Peter Carlsen 60

Hósdagin 19.februar fyllti ein av mínum yndislistamonnum 60 ár. Tað er tann spíski og speiski samfelagsviðmerkjarin og fullkomiliga fantastiski málarin, teknarin og leirlistamaðurin Peter Carlsen, sum vit kenna frá hansara arbeiði í Steinprenti, har hann eisini hevði eina framúrskarandi framsýning í 2010 við grafikki og keramikki. I only paint what I feel var heitið á framsýningini, sum Inger Smærup Sørensen kurateraði.

Í nógvum av myndunum er ein afturvendandi persónur, Villy, sum Peter Carlsen lýsir við støði í sær sjálvum. Hann er ein ordans anti-hetja, sum er avmyndaður við andlitsdrøgum listamansins, men er í grundini umboð fyri ein typiskan miðalhampamann ella eina gerandishetju um miðjan aldur. Miðalhampamanninum hóvar fótbóltsdystir, sum hann hyggur í sjónvarpinum at við klapphatti, ølbeiarum, ølbúki og kipsposa í hond. Ofta er hann í einum skítbýttum safarihjálmi, sum í allari sínari heimføðisligheit gevur hugasamband til góðvarnar, gamlar teknirøðir (t.d.Tin Tin). Villy er íblástur av teknirøðhetjuni Willy í vikublaðnum Familie Journalen. Í einari mynd er Villy komin til Føroya, men hann er ikki komin púra vápnaleysur. Við einum snildum smíli stendur hann sigursvissur við einum flugusmekkara, so kunnu tey bara koma ann, føroysku kríatúrini. - Jú, Villy er ævintýrari, men honum dámar best heimligan tryggleika og at øsa seg um ymiskt í Ekstrablaðnum t.d. skelkandi mangulin uppá jólaligheit millum muslimar. Villy er hugnaligur, royalur, sjálvhátíðarligur, dupultmoralskur, materialistiskur, og sum heild er hann eins og allir aðrir miðalhampamenn og - konur nokk so væl nøgdur við tilveruna og seg sjálvan. Sjálvt um lýsingarnar hjá Peter Carlsen av miðalhampamanninum ikki eru ókerligar, fáa vit onkuntíð eina kenslu av, at myndirnar geva okkum innlit í ta tvitnu, sníkjandi fascismuna, sum býr undir miðalhampiligheitini, tá hon í síni óhugnaligu einfalding av normalitetinum vil seta seg til dóms yvir liviháttinum hjá øðrum. Hendan fascisman, sum býr í bindiklubbateski og tutli og í smáum viðmerkingum um óruddiliga túnið hjá grannanum ella ein starvsfelaga, sum drekkur nakað ríkiligt og sum lúrir undir flestum setningum og tonkum, sum byrja: "Eg eri ikki rasist, men...". Henda setningin  hoyra og lesa vit kanska serliga ofta í løtuni og tað er spell, tí hon spírar burtur úr einari gerandisfascismi, sum at síggja til, tykist lutfalsliga ósek og vandaleys, men sum er besta gróðrarlendið undir eitt nú homofobiskari, paranoidari og mannahatskari fremmandaangist, sum aftur er grundarlagið undir statsskipaðari týning ella kríggi.

Sjálvt um Peter Carlsen brúkar eina sjálvsmynd sum ein grundfigur í síni list, er hann als ikki sjálvsupptikin. Tvørturímóti er hetta ógvuliga sosial list, sum elvir til tankar um okkara tíð, hetta er list, sum ger áskoðaran klókari. Í døgunum 5. marts 2015 til 7. juni 2015 hevur hann serframsýning í Kastrupgaardsamlingen við heitinum Reality-maleri.