Williamshús

fotomyndir: Kinna poulsen

Húsini hjá Lisu og Williami Heinesen á Varðagøtu 43 eru ein mentanarsøguligur dýrgripur í Havn. Nú grunnurin Williamshús er stovnaður, er framtíð teirra tryggjað.

Tað er sum um, at maðurin í hugnaliga húsinum bara er farin eitt lítið ørindi. Á stólinum við klaverið hongur hansara puntuta yndistroyggja, so hann man fara at koma afturíaftur skjótt, kanska fer hann tá at spæla nakrar av sínum variatiónum yvir Vågn op og slå på dine strenge hjá Kingo ella kanska er hann farin niður undir at klippa. Og nei, tað virkar hvørki uppgjørt ella ónatúrligt, mátin sum tey hava stílað fyri í húsunum, tað kemst helst av, at tað eru tey nærmastu; sonurin og abbadóttirin, sum hava skipað fyri. Zacharias Heinesen er ein av okkara frægu listamonnum og hansara køna hond sæst nógvastaðni inni í húsinum. Yvirhøvur eru hetta eini so mikið persónlig og autentisk hús, at tú í sjáldsaman mun merkir hjáveruna av fólkunum, sum hava búð har. Eg havi verið inni har fyrr, tá livdi Lisa Heinesen, men síðani eru húsini vorðin enn meira áhugaverd, tí nógv fleiri av verkunum hjá Williami sjálvum eru komin upp á veggirnar.

 Myndir, bøkur og plátur

William Heinesen var sum kunnugt lítillátaður og nevndi seg sjálvan fyri fegnan amatør, tá tað kom til myndlist. Men myndirnar í húsinum siga eina aðra søgu, bæði hansara egnu verk, og tær mongu myndirnar, sum hann og konan dámdu nóg væl til, at tær vórðu hongdar upp í heiminum. Har eru so nógvar myndir, sum eru framúrskarandi góðar og áhugaverdar í sær sjálvum, umframt, at tær eru áhugaverdar tí at tær hanga í heiminum hjá Williami Heinesen, Føroya fremsta rithøvundi, sum eisini var myndlistamaður, greinahøvundur, hann  skrivaði lista- og bókmentaummæli, hann samlaði uppá list, hann skipaði fyri listaframsýningum, hann yrkti og tónleik fekst hann eisini við. Tað sama er galdandi fyri allar tær mongu bøkurnar í húsunum og pláturnar, tað er ómetaliga áhugavert at síggja hvønn tónleik og hvørjar bøkur, hann las, og harumframt eru ein ørgrynna av myndum og bókum hjá Williami Heinesen at síggja í Williamshúsi.

 Hátíðarhald

Tað var síðsta leygardag, eg var til eitt hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heinesen í sambandi við, at grunnurin Williamshús loksins er settur á stovn. Zacharias Heinesen og familjan hava latið einum grunni ábyrgdina fyri húsinum. Endamálið er at varðveita Williamshús, og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hetta ber til. Húsið heldur fram við at virka sum savn og listafólkabústaður sum Zacharias Heinesen skynsamiliga hevur skipað fyri í nógv ár. Nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond samsavarandi við altjóða museumslógina, ICOM Code of Ethics for Museums frá 2013. Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen.

Foto: Kinna poulsen

 Hugnaligar skápshurðar

Eg var eitt sindur longri enn ein tíma í Williamshúsi, og hevði kunnað verið har nógv longur. Eg føldi meg heima í hesum fjálga húsinum, har tey eftir øllum at døma hava havt stóra fragd av at prýða allar flatur við málningum, tekningum, standmyndum, plakatum og allahanda prýðislutum úr glasi og leirlist fyri ikki at tosa um teir málaðu veggirnar, fløskurnar og skápini. Í spísistovuni stendur eitt skáp, hvítt við einum ómetaliga vøkrum gráari og bláari ornamentering, sum William Heinesen hevur málað og sum eisini minnir um hansara fínu klippmyndir. Zacharias Heinesen vísti runt og greiddi frá, hann opnaði skápshurðarnar og vísti mær øll útklippini, sum mamma hansara, Lisa Heinesen, hevur klipt úr bløðunum og hongt upp. Her er alt frá stuttligum viðmerkingum hjá Óla Andnegl til myndir til minnis um ymsar persónar. Eg kendi ikki William Heinesen, men út frá hansara heimi er hann ein persónur, eg hevði ynskt at kent, tí hetta er av sonnum eitt ævintýrliga hugnaligt hús, fult av list, alt merkt av somu alfevnandi og manngóðu ond, sum eisini merkir bókmentirnar hjá Williami Heinesen.