í kvæðinum lýsir seg sjálvan í tjaldurshami. Í Fuglakvæðinum verður tjaldrið lýst at vera ein djarvur, rættvísur og ósjálvsøkin fuglur, ið tekur sær av teimum smáu, veiku fuglunum og teimum, ið standa uttanfyri, og verjir teir móti rovfuglunum.

Tað, at ein tjóðfuglur er tjóðfuglur alt árið kemst av, at hann er eitt symbol. Eitt symbol er jú ein fullkomin ímynd, bygd av hugsjónum, ið kunnu tykjast nóg so høgtflúgvandi í mun til tann vanliga, praktiska gerandisdagin. Og sjálvandi verður føroyski veruleikin aldrin lýtaleysur, tað skal hann ikki. Men kanska skulu vit brúka Grækarismessuna, kanska kunnu vit brúka ta ljósu tíðina og tjaldrið sum fyrimynd og eina leiðarstjørnu, ið kann geva okkum dirvi og áræði til at venda grammleikanum, teimum glúpsku og sjálvsøknu rovfuglunum bakið, so at vit í staðin í felag kunnu fagna ljósinum, opinleikanum og ymiskleikanum í Føroyum.

Takk fyri.

 

 

 

LeikREAD 2015 hetta vikuskiftið

Annika Hoydal er við í LeikREAD 2015. Maria G. Tórgarð tók myndina

Venjingarnar til LeikREAD eru lidnar

Hetta vikuskiftið verður LeikREAD í Sjónleikarhúsinum í Havn har kunnu tit uppliva pallsettar lesingar av 6 leikritum. Seinastu tveir dagarnar, hava 60 fólk stákast í Sjónleikarhúsinum fyri at fáa alt uppá pláss.

At hvørjum riti eru knýttir leikarar og leikstjóri. Leikararnir fingu ritið mánadagin, men fingu ikki at vita hvønn leiklut tey hava, fyrr enn beint undan fyrstu venjing. Hvør leikur er vandur tvær ferðir fýra tímar, áðrenn hann verður spældur. Venjingarnar hava gingið sera væl, og nú gleða tey seg at bjóða øllum í Sjónleikarhúsið. tiltakið er ókeypis.

LeikREAD er partur av Nordic Drama Train, sum er úrval av nýskrivaðum leikritum
úr øllum Norðurlondum. Luttakandi ritini verða vald annaðhvørt ár og týdd til øll norðurlendsk mál. Dramatokið ferðast millum Norðurlanda, og hvørt land skipar fyri síni egnu lesing.

Skrá

Millum hvørja lesing verður steðgur í 20 min.

Fríggjadagur, 27. mars 2015

Kl. 19:00 LeikREAD vælkomin
Lesing 1: Sek eftir Hrafnhildur Hagalín (IS) Týðing: Pauli Nielsen

ein ung genta verður kynsliga misnýtt av elskaranum hjá mammu hennara, velur mamman at vitna ímóti dóttur síni fyri at dylja syndirnar hjá elskaranum. Leikurin byggir á veruligar vitnisburðir í íslendskum rættarmáli frá 1836.

Leikstjórn: Jón Atli Jónasson (IS) Leikstjórahjálpari: Sissal Drews Hjaltalin
Leikarar: Kristina Sørensen, Páll Danielsen, Torkil Tórgarð, Sanna Apol og Hilmar Joensen

Kl. 20:10 Lesing 2: Rithøvundarnir eftir Alejandro Leiva Wenger (SE)
Týðing: Gunnar Hoydal

Tá Alex kemur inn í lívið hjá rithøvundanum, Alvaro, og arbeiðsleysa sjónleikaranum, Ali, broytist alt á ein hátt, ið eingin av teimum er fyrireikaður til. Leikurin snýr seg um at siga søgur, um at ræðast at hoyra søgur, og um megina, ið liggur í søgum.

Leikstjórn: Mattias Lech (SE) Leikstjórahjálpari: Vár B. Jacobsen Leikarar: Jákup Veyhe, Nicolaj Falck og Finnur Koba

Kl. 21:20 Lesing 3: Sár á sál eftir Kristinu Sundar Hansen (FO)

Týðing til enskar undirtekstir: Bergljót av Skarði og Martin Regel

Vit fáa innlit í sorgina hjá eini mammu, ið hevur mist tveir synir, tí at teir brunnu inni saman við einum vinmanni. Leikurin gevur mammuni eina rødd, og vit fáa innlit í, hvussu hon roynir at fáa lívið aftur á rættkjøl.

Leikstjórn: Christoffer Berdal (DK) Leikstjórahjálpari: Hjørdis Johansen Leikarar: Gunnvá Zachariassen, Durita Dahl Andreassen og Nicolaj Falck

Kl. 22-01 Hangout við tónleiki

 

Leygardagur, 28. mars 2015

Kl. 19:00 Lesing 4: UMsorg eftir Toril Goksøyr og Camilla Martens (NO)
Týðing: Ria Tórgarð

Ein leikur, ið byggir á eygleiðingar, ið gjørdar eru á norskum ellisheimum, har gerandis- hendingar og nógv óhapp merkja fyrstu akt. Í næstu akt verða vit boðin við og spurd um upplivingar okkara, áðrenn triðja akt lýsir søguna um arvaklandur.

Leikstjórn: Toril Goksøyr og Camilla Martens (NO) Leikstjórahjálpari: Hanna Svartafoss Leikarar: Laura Joensen, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe og 11 leikarar úr Havnar sjónleikarfelag

Kl. 20:10 Lesing 5: Sangir við gráu havsins strendur eftir Pipsa Lonka (FI)
Týðing: Hans Tórgarð

Í einum lítlum havnarbýi uppliva vit vanlig fólk liva sítt vanliga lív við sínum smáu dreymum, gleðum og sorgum. So rakar ein umhvørvisvanlukka, og tað noyðir íbúgvarnar at taka lívsbroytandi avgerðir.

Leikstjórn: Jón Atli Jónasson (IS) Leikstjórahjálpari: Sissal Drews Hjaltalin
Leikarar: Annika Hoydal, Allan Dalsgarð, Súsanna Tórgarð, Beinta Clothier og Jákup Wardum

Kl. 21:20 Lesing 6: All My Dreams Come True
– Eitt disneydrama um depressión og ævintýreftir Christian Lollike (DK)
Týðing: Jonhard Mikkelsen

„All My Dreams Come True“ tekur støði í einum klichékendum dialogi millum tvey modernaði, deprimeraði menniskju, ið skapa ein heim av ævintýrskapum. Samstundis er alla tíðina framburður og menning í leikritinum.

Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen (FO) Leikstjórahjálpari: Elin Mortensen
Leikarar: Durita Dahl Andreassen, Thomas Voss (DK), Sóley Danielsen og Petur Meinhart E. Andersen

 Kl. 22-01 Hangout við tónleiki

Gleðiliga sólarmyrking

Fríða Matras Brekku

Kanska verður mjørki og kanska fer tað at sirma, men myrkt verður tað so í øllum førum umleið klokkan tjúgu minuttir í tíggju í morgin árini og tað eru vit øgiliga spent uppá øll somul. Eg gleði meg til í morgin. Ætli mær út at uppliva býin og kanska at hyggja at kreativitetinum og kitschinum og øllum tí nógva, sum fólk hava funnið uppá í sambandi við sólarmyrkingina. Eitt runt svart skap er í so stóran mun vorðið synonymt við sólarmyrking, at eg helt meg eta sólarmyrkingarbomm í áðni, men tað var bara eitt púra vanligt Gajol.

Í Steinprenti eru fleiri sólarmyrkingarprent gjørd til høvið, Bárður Jákupsson og Fríða Matras Brekku hava gjørt hvør sítt, tey hava bæði eitt føroyskt landslag við svartari sól og ein seyð á myndunum, sum annars eru rættiliga ymiskar í stíli. Myndin hjá Bárður er einføld og dekorativ sum ein symbolsk mynd. Prentið hjá Fríðu Matras Brekku er um somu tíð gátuført og stuttligt skyggjandi ljósstrálum í myrkrinum og einum ørkymlaðum og bilsnum seyði í miðdeplinum.  

 

Ikki bara klikkaður…

Dennis Agerblad

Hansara list gongur í stóran mun út uppá at vera óvæntað, at gera fólk bilsin, og summi verða enntá skelkað av honum, kanska av tí, at tað, sum hann ger ikki líkist  tí, sum vit eru von við at sambinda við list. Nú hevur hann í fleiri kvøld undirhildið harra og frú Danmark í sendingini Danmark har Talent hjá TV2. Sigast kann ikki annað enn, at hann spennir víða fra smalari listarligari avantgarde til breitt familjuundirhald í sjónvarpinum. Vit hava fingið orðið á hann til eitt stutt viðtal.

Hann er ein av mínum yndislistamonnum, Robin Ova Tolfsen úr Vestmanna, sum nú í mong ár hevur búð í Danmark og sum kallar seg Dennis Agerblad. Hann er ein persónur, mann leggur til merkis, tí hann er nærverandi, blíður og beinleiðis á ein serligan hátt, hetta er kanska nakað, sum lesarin leggur til merkis í svarum hansara til mentanarbrúkaratáttin í hesum blaðnum. Eg møtti honum á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum, tað minnist eg væl, men fyrstu ferð, eg upplivdi hansara myndlist minnist eg enn betur. Tað var á einari stórari framsýning av føroyskari list á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Tá sýndi hann fram nakrar monumentalar, fotobaseraðar myndir av sær sjálvum í einari myrkamorreyðari og nokkso "straight" tjóðveldistroyggju.  Tað er ikki lætt at brúka hugtøk sum straight versus queer í føroyskum høpi, vit eru heilt einfalt ikki von at skoða heimin ella listina við tílíkum brillum, men allíkavæl fái eg illa latið vera í eini grein um listina hjá Dennis Agerblad. Queer mentan og list er eitt áhugavert granskingarevni, sum vit enn ikki hava gjørt eins nógv burturúr sum tey hava aðrastaðni, men listin hjá Dennis Agerblad er onkursvegna queer, hon tykist øðrvísi, løgin og er nakað fyri seg sjálva. Í myndunum hjá Ova, sum hann æt á verklistanum á Den Frie í 1999 snúði tað seg millum annað um mótsetningin millum tað konforma, rætta og tað, sum er øðrvísi og skeivt og sum væl at merkja ikki verður mett at vera skeivt, kanska tvørturímóti. Í lysingunum av tí snerkjandi unga manninum, sum hingu millum ekspressiv høvuðsnøvn í føroysku listini, tóktist ein nýggjur og modernaður og meira fjølbroyttur samleiki bjóða tí gamla, heteronormativa, rótføroyska samleikanum av.

 

Samleiki

Tað var júst hetta evnið, Samleiki, sum varð sett á breddan á Várframsýningini í Listasavni Føroya í 2009 - evnið var møguliga hugsað til Dennis Agerblad. Í hvussu er var evnið sum skapt til hann og hann fekk sítt egna, uppiborna rúmliga pláss á framsýningini. Dennis Agerblad hevði m.a. nakrar sjálvsmyndir við, har hann lýsti seg sjálvan í fleiri ymiskum leiklutum sum klovn og sum martyr og sum krossdressara í ymsum kjólum, sum eisini vóru við á Várframsýningini í einari stórari, samansettari, originalari installatión, ið var sera væl eydnað.

Trash-drag, ikki drag-queen

Á ein hátt kann man siga, at Dennis Agerblad viðger samleika í øllum sum hann ger, antin tað er tónleikur, musikkvideo, performance ella myndlist. Hann hevur tulkað fleiri yrkingar hjá Tóroddi Poulsen í tónleiki og musikkvideoløgum og hann hevur eisini gjørt fleiri permur fyri Tórodd Poulsen á yrkingarsøvnum og fløgum. Seinastu árini hevur Dennis Agerblad í serligan mun arbeitt við performance og her gongur hann beint ímóti teirri vøkru, elskuligu og glamurøsu leiðini, sum mong munu sambinda við dragshow. Okkara ímynd av teirri meira vanligu drag-drottningini, er yndislig, hon er føgur og feminin, og glitrar øll sum hon er. Dennis Agerblad heldur hinvegin fast uppá at dyrka tað ljóta og anti-glamurøsa í sínum sonevndu trash-drag sýningum. Hann er í einum ljósum, síðum parykki og hevur ikki gjørt ov lítið av smyrslinum, sum ikki bara verður málað á eygnalokini, men eisini undir eygunum. Vanlig, frammanundan góðtikin parametur fyri vakurleika hava sostatt ongan áhuga, Dennis Agerblad er heldur áhugaður í at ørkymla áskoðaran ella í bara at hava tað stuttligt. 

 

Fjákut list ella patos

Dennis Agerblad hevur javnan sýnt fram á Várframsýningini, fyri nøkrum árum síðani hevði hann ein film við, sum hevði heitið Snoribollagenturnar (hann varð eisini framsýndur á KE á Den Frie). Eg ivist í hvussu nógv sóu filmin. Tá eg var og hugdi at framsýningini var filmurin ikki tendraður. Eg havi ein varhuga av, at nógvir føroyingar hava ein heldur hátíðarligan hugburð mótvegis listini og halda, at ”ordilig list” skal vera álvarslig, fín og full av patos og kenslum. Eitt heiti sum ”Snoribollagenturnar” hóskar ikki ordiliga til eina tílíka listadefinitión, men kanska treingir ein tílík allýsing til at verða víðkað. Eg haldi, at fleiri okkara hanga føst í gomlum listadefinitiónum og tessvegna hava ilt við at síggja tað listarliga í performance, serliga, tá dyrkanini av tí ljóta, meiningsleysa og ótilpassaða er fremst í huga, og kanska ikki minst um listamaðurin eisini er krossdressari ella trash drag queen.

 

Livi eftir einum JA

 Eg haldi ikki, at alt hetta ørkymlar Dennis Agerblad á nakran hátt. Hann tykist sum heild vera ein glaður og ein nøgdur maður. Tá eg spyrji um hann varð vónbrotin, tá hann og hinir í Dennis Agerblad Band vórðu stemmaðir út úr kappingini, byrjar hann við at greiða frá umstøðunum, tá teir komu við í kappingina: Upprunaliga varð eg ringdur upp av einari frá Danmark har Talent, sum spurdi um eg vildi stilla upp. Eg tonkti beinavegin: Nei! Men so helt eg allíkavæl, at tað var stuttligt, at hon ringdi meg upp og av tí, at eg royni at liva eftir einum JA, valdi eg at taka ímoti hesum, sum var tað ein gáva. Hetta førdi okkum heilt fram til semifinaluna. Eg helt ongantíð, at vit fóru at koma longur enn til ta fyrst liveframførsluna. Eg havi longu gjørt tað mesta klárt til ta stóru endaframførsluna og hetta kundi eg hugsað mær at fingið víst. Men hinvegin, so havi eg nú eitt stórt show liggjandi klárt til okkurt annað.

 

Framtíðarætlanir

 KP: Hvussu síggja tínar listarligu framtíðarætlanir út?

DA: Tær eru fjølbroyttar, haldi eg. Í morgin eri eg boðin at vera við í onkrum loyniligum listatiltaki hjá Annika Lori sum hevur verið praktikant hjá TAL R. Eg eri so spentur uppá hvat eg skal. Annars skal Dennis Agerblad Band út og framføra ymsastaðni. Í Juni eri eg boðin inn í Galleri Alice, har eg skal arbeiða við sjálvsmyndum í eina viku. Tað er ein partur av ein framsýning við Michal Brammer ið bjóðar ymsum gestum við á framsýningina. 28. Mai eri eg boðin at framsýna mínar filmar á einum listafestivali í Bulgaria. DOMA 2015: Nordic Contemporary Festival in Sofia, Bulgaria. Ein fremsýning við skandinaviskari list. Olafur Eliasson, Superflex og Elmgreen & Dragset frá Danmark eru eisini við. Eg spurdi um tey vildi hava ein performance eisini og vit have forhandla okkum fram til at eg kann taka Dennis Agerblad Band við. So vit fara 5 heili fólk til Sofia í Bulgaria.

 List?

KP: Hvussu uppfatar tú sjálvur framførslurnar hjá Dennis Agerblad Band, er tað list?

DA: Ja. Alt tað eg geri í navninum Dennis Agerblad er list fyri meg. Tað er ein total performance. Eisini tá eg fari av pallinum. Eg undraðist altíð yvir, at hinir í performancebólkinum Dunst lótu seg úr kjóla og parykki alt fyri eitt, tá showið var liðugt. Eg verði altíð verandi í mínum leikluti fleiri tímar aftaná, at ein framførsla er av. Eg vildi ikki vísa mína normalu OVA síðu fram, tí tað onkursvegna oyðilegði ta myndina, sum eg hevði bygt upp. Av tí sama halda nógv at eg eri totalt klikkaður. Og tá blívi eg øgiliga glaður, tí so er tað eydnast hjá mær. Tey klóku hava helst varhugan av hvussu tað veruliga hongur saman við tað, at eg bæði geri tónleik og annað og skipi fyri øllum møguligum tiltøkum, samstundis sum eg havi eitt fulltíðar starv sum designchef hjá TDC - tað er kanska ikki bara klikkað.

 

Edward Fuglø 50 ár

Mynd: Miriam & Janus

Í dag fyllir listamaðurin Edward Fuglø 50 ár. Listamaðurin býr og arbeiðir í føðibýnum, Klaksvík og hevur seinastu árini gjørt eina rúgvu av prýðingum bæði norðanfyri og í Havn og uttanlands. Edward Fuglø er sera fjølbroyttur listamaður, hann málar, teknar, ger installatiónir, barnabøkur, frímerki og scenografi og seinastu árini hevur hann fingið rættiliga nógvar prýðingsuppgávur í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, í Skúlanum við Løgmannabreyt, í kjallaranum í Christianskirkjuni fyri bert at nevna nakrar. Hansara myndir eru eisini í fleiri førum brúktar sum almennar gávur til Margretu drottning og til Norðatlantiska Húsið í Odense. Edward Fuglø hevur fingið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs, Nordisk Børnebogspris og Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Hann sýnir í løtuni fram installatiónina SunMoonShadow í SMS. Í Jyllandsposten hevur ummælarin Lars Ole Knippel skrivað eina portrettgrein í sambandi við føðingardagin. 

http://www.jyllands-posten.dk/protected/premium/navne/omtale/ECE7555048/Den-fabulerende-fuglef%C3%A6nger-og-surrealist-p%C3%A5-F%C3%A6r%C3%B8erne/

Móti ljósinum og ytstu mørkunum

RANNVÁ KUNOY

Sum listakvinna er Rannvá Kunoy í einum serligum tyngdarflokki, tá tað ræður um dygd, tað hava vit vitað av síðani byrjanina, tá hon sýndi fram fyrstu ferð. Í hesum døgum hevur hon stórfingna framsýning í Sveis. Vit hava nýtt høvið at gera eitt viðtal við listakvinnuna.

Tað var annars ikki eiti á byrjan hjá Rannvá Kunoy. Debutframsýningin í Listasavninum í 1999 var søgulig beinanvegin, tí tann tá 23 ára unga listakvinnan var yngsta listafólkið, sum hevur havt serframsýning í Listasavninum. Men hetta var eisini ein ógvuliga serlig framsýning við margháttligum myndum, sum mintu um blóð og um røntgenmyndir. Hetta var á ongan hátt gerandiskostur í føroyskum listahøpi. Fyrsta framsýningin gav frænir av eini serstakari og djarvari listakvinnu, sum longu á ungum aldri ongar trupulleikar hevði við at reika út í tað djúpa og sum ikki á nakran hátt tóktist ræðast tað listarligt ekstrema.

Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, hon nam sína listarligu útbúgving í London, har hon hevur búð í tjúgu ár. Eftir ta stórfingnu byrjanina gekk drúgv tíð áðrenn vit aftur sóu nakað til verkini hjá Rannvá Kunoy og soleiðis hevur gongdin verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum og hetta hevur borið til hjá henni m.a. orsakað av stuðuli heimanfrá, hon er nevniliga ein teirra, sum hevur fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum. Listin ræður og listin tekur tíð, tá mann leitar miðvíst eftir onkrum ávísum, sum Rannvá Kunoy ger. Filmsleikstjórin Terrence Malick leiktjórnaði t.d. bara seks filmar uppá tilsamans fjøruti ár.

Ein málningur, ið var við á Ólavsøkuframsýningini í fjør, var málningurin Dodd Frank, sum eg upplivdi at vera fullan av tilsipingum til málningalistasøguna. Framman fyri myndini kemur tú sum áskoðari í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonalt rúm í myndaflatanum. Hetta kemst m.a. av teimum nógvu, tunnummálingaløgum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um málingin skínur út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina. Hetta ger hon til dømis við tí rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan altso er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Bygnaðurin í myndini er ógvisligur og avgjørdur, samstundis sum hann hevur ómetaliga fínligan og kenslubornan dám. Blái liturin í Dodd Frank og er ógvuliga serstakur og skyggjandi, í onkrum ljósi gerst hann næstan violettur og aðrastaðni gerst hann meira gráur, men allastaðni er hann følin, tað er greitt, at listakvinnan onkursvegna tekur atlit til kenslur í sínum litavali.

Myndaheitini hjá Rannvá Kunoy eru serlig og hava sína heilt egnu søgu, sjálv heldur listakvinnan, at hennara heiti eru eins og køkuglasurur soleiðis at skilja, at verkini sjálvsagt klára seg uttan glasur, tað er bara tað, at glasururin kanska ger upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Heitini hjá Rannvá Kunoy minna í summum førum um reklamuslogan, sum tíðum fáa eina løgna vend. Heitið Dodd Frank sipar til eina amerikanska lóg, sum var gjørd við teirri ætlan, at sonevndir whistleblowers lættari skuldu kunnu avdúka korruptión og ólógligan handil í bankaheiminum. Men nógv vilja vera við, at henda lógin í veruleikanum var eitt slag av múlabandi, ein atgerð, sum í roynd og veru loyvir brotsmonnunum sjálvum at rudda upp í egnum brotsgerðum. Tó at frástøðan millum fíggjarheimin og nonfigurativa málningin kann tykjast long, so eru hesar atgerðir, ið verða framdar og sum ávirka mong menniskju, óítøkiligar á sama hátt sum flatin á myndunum hjá Rannvá Kunoy er tað.

 

Í skrivandi stund sýnir Rannvá Kunoy sum áður nevnt fram sínar myndir í Sveis, har tað verður arbeitt fram ímóti eini publikatión í sambandi við framsýningina. Framsýningin varir inntil 5.apríl, eg havi gjørt eitt viðtal við listakvinnuna fyri at fregnast um framsýningina og um hennara mystisku myndir.

KP: Á Ólavsøkuframsýningini í fjør hingu tríggir málningar, sum vóru fullkomiliga øðrvísi enn øll hini verkini á teirri sera fjølbroyttu heildini, og sum onkursvegna skaptu sítt heilt egna rúm í framsýningini. Í løtuni eru hesir málningarnir partar av eini stórari serframsýning í listasavninum i Centre PasquArt í Biel. Kanst tú greiða eitt sindur frá hesari framsýningini, hvat hevur tú við á framsýningini og hvussu er hon komin í lag?

RK: Eg fekk eina innbjóðing frá Felicity Lunn, ið er stjóri og kurator í Centre PasquArt í Biel í Sveis. Framsýningar í listasøvnum eru øðrvísi enn gallaríframsýningar, tí tær eru størri í vavi og stóra støddin loyvir listafólkinum at arbeiða við einari ávísari dýpd. Í hesum føri framsýni eg 28 verk, 22 av teimum eru frá 2014, hetta er størsta framsýning, eg havi gjørt higartil. Framsýningin breiðir seg yvir 8 rúm, 4 teirra eru ógvuliga stór við høgum lofti, hini rúmini eru somuleiðis stór, men hava eitt sindur minni dimensiónir. Rúmini eru ljós við vøkrum dagsljósi, sum skínur inn gjøgnum stór vindeygu, tað riggar serstakliga væl við ljósinum og rúmunum, sum eru bygd og arkitektoniskt hugsað til málningar. Tað hevur verið ein ótrúliga stór uppliving at skapa eina tílíka stóra framsýning og at síggja málningarnar í einum tílíkum  høpi. Avbjóðingin, sum eg setti mær sjálvari var at hvørt verk skuldi klára seg sjálvt, men eisini  vóni eg, at heildin orsakað av stóru støddini og dýpdini í myndunum kann ávirka áskoðaran, elva til gásarhold kanska.

KP: Ein av málningunum á Ólavsøkuframsýningini í fjør æt Dodd Frank. Eg var ómetaliga hugtikin av hesum málninginum, kanst tú greiða frá tilgongdini, tá tú skapar eitt tílíkt verk? Hvaðani kemur verkið frá?

RK: Mær dámar væl spurningin um hvaðani verkið kemur frá, eg haldi í grundini, at øll stór list eigur at elva til hatta forvitnið og hasa kensluna. Dodd Frank er eitt verk, sum kanska kann lýsast gjøgnum ein sera tilvitaðan hugburð mótvegis málaríi. Eg havi leitað eftir einum ávísum eyðkenni, sum er mín egni máti at mála og sum ikki áður er sæddur. Hetta havi eg gjørt ikki bara í eini egoistiskari roynd at vera einastandandi, men fyri at finna eitt úttrykk við nóg rúmum ræsum, dýpd og megi, sum megnar at innihalda tað, sum míni hugskot vilja hava fram. Við Dodd Frank føldi eg, at hetta eydnaðist. Úrslitið er ein prosess og ein málningur, sum eg sjálv síggi sum hjartaskerandi einfaldur, tó at hann er endaleyst torgreiddur. Hann hevur eitt beinleiðis árin, sum hendir alt fyri eitt, men síðani broytist hann spakuliga útsjónd hvørja ferð tú stendur framman fyri honum. Málingin er máling, men líkist ikki máling. Eyðkennini geva tær hugasamband við ymiskt figurativt, eitt andlit, eina hond, tveir figurar, ein skølt, men næstu ferð tú hyggur eru hetta bara skøvur á yvirflatanum. Málningurin er lagdur til rættis stig fyri stig, men er tó merktur av onkrum tilvildarligum sum minnir um tað at tveita eina tráðu út yvir sjógv. Málningurin er hildin í einum argandi millumstøði, eini konstruerað provokatión og forførandi útsøgn, sum alt í senn er við at verða til og avdúkað.

KP: Mong ár eru liðin síðani málaríið var deyðadømt sum listaslag, er nakað eftir at siga við málningum, ber tað til?

RK: Sjálv gjørdist eg djúpt forelskað í málarínum, eg eri enn púra burtur í tí. Einki annað tøkni er eins gandakent fyri meg ella gevur mær somu kenslu av virðingarótta. Sum einki annað tøkni letur málarí intellektuella ætlan og vilt frælsi reika og blandast saman. Tað er tíðarleyst, tú upplivar tað alt í senn, standmyndir mást tú t.d. ganga rundanum, tekstur má lesast, filmar hava byrjan og enda, málarí er illusión uttan tíð, hetta er sjálvt hjartað í loyndarmálinum hjá málarínum. Sjálvandi hava fotomyndir tað sama beinleiðis árinið. Eg havi altíð verið ávirkað av fotografiska yvirflatanum . Eg sigi ikki, at málarí er betri enn onnur tøkni, men fyri meg er tað altso besta tøknið. Listakvinnan Bridget Riley hevur sagt: “Málarí er enn so ungt og hevur so nógvar møguleikar” og mær dámar væl, at hon vendir tí vanligu útsøgnini við.

KP: Í hvørjum høpi sært tú teg sjálva sum listakvinnu? Tú ert partur av føroysku listasøguni, men hevur búð í London í tjúgu ár. Hoyrir tú meira til bretsku listina í dag? 

RK: Hoyrir Guernica hjá Picasso til Spania ella Frakland? Hoyrir Thriller hjá Michael Jackson til USA ella til heimin? Eg eri føroysk, men eg hoyri til heimin.

KP: Er nakað av verkunum á framsýningini, sum tú sjálv er serliga upptikin av? Kanst tú greiða frá hesum verki?

Eg haldi, at eg eg eri serliga spent í mun til teir ymisku myndabólkarnir í framsýningini og teirra samspæl. Eg havi altíð arbeitt við myndabólkum, hugsa t.d. um mína fyrstu framsýning í 1999 við røntgen og blóðmyndunum, tvær síður av somu søk, ið eru treytaðar av hvørjari aðrari uppá gott og ónt. Ein bólkur er við tí, sum vit kunnu kalla fyri skøvumálningar, og harumframt er røðin av stríputum málningum og so tær meira ráu, likamligu (og allíkavæl ikki!) svørtu og  hvítu myndirnar. Tað er torført at seta orð á hvat tað er, eg vil við teimum ymisku bólkunum, men eg kann royna. Skøvumálningarnir snúgva seg um málarí og teir møguleikar, sum eru innan tøknið, samstundis, sum teirra árin og myndevnið eru fullkomiliga anarkistisk. Strípumálningarnir megna at vera strípumálningar, sum einki hava við strípur at gera, teir eru fylltir við eini ókendari megi ella eru teir? Teir svørtu og hvítu málningarnar sameina ráa, likamliga rørslu við skrift, eitt tekin verður til eitt orð og eitt orð verður tekin.

KP: Sjálvt um nógv er hent við tínum úttrykki síðan fyrstu framsýningina í Listasavninum við røntgentmyndum og blóðmyndum, so hava tær nýggju okkurt til felags við teimum nýggju, kanska gjøgnumskygnið?

RK: Tað er væl hugsandi. Men mín áhugi fyri røntgenmyndum hevur altíð snúð seg meira um tað, sum røntgen symboliserar, tað snýr seg altso ikki um læknavísindi ella um kroppin. Ein røntgenmynd er fyri meg eitt sindur sum eitt portur, ein lutur, sum er komin frá einari aðrari dimensión, røntgen er sum úr øðrum heimi. Modernisma loysti menniskjað úr holustøðuni, brádliga slapp ljós inn gjøgnum gluggarnar á sama hátt sum røntgenmyndin vísir okkum tað, sum áður var fjalt. Skal eg koma inn á nakrar dygdir, sum gjørdu meg áhugaða í røntgenmyndum, so snýr tað seg m.a. um tað, at ljós sæst í gjøgnum tær, at yvirflatin tykist fotografiskur, sjálvt um talan ikki er um eina fotomynd, mær dámar eisini holografisku og grundleggjandi mystisku eginleikarnar hjá røntgenmyndini, at tær eru ljósgjøgnumskygdar, mátan tær blaktra millum okkurt, sum er til at kenna aftur, men sum samstundis er fullkomiliga abstrakt og fremmant. Teir nýggjastu skøvaðu málningarnir snúgva seg um somu eginleikar, um at flyta fastan form so langt sum til ber móti tí óítøkiliga við holografiskum ljósi skínandi inn og út úr øllum molikylum. Málingin verður næstan ein blendingur av onkrum ókendum, tað er máling, men sær ikki út sum máling, ein sjónarhvørving har tú heldur teg síggja okkurt tú kennir, sum í grundini ikki er har allíkavæl. Teir skøvaðu málningarnir sum t.d. "We Are The World" eru heilt inni í molikylunum, sum teir eru gjørdir av, átøkir røntgenmyndum soleiðis, at teir ístaðin fyri at avmynda ein lut, ja so verða tær til lutin sjálvan. Tað er næstan sum hevur løriftið verið gjøgnum eitt røntgentól og kom út aftur sum eitt millumting millum ein málning og eina røntgenmynd við rammu og øllum. Blóðmálningarnir vóru heldur ongantíð um blóð, eins og røntgenmálningarir ongantíð høvdu nakað við anatomi at gera. Hesir reyðu málningarir snúðu seg um eina gátuføra kraft, sum er ókend og tó merkiliga magnetisk. Teir kendust stórslignir, aggressivir og eitt sindur andstyggiligir, men tað var jú bara reyð máling á einum yvirflata, so tað má vera áskoðarin, sum leggur sínar subjektivu royndir og ræðslu niður yvir málningin. Strípumálningarnir í hesari framsýningini hava nakað tann sama kvalitetin, teir hava eina øgiliga megi, illusiónin gerst so intens, tá tú stendur framman fyri teimum, at tú hevur hug at traðka eitt stig aftur. Teir eru líka sum teir reyðu málningarnir reaktivir, men hinvegin ber aftur til at spyrja, um ikki tað er áskoðarin, sum sjálvur setir reaktiónina í gongd og soleiðis heldur tað á. Menniskjaeygað er innrættað til at leita og finna okkurt, sum tað kennir aftur í øllum, sum vit síggja. Hetta er kjarnin í mínum verki, eg taki hesa sannroynd og flyti hana so langt út í tað ekstrema sum yvirhøvur til ber, heilt út til ytstu mørkini. 

 

Williamshús

fotomyndir: Kinna poulsen

Húsini hjá Lisu og Williami Heinesen á Varðagøtu 43 eru ein mentanarsøguligur dýrgripur í Havn. Nú grunnurin Williamshús er stovnaður, er framtíð teirra tryggjað.

Tað er sum um, at maðurin í hugnaliga húsinum bara er farin eitt lítið ørindi. Á stólinum við klaverið hongur hansara puntuta yndistroyggja, so hann man fara at koma afturíaftur skjótt, kanska fer hann tá at spæla nakrar av sínum variatiónum yvir Vågn op og slå på dine strenge hjá Kingo ella kanska er hann farin niður undir at klippa. Og nei, tað virkar hvørki uppgjørt ella ónatúrligt, mátin sum tey hava stílað fyri í húsunum, tað kemst helst av, at tað eru tey nærmastu; sonurin og abbadóttirin, sum hava skipað fyri. Zacharias Heinesen er ein av okkara frægu listamonnum og hansara køna hond sæst nógvastaðni inni í húsinum. Yvirhøvur eru hetta eini so mikið persónlig og autentisk hús, at tú í sjáldsaman mun merkir hjáveruna av fólkunum, sum hava búð har. Eg havi verið inni har fyrr, tá livdi Lisa Heinesen, men síðani eru húsini vorðin enn meira áhugaverd, tí nógv fleiri av verkunum hjá Williami sjálvum eru komin upp á veggirnar.

 Myndir, bøkur og plátur

William Heinesen var sum kunnugt lítillátaður og nevndi seg sjálvan fyri fegnan amatør, tá tað kom til myndlist. Men myndirnar í húsinum siga eina aðra søgu, bæði hansara egnu verk, og tær mongu myndirnar, sum hann og konan dámdu nóg væl til, at tær vórðu hongdar upp í heiminum. Har eru so nógvar myndir, sum eru framúrskarandi góðar og áhugaverdar í sær sjálvum, umframt, at tær eru áhugaverdar tí at tær hanga í heiminum hjá Williami Heinesen, Føroya fremsta rithøvundi, sum eisini var myndlistamaður, greinahøvundur, hann  skrivaði lista- og bókmentaummæli, hann samlaði uppá list, hann skipaði fyri listaframsýningum, hann yrkti og tónleik fekst hann eisini við. Tað sama er galdandi fyri allar tær mongu bøkurnar í húsunum og pláturnar, tað er ómetaliga áhugavert at síggja hvønn tónleik og hvørjar bøkur, hann las, og harumframt eru ein ørgrynna av myndum og bókum hjá Williami Heinesen at síggja í Williamshúsi.

 Hátíðarhald

Tað var síðsta leygardag, eg var til eitt hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heinesen í sambandi við, at grunnurin Williamshús loksins er settur á stovn. Zacharias Heinesen og familjan hava latið einum grunni ábyrgdina fyri húsinum. Endamálið er at varðveita Williamshús, og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hetta ber til. Húsið heldur fram við at virka sum savn og listafólkabústaður sum Zacharias Heinesen skynsamiliga hevur skipað fyri í nógv ár. Nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond samsavarandi við altjóða museumslógina, ICOM Code of Ethics for Museums frá 2013. Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen.

Foto: Kinna poulsen

 Hugnaligar skápshurðar

Eg var eitt sindur longri enn ein tíma í Williamshúsi, og hevði kunnað verið har nógv longur. Eg føldi meg heima í hesum fjálga húsinum, har tey eftir øllum at døma hava havt stóra fragd av at prýða allar flatur við málningum, tekningum, standmyndum, plakatum og allahanda prýðislutum úr glasi og leirlist fyri ikki at tosa um teir málaðu veggirnar, fløskurnar og skápini. Í spísistovuni stendur eitt skáp, hvítt við einum ómetaliga vøkrum gráari og bláari ornamentering, sum William Heinesen hevur málað og sum eisini minnir um hansara fínu klippmyndir. Zacharias Heinesen vísti runt og greiddi frá, hann opnaði skápshurðarnar og vísti mær øll útklippini, sum mamma hansara, Lisa Heinesen, hevur klipt úr bløðunum og hongt upp. Her er alt frá stuttligum viðmerkingum hjá Óla Andnegl til myndir til minnis um ymsar persónar. Eg kendi ikki William Heinesen, men út frá hansara heimi er hann ein persónur, eg hevði ynskt at kent, tí hetta er av sonnum eitt ævintýrliga hugnaligt hús, fult av list, alt merkt av somu alfevnandi og manngóðu ond, sum eisini merkir bókmentirnar hjá Williami Heinesen.

Marius Olsen fernisering

Í gjár læt framsýningin við 23 prentum hjá Mariusi Olsen upp í Steinprenti. Nógv fólk vóru møtt, Marius Olsen er vælumtóktur listamaður, og fleiri samla uppá hansara myndir. Onkur helt í gjár, at har kunnu tey, sum ikki eru millióningar eisini vera við. Viðkomandi sipaði kanska til ta sannroynd, at grafikkur ikki er líka kostnaðarmikil sum málningar. Hetta kemst upprunaliga av tøkninum, at tað ber til at gera fleiri prent av einstøku koparplátunum, linoplátunum ella litografisku steinunum. Men í mun til tey uppløg, sum vanliga verða gjørd á grafiskum verkstøðum, arbeiðir Marius Olsen meira ekslusivt við ógvuliga smáum uppløgum, onkuntíð er bara 1 til 2 myndir gjørdar. Í sambandi við framsýningina varð steinprentað eitt lítið katalog við trimum tekstum og fimm myndum, eitt upprunagrafiskt steinrit, sum øll kunnu ogna sær, eisini tey, sum eru nokk so fitt petti frá at vera millióningar. Her eru myndir av ritinum og frá ferniseringini. 



Kim Simonsen boðin við til StAnza Poetry Festival

Mynd: Mentanargrunnur Studentafelagsins

Kim Simonsen er boðin við til StAnza Poetry Festival, ið er í St. Andrews í Skotlandi í døgunum 4. til 8.mars. Hetta er ein av teimum størstu poesifestivalunum í heiminum. Kim Simonsen fer at lesa úr bókini Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsund, sum fekk M.A.Jacobsens virðislønina og úr síni komandi bók, sum eitur Desemburmorgun. Hetta er ein margmiðlabók við myndatilfari hjá Jóhan Martini Christiansen. Randi Ward hevur týtt yrkingarnar til enskt. Hon hevur somuleiðis týtt yrkingarnar hjá Kim Simonsen, sum eru í tíðarritinum Mantis, sum kemur út á Stanford University í apríl í ár. Har er ein temagrein um Kim Simonsen og hansara yrkingar í tíðarritinum umframt eitt viðtal við yrkjaran. Randi Ward hevur skrivað greinina um Kim Simonsen. Eisini er ein presentatión av myndum hjá Jóhan Martin Christiansen, eg seti onkur dømi inn her og ynski yrkingum og yrkjara, myndum og týðingum góða ferð.

 

Pressuskriv frá StAnza:

A celebration of poetry in all its forms

 PRESS RELEASE

Prize winning poet from Faroe Islands to take part in StAnza, Scotland’s International Poetry Festival 

Prize winning poet Kim Simonsen from the Faroe Islands will be among the big names from the literary world performing at StAnza, Scotland’s International Poetry Festival in March.

Kim Simonsen is a poet and essayist and has a PhD in literature. Born in 1970 in the Faroe Islands, he has lived most of his life in Copenhagen and he currently works at the University of Amsterdam. He has written five books. In 2014 he received the Faroese Literary Award for the book of poetry Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundi (What does it help a human being to awaken a morning in this millennium). He is widely translated into languages such as Dutch, English, Swedish, Macedonian, Russian and Portuguese, and his poems have been published in magazines and anthologies in many countries.

StAnza takes place in St Andrews, Scotland and lasts for five days from 4th to 8th March, featuring almost 100 events. The festival traditionally focuses on two themes which interweave together to give each festival its own unique flavour. For 2015, StAnza has embraced one of its themes, An Archipelago of Poetry, in bringing together a number of poets with island connections. The line-up features poets with obvious island connections and some with less obvious connections and showcases artists from a host of countries including New Zealand, Jamaica, Sweden, Sardinia, Mallorca, Denmark and not forgetting of course the Faroe Islands.

Festival Director Eleanor Livingstone said: "StAnza is a celebration of the written word in all its forms and really does have something for all tastes and every interest. As well as celebrating Scottish poetry, we are delighted to bring to St Andrews and to Scotland, exciting voices from the Faroe Islands and elsewhere around the world, particularly this year when we explore Island connections though our theme, An Archipelago of Poetry.”

 http://www.stanzapoetry.org/2015/participant.php?participant=754

 

Svallig sum eitt summarlot

Í morgin, fríggjadagin 27.februar kemur nýggja útgávan hjá Eivør Pálsdóttir, Bridges. Útgávutiltak verður í Tutl klokkan 16. Her er fyrsta ummælið av Bridges. 

 

Lat okkum bara beinanveg staðfesta tað, sum er púra sjálvsagt fyri øll, sum hava oyru at hoyra við og sum lurta eftir útgávuni - at hon er svallig sum eitt summarlot henda nýggja útgávan hjá Eivør Pálsdóttir. Tónleikurin er í støðum sorgblíður, men sum heild er útgávan merkt av einum serstøkum lættleika - tað tykist so ófatiliga lætt og ómakaleyst, tað heila, áhoyrarin kennir seg kínda av yndisligu tónunum, borna uppi av sterku løgunum og so er tað tann krystalklára, reina røddin, sum floymir út yvir áhoyraran, so at einki annað er at gera enn at geva seg inn undir hana og njóta ta gjøgnumførdu leskandi musikalsku upplivingina.

 

Bridges

Hon eitur Bridges, eftirfylgjarin hjá meistaraligu útgávuni Room, sum ikki kann vera løtt at koma aftaná. Í øllum førum verður Room illa kollgingin, so tað letur Eivør Pálsdóttir vera við. Hennara nýggja fløga er stødd í nøkulunda sama lendi sum hin fyrra samstundis sum hon er á veg víðari í sínari tónleikaligu menning, sum longu óvanliga tíðliga úrslitaði í framúrskarandi tónleiki. Nýggja útgávan Bridges er kensluborin, feminin, fjálg og fín heilt frá fløgu- og plátuhúsanum og inn í staklutirnir í teimum einstøku løgunum, samstundis sum hon er búgvin, merkt av svalligum gløggskygni bæði tónleikaliga og í tekstunum.

 

Húsin

Tað er Heidi Andreasen, ið stendur fyri myndlistaligu síðuni av Bridges, ið hongur meira enn vanliga væl saman við tónleiki og tekstum og sum eisini í litum og myndaelementum undirstrikar skyldskapin við Room. Húsin til Room, sum Heiðrik á Heygum gjørdi, er í høvuðsheitum myndaður á sama hátt við eini fotomynd av einari pallsettari listakvinnu í einum teknaðum, listarligum umhvørvi. Á permumyndini í Bridges síggja vit eina hugsunarsama Eivør í ovurstødd sum ein Gulliver í einum dynamiskum mentalum pinkulingalandi. Í forgrundini vaksa nøkur trø, kring hana verður onkur geometriskur figurur konstrueraður og á ljósabláa himmalhválvinum aftan fyri hana flaksa fuglar, sum er okkurt heilt serligt á vási, men tað er tað eisini – Bridges er ein tónleikalig stórhending og myndlistakvinnan Heidi Andreasen rakar neyvt huglagið í verkinum, sum fevnir um bæði tað gerandisliga, jarðbundna og tað ævintýrliga.

 

Tónleikaligir søgusigarar

Í støðum hómast okkurt felagseyðkenni við sangir hjá Teiti Lassen. Ein orsøk liggur møguliga í samstarvinum við Trónd Bogason, sum hevur sett síni spor, men eisini tekstliga er Eivør á sama hátt sum Teitur eitt slag av nútíðar søgusigara, ið sigur søgur frá síni egnu tíð. Tekstirnir eru allir á enskum, teir eru einfaldir, men væl meira hugsunarsamir enn teir hava verið fyrr í tíðini, tá Eivør var mussisjúk. Teir snúgva seg um tilveruna, um lív og deyð, tilveruligt einsemi og mist vinarløg, um at vera á veg og hvussu tað er neyðugt hjá tí einstaka at finna sín egna veg í tilveruni. Fyrsta lagið Remember me er ein ótrúliga vøkur og eyðmjúk bøn, sum tekur útgangsstøði í deyðanum sum tilveruligari grundtreyt og sum er merktur av bæði deyðaangist og vónini um, at æviga listin vinnur á deyðanum. Tekstirnir eru góðir og viðkomandi haldi eg, teir raka í hvussu er hendan lurtaran, t.d. tann vakri Faithful Friend, sum er til heiðurs fyri mistum vinum. Heitislagið Bridges er dramatiskt, stórbært og ómetaliga flott bæði tekst- og tónleikaliga og eitt gott dømi um frálíka tamarhaldið, sum Eivør hevur, tá hon spennir røddina út. Tides er ein lagnukend vísa um Kópakonuna, sum snýr seg um neyðugt frælsi. Tað er dugnaligi yrkjarin Randi Ward, sum hevur skrivað fangandi yrkingina um ta dansandi frælsu kópakonuna. Morning song er eitt takkarlag til morgunin, men er eins nógv ein døpur lýsing av einari myrkari nátt við tungum tonkum. On my way to somewhere er ein dramatisk lýsing av kensluni av at vera á veg út í ta ókendu framtíðina. Violetta blómubukettin í Purple flowers er til mammuna í einum kærleikans fagnaðarkvæði, sum er ómetaliga rørandi við teirri um somu tíð barnsligu og vaksnu røddini, sum javnt og samt stúrir um hvussu mamman hevur tað, nú hon er vorðin einsamøll. The Swing hevur Marjun S.Kjelnæs yrkt, ein yndisligur sangur, sum út frá einum barndómsminni tekur saman um alla tilverunnar ringrás. Fløgan endar eins sorgblítt og hon byrjar við sanginum Stories um søgur, sum ikki skuldu verið sagdar og um orð, sum egið ikki orkar at hoyra, tí tey bara særa.

 

Tónleikurin

Tónleikurin er væl framførdur stillur og vakur poppur við fjølbroyttum slóðum úr alskyns tónleikasløgum, country, jazz, samtíðarkompositiónstónleiki, elektroniskum tónleiki og sirkus- ella kabaretttónleiki. Tónleikurin fekk meg at hugsa um framúrskarandi útgávuna, Ingénue hjá K.D.Lang, onkur sangur minnir meg um Julee Cruise og Kate Bush, men allarmest minnir útgávan um Eivør sjálva, um tað originala tónleikauniversið, sum Eivør Pállsdóttir hevur grundlagt sjálv og í felag við Høgna Lisberg og Tróndi Bogason og hinum tónleikarunum, Mikael Blak, Magnus Johannesen, Angeliku Nielsen, Andreasi T.Restorff og Studio Bloch við Jónasi Bloch og Theodor Kapnas. Tað er Høgni Lisberg, sum hevur lagt til rættis elektroniska trummuljóðið, sum hevur ein ógvuliga stóran leiklut á Bridges. Fløgan tykist sum heild ljóðblandað við stórari virðing fyri hvørjum einasta lítla íkasti. Tað ger heildina gjøgnumskygda og ótrúliga hugaliga at lurta eftir.

 

Orkuverkið Eivør

Bridges er ein so mikið samanhangandi og væl framleidd heild, at lurtarin hugsar ikki um tað í byrjanini, men í veruleikanum er hetta ein serstakliga samansett tónleikaútgáva. Samstundis sum pláss er til fólkatónleikaligt einfeldi og vokalu megina hjá Eivør og til akustisk instrument av ymiskum slag, fyllir elektroniska síðan nógv. Og samstundis sum hetta er lættur poppur, sum eg rokni við og vóni fer at verða nógv spældur í Kringvarpinum, er talan um dygdargóðar kompositiónir av tí seriøsa slagnum við undirliggjandi mynstrum av tónaendurtøkum, sum stuðla uppundir huglagið í løgunum. Eivør hevur neyvan sungið betur og meira nuanserað enn á hesari útgávuni. Sum lurtari sleppur tú at uppliva eina rødd, sum er í javnvág við seg sjálva og við sítt umhvørvi, ein kensluborin, rørandi og skyggjandi rein rødd í fulkomnum tamarhaldi, sum í glæsiligum løtum gevur okkum varhugan av sterka og ótamdu orkuverkinum aftanfyri. Teir níggju sangirnir á útgávuni eru satt at siga alt ov skjótt lidnir, men tað ber altíð til at byrja umaftur, tí her er av sonnum nógv at lurta eftir.

Marius Olsen í Steinprenti

 

At sjálvt elasmáar myndir kunnu tykjast risastór listaverk, kann staðfestast, tá tú sært eina 13 x 10 cm lítla kvinnulýsing hjá Mariusi Olsen. Kvinnan, ið er djúpt reyð og føgur við tjúkkari reyðari flættu, er sett inn eitt grágrønligt rundbogarúm við fínligari ljósareyðari og ljósagrønari ornamentering rundanum. Myndevnið er gamaldags, romantiskt, men samansetta myndalaðingin er spildurnýggj. Allar myndirnar, sum Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti komandi mánaðan eru nýggjar. Talan er um 23 prent í ymsum tøknum - har eru linoprent, etjingar, træprent, samansett tøkni, men tað mesta er steinprent. Í myndunum hjá Mariusi Olsen er myrkrið ikki bara svart. Myrkrið er ikki eintýðugt. Myrkrið er kvirt við ljóðum, tað er bleytt við hvøssum kantum, tað flykrar, tað flákrar í gyltum litum. Myrkrið er reytt, myrkrið er blátt, myrkrið er gult og tá allir litirnir verða lagdir omaná hvønn annan lag oman á lag, mynda teir margtýtt myrkur. Ofta hómast ein glotti í skýmingini. Ein tendraður svávulpinnur lýsir rúmið upp við gulum og bláum ljósfarrum. Úr húsagluggunum skínur inniljósið hugfarsliga út í náttina, og onkrastaðni savnast ljósið kámliga í eini spegling av einari lampu í myndini. Speglingar, skuggar og myndir í myndini skapa iva um ta ítøkiligu rúmdina, og ofta eru myndirnar hjá Mariusi Olsen soleiðis háttaðar, at tær í størri mun spyrja enn svara. Í einum landslagi sæst ein strikukota, sum eitt sindur speiskliga spyr, hvussu landslagið skal skrásetast. Tað tjóðskaparliga hevur stóran týdning fyri listamannin. Í teirri nú klassisku myndini Flaggstong, sum Marius Olsen gjørdi í 1994, sæst frustratión yvir føroyska húsagangin og mannminkandi viðferðina, sum føroyingar fingu í hesum sambandi. Dygdin í myndini kemur av hennara fleirtýdni. Vit síggja eina bygd og miðskeiðis eina flaggstong, har sum flaggið átti at verið er eitt tómrúm. Kring bygdalýsingina er ein rammi av fløggum, sum vísir á ymiskar møguleikar fyri tjóðskaparligum samleika. Tað danska flaggið er ein møguleiki, EU ein annar, men mitt í rokanum eru eisini fløgg frá farnum samfelagum og ríkjum, t.d. triðja ríkinum og tá gerst myndin av álvara speisk. Hetta interaktiva eyðkennið, sum setur áskoðaran í gongd við at hugsa, er afturvendandi í gløggu myndunum hjá Mariusi Olsen, sum tó eisini hava eina meira sansaliga, ekspressiva síðu, har listamaðurin heilt einfalt gleðist um náttúru og kvinnuligan vakurleika. Marius Olsen hevur arbeitt í Steinprenti í fýra vikur og hann hevur fingið nakrar myndir burturúr, sum bæði víkja frá og eru líkar eldri myndum. Tað sæst greidliga, at listamaðurin eksperimenterar og støðugt setur sær sjálvum avbjóðingar, eisini tøkniliga sæð. Framsýningin letur upp í Steinprenti leygardagin 28.februar kl.15-17 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Peter Carlsen 60

Hósdagin 19.februar fyllti ein av mínum yndislistamonnum 60 ár. Tað er tann spíski og speiski samfelagsviðmerkjarin og fullkomiliga fantastiski málarin, teknarin og leirlistamaðurin Peter Carlsen, sum vit kenna frá hansara arbeiði í Steinprenti, har hann eisini hevði eina framúrskarandi framsýning í 2010 við grafikki og keramikki. I only paint what I feel var heitið á framsýningini, sum Inger Smærup Sørensen kurateraði.

Í nógvum av myndunum er ein afturvendandi persónur, Villy, sum Peter Carlsen lýsir við støði í sær sjálvum. Hann er ein ordans anti-hetja, sum er avmyndaður við andlitsdrøgum listamansins, men er í grundini umboð fyri ein typiskan miðalhampamann ella eina gerandishetju um miðjan aldur. Miðalhampamanninum hóvar fótbóltsdystir, sum hann hyggur í sjónvarpinum at við klapphatti, ølbeiarum, ølbúki og kipsposa í hond. Ofta er hann í einum skítbýttum safarihjálmi, sum í allari sínari heimføðisligheit gevur hugasamband til góðvarnar, gamlar teknirøðir (t.d.Tin Tin). Villy er íblástur av teknirøðhetjuni Willy í vikublaðnum Familie Journalen. Í einari mynd er Villy komin til Føroya, men hann er ikki komin púra vápnaleysur. Við einum snildum smíli stendur hann sigursvissur við einum flugusmekkara, so kunnu tey bara koma ann, føroysku kríatúrini. - Jú, Villy er ævintýrari, men honum dámar best heimligan tryggleika og at øsa seg um ymiskt í Ekstrablaðnum t.d. skelkandi mangulin uppá jólaligheit millum muslimar. Villy er hugnaligur, royalur, sjálvhátíðarligur, dupultmoralskur, materialistiskur, og sum heild er hann eins og allir aðrir miðalhampamenn og - konur nokk so væl nøgdur við tilveruna og seg sjálvan. Sjálvt um lýsingarnar hjá Peter Carlsen av miðalhampamanninum ikki eru ókerligar, fáa vit onkuntíð eina kenslu av, at myndirnar geva okkum innlit í ta tvitnu, sníkjandi fascismuna, sum býr undir miðalhampiligheitini, tá hon í síni óhugnaligu einfalding av normalitetinum vil seta seg til dóms yvir liviháttinum hjá øðrum. Hendan fascisman, sum býr í bindiklubbateski og tutli og í smáum viðmerkingum um óruddiliga túnið hjá grannanum ella ein starvsfelaga, sum drekkur nakað ríkiligt og sum lúrir undir flestum setningum og tonkum, sum byrja: "Eg eri ikki rasist, men...". Henda setningin  hoyra og lesa vit kanska serliga ofta í løtuni og tað er spell, tí hon spírar burtur úr einari gerandisfascismi, sum at síggja til, tykist lutfalsliga ósek og vandaleys, men sum er besta gróðrarlendið undir eitt nú homofobiskari, paranoidari og mannahatskari fremmandaangist, sum aftur er grundarlagið undir statsskipaðari týning ella kríggi.

Sjálvt um Peter Carlsen brúkar eina sjálvsmynd sum ein grundfigur í síni list, er hann als ikki sjálvsupptikin. Tvørturímóti er hetta ógvuliga sosial list, sum elvir til tankar um okkara tíð, hetta er list, sum ger áskoðaran klókari. Í døgunum 5. marts 2015 til 7. juni 2015 hevur hann serframsýning í Kastrupgaardsamlingen við heitinum Reality-maleri. 

Grunnurin Williamshús er settur á stovn

 

Í dag, leygardagin 21.februar 2015 var eitt lítið hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heinesen á Varðagøtu 43 í Havn í sambandi við, at grunnurin Williamshús loksins er settur á stovn.  Endamál grunnsins er at varðveita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hesi eru í boði. Húsið verður bæði savn og listafólkabústaður eins og tað hevur verið í mong ár. Nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond samsavarandi við altjóða museumslógina, ICOM Code of Ethics for Museums frá 2013.

Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen. Nevndin hevur nógv góð hugskot til framtíðar brúk av hesum hugnaligu og serligu húsum, hetta fara vit ivaleyst at hoyra meira um seinni. Fyribils kunnu vit øll somul fegnast um, at grunnurin Williamshús er vorðin til veruleika, og at framtíðin hjá einum sonnum mentanarskatti í Havn á henda hátt er tryggjað.   

 

Evnið í litinum

 

Hann málaði sum fyri lívinum, men hann drakk tíverri eitt sindur á sama hátt. Heilsan toldi tað ikki, tí doyði hann bert 35 ára gamal og tað er í grundini ófatiligt, tá vit í dag síggja kraftprestatiónina hjá honum í Listasavninum. Mann kann kanska undrast á tørvin á enn eina afturlítandi framsýning frá listamanninum við stokkutu starvsleiðini, men dygdin í málningunum ger teir æviga aktuellar.

Fram til 6.apríl í ár ber til at njóta málningalistina hjá Thomasi Arge, listarliga úrmælinginum, sum doyði alt ov ungur, á framsýningini “Evnið í litinum” í Listasavni Føroya. Nógv varð gjørt burturúr til ferniseringina, tvær røður vórðu hildnar og tónleikur varð spældur og nógvu gestirnir góvu varhugan av, at Tommy, sum hann varð nevndur millum vinir, als ikki er burturgloymdur. Men myndirnar hava eisini, sum savnsstjórin Nils Ohrt gjørdi vart við í ferniseringsrøðuni, nakað frískt yvir sær, tær tykjast ikki gamlar, sjálvt um 37 ár eru liðin síðani málarin doyði. Pinkalítla myndin, sum er vald eins og útgangsstøði bæði í framsýningini og í katalogtekstinum, er heilt ótrúliga sterk og tolir væl at hanga einsamøll á einum veggi í Listasavninum. Tað riggar sera væl. Restin av framsýningini er meira siðbundin, heldur nógvar myndir eru við og fleiri teirra eru innrammaðar í gullrammu sum mann gjørdi fyrr. Tað avgera myndaánarar sjálvandi sjálvir, men eftir mínum tykki hoyra myndir, ið eru so modernaðar sum tær hjá Thomas Arge, ikki heima í breiðum gullrammum.

Roðin

Lítla myndin, ið tykist avmynda morgunroða ella vesturskin er sum áður nevnt gott útgangsstøði hjá áskoðaranum. Ein mynd, sum at síggja til, er tað bera hurl um burl, men sum allíkavæl er skipað í eina forgrund og bakgrund, har eldreyði roðin gløðir meðan restin av myndini er grøn og blá við gulum og svørtum prikkum og strikum. Sum í nógvum myndum hjá sama málara, fyllir forgrundin nógv, sjónarringurin er høgur. Við svørtu figurformatiónini í fortrundini minnir myndin meg bæði um hagamyndirnar og um myndirnar av útsýninum úr Hoyvíkshaga. Fotomyndir av málninginum muna ikki nakað serligt, tí tær vísa ikki relieffkenda og ójavna strukturin av máling, sum ger myndina enn meira livandi og forvitnisliga, og sum hevur við sær, at myndin tykist so ótrúliga insisterandi í rúminum, har hon hongur. Í katalogtekstinum ger Nils Ohrt vart við, at myndin er eitt slag av konsentrati av listini hjá Thomas Arge og tað er hon á sama hátt sum fleiri aðrar myndir á framsýningini, sum eru lutfalsliga nær skyldar stílsliga sæð.

 

Kjarval og Arge

Har er sjálvandi stórur munur á lívsverkinum hjá tveimum listamonnum, ið hava livað í ávikavist 35 ár og 86 ár. Eg sipi sjálvandi til stóru fyrimyndina hjá Tommy, íslendska listamannin, Johannes Sveinsson Kjarval (1885 – 1972). Sært tú eina afturlítandi framsýning hjá síðstnevnda, upplivar tú eitt satt ríkidømi av stílsløgum frá fronsku inspiratiónini á Kunstakademinum í Keypmannahavn við impressionistiskum og symbolskum myndum og víðari til náttúrumytisku lýsingarnar ella tá hann upploysir myndevnið til tysjandi litblettir í lýsingum av íslendska jørðildinum, av mýri og grótbræðing. Tað vóru serliga hesar síðstnevndu myndirnar hjá Kjarval, sum hava veitt Thomas Arge íblástur, Bárður Jákupsson ger í bók síni um Thomas Arge vart við, at ein framsýning við myndum hjá Thomas Kjarval var í Charlottenborg í 1964, sama ár, sum Tommy byrjaði á málaraskúla á akademinum. Nils Ohrt ger í katalogtekstinum vart við, at ungi føroyski málarin helst lærdi eitt sindur meira av Richard Mortensen á akademinum enn Bárður Jákupsson vil vera við í ævisøguni. Og sjálvandi gjørdi hann tað, grundin til, at Jákupsson leggur tílíkan dent á, at føroyski málarin helt fast í sær sjálvum heldur enn at “lata seg kúga” av dominerandi professaranum, er helst bara tann, at hann ynskir at rósa sínum starvsfelaga fyri hansara sjálvstøðuga listarliga lyndi og tað var sjálvstøðugt og sterkt, tað er framsýningin besta dømi um. Teir tríggir bjartlittu málningarnir, sum hanga uppi á balkongini, eru kanska tiknir við sum dømi um stílsligu menningina og skúlingina hjá Tommy, men í veruleikanum eru teir ógvuliga føroyskt kubistiskir/ klassiskt modernistiskir og minna um nógv av tí, sum bleiv gjørt innan føroyska list miðskeiðis í síðstu øld, sum Jack Kampmann og teir lærdu frá sær í málaraskúla Listafelagsins.

 

Tað provinsiella

 Í stuttari men viðkomandi røðu upplatingardagin miðsavnaði Bárður Jákupsson seg í høvuðsheitum um tað upprunakenda og tað provinsiella, bæði evni eru áhugaverd, ikki minst í sambandi við føroyska list. Men tað, sum Bárður Jákupsson meinti var, at list ikki nýtist vera provinsiel, sjálvt um hon kemur av bygd ella frá einum listafólki, sum kemur úr einum lítlum landi. Hann segði, at hann onkuntíð í framtíðini kundi hugsa sær at verið siteraður í einari bók við aforismum og hann segði okkum sitatið: “Ræðslan fyri provinsialismu er provinsiel”, og hesum kann hann jú hava nokk so rætt í. Myndirnar hjá Thomasi Arge eru avgjørt ikki provinsiellar, tær raka áskoðaran á ein universalan hátt.

 

Rørandi listauppliving

Tær 47 málningarnir veita áskoðaranum eina stóra og rørandi listauppliving, sum kann forleingjast heim í stovuna, um mann ognar sær bókina, sum er givin út í sambandi við framsýningina. Bókin er 96 síðir og layoutið er heldur frægari enn tað hevur verið í øðrum líknandi bókum hjá Listasavninum, fyrst og fremst av tí, at teksturin á tveimum málum ikki er settur upp sum í eini ferðafólkabrosjuru við einari spaltu á føroyskum og einari á donskum og einari á enskum. Formatið er tað sama sum katalogið til Tróndur Patursson - framsýningina, men uppsetingin er klár og myndagóðskan er góð. Introduktiónsteksturin hjá Nils Ohrt er áhugaverdur og tað er eisini stuttligt at lesa tekstin hjá Richard Mortensen, har hann hugleiðir um tað norðurlendska og greiðir frá einum Venesiatúri.

Syngjandi grót

Framsýningin “Evnið í litinum” er myndað av 47 málningum hjá Listasavninum, umframt lánum frá privatpersónum og stovnum, eitt nú eigur Tryggingarfelag Føroya nøkur heilt framúrskarandi verk hjá Thomas Arge, sum fáa meg at gloyma tíð og stað. Tann eina av hesum myndunum er við á framsýningini, tað er eitt klettalandslag, har vit fremst í forgrundini síggja gráir klettar og steinar, pastost málaðir við hvítari, gulari og svartari konturstriku. Steinarnir darra og sýnast næstan livandi, men í staðin fyri at vera íbygdir av fornum verum eins og summir av steinunum hjá Williami Heinesen, eru hesir heilt greidliga bygdir upp av oljumáling og tí er heitið á framsýningini eisini sera hóskandi - tað er evnið í litinum, tað snýr seg um. Eg fylgdist við einum málara eina løtu á framsýningini og hon var púra hugtikin av sjálvum máliháttinum, mátanum, málarin hevur disponerað yvir litirnar á løriftinum við stórari orku og yvirskoti. Júst tá stóðu vit beint framman fyri tær seinnu myndirnar, sum eru meira gjøgnumskygdar enn hinar við bjørtum litum, sum eru málaðir beinleiðis á hvíta løriftið. Tað minnir eitt sindur um mátan, Edvard Munch málaði umleið fyrsta veraldarbardaga í arbeiðaralýsingum t.d.

 

Tað ekspressiva

Hesi listaverkini eru ekspressiv, allir hesir gløðandi litirnir, brendu jørðlitirnir og svalligu blátónarnir ávirka sinnið  og í hesum sambandi er áhugavert at lesa lýsingina hjá Nils Ohrt á muninum millum mátan Ruth Smith og Thomas Arge viðgera sítt myndevni. Eg eri ikki vís í, at eg eri samd í, at munurin millum tey bæði listafólkini er so stórur og so avgjørdur, sum Ohrt meinar, men fyri ein stóran part hevur hann fatur á onkrum áhugaverdum, tá hann skrivar um Ruth Smith: “Meðan hennara gløgga og impressionistiska avlesing av heiminum avdúkar eitt viðbrekið og alspent sinnalag, er lutfallið millum tað subjektiva og objektiva hjá Thomasi Arge púra mótsett. Her er sinnalagið útgangsstøðið, og tað er eitt leitandi bráðsint sinnalag, ofta á markinum til ráðaloysi, sum lýsir út úr listini hjá Thomasi Arge. Av eins stórum týdningi er tað, at hansara innari jarðskjálvti ikki bara hevur málningaligar spreingingar við sær, men at tað innara landslagið í listafólkinum alla tíðina verður grundfest í tí sjónliga veruleikanum uttanfyri. Tað gevur listini hjá Thomasi Arge eitt ríkidømi, sum hevur við sær, at áskoðarin alla tíðina ferðast millum veruleika, máttmiklan listabúna og málning. Men samstundis kennir tú á tær, at grundfestingin av tí subjektiva í tí objektiva hevur verið eitt stríð, og tað er kanska tað, sum í síðsta enda gevur listini hjá Thomasi Arge sína serligu styrki...” (Nils Ohrt á síðu 7 í bókini THOMAS ARGE – Evnið í litinum, 150 krónur).

 

Seyr í súgi

Mynd: The Guardian

Í kjalarvørrinum av mentanarstarvslønarbýtinum...

Síðsta fríggjadag varð almannakunngjørt hvørji nevndin í Mentanargrunni Landsins metir at vera skilagóð at gera íløgu í vegna landið. Starvslønirnar eru býttar út og tilsamans tríggjar milliónir av stuðulskrónum hava tryggjað 35 umsøkjarum arbeiðsfrið í styttri ella longri tíðarskeið. Sum altíð hevur eitt sindur av kjaki fylgt í kjalarvørrinum av kunngerðini av ársins starvslønarbýti. Tað seyrar í súgi og prutlar undir loki og hetta er alt annað enn løgið, tá nú umleið tveir triðingar av teimum, sum søktu starvsløn, einki fingu. Men hesa ferð er ónøgdin í kjakinum m.a. miðsavnað um, at ein av nevndarlimunum í Mentanargrunni Landsins hevur fingið 3 mánaðar starvsløn. Talan er um tónleikaran og tónleikafyriskiparan Steintór Rasmussen, sum sjálvur hevur onkra mentanarliga verkætlan á skránni í ár. So vítt eg veit er einki formliga galið við at nevndarlimir sjálvir søkja stuðul úr mentanargrunninum og eg ivist ikki í, at Steintór Rasmussen hevur funnið uppá okkurt spennandi og at hann hevur staðið uttan fyri hurðina, meðan hansara umsókn hevur verið viðgjørd. Allíkavæl er okkurt, sum skurrar við hasum og sum ger, at eg ógvuliga væl skilji, at tey mongu, hvørs umsóknir ikki eru gingnar á møti, eru ónøgd við, at ein nevndarlimur fær 3 mánaðar, tí tað eigur ikki at kunna lata seg gera.

 Reglugerðin endurskoðast

Eftir mínum tykki má reglugerðin fyri Mentanargrunn Landsins endurskoðast. Hyggjast má uppá hvørt tað skal bera til hjá nevndarlimum at søkja stuðul úr Mentanargrunninum ella ikki. Vit mugu sjálvandi hava í huga, at vit eru fáment og at tað kann kennast sum eitt offur hjá einum mentanaraktøri ikki at kunna søkja stuðul til egnar verkætlanir í øll tey 4-8 árini, mann situr í nevndini, men hetta er í grundini neyðugt, skal grunnurin liva upp til nútíðar etisk krøv um rættar mannagongdir. Har er eisini ymiskt annað við grunninum, sum kann endurskoðast. Grunnurin er vorðin gjøgnumskygdur soleiðis at skilja, at tað ber til á heimasíðu grunsins at fylgja við í avgerðunum. Tað er sera gott og hevði verið enn betur um meira varð gjørt við miðlandi partin. At greiða Føroya fólki frá hvat íløgan fer til og hvussu ómetaliga nógv íløgan ríkar okkum samfelagið. Eg eri greið yvir, at nevndin roynir at brúka so lítið sum til ber uppá administratión, men tíðirnar broytast og í dag er miðling ein kravdur partur av øllum mentanarstovnum. Í dagsins samfelag er listastuðul ikki nakar sjálvsagdur lutur, júst tí er neyðugt at reklamera og seta ljós á alt tað nógva góða, sum fæst fyri hesa íløgu.

At gera mun á umsøkjarum

Tað er eitt ógvuliga ópopulert evni at taka upp, hetta við at gera mun á umsøkjarum. Summi hoyra alt fyri eitt styvlatramp fyri sær. Men í eini professionellari skipan má hesin skilnaður gjøgnumførast. Sum tað er nú, er tað t.d. ikki vanligt at fáa starvsløn fleiri ferð á rað. Hevur tú fingið okkurt einaferð, mást tú bíða. Hetta er eisini skiljandi út frá einum sjónarmiði um, at øll skulu vera nøkulunda líka stillað, men tílík parametur kunnu ikki brúkast til list. Nøkur listafólk eru betur enn onnur, tey skulu ikki gera annað enn at ríka okkum við síni list so leingi sum tað er tað, tey gera. Ein persónur sum Bárður Oskarsson ger meira fyri okkara land við at arbeiða fulla tíð við fløtum kaninum enn ein tíma her og har og hvat hann annars orkar aftaná annað arbeiði.

Hvat fæst burtur úr 1-3 mánaðum?

Hesa ferð vórðu 117 mánaðarlønir latnar fyri góðar tríggjar milliónir krónur. Tilsamans vóru 104 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri tilsamans umleið 32 milliónir krónur og herav vórðu 35 umsóknir gingar á møti. Nøkur fá hava fingið starvsløn í eitt hálvt ár og í eitt ár, meðan tey flestu hava fingið starvsløn í stutt tíðarskeið og hetta haldi eg eisini kann diskuterast. Sjálvandi er tað fínt at fáa ein mánaða, um tað er tað, tú søkir um. Men ofta søkja fólk at fáa starvsløn í longri tíð og fáa so bara ein part. Tað leggur í grundini upp til nakað óseriøst. Sjálv søkti eg í fjør eitt hálvt ára starvsløn til at skriva eina bók. Eg fekk tveir mánaðar, sum eg sjálvsagt eri takksom fyri væl vitandi, at nógv einki fingu. Men tveir mánaðir eru yvirhøvur ikki nóg mikið til at skriva mína bók fyri. Eg kann sjálvandi byrja og vita hvussu langt eg komi, men hvat er tankin aftanfyri hesa íløguna? Fyri mær líkist hetta eitt slag av skipaðum ábyrgdarloysi, at mann við at býta nøkulunda javnt millum góðar umsøkjarar, fær frið í sálina.