Gávumildur ummælari rósar Tóroddi Poulsen
/Fyri kortum varð bókin “Himlen har stjålet mine farver” við yrkingum hjá Tóroddi Poulsen í úrvali givin út á danska forlagnum Politisk Revy. Nú er bókin ummæld í Weekendavisen, har kendi lyrikkummælarin Lars Bukdahl tykist hugtikin av yrkingunum og poetiska logikkinum aftan fyri tær. Undir yvirskriftini "Gávumilt einsemi" skýrir ummælarin onkra yrking at vera suverent einfalda, onkur onnur verður kallað fantastisk. Ummælarin endar við at staðfesta (út frá yrkingarsavninum Heimvitisferðini), at tað man vera gott fyri heilsuna hjá bæði yrkjaranum og Føroyum, at hann býr í Keypmannahavn og skrivar subversivar yrkingar um epli.