Móti ljósinum og ytstu mørkunum
/RANNVÁ KUNOY
Sum listakvinna er Rannvá Kunoy í einum serligum tyngdarflokki, tá tað ræður um dygd, tað hava vit vitað av síðani byrjanina, tá hon sýndi fram fyrstu ferð. Í hesum døgum hevur hon stórfingna framsýning í Sveis. Vit hava nýtt høvið at gera eitt viðtal við listakvinnuna.
Tað var annars ikki eiti á byrjan hjá Rannvá Kunoy. Debutframsýningin í Listasavninum í 1999 var søgulig beinanvegin, tí tann tá 23 ára unga listakvinnan var yngsta listafólkið, sum hevur havt serframsýning í Listasavninum. Men hetta var eisini ein ógvuliga serlig framsýning við margháttligum myndum, sum mintu um blóð og um røntgenmyndir. Hetta var á ongan hátt gerandiskostur í føroyskum listahøpi. Fyrsta framsýningin gav frænir av eini serstakari og djarvari listakvinnu, sum longu á ungum aldri ongar trupulleikar hevði við at reika út í tað djúpa og sum ikki á nakran hátt tóktist ræðast tað listarligt ekstrema.
Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, hon nam sína listarligu útbúgving í London, har hon hevur búð í tjúgu ár. Eftir ta stórfingnu byrjanina gekk drúgv tíð áðrenn vit aftur sóu nakað til verkini hjá Rannvá Kunoy og soleiðis hevur gongdin verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum og hetta hevur borið til hjá henni m.a. orsakað av stuðuli heimanfrá, hon er nevniliga ein teirra, sum hevur fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum. Listin ræður og listin tekur tíð, tá mann leitar miðvíst eftir onkrum ávísum, sum Rannvá Kunoy ger. Filmsleikstjórin Terrence Malick leiktjórnaði t.d. bara seks filmar uppá tilsamans fjøruti ár.
Ein málningur, ið var við á Ólavsøkuframsýningini í fjør, var málningurin Dodd Frank, sum eg upplivdi at vera fullan av tilsipingum til málningalistasøguna. Framman fyri myndini kemur tú sum áskoðari í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonalt rúm í myndaflatanum. Hetta kemst m.a. av teimum nógvu, tunnummálingaløgum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um málingin skínur út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina. Hetta ger hon til dømis við tí rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan altso er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Bygnaðurin í myndini er ógvisligur og avgjørdur, samstundis sum hann hevur ómetaliga fínligan og kenslubornan dám. Blái liturin í Dodd Frank og er ógvuliga serstakur og skyggjandi, í onkrum ljósi gerst hann næstan violettur og aðrastaðni gerst hann meira gráur, men allastaðni er hann følin, tað er greitt, at listakvinnan onkursvegna tekur atlit til kenslur í sínum litavali.
Myndaheitini hjá Rannvá Kunoy eru serlig og hava sína heilt egnu søgu, sjálv heldur listakvinnan, at hennara heiti eru eins og køkuglasurur soleiðis at skilja, at verkini sjálvsagt klára seg uttan glasur, tað er bara tað, at glasururin kanska ger upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Heitini hjá Rannvá Kunoy minna í summum førum um reklamuslogan, sum tíðum fáa eina løgna vend. Heitið Dodd Frank sipar til eina amerikanska lóg, sum var gjørd við teirri ætlan, at sonevndir whistleblowers lættari skuldu kunnu avdúka korruptión og ólógligan handil í bankaheiminum. Men nógv vilja vera við, at henda lógin í veruleikanum var eitt slag av múlabandi, ein atgerð, sum í roynd og veru loyvir brotsmonnunum sjálvum at rudda upp í egnum brotsgerðum. Tó at frástøðan millum fíggjarheimin og nonfigurativa málningin kann tykjast long, so eru hesar atgerðir, ið verða framdar og sum ávirka mong menniskju, óítøkiligar á sama hátt sum flatin á myndunum hjá Rannvá Kunoy er tað.
Í skrivandi stund sýnir Rannvá Kunoy sum áður nevnt fram sínar myndir í Sveis, har tað verður arbeitt fram ímóti eini publikatión í sambandi við framsýningina. Framsýningin varir inntil 5.apríl, eg havi gjørt eitt viðtal við listakvinnuna fyri at fregnast um framsýningina og um hennara mystisku myndir.
KP: Á Ólavsøkuframsýningini í fjør hingu tríggir málningar, sum vóru fullkomiliga øðrvísi enn øll hini verkini á teirri sera fjølbroyttu heildini, og sum onkursvegna skaptu sítt heilt egna rúm í framsýningini. Í løtuni eru hesir málningarnir partar av eini stórari serframsýning í listasavninum i Centre PasquArt í Biel. Kanst tú greiða eitt sindur frá hesari framsýningini, hvat hevur tú við á framsýningini og hvussu er hon komin í lag?
RK: Eg fekk eina innbjóðing frá Felicity Lunn, ið er stjóri og kurator í Centre PasquArt í Biel í Sveis. Framsýningar í listasøvnum eru øðrvísi enn gallaríframsýningar, tí tær eru størri í vavi og stóra støddin loyvir listafólkinum at arbeiða við einari ávísari dýpd. Í hesum føri framsýni eg 28 verk, 22 av teimum eru frá 2014, hetta er størsta framsýning, eg havi gjørt higartil. Framsýningin breiðir seg yvir 8 rúm, 4 teirra eru ógvuliga stór við høgum lofti, hini rúmini eru somuleiðis stór, men hava eitt sindur minni dimensiónir. Rúmini eru ljós við vøkrum dagsljósi, sum skínur inn gjøgnum stór vindeygu, tað riggar serstakliga væl við ljósinum og rúmunum, sum eru bygd og arkitektoniskt hugsað til málningar. Tað hevur verið ein ótrúliga stór uppliving at skapa eina tílíka stóra framsýning og at síggja málningarnar í einum tílíkum høpi. Avbjóðingin, sum eg setti mær sjálvari var at hvørt verk skuldi klára seg sjálvt, men eisini vóni eg, at heildin orsakað av stóru støddini og dýpdini í myndunum kann ávirka áskoðaran, elva til gásarhold kanska.
KP: Ein av málningunum á Ólavsøkuframsýningini í fjør æt Dodd Frank. Eg var ómetaliga hugtikin av hesum málninginum, kanst tú greiða frá tilgongdini, tá tú skapar eitt tílíkt verk? Hvaðani kemur verkið frá?
RK: Mær dámar væl spurningin um hvaðani verkið kemur frá, eg haldi í grundini, at øll stór list eigur at elva til hatta forvitnið og hasa kensluna. Dodd Frank er eitt verk, sum kanska kann lýsast gjøgnum ein sera tilvitaðan hugburð mótvegis málaríi. Eg havi leitað eftir einum ávísum eyðkenni, sum er mín egni máti at mála og sum ikki áður er sæddur. Hetta havi eg gjørt ikki bara í eini egoistiskari roynd at vera einastandandi, men fyri at finna eitt úttrykk við nóg rúmum ræsum, dýpd og megi, sum megnar at innihalda tað, sum míni hugskot vilja hava fram. Við Dodd Frank føldi eg, at hetta eydnaðist. Úrslitið er ein prosess og ein málningur, sum eg sjálv síggi sum hjartaskerandi einfaldur, tó at hann er endaleyst torgreiddur. Hann hevur eitt beinleiðis árin, sum hendir alt fyri eitt, men síðani broytist hann spakuliga útsjónd hvørja ferð tú stendur framman fyri honum. Málingin er máling, men líkist ikki máling. Eyðkennini geva tær hugasamband við ymiskt figurativt, eitt andlit, eina hond, tveir figurar, ein skølt, men næstu ferð tú hyggur eru hetta bara skøvur á yvirflatanum. Málningurin er lagdur til rættis stig fyri stig, men er tó merktur av onkrum tilvildarligum sum minnir um tað at tveita eina tráðu út yvir sjógv. Málningurin er hildin í einum argandi millumstøði, eini konstruerað provokatión og forførandi útsøgn, sum alt í senn er við at verða til og avdúkað.
KP: Mong ár eru liðin síðani málaríið var deyðadømt sum listaslag, er nakað eftir at siga við málningum, ber tað til?
RK: Sjálv gjørdist eg djúpt forelskað í málarínum, eg eri enn púra burtur í tí. Einki annað tøkni er eins gandakent fyri meg ella gevur mær somu kenslu av virðingarótta. Sum einki annað tøkni letur málarí intellektuella ætlan og vilt frælsi reika og blandast saman. Tað er tíðarleyst, tú upplivar tað alt í senn, standmyndir mást tú t.d. ganga rundanum, tekstur má lesast, filmar hava byrjan og enda, málarí er illusión uttan tíð, hetta er sjálvt hjartað í loyndarmálinum hjá málarínum. Sjálvandi hava fotomyndir tað sama beinleiðis árinið. Eg havi altíð verið ávirkað av fotografiska yvirflatanum . Eg sigi ikki, at málarí er betri enn onnur tøkni, men fyri meg er tað altso besta tøknið. Listakvinnan Bridget Riley hevur sagt: “Málarí er enn so ungt og hevur so nógvar møguleikar” og mær dámar væl, at hon vendir tí vanligu útsøgnini við.
KP: Í hvørjum høpi sært tú teg sjálva sum listakvinnu? Tú ert partur av føroysku listasøguni, men hevur búð í London í tjúgu ár. Hoyrir tú meira til bretsku listina í dag?
RK: Hoyrir Guernica hjá Picasso til Spania ella Frakland? Hoyrir Thriller hjá Michael Jackson til USA ella til heimin? Eg eri føroysk, men eg hoyri til heimin.
KP: Er nakað av verkunum á framsýningini, sum tú sjálv er serliga upptikin av? Kanst tú greiða frá hesum verki?
Eg haldi, at eg eg eri serliga spent í mun til teir ymisku myndabólkarnir í framsýningini og teirra samspæl. Eg havi altíð arbeitt við myndabólkum, hugsa t.d. um mína fyrstu framsýning í 1999 við røntgen og blóðmyndunum, tvær síður av somu søk, ið eru treytaðar av hvørjari aðrari uppá gott og ónt. Ein bólkur er við tí, sum vit kunnu kalla fyri skøvumálningar, og harumframt er røðin av stríputum málningum og so tær meira ráu, likamligu (og allíkavæl ikki!) svørtu og hvítu myndirnar. Tað er torført at seta orð á hvat tað er, eg vil við teimum ymisku bólkunum, men eg kann royna. Skøvumálningarnir snúgva seg um málarí og teir møguleikar, sum eru innan tøknið, samstundis, sum teirra árin og myndevnið eru fullkomiliga anarkistisk. Strípumálningarnir megna at vera strípumálningar, sum einki hava við strípur at gera, teir eru fylltir við eini ókendari megi ella eru teir? Teir svørtu og hvítu málningarnar sameina ráa, likamliga rørslu við skrift, eitt tekin verður til eitt orð og eitt orð verður tekin.
KP: Sjálvt um nógv er hent við tínum úttrykki síðan fyrstu framsýningina í Listasavninum við røntgentmyndum og blóðmyndum, so hava tær nýggju okkurt til felags við teimum nýggju, kanska gjøgnumskygnið?
RK: Tað er væl hugsandi. Men mín áhugi fyri røntgenmyndum hevur altíð snúð seg meira um tað, sum røntgen symboliserar, tað snýr seg altso ikki um læknavísindi ella um kroppin. Ein røntgenmynd er fyri meg eitt sindur sum eitt portur, ein lutur, sum er komin frá einari aðrari dimensión, røntgen er sum úr øðrum heimi. Modernisma loysti menniskjað úr holustøðuni, brádliga slapp ljós inn gjøgnum gluggarnar á sama hátt sum røntgenmyndin vísir okkum tað, sum áður var fjalt. Skal eg koma inn á nakrar dygdir, sum gjørdu meg áhugaða í røntgenmyndum, so snýr tað seg m.a. um tað, at ljós sæst í gjøgnum tær, at yvirflatin tykist fotografiskur, sjálvt um talan ikki er um eina fotomynd, mær dámar eisini holografisku og grundleggjandi mystisku eginleikarnar hjá røntgenmyndini, at tær eru ljósgjøgnumskygdar, mátan tær blaktra millum okkurt, sum er til at kenna aftur, men sum samstundis er fullkomiliga abstrakt og fremmant. Teir nýggjastu skøvaðu málningarnir snúgva seg um somu eginleikar, um at flyta fastan form so langt sum til ber móti tí óítøkiliga við holografiskum ljósi skínandi inn og út úr øllum molikylum. Málingin verður næstan ein blendingur av onkrum ókendum, tað er máling, men sær ikki út sum máling, ein sjónarhvørving har tú heldur teg síggja okkurt tú kennir, sum í grundini ikki er har allíkavæl. Teir skøvaðu málningarnir sum t.d. "We Are The World" eru heilt inni í molikylunum, sum teir eru gjørdir av, átøkir røntgenmyndum soleiðis, at teir ístaðin fyri at avmynda ein lut, ja so verða tær til lutin sjálvan. Tað er næstan sum hevur løriftið verið gjøgnum eitt røntgentól og kom út aftur sum eitt millumting millum ein málning og eina røntgenmynd við rammu og øllum. Blóðmálningarnir vóru heldur ongantíð um blóð, eins og røntgenmálningarir ongantíð høvdu nakað við anatomi at gera. Hesir reyðu málningarir snúðu seg um eina gátuføra kraft, sum er ókend og tó merkiliga magnetisk. Teir kendust stórslignir, aggressivir og eitt sindur andstyggiligir, men tað var jú bara reyð máling á einum yvirflata, so tað má vera áskoðarin, sum leggur sínar subjektivu royndir og ræðslu niður yvir málningin. Strípumálningarnir í hesari framsýningini hava nakað tann sama kvalitetin, teir hava eina øgiliga megi, illusiónin gerst so intens, tá tú stendur framman fyri teimum, at tú hevur hug at traðka eitt stig aftur. Teir eru líka sum teir reyðu málningarnir reaktivir, men hinvegin ber aftur til at spyrja, um ikki tað er áskoðarin, sum sjálvur setir reaktiónina í gongd og soleiðis heldur tað á. Menniskjaeygað er innrættað til at leita og finna okkurt, sum tað kennir aftur í øllum, sum vit síggja. Hetta er kjarnin í mínum verki, eg taki hesa sannroynd og flyti hana so langt út í tað ekstrema sum yvirhøvur til ber, heilt út til ytstu mørkini.