Seyr í súgi

Mynd: The Guardian

Í kjalarvørrinum av mentanarstarvslønarbýtinum...

Síðsta fríggjadag varð almannakunngjørt hvørji nevndin í Mentanargrunni Landsins metir at vera skilagóð at gera íløgu í vegna landið. Starvslønirnar eru býttar út og tilsamans tríggjar milliónir av stuðulskrónum hava tryggjað 35 umsøkjarum arbeiðsfrið í styttri ella longri tíðarskeið. Sum altíð hevur eitt sindur av kjaki fylgt í kjalarvørrinum av kunngerðini av ársins starvslønarbýti. Tað seyrar í súgi og prutlar undir loki og hetta er alt annað enn løgið, tá nú umleið tveir triðingar av teimum, sum søktu starvsløn, einki fingu. Men hesa ferð er ónøgdin í kjakinum m.a. miðsavnað um, at ein av nevndarlimunum í Mentanargrunni Landsins hevur fingið 3 mánaðar starvsløn. Talan er um tónleikaran og tónleikafyriskiparan Steintór Rasmussen, sum sjálvur hevur onkra mentanarliga verkætlan á skránni í ár. So vítt eg veit er einki formliga galið við at nevndarlimir sjálvir søkja stuðul úr mentanargrunninum og eg ivist ikki í, at Steintór Rasmussen hevur funnið uppá okkurt spennandi og at hann hevur staðið uttan fyri hurðina, meðan hansara umsókn hevur verið viðgjørd. Allíkavæl er okkurt, sum skurrar við hasum og sum ger, at eg ógvuliga væl skilji, at tey mongu, hvørs umsóknir ikki eru gingnar á møti, eru ónøgd við, at ein nevndarlimur fær 3 mánaðar, tí tað eigur ikki at kunna lata seg gera.

 Reglugerðin endurskoðast

Eftir mínum tykki má reglugerðin fyri Mentanargrunn Landsins endurskoðast. Hyggjast má uppá hvørt tað skal bera til hjá nevndarlimum at søkja stuðul úr Mentanargrunninum ella ikki. Vit mugu sjálvandi hava í huga, at vit eru fáment og at tað kann kennast sum eitt offur hjá einum mentanaraktøri ikki at kunna søkja stuðul til egnar verkætlanir í øll tey 4-8 árini, mann situr í nevndini, men hetta er í grundini neyðugt, skal grunnurin liva upp til nútíðar etisk krøv um rættar mannagongdir. Har er eisini ymiskt annað við grunninum, sum kann endurskoðast. Grunnurin er vorðin gjøgnumskygdur soleiðis at skilja, at tað ber til á heimasíðu grunsins at fylgja við í avgerðunum. Tað er sera gott og hevði verið enn betur um meira varð gjørt við miðlandi partin. At greiða Føroya fólki frá hvat íløgan fer til og hvussu ómetaliga nógv íløgan ríkar okkum samfelagið. Eg eri greið yvir, at nevndin roynir at brúka so lítið sum til ber uppá administratión, men tíðirnar broytast og í dag er miðling ein kravdur partur av øllum mentanarstovnum. Í dagsins samfelag er listastuðul ikki nakar sjálvsagdur lutur, júst tí er neyðugt at reklamera og seta ljós á alt tað nógva góða, sum fæst fyri hesa íløgu.

At gera mun á umsøkjarum

Tað er eitt ógvuliga ópopulert evni at taka upp, hetta við at gera mun á umsøkjarum. Summi hoyra alt fyri eitt styvlatramp fyri sær. Men í eini professionellari skipan má hesin skilnaður gjøgnumførast. Sum tað er nú, er tað t.d. ikki vanligt at fáa starvsløn fleiri ferð á rað. Hevur tú fingið okkurt einaferð, mást tú bíða. Hetta er eisini skiljandi út frá einum sjónarmiði um, at øll skulu vera nøkulunda líka stillað, men tílík parametur kunnu ikki brúkast til list. Nøkur listafólk eru betur enn onnur, tey skulu ikki gera annað enn at ríka okkum við síni list so leingi sum tað er tað, tey gera. Ein persónur sum Bárður Oskarsson ger meira fyri okkara land við at arbeiða fulla tíð við fløtum kaninum enn ein tíma her og har og hvat hann annars orkar aftaná annað arbeiði.

Hvat fæst burtur úr 1-3 mánaðum?

Hesa ferð vórðu 117 mánaðarlønir latnar fyri góðar tríggjar milliónir krónur. Tilsamans vóru 104 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri tilsamans umleið 32 milliónir krónur og herav vórðu 35 umsóknir gingar á møti. Nøkur fá hava fingið starvsløn í eitt hálvt ár og í eitt ár, meðan tey flestu hava fingið starvsløn í stutt tíðarskeið og hetta haldi eg eisini kann diskuterast. Sjálvandi er tað fínt at fáa ein mánaða, um tað er tað, tú søkir um. Men ofta søkja fólk at fáa starvsløn í longri tíð og fáa so bara ein part. Tað leggur í grundini upp til nakað óseriøst. Sjálv søkti eg í fjør eitt hálvt ára starvsløn til at skriva eina bók. Eg fekk tveir mánaðar, sum eg sjálvsagt eri takksom fyri væl vitandi, at nógv einki fingu. Men tveir mánaðir eru yvirhøvur ikki nóg mikið til at skriva mína bók fyri. Eg kann sjálvandi byrja og vita hvussu langt eg komi, men hvat er tankin aftanfyri hesa íløguna? Fyri mær líkist hetta eitt slag av skipaðum ábyrgdarloysi, at mann við at býta nøkulunda javnt millum góðar umsøkjarar, fær frið í sálina.