Evnið í litinum

 

Hann málaði sum fyri lívinum, men hann drakk tíverri eitt sindur á sama hátt. Heilsan toldi tað ikki, tí doyði hann bert 35 ára gamal og tað er í grundini ófatiligt, tá vit í dag síggja kraftprestatiónina hjá honum í Listasavninum. Mann kann kanska undrast á tørvin á enn eina afturlítandi framsýning frá listamanninum við stokkutu starvsleiðini, men dygdin í málningunum ger teir æviga aktuellar.

Fram til 6.apríl í ár ber til at njóta málningalistina hjá Thomasi Arge, listarliga úrmælinginum, sum doyði alt ov ungur, á framsýningini “Evnið í litinum” í Listasavni Føroya. Nógv varð gjørt burturúr til ferniseringina, tvær røður vórðu hildnar og tónleikur varð spældur og nógvu gestirnir góvu varhugan av, at Tommy, sum hann varð nevndur millum vinir, als ikki er burturgloymdur. Men myndirnar hava eisini, sum savnsstjórin Nils Ohrt gjørdi vart við í ferniseringsrøðuni, nakað frískt yvir sær, tær tykjast ikki gamlar, sjálvt um 37 ár eru liðin síðani málarin doyði. Pinkalítla myndin, sum er vald eins og útgangsstøði bæði í framsýningini og í katalogtekstinum, er heilt ótrúliga sterk og tolir væl at hanga einsamøll á einum veggi í Listasavninum. Tað riggar sera væl. Restin av framsýningini er meira siðbundin, heldur nógvar myndir eru við og fleiri teirra eru innrammaðar í gullrammu sum mann gjørdi fyrr. Tað avgera myndaánarar sjálvandi sjálvir, men eftir mínum tykki hoyra myndir, ið eru so modernaðar sum tær hjá Thomas Arge, ikki heima í breiðum gullrammum.

Roðin

Lítla myndin, ið tykist avmynda morgunroða ella vesturskin er sum áður nevnt gott útgangsstøði hjá áskoðaranum. Ein mynd, sum at síggja til, er tað bera hurl um burl, men sum allíkavæl er skipað í eina forgrund og bakgrund, har eldreyði roðin gløðir meðan restin av myndini er grøn og blá við gulum og svørtum prikkum og strikum. Sum í nógvum myndum hjá sama málara, fyllir forgrundin nógv, sjónarringurin er høgur. Við svørtu figurformatiónini í fortrundini minnir myndin meg bæði um hagamyndirnar og um myndirnar av útsýninum úr Hoyvíkshaga. Fotomyndir av málninginum muna ikki nakað serligt, tí tær vísa ikki relieffkenda og ójavna strukturin av máling, sum ger myndina enn meira livandi og forvitnisliga, og sum hevur við sær, at myndin tykist so ótrúliga insisterandi í rúminum, har hon hongur. Í katalogtekstinum ger Nils Ohrt vart við, at myndin er eitt slag av konsentrati av listini hjá Thomas Arge og tað er hon á sama hátt sum fleiri aðrar myndir á framsýningini, sum eru lutfalsliga nær skyldar stílsliga sæð.

 

Kjarval og Arge

Har er sjálvandi stórur munur á lívsverkinum hjá tveimum listamonnum, ið hava livað í ávikavist 35 ár og 86 ár. Eg sipi sjálvandi til stóru fyrimyndina hjá Tommy, íslendska listamannin, Johannes Sveinsson Kjarval (1885 – 1972). Sært tú eina afturlítandi framsýning hjá síðstnevnda, upplivar tú eitt satt ríkidømi av stílsløgum frá fronsku inspiratiónini á Kunstakademinum í Keypmannahavn við impressionistiskum og symbolskum myndum og víðari til náttúrumytisku lýsingarnar ella tá hann upploysir myndevnið til tysjandi litblettir í lýsingum av íslendska jørðildinum, av mýri og grótbræðing. Tað vóru serliga hesar síðstnevndu myndirnar hjá Kjarval, sum hava veitt Thomas Arge íblástur, Bárður Jákupsson ger í bók síni um Thomas Arge vart við, at ein framsýning við myndum hjá Thomas Kjarval var í Charlottenborg í 1964, sama ár, sum Tommy byrjaði á málaraskúla á akademinum. Nils Ohrt ger í katalogtekstinum vart við, at ungi føroyski málarin helst lærdi eitt sindur meira av Richard Mortensen á akademinum enn Bárður Jákupsson vil vera við í ævisøguni. Og sjálvandi gjørdi hann tað, grundin til, at Jákupsson leggur tílíkan dent á, at føroyski málarin helt fast í sær sjálvum heldur enn at “lata seg kúga” av dominerandi professaranum, er helst bara tann, at hann ynskir at rósa sínum starvsfelaga fyri hansara sjálvstøðuga listarliga lyndi og tað var sjálvstøðugt og sterkt, tað er framsýningin besta dømi um. Teir tríggir bjartlittu málningarnir, sum hanga uppi á balkongini, eru kanska tiknir við sum dømi um stílsligu menningina og skúlingina hjá Tommy, men í veruleikanum eru teir ógvuliga føroyskt kubistiskir/ klassiskt modernistiskir og minna um nógv av tí, sum bleiv gjørt innan føroyska list miðskeiðis í síðstu øld, sum Jack Kampmann og teir lærdu frá sær í málaraskúla Listafelagsins.

 

Tað provinsiella

 Í stuttari men viðkomandi røðu upplatingardagin miðsavnaði Bárður Jákupsson seg í høvuðsheitum um tað upprunakenda og tað provinsiella, bæði evni eru áhugaverd, ikki minst í sambandi við føroyska list. Men tað, sum Bárður Jákupsson meinti var, at list ikki nýtist vera provinsiel, sjálvt um hon kemur av bygd ella frá einum listafólki, sum kemur úr einum lítlum landi. Hann segði, at hann onkuntíð í framtíðini kundi hugsa sær at verið siteraður í einari bók við aforismum og hann segði okkum sitatið: “Ræðslan fyri provinsialismu er provinsiel”, og hesum kann hann jú hava nokk so rætt í. Myndirnar hjá Thomasi Arge eru avgjørt ikki provinsiellar, tær raka áskoðaran á ein universalan hátt.

 

Rørandi listauppliving

Tær 47 málningarnir veita áskoðaranum eina stóra og rørandi listauppliving, sum kann forleingjast heim í stovuna, um mann ognar sær bókina, sum er givin út í sambandi við framsýningina. Bókin er 96 síðir og layoutið er heldur frægari enn tað hevur verið í øðrum líknandi bókum hjá Listasavninum, fyrst og fremst av tí, at teksturin á tveimum málum ikki er settur upp sum í eini ferðafólkabrosjuru við einari spaltu á føroyskum og einari á donskum og einari á enskum. Formatið er tað sama sum katalogið til Tróndur Patursson - framsýningina, men uppsetingin er klár og myndagóðskan er góð. Introduktiónsteksturin hjá Nils Ohrt er áhugaverdur og tað er eisini stuttligt at lesa tekstin hjá Richard Mortensen, har hann hugleiðir um tað norðurlendska og greiðir frá einum Venesiatúri.

Syngjandi grót

Framsýningin “Evnið í litinum” er myndað av 47 málningum hjá Listasavninum, umframt lánum frá privatpersónum og stovnum, eitt nú eigur Tryggingarfelag Føroya nøkur heilt framúrskarandi verk hjá Thomas Arge, sum fáa meg at gloyma tíð og stað. Tann eina av hesum myndunum er við á framsýningini, tað er eitt klettalandslag, har vit fremst í forgrundini síggja gráir klettar og steinar, pastost málaðir við hvítari, gulari og svartari konturstriku. Steinarnir darra og sýnast næstan livandi, men í staðin fyri at vera íbygdir av fornum verum eins og summir av steinunum hjá Williami Heinesen, eru hesir heilt greidliga bygdir upp av oljumáling og tí er heitið á framsýningini eisini sera hóskandi - tað er evnið í litinum, tað snýr seg um. Eg fylgdist við einum málara eina løtu á framsýningini og hon var púra hugtikin av sjálvum máliháttinum, mátanum, málarin hevur disponerað yvir litirnar á løriftinum við stórari orku og yvirskoti. Júst tá stóðu vit beint framman fyri tær seinnu myndirnar, sum eru meira gjøgnumskygdar enn hinar við bjørtum litum, sum eru málaðir beinleiðis á hvíta løriftið. Tað minnir eitt sindur um mátan, Edvard Munch málaði umleið fyrsta veraldarbardaga í arbeiðaralýsingum t.d.

 

Tað ekspressiva

Hesi listaverkini eru ekspressiv, allir hesir gløðandi litirnir, brendu jørðlitirnir og svalligu blátónarnir ávirka sinnið  og í hesum sambandi er áhugavert at lesa lýsingina hjá Nils Ohrt á muninum millum mátan Ruth Smith og Thomas Arge viðgera sítt myndevni. Eg eri ikki vís í, at eg eri samd í, at munurin millum tey bæði listafólkini er so stórur og so avgjørdur, sum Ohrt meinar, men fyri ein stóran part hevur hann fatur á onkrum áhugaverdum, tá hann skrivar um Ruth Smith: “Meðan hennara gløgga og impressionistiska avlesing av heiminum avdúkar eitt viðbrekið og alspent sinnalag, er lutfallið millum tað subjektiva og objektiva hjá Thomasi Arge púra mótsett. Her er sinnalagið útgangsstøðið, og tað er eitt leitandi bráðsint sinnalag, ofta á markinum til ráðaloysi, sum lýsir út úr listini hjá Thomasi Arge. Av eins stórum týdningi er tað, at hansara innari jarðskjálvti ikki bara hevur málningaligar spreingingar við sær, men at tað innara landslagið í listafólkinum alla tíðina verður grundfest í tí sjónliga veruleikanum uttanfyri. Tað gevur listini hjá Thomasi Arge eitt ríkidømi, sum hevur við sær, at áskoðarin alla tíðina ferðast millum veruleika, máttmiklan listabúna og málning. Men samstundis kennir tú á tær, at grundfestingin av tí subjektiva í tí objektiva hevur verið eitt stríð, og tað er kanska tað, sum í síðsta enda gevur listini hjá Thomasi Arge sína serligu styrki...” (Nils Ohrt á síðu 7 í bókini THOMAS ARGE – Evnið í litinum, 150 krónur).