Ikki bara klikkaður…

Dennis Agerblad

Hansara list gongur í stóran mun út uppá at vera óvæntað, at gera fólk bilsin, og summi verða enntá skelkað av honum, kanska av tí, at tað, sum hann ger ikki líkist  tí, sum vit eru von við at sambinda við list. Nú hevur hann í fleiri kvøld undirhildið harra og frú Danmark í sendingini Danmark har Talent hjá TV2. Sigast kann ikki annað enn, at hann spennir víða fra smalari listarligari avantgarde til breitt familjuundirhald í sjónvarpinum. Vit hava fingið orðið á hann til eitt stutt viðtal.

Hann er ein av mínum yndislistamonnum, Robin Ova Tolfsen úr Vestmanna, sum nú í mong ár hevur búð í Danmark og sum kallar seg Dennis Agerblad. Hann er ein persónur, mann leggur til merkis, tí hann er nærverandi, blíður og beinleiðis á ein serligan hátt, hetta er kanska nakað, sum lesarin leggur til merkis í svarum hansara til mentanarbrúkaratáttin í hesum blaðnum. Eg møtti honum á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum, tað minnist eg væl, men fyrstu ferð, eg upplivdi hansara myndlist minnist eg enn betur. Tað var á einari stórari framsýning av føroyskari list á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Tá sýndi hann fram nakrar monumentalar, fotobaseraðar myndir av sær sjálvum í einari myrkamorreyðari og nokkso "straight" tjóðveldistroyggju.  Tað er ikki lætt at brúka hugtøk sum straight versus queer í føroyskum høpi, vit eru heilt einfalt ikki von at skoða heimin ella listina við tílíkum brillum, men allíkavæl fái eg illa latið vera í eini grein um listina hjá Dennis Agerblad. Queer mentan og list er eitt áhugavert granskingarevni, sum vit enn ikki hava gjørt eins nógv burturúr sum tey hava aðrastaðni, men listin hjá Dennis Agerblad er onkursvegna queer, hon tykist øðrvísi, løgin og er nakað fyri seg sjálva. Í myndunum hjá Ova, sum hann æt á verklistanum á Den Frie í 1999 snúði tað seg millum annað um mótsetningin millum tað konforma, rætta og tað, sum er øðrvísi og skeivt og sum væl at merkja ikki verður mett at vera skeivt, kanska tvørturímóti. Í lysingunum av tí snerkjandi unga manninum, sum hingu millum ekspressiv høvuðsnøvn í føroysku listini, tóktist ein nýggjur og modernaður og meira fjølbroyttur samleiki bjóða tí gamla, heteronormativa, rótføroyska samleikanum av.

 

Samleiki

Tað var júst hetta evnið, Samleiki, sum varð sett á breddan á Várframsýningini í Listasavni Føroya í 2009 - evnið var møguliga hugsað til Dennis Agerblad. Í hvussu er var evnið sum skapt til hann og hann fekk sítt egna, uppiborna rúmliga pláss á framsýningini. Dennis Agerblad hevði m.a. nakrar sjálvsmyndir við, har hann lýsti seg sjálvan í fleiri ymiskum leiklutum sum klovn og sum martyr og sum krossdressara í ymsum kjólum, sum eisini vóru við á Várframsýningini í einari stórari, samansettari, originalari installatión, ið var sera væl eydnað.

Trash-drag, ikki drag-queen

Á ein hátt kann man siga, at Dennis Agerblad viðger samleika í øllum sum hann ger, antin tað er tónleikur, musikkvideo, performance ella myndlist. Hann hevur tulkað fleiri yrkingar hjá Tóroddi Poulsen í tónleiki og musikkvideoløgum og hann hevur eisini gjørt fleiri permur fyri Tórodd Poulsen á yrkingarsøvnum og fløgum. Seinastu árini hevur Dennis Agerblad í serligan mun arbeitt við performance og her gongur hann beint ímóti teirri vøkru, elskuligu og glamurøsu leiðini, sum mong munu sambinda við dragshow. Okkara ímynd av teirri meira vanligu drag-drottningini, er yndislig, hon er føgur og feminin, og glitrar øll sum hon er. Dennis Agerblad heldur hinvegin fast uppá at dyrka tað ljóta og anti-glamurøsa í sínum sonevndu trash-drag sýningum. Hann er í einum ljósum, síðum parykki og hevur ikki gjørt ov lítið av smyrslinum, sum ikki bara verður málað á eygnalokini, men eisini undir eygunum. Vanlig, frammanundan góðtikin parametur fyri vakurleika hava sostatt ongan áhuga, Dennis Agerblad er heldur áhugaður í at ørkymla áskoðaran ella í bara at hava tað stuttligt. 

 

Fjákut list ella patos

Dennis Agerblad hevur javnan sýnt fram á Várframsýningini, fyri nøkrum árum síðani hevði hann ein film við, sum hevði heitið Snoribollagenturnar (hann varð eisini framsýndur á KE á Den Frie). Eg ivist í hvussu nógv sóu filmin. Tá eg var og hugdi at framsýningini var filmurin ikki tendraður. Eg havi ein varhuga av, at nógvir føroyingar hava ein heldur hátíðarligan hugburð mótvegis listini og halda, at ”ordilig list” skal vera álvarslig, fín og full av patos og kenslum. Eitt heiti sum ”Snoribollagenturnar” hóskar ikki ordiliga til eina tílíka listadefinitión, men kanska treingir ein tílík allýsing til at verða víðkað. Eg haldi, at fleiri okkara hanga føst í gomlum listadefinitiónum og tessvegna hava ilt við at síggja tað listarliga í performance, serliga, tá dyrkanini av tí ljóta, meiningsleysa og ótilpassaða er fremst í huga, og kanska ikki minst um listamaðurin eisini er krossdressari ella trash drag queen.

 

Livi eftir einum JA

 Eg haldi ikki, at alt hetta ørkymlar Dennis Agerblad á nakran hátt. Hann tykist sum heild vera ein glaður og ein nøgdur maður. Tá eg spyrji um hann varð vónbrotin, tá hann og hinir í Dennis Agerblad Band vórðu stemmaðir út úr kappingini, byrjar hann við at greiða frá umstøðunum, tá teir komu við í kappingina: Upprunaliga varð eg ringdur upp av einari frá Danmark har Talent, sum spurdi um eg vildi stilla upp. Eg tonkti beinavegin: Nei! Men so helt eg allíkavæl, at tað var stuttligt, at hon ringdi meg upp og av tí, at eg royni at liva eftir einum JA, valdi eg at taka ímoti hesum, sum var tað ein gáva. Hetta førdi okkum heilt fram til semifinaluna. Eg helt ongantíð, at vit fóru at koma longur enn til ta fyrst liveframførsluna. Eg havi longu gjørt tað mesta klárt til ta stóru endaframførsluna og hetta kundi eg hugsað mær at fingið víst. Men hinvegin, so havi eg nú eitt stórt show liggjandi klárt til okkurt annað.

 

Framtíðarætlanir

 KP: Hvussu síggja tínar listarligu framtíðarætlanir út?

DA: Tær eru fjølbroyttar, haldi eg. Í morgin eri eg boðin at vera við í onkrum loyniligum listatiltaki hjá Annika Lori sum hevur verið praktikant hjá TAL R. Eg eri so spentur uppá hvat eg skal. Annars skal Dennis Agerblad Band út og framføra ymsastaðni. Í Juni eri eg boðin inn í Galleri Alice, har eg skal arbeiða við sjálvsmyndum í eina viku. Tað er ein partur av ein framsýning við Michal Brammer ið bjóðar ymsum gestum við á framsýningina. 28. Mai eri eg boðin at framsýna mínar filmar á einum listafestivali í Bulgaria. DOMA 2015: Nordic Contemporary Festival in Sofia, Bulgaria. Ein fremsýning við skandinaviskari list. Olafur Eliasson, Superflex og Elmgreen & Dragset frá Danmark eru eisini við. Eg spurdi um tey vildi hava ein performance eisini og vit have forhandla okkum fram til at eg kann taka Dennis Agerblad Band við. So vit fara 5 heili fólk til Sofia í Bulgaria.

 List?

KP: Hvussu uppfatar tú sjálvur framførslurnar hjá Dennis Agerblad Band, er tað list?

DA: Ja. Alt tað eg geri í navninum Dennis Agerblad er list fyri meg. Tað er ein total performance. Eisini tá eg fari av pallinum. Eg undraðist altíð yvir, at hinir í performancebólkinum Dunst lótu seg úr kjóla og parykki alt fyri eitt, tá showið var liðugt. Eg verði altíð verandi í mínum leikluti fleiri tímar aftaná, at ein framførsla er av. Eg vildi ikki vísa mína normalu OVA síðu fram, tí tað onkursvegna oyðilegði ta myndina, sum eg hevði bygt upp. Av tí sama halda nógv at eg eri totalt klikkaður. Og tá blívi eg øgiliga glaður, tí so er tað eydnast hjá mær. Tey klóku hava helst varhugan av hvussu tað veruliga hongur saman við tað, at eg bæði geri tónleik og annað og skipi fyri øllum møguligum tiltøkum, samstundis sum eg havi eitt fulltíðar starv sum designchef hjá TDC - tað er kanska ikki bara klikkað.