Móti ljósinum og ytstu mørkunum

RANNVÁ KUNOY

Sum listakvinna er Rannvá Kunoy í einum serligum tyngdarflokki, tá tað ræður um dygd, tað hava vit vitað av síðani byrjanina, tá hon sýndi fram fyrstu ferð. Í hesum døgum hevur hon stórfingna framsýning í Sveis. Vit hava nýtt høvið at gera eitt viðtal við listakvinnuna.

Tað var annars ikki eiti á byrjan hjá Rannvá Kunoy. Debutframsýningin í Listasavninum í 1999 var søgulig beinanvegin, tí tann tá 23 ára unga listakvinnan var yngsta listafólkið, sum hevur havt serframsýning í Listasavninum. Men hetta var eisini ein ógvuliga serlig framsýning við margháttligum myndum, sum mintu um blóð og um røntgenmyndir. Hetta var á ongan hátt gerandiskostur í føroyskum listahøpi. Fyrsta framsýningin gav frænir av eini serstakari og djarvari listakvinnu, sum longu á ungum aldri ongar trupulleikar hevði við at reika út í tað djúpa og sum ikki á nakran hátt tóktist ræðast tað listarligt ekstrema.

Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, hon nam sína listarligu útbúgving í London, har hon hevur búð í tjúgu ár. Eftir ta stórfingnu byrjanina gekk drúgv tíð áðrenn vit aftur sóu nakað til verkini hjá Rannvá Kunoy og soleiðis hevur gongdin verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum og hetta hevur borið til hjá henni m.a. orsakað av stuðuli heimanfrá, hon er nevniliga ein teirra, sum hevur fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum. Listin ræður og listin tekur tíð, tá mann leitar miðvíst eftir onkrum ávísum, sum Rannvá Kunoy ger. Filmsleikstjórin Terrence Malick leiktjórnaði t.d. bara seks filmar uppá tilsamans fjøruti ár.

Ein málningur, ið var við á Ólavsøkuframsýningini í fjør, var málningurin Dodd Frank, sum eg upplivdi at vera fullan av tilsipingum til málningalistasøguna. Framman fyri myndini kemur tú sum áskoðari í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonalt rúm í myndaflatanum. Hetta kemst m.a. av teimum nógvu, tunnummálingaløgum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um málingin skínur út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina. Hetta ger hon til dømis við tí rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan altso er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Bygnaðurin í myndini er ógvisligur og avgjørdur, samstundis sum hann hevur ómetaliga fínligan og kenslubornan dám. Blái liturin í Dodd Frank og er ógvuliga serstakur og skyggjandi, í onkrum ljósi gerst hann næstan violettur og aðrastaðni gerst hann meira gráur, men allastaðni er hann følin, tað er greitt, at listakvinnan onkursvegna tekur atlit til kenslur í sínum litavali.

Myndaheitini hjá Rannvá Kunoy eru serlig og hava sína heilt egnu søgu, sjálv heldur listakvinnan, at hennara heiti eru eins og køkuglasurur soleiðis at skilja, at verkini sjálvsagt klára seg uttan glasur, tað er bara tað, at glasururin kanska ger upplivingina enn ríkari ella stuttligari. Heitini hjá Rannvá Kunoy minna í summum førum um reklamuslogan, sum tíðum fáa eina løgna vend. Heitið Dodd Frank sipar til eina amerikanska lóg, sum var gjørd við teirri ætlan, at sonevndir whistleblowers lættari skuldu kunnu avdúka korruptión og ólógligan handil í bankaheiminum. Men nógv vilja vera við, at henda lógin í veruleikanum var eitt slag av múlabandi, ein atgerð, sum í roynd og veru loyvir brotsmonnunum sjálvum at rudda upp í egnum brotsgerðum. Tó at frástøðan millum fíggjarheimin og nonfigurativa málningin kann tykjast long, so eru hesar atgerðir, ið verða framdar og sum ávirka mong menniskju, óítøkiligar á sama hátt sum flatin á myndunum hjá Rannvá Kunoy er tað.

 

Í skrivandi stund sýnir Rannvá Kunoy sum áður nevnt fram sínar myndir í Sveis, har tað verður arbeitt fram ímóti eini publikatión í sambandi við framsýningina. Framsýningin varir inntil 5.apríl, eg havi gjørt eitt viðtal við listakvinnuna fyri at fregnast um framsýningina og um hennara mystisku myndir.

KP: Á Ólavsøkuframsýningini í fjør hingu tríggir málningar, sum vóru fullkomiliga øðrvísi enn øll hini verkini á teirri sera fjølbroyttu heildini, og sum onkursvegna skaptu sítt heilt egna rúm í framsýningini. Í løtuni eru hesir málningarnir partar av eini stórari serframsýning í listasavninum i Centre PasquArt í Biel. Kanst tú greiða eitt sindur frá hesari framsýningini, hvat hevur tú við á framsýningini og hvussu er hon komin í lag?

RK: Eg fekk eina innbjóðing frá Felicity Lunn, ið er stjóri og kurator í Centre PasquArt í Biel í Sveis. Framsýningar í listasøvnum eru øðrvísi enn gallaríframsýningar, tí tær eru størri í vavi og stóra støddin loyvir listafólkinum at arbeiða við einari ávísari dýpd. Í hesum føri framsýni eg 28 verk, 22 av teimum eru frá 2014, hetta er størsta framsýning, eg havi gjørt higartil. Framsýningin breiðir seg yvir 8 rúm, 4 teirra eru ógvuliga stór við høgum lofti, hini rúmini eru somuleiðis stór, men hava eitt sindur minni dimensiónir. Rúmini eru ljós við vøkrum dagsljósi, sum skínur inn gjøgnum stór vindeygu, tað riggar serstakliga væl við ljósinum og rúmunum, sum eru bygd og arkitektoniskt hugsað til málningar. Tað hevur verið ein ótrúliga stór uppliving at skapa eina tílíka stóra framsýning og at síggja málningarnar í einum tílíkum  høpi. Avbjóðingin, sum eg setti mær sjálvari var at hvørt verk skuldi klára seg sjálvt, men eisini  vóni eg, at heildin orsakað av stóru støddini og dýpdini í myndunum kann ávirka áskoðaran, elva til gásarhold kanska.

KP: Ein av málningunum á Ólavsøkuframsýningini í fjør æt Dodd Frank. Eg var ómetaliga hugtikin av hesum málninginum, kanst tú greiða frá tilgongdini, tá tú skapar eitt tílíkt verk? Hvaðani kemur verkið frá?

RK: Mær dámar væl spurningin um hvaðani verkið kemur frá, eg haldi í grundini, at øll stór list eigur at elva til hatta forvitnið og hasa kensluna. Dodd Frank er eitt verk, sum kanska kann lýsast gjøgnum ein sera tilvitaðan hugburð mótvegis málaríi. Eg havi leitað eftir einum ávísum eyðkenni, sum er mín egni máti at mála og sum ikki áður er sæddur. Hetta havi eg gjørt ikki bara í eini egoistiskari roynd at vera einastandandi, men fyri at finna eitt úttrykk við nóg rúmum ræsum, dýpd og megi, sum megnar at innihalda tað, sum míni hugskot vilja hava fram. Við Dodd Frank føldi eg, at hetta eydnaðist. Úrslitið er ein prosess og ein málningur, sum eg sjálv síggi sum hjartaskerandi einfaldur, tó at hann er endaleyst torgreiddur. Hann hevur eitt beinleiðis árin, sum hendir alt fyri eitt, men síðani broytist hann spakuliga útsjónd hvørja ferð tú stendur framman fyri honum. Málingin er máling, men líkist ikki máling. Eyðkennini geva tær hugasamband við ymiskt figurativt, eitt andlit, eina hond, tveir figurar, ein skølt, men næstu ferð tú hyggur eru hetta bara skøvur á yvirflatanum. Málningurin er lagdur til rættis stig fyri stig, men er tó merktur av onkrum tilvildarligum sum minnir um tað at tveita eina tráðu út yvir sjógv. Málningurin er hildin í einum argandi millumstøði, eini konstruerað provokatión og forførandi útsøgn, sum alt í senn er við at verða til og avdúkað.

KP: Mong ár eru liðin síðani málaríið var deyðadømt sum listaslag, er nakað eftir at siga við málningum, ber tað til?

RK: Sjálv gjørdist eg djúpt forelskað í málarínum, eg eri enn púra burtur í tí. Einki annað tøkni er eins gandakent fyri meg ella gevur mær somu kenslu av virðingarótta. Sum einki annað tøkni letur málarí intellektuella ætlan og vilt frælsi reika og blandast saman. Tað er tíðarleyst, tú upplivar tað alt í senn, standmyndir mást tú t.d. ganga rundanum, tekstur má lesast, filmar hava byrjan og enda, málarí er illusión uttan tíð, hetta er sjálvt hjartað í loyndarmálinum hjá málarínum. Sjálvandi hava fotomyndir tað sama beinleiðis árinið. Eg havi altíð verið ávirkað av fotografiska yvirflatanum . Eg sigi ikki, at málarí er betri enn onnur tøkni, men fyri meg er tað altso besta tøknið. Listakvinnan Bridget Riley hevur sagt: “Málarí er enn so ungt og hevur so nógvar møguleikar” og mær dámar væl, at hon vendir tí vanligu útsøgnini við.

KP: Í hvørjum høpi sært tú teg sjálva sum listakvinnu? Tú ert partur av føroysku listasøguni, men hevur búð í London í tjúgu ár. Hoyrir tú meira til bretsku listina í dag? 

RK: Hoyrir Guernica hjá Picasso til Spania ella Frakland? Hoyrir Thriller hjá Michael Jackson til USA ella til heimin? Eg eri føroysk, men eg hoyri til heimin.

KP: Er nakað av verkunum á framsýningini, sum tú sjálv er serliga upptikin av? Kanst tú greiða frá hesum verki?

Eg haldi, at eg eg eri serliga spent í mun til teir ymisku myndabólkarnir í framsýningini og teirra samspæl. Eg havi altíð arbeitt við myndabólkum, hugsa t.d. um mína fyrstu framsýning í 1999 við røntgen og blóðmyndunum, tvær síður av somu søk, ið eru treytaðar av hvørjari aðrari uppá gott og ónt. Ein bólkur er við tí, sum vit kunnu kalla fyri skøvumálningar, og harumframt er røðin av stríputum málningum og so tær meira ráu, likamligu (og allíkavæl ikki!) svørtu og  hvítu myndirnar. Tað er torført at seta orð á hvat tað er, eg vil við teimum ymisku bólkunum, men eg kann royna. Skøvumálningarnir snúgva seg um málarí og teir møguleikar, sum eru innan tøknið, samstundis, sum teirra árin og myndevnið eru fullkomiliga anarkistisk. Strípumálningarnir megna at vera strípumálningar, sum einki hava við strípur at gera, teir eru fylltir við eini ókendari megi ella eru teir? Teir svørtu og hvítu málningarnar sameina ráa, likamliga rørslu við skrift, eitt tekin verður til eitt orð og eitt orð verður tekin.

KP: Sjálvt um nógv er hent við tínum úttrykki síðan fyrstu framsýningina í Listasavninum við røntgentmyndum og blóðmyndum, so hava tær nýggju okkurt til felags við teimum nýggju, kanska gjøgnumskygnið?

RK: Tað er væl hugsandi. Men mín áhugi fyri røntgenmyndum hevur altíð snúð seg meira um tað, sum røntgen symboliserar, tað snýr seg altso ikki um læknavísindi ella um kroppin. Ein røntgenmynd er fyri meg eitt sindur sum eitt portur, ein lutur, sum er komin frá einari aðrari dimensión, røntgen er sum úr øðrum heimi. Modernisma loysti menniskjað úr holustøðuni, brádliga slapp ljós inn gjøgnum gluggarnar á sama hátt sum røntgenmyndin vísir okkum tað, sum áður var fjalt. Skal eg koma inn á nakrar dygdir, sum gjørdu meg áhugaða í røntgenmyndum, so snýr tað seg m.a. um tað, at ljós sæst í gjøgnum tær, at yvirflatin tykist fotografiskur, sjálvt um talan ikki er um eina fotomynd, mær dámar eisini holografisku og grundleggjandi mystisku eginleikarnar hjá røntgenmyndini, at tær eru ljósgjøgnumskygdar, mátan tær blaktra millum okkurt, sum er til at kenna aftur, men sum samstundis er fullkomiliga abstrakt og fremmant. Teir nýggjastu skøvaðu málningarnir snúgva seg um somu eginleikar, um at flyta fastan form so langt sum til ber móti tí óítøkiliga við holografiskum ljósi skínandi inn og út úr øllum molikylum. Málingin verður næstan ein blendingur av onkrum ókendum, tað er máling, men sær ikki út sum máling, ein sjónarhvørving har tú heldur teg síggja okkurt tú kennir, sum í grundini ikki er har allíkavæl. Teir skøvaðu málningarnir sum t.d. "We Are The World" eru heilt inni í molikylunum, sum teir eru gjørdir av, átøkir røntgenmyndum soleiðis, at teir ístaðin fyri at avmynda ein lut, ja so verða tær til lutin sjálvan. Tað er næstan sum hevur løriftið verið gjøgnum eitt røntgentól og kom út aftur sum eitt millumting millum ein málning og eina røntgenmynd við rammu og øllum. Blóðmálningarnir vóru heldur ongantíð um blóð, eins og røntgenmálningarir ongantíð høvdu nakað við anatomi at gera. Hesir reyðu málningarir snúðu seg um eina gátuføra kraft, sum er ókend og tó merkiliga magnetisk. Teir kendust stórslignir, aggressivir og eitt sindur andstyggiligir, men tað var jú bara reyð máling á einum yvirflata, so tað má vera áskoðarin, sum leggur sínar subjektivu royndir og ræðslu niður yvir málningin. Strípumálningarnir í hesari framsýningini hava nakað tann sama kvalitetin, teir hava eina øgiliga megi, illusiónin gerst so intens, tá tú stendur framman fyri teimum, at tú hevur hug at traðka eitt stig aftur. Teir eru líka sum teir reyðu málningarnir reaktivir, men hinvegin ber aftur til at spyrja, um ikki tað er áskoðarin, sum sjálvur setir reaktiónina í gongd og soleiðis heldur tað á. Menniskjaeygað er innrættað til at leita og finna okkurt, sum tað kennir aftur í øllum, sum vit síggja. Hetta er kjarnin í mínum verki, eg taki hesa sannroynd og flyti hana so langt út í tað ekstrema sum yvirhøvur til ber, heilt út til ytstu mørkini. 

 

Williamshús

fotomyndir: Kinna poulsen

Húsini hjá Lisu og Williami Heinesen á Varðagøtu 43 eru ein mentanarsøguligur dýrgripur í Havn. Nú grunnurin Williamshús er stovnaður, er framtíð teirra tryggjað.

Tað er sum um, at maðurin í hugnaliga húsinum bara er farin eitt lítið ørindi. Á stólinum við klaverið hongur hansara puntuta yndistroyggja, so hann man fara at koma afturíaftur skjótt, kanska fer hann tá at spæla nakrar av sínum variatiónum yvir Vågn op og slå på dine strenge hjá Kingo ella kanska er hann farin niður undir at klippa. Og nei, tað virkar hvørki uppgjørt ella ónatúrligt, mátin sum tey hava stílað fyri í húsunum, tað kemst helst av, at tað eru tey nærmastu; sonurin og abbadóttirin, sum hava skipað fyri. Zacharias Heinesen er ein av okkara frægu listamonnum og hansara køna hond sæst nógvastaðni inni í húsinum. Yvirhøvur eru hetta eini so mikið persónlig og autentisk hús, at tú í sjáldsaman mun merkir hjáveruna av fólkunum, sum hava búð har. Eg havi verið inni har fyrr, tá livdi Lisa Heinesen, men síðani eru húsini vorðin enn meira áhugaverd, tí nógv fleiri av verkunum hjá Williami sjálvum eru komin upp á veggirnar.

 Myndir, bøkur og plátur

William Heinesen var sum kunnugt lítillátaður og nevndi seg sjálvan fyri fegnan amatør, tá tað kom til myndlist. Men myndirnar í húsinum siga eina aðra søgu, bæði hansara egnu verk, og tær mongu myndirnar, sum hann og konan dámdu nóg væl til, at tær vórðu hongdar upp í heiminum. Har eru so nógvar myndir, sum eru framúrskarandi góðar og áhugaverdar í sær sjálvum, umframt, at tær eru áhugaverdar tí at tær hanga í heiminum hjá Williami Heinesen, Føroya fremsta rithøvundi, sum eisini var myndlistamaður, greinahøvundur, hann  skrivaði lista- og bókmentaummæli, hann samlaði uppá list, hann skipaði fyri listaframsýningum, hann yrkti og tónleik fekst hann eisini við. Tað sama er galdandi fyri allar tær mongu bøkurnar í húsunum og pláturnar, tað er ómetaliga áhugavert at síggja hvønn tónleik og hvørjar bøkur, hann las, og harumframt eru ein ørgrynna av myndum og bókum hjá Williami Heinesen at síggja í Williamshúsi.

 Hátíðarhald

Tað var síðsta leygardag, eg var til eitt hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heinesen í sambandi við, at grunnurin Williamshús loksins er settur á stovn. Zacharias Heinesen og familjan hava latið einum grunni ábyrgdina fyri húsinum. Endamálið er at varðveita Williamshús, og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hetta ber til. Húsið heldur fram við at virka sum savn og listafólkabústaður sum Zacharias Heinesen skynsamiliga hevur skipað fyri í nógv ár. Nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond samsavarandi við altjóða museumslógina, ICOM Code of Ethics for Museums frá 2013. Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen.

Foto: Kinna poulsen

 Hugnaligar skápshurðar

Eg var eitt sindur longri enn ein tíma í Williamshúsi, og hevði kunnað verið har nógv longur. Eg føldi meg heima í hesum fjálga húsinum, har tey eftir øllum at døma hava havt stóra fragd av at prýða allar flatur við málningum, tekningum, standmyndum, plakatum og allahanda prýðislutum úr glasi og leirlist fyri ikki at tosa um teir málaðu veggirnar, fløskurnar og skápini. Í spísistovuni stendur eitt skáp, hvítt við einum ómetaliga vøkrum gráari og bláari ornamentering, sum William Heinesen hevur málað og sum eisini minnir um hansara fínu klippmyndir. Zacharias Heinesen vísti runt og greiddi frá, hann opnaði skápshurðarnar og vísti mær øll útklippini, sum mamma hansara, Lisa Heinesen, hevur klipt úr bløðunum og hongt upp. Her er alt frá stuttligum viðmerkingum hjá Óla Andnegl til myndir til minnis um ymsar persónar. Eg kendi ikki William Heinesen, men út frá hansara heimi er hann ein persónur, eg hevði ynskt at kent, tí hetta er av sonnum eitt ævintýrliga hugnaligt hús, fult av list, alt merkt av somu alfevnandi og manngóðu ond, sum eisini merkir bókmentirnar hjá Williami Heinesen.

Marius Olsen fernisering

Í gjár læt framsýningin við 23 prentum hjá Mariusi Olsen upp í Steinprenti. Nógv fólk vóru møtt, Marius Olsen er vælumtóktur listamaður, og fleiri samla uppá hansara myndir. Onkur helt í gjár, at har kunnu tey, sum ikki eru millióningar eisini vera við. Viðkomandi sipaði kanska til ta sannroynd, at grafikkur ikki er líka kostnaðarmikil sum málningar. Hetta kemst upprunaliga av tøkninum, at tað ber til at gera fleiri prent av einstøku koparplátunum, linoplátunum ella litografisku steinunum. Men í mun til tey uppløg, sum vanliga verða gjørd á grafiskum verkstøðum, arbeiðir Marius Olsen meira ekslusivt við ógvuliga smáum uppløgum, onkuntíð er bara 1 til 2 myndir gjørdar. Í sambandi við framsýningina varð steinprentað eitt lítið katalog við trimum tekstum og fimm myndum, eitt upprunagrafiskt steinrit, sum øll kunnu ogna sær, eisini tey, sum eru nokk so fitt petti frá at vera millióningar. Her eru myndir av ritinum og frá ferniseringini. 



Kim Simonsen boðin við til StAnza Poetry Festival

Mynd: Mentanargrunnur Studentafelagsins

Kim Simonsen er boðin við til StAnza Poetry Festival, ið er í St. Andrews í Skotlandi í døgunum 4. til 8.mars. Hetta er ein av teimum størstu poesifestivalunum í heiminum. Kim Simonsen fer at lesa úr bókini Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsund, sum fekk M.A.Jacobsens virðislønina og úr síni komandi bók, sum eitur Desemburmorgun. Hetta er ein margmiðlabók við myndatilfari hjá Jóhan Martini Christiansen. Randi Ward hevur týtt yrkingarnar til enskt. Hon hevur somuleiðis týtt yrkingarnar hjá Kim Simonsen, sum eru í tíðarritinum Mantis, sum kemur út á Stanford University í apríl í ár. Har er ein temagrein um Kim Simonsen og hansara yrkingar í tíðarritinum umframt eitt viðtal við yrkjaran. Randi Ward hevur skrivað greinina um Kim Simonsen. Eisini er ein presentatión av myndum hjá Jóhan Martin Christiansen, eg seti onkur dømi inn her og ynski yrkingum og yrkjara, myndum og týðingum góða ferð.

 

Pressuskriv frá StAnza:

A celebration of poetry in all its forms

 PRESS RELEASE

Prize winning poet from Faroe Islands to take part in StAnza, Scotland’s International Poetry Festival 

Prize winning poet Kim Simonsen from the Faroe Islands will be among the big names from the literary world performing at StAnza, Scotland’s International Poetry Festival in March.

Kim Simonsen is a poet and essayist and has a PhD in literature. Born in 1970 in the Faroe Islands, he has lived most of his life in Copenhagen and he currently works at the University of Amsterdam. He has written five books. In 2014 he received the Faroese Literary Award for the book of poetry Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundi (What does it help a human being to awaken a morning in this millennium). He is widely translated into languages such as Dutch, English, Swedish, Macedonian, Russian and Portuguese, and his poems have been published in magazines and anthologies in many countries.

StAnza takes place in St Andrews, Scotland and lasts for five days from 4th to 8th March, featuring almost 100 events. The festival traditionally focuses on two themes which interweave together to give each festival its own unique flavour. For 2015, StAnza has embraced one of its themes, An Archipelago of Poetry, in bringing together a number of poets with island connections. The line-up features poets with obvious island connections and some with less obvious connections and showcases artists from a host of countries including New Zealand, Jamaica, Sweden, Sardinia, Mallorca, Denmark and not forgetting of course the Faroe Islands.

Festival Director Eleanor Livingstone said: "StAnza is a celebration of the written word in all its forms and really does have something for all tastes and every interest. As well as celebrating Scottish poetry, we are delighted to bring to St Andrews and to Scotland, exciting voices from the Faroe Islands and elsewhere around the world, particularly this year when we explore Island connections though our theme, An Archipelago of Poetry.”

 http://www.stanzapoetry.org/2015/participant.php?participant=754

 

Svallig sum eitt summarlot

Í morgin, fríggjadagin 27.februar kemur nýggja útgávan hjá Eivør Pálsdóttir, Bridges. Útgávutiltak verður í Tutl klokkan 16. Her er fyrsta ummælið av Bridges. 

 

Lat okkum bara beinanveg staðfesta tað, sum er púra sjálvsagt fyri øll, sum hava oyru at hoyra við og sum lurta eftir útgávuni - at hon er svallig sum eitt summarlot henda nýggja útgávan hjá Eivør Pálsdóttir. Tónleikurin er í støðum sorgblíður, men sum heild er útgávan merkt av einum serstøkum lættleika - tað tykist so ófatiliga lætt og ómakaleyst, tað heila, áhoyrarin kennir seg kínda av yndisligu tónunum, borna uppi av sterku løgunum og so er tað tann krystalklára, reina røddin, sum floymir út yvir áhoyraran, so at einki annað er at gera enn at geva seg inn undir hana og njóta ta gjøgnumførdu leskandi musikalsku upplivingina.

 

Bridges

Hon eitur Bridges, eftirfylgjarin hjá meistaraligu útgávuni Room, sum ikki kann vera løtt at koma aftaná. Í øllum førum verður Room illa kollgingin, so tað letur Eivør Pálsdóttir vera við. Hennara nýggja fløga er stødd í nøkulunda sama lendi sum hin fyrra samstundis sum hon er á veg víðari í sínari tónleikaligu menning, sum longu óvanliga tíðliga úrslitaði í framúrskarandi tónleiki. Nýggja útgávan Bridges er kensluborin, feminin, fjálg og fín heilt frá fløgu- og plátuhúsanum og inn í staklutirnir í teimum einstøku løgunum, samstundis sum hon er búgvin, merkt av svalligum gløggskygni bæði tónleikaliga og í tekstunum.

 

Húsin

Tað er Heidi Andreasen, ið stendur fyri myndlistaligu síðuni av Bridges, ið hongur meira enn vanliga væl saman við tónleiki og tekstum og sum eisini í litum og myndaelementum undirstrikar skyldskapin við Room. Húsin til Room, sum Heiðrik á Heygum gjørdi, er í høvuðsheitum myndaður á sama hátt við eini fotomynd av einari pallsettari listakvinnu í einum teknaðum, listarligum umhvørvi. Á permumyndini í Bridges síggja vit eina hugsunarsama Eivør í ovurstødd sum ein Gulliver í einum dynamiskum mentalum pinkulingalandi. Í forgrundini vaksa nøkur trø, kring hana verður onkur geometriskur figurur konstrueraður og á ljósabláa himmalhválvinum aftan fyri hana flaksa fuglar, sum er okkurt heilt serligt á vási, men tað er tað eisini – Bridges er ein tónleikalig stórhending og myndlistakvinnan Heidi Andreasen rakar neyvt huglagið í verkinum, sum fevnir um bæði tað gerandisliga, jarðbundna og tað ævintýrliga.

 

Tónleikaligir søgusigarar

Í støðum hómast okkurt felagseyðkenni við sangir hjá Teiti Lassen. Ein orsøk liggur møguliga í samstarvinum við Trónd Bogason, sum hevur sett síni spor, men eisini tekstliga er Eivør á sama hátt sum Teitur eitt slag av nútíðar søgusigara, ið sigur søgur frá síni egnu tíð. Tekstirnir eru allir á enskum, teir eru einfaldir, men væl meira hugsunarsamir enn teir hava verið fyrr í tíðini, tá Eivør var mussisjúk. Teir snúgva seg um tilveruna, um lív og deyð, tilveruligt einsemi og mist vinarløg, um at vera á veg og hvussu tað er neyðugt hjá tí einstaka at finna sín egna veg í tilveruni. Fyrsta lagið Remember me er ein ótrúliga vøkur og eyðmjúk bøn, sum tekur útgangsstøði í deyðanum sum tilveruligari grundtreyt og sum er merktur av bæði deyðaangist og vónini um, at æviga listin vinnur á deyðanum. Tekstirnir eru góðir og viðkomandi haldi eg, teir raka í hvussu er hendan lurtaran, t.d. tann vakri Faithful Friend, sum er til heiðurs fyri mistum vinum. Heitislagið Bridges er dramatiskt, stórbært og ómetaliga flott bæði tekst- og tónleikaliga og eitt gott dømi um frálíka tamarhaldið, sum Eivør hevur, tá hon spennir røddina út. Tides er ein lagnukend vísa um Kópakonuna, sum snýr seg um neyðugt frælsi. Tað er dugnaligi yrkjarin Randi Ward, sum hevur skrivað fangandi yrkingina um ta dansandi frælsu kópakonuna. Morning song er eitt takkarlag til morgunin, men er eins nógv ein døpur lýsing av einari myrkari nátt við tungum tonkum. On my way to somewhere er ein dramatisk lýsing av kensluni av at vera á veg út í ta ókendu framtíðina. Violetta blómubukettin í Purple flowers er til mammuna í einum kærleikans fagnaðarkvæði, sum er ómetaliga rørandi við teirri um somu tíð barnsligu og vaksnu røddini, sum javnt og samt stúrir um hvussu mamman hevur tað, nú hon er vorðin einsamøll. The Swing hevur Marjun S.Kjelnæs yrkt, ein yndisligur sangur, sum út frá einum barndómsminni tekur saman um alla tilverunnar ringrás. Fløgan endar eins sorgblítt og hon byrjar við sanginum Stories um søgur, sum ikki skuldu verið sagdar og um orð, sum egið ikki orkar at hoyra, tí tey bara særa.

 

Tónleikurin

Tónleikurin er væl framførdur stillur og vakur poppur við fjølbroyttum slóðum úr alskyns tónleikasløgum, country, jazz, samtíðarkompositiónstónleiki, elektroniskum tónleiki og sirkus- ella kabaretttónleiki. Tónleikurin fekk meg at hugsa um framúrskarandi útgávuna, Ingénue hjá K.D.Lang, onkur sangur minnir meg um Julee Cruise og Kate Bush, men allarmest minnir útgávan um Eivør sjálva, um tað originala tónleikauniversið, sum Eivør Pállsdóttir hevur grundlagt sjálv og í felag við Høgna Lisberg og Tróndi Bogason og hinum tónleikarunum, Mikael Blak, Magnus Johannesen, Angeliku Nielsen, Andreasi T.Restorff og Studio Bloch við Jónasi Bloch og Theodor Kapnas. Tað er Høgni Lisberg, sum hevur lagt til rættis elektroniska trummuljóðið, sum hevur ein ógvuliga stóran leiklut á Bridges. Fløgan tykist sum heild ljóðblandað við stórari virðing fyri hvørjum einasta lítla íkasti. Tað ger heildina gjøgnumskygda og ótrúliga hugaliga at lurta eftir.

 

Orkuverkið Eivør

Bridges er ein so mikið samanhangandi og væl framleidd heild, at lurtarin hugsar ikki um tað í byrjanini, men í veruleikanum er hetta ein serstakliga samansett tónleikaútgáva. Samstundis sum pláss er til fólkatónleikaligt einfeldi og vokalu megina hjá Eivør og til akustisk instrument av ymiskum slag, fyllir elektroniska síðan nógv. Og samstundis sum hetta er lættur poppur, sum eg rokni við og vóni fer at verða nógv spældur í Kringvarpinum, er talan um dygdargóðar kompositiónir av tí seriøsa slagnum við undirliggjandi mynstrum av tónaendurtøkum, sum stuðla uppundir huglagið í løgunum. Eivør hevur neyvan sungið betur og meira nuanserað enn á hesari útgávuni. Sum lurtari sleppur tú at uppliva eina rødd, sum er í javnvág við seg sjálva og við sítt umhvørvi, ein kensluborin, rørandi og skyggjandi rein rødd í fulkomnum tamarhaldi, sum í glæsiligum løtum gevur okkum varhugan av sterka og ótamdu orkuverkinum aftanfyri. Teir níggju sangirnir á útgávuni eru satt at siga alt ov skjótt lidnir, men tað ber altíð til at byrja umaftur, tí her er av sonnum nógv at lurta eftir.

Marius Olsen í Steinprenti

 

At sjálvt elasmáar myndir kunnu tykjast risastór listaverk, kann staðfestast, tá tú sært eina 13 x 10 cm lítla kvinnulýsing hjá Mariusi Olsen. Kvinnan, ið er djúpt reyð og føgur við tjúkkari reyðari flættu, er sett inn eitt grágrønligt rundbogarúm við fínligari ljósareyðari og ljósagrønari ornamentering rundanum. Myndevnið er gamaldags, romantiskt, men samansetta myndalaðingin er spildurnýggj. Allar myndirnar, sum Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti komandi mánaðan eru nýggjar. Talan er um 23 prent í ymsum tøknum - har eru linoprent, etjingar, træprent, samansett tøkni, men tað mesta er steinprent. Í myndunum hjá Mariusi Olsen er myrkrið ikki bara svart. Myrkrið er ikki eintýðugt. Myrkrið er kvirt við ljóðum, tað er bleytt við hvøssum kantum, tað flykrar, tað flákrar í gyltum litum. Myrkrið er reytt, myrkrið er blátt, myrkrið er gult og tá allir litirnir verða lagdir omaná hvønn annan lag oman á lag, mynda teir margtýtt myrkur. Ofta hómast ein glotti í skýmingini. Ein tendraður svávulpinnur lýsir rúmið upp við gulum og bláum ljósfarrum. Úr húsagluggunum skínur inniljósið hugfarsliga út í náttina, og onkrastaðni savnast ljósið kámliga í eini spegling av einari lampu í myndini. Speglingar, skuggar og myndir í myndini skapa iva um ta ítøkiligu rúmdina, og ofta eru myndirnar hjá Mariusi Olsen soleiðis háttaðar, at tær í størri mun spyrja enn svara. Í einum landslagi sæst ein strikukota, sum eitt sindur speiskliga spyr, hvussu landslagið skal skrásetast. Tað tjóðskaparliga hevur stóran týdning fyri listamannin. Í teirri nú klassisku myndini Flaggstong, sum Marius Olsen gjørdi í 1994, sæst frustratión yvir føroyska húsagangin og mannminkandi viðferðina, sum føroyingar fingu í hesum sambandi. Dygdin í myndini kemur av hennara fleirtýdni. Vit síggja eina bygd og miðskeiðis eina flaggstong, har sum flaggið átti at verið er eitt tómrúm. Kring bygdalýsingina er ein rammi av fløggum, sum vísir á ymiskar møguleikar fyri tjóðskaparligum samleika. Tað danska flaggið er ein møguleiki, EU ein annar, men mitt í rokanum eru eisini fløgg frá farnum samfelagum og ríkjum, t.d. triðja ríkinum og tá gerst myndin av álvara speisk. Hetta interaktiva eyðkennið, sum setur áskoðaran í gongd við at hugsa, er afturvendandi í gløggu myndunum hjá Mariusi Olsen, sum tó eisini hava eina meira sansaliga, ekspressiva síðu, har listamaðurin heilt einfalt gleðist um náttúru og kvinnuligan vakurleika. Marius Olsen hevur arbeitt í Steinprenti í fýra vikur og hann hevur fingið nakrar myndir burturúr, sum bæði víkja frá og eru líkar eldri myndum. Tað sæst greidliga, at listamaðurin eksperimenterar og støðugt setur sær sjálvum avbjóðingar, eisini tøkniliga sæð. Framsýningin letur upp í Steinprenti leygardagin 28.februar kl.15-17 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Peter Carlsen 60

Hósdagin 19.februar fyllti ein av mínum yndislistamonnum 60 ár. Tað er tann spíski og speiski samfelagsviðmerkjarin og fullkomiliga fantastiski málarin, teknarin og leirlistamaðurin Peter Carlsen, sum vit kenna frá hansara arbeiði í Steinprenti, har hann eisini hevði eina framúrskarandi framsýning í 2010 við grafikki og keramikki. I only paint what I feel var heitið á framsýningini, sum Inger Smærup Sørensen kurateraði.

Í nógvum av myndunum er ein afturvendandi persónur, Villy, sum Peter Carlsen lýsir við støði í sær sjálvum. Hann er ein ordans anti-hetja, sum er avmyndaður við andlitsdrøgum listamansins, men er í grundini umboð fyri ein typiskan miðalhampamann ella eina gerandishetju um miðjan aldur. Miðalhampamanninum hóvar fótbóltsdystir, sum hann hyggur í sjónvarpinum at við klapphatti, ølbeiarum, ølbúki og kipsposa í hond. Ofta er hann í einum skítbýttum safarihjálmi, sum í allari sínari heimføðisligheit gevur hugasamband til góðvarnar, gamlar teknirøðir (t.d.Tin Tin). Villy er íblástur av teknirøðhetjuni Willy í vikublaðnum Familie Journalen. Í einari mynd er Villy komin til Føroya, men hann er ikki komin púra vápnaleysur. Við einum snildum smíli stendur hann sigursvissur við einum flugusmekkara, so kunnu tey bara koma ann, føroysku kríatúrini. - Jú, Villy er ævintýrari, men honum dámar best heimligan tryggleika og at øsa seg um ymiskt í Ekstrablaðnum t.d. skelkandi mangulin uppá jólaligheit millum muslimar. Villy er hugnaligur, royalur, sjálvhátíðarligur, dupultmoralskur, materialistiskur, og sum heild er hann eins og allir aðrir miðalhampamenn og - konur nokk so væl nøgdur við tilveruna og seg sjálvan. Sjálvt um lýsingarnar hjá Peter Carlsen av miðalhampamanninum ikki eru ókerligar, fáa vit onkuntíð eina kenslu av, at myndirnar geva okkum innlit í ta tvitnu, sníkjandi fascismuna, sum býr undir miðalhampiligheitini, tá hon í síni óhugnaligu einfalding av normalitetinum vil seta seg til dóms yvir liviháttinum hjá øðrum. Hendan fascisman, sum býr í bindiklubbateski og tutli og í smáum viðmerkingum um óruddiliga túnið hjá grannanum ella ein starvsfelaga, sum drekkur nakað ríkiligt og sum lúrir undir flestum setningum og tonkum, sum byrja: "Eg eri ikki rasist, men...". Henda setningin  hoyra og lesa vit kanska serliga ofta í løtuni og tað er spell, tí hon spírar burtur úr einari gerandisfascismi, sum at síggja til, tykist lutfalsliga ósek og vandaleys, men sum er besta gróðrarlendið undir eitt nú homofobiskari, paranoidari og mannahatskari fremmandaangist, sum aftur er grundarlagið undir statsskipaðari týning ella kríggi.

Sjálvt um Peter Carlsen brúkar eina sjálvsmynd sum ein grundfigur í síni list, er hann als ikki sjálvsupptikin. Tvørturímóti er hetta ógvuliga sosial list, sum elvir til tankar um okkara tíð, hetta er list, sum ger áskoðaran klókari. Í døgunum 5. marts 2015 til 7. juni 2015 hevur hann serframsýning í Kastrupgaardsamlingen við heitinum Reality-maleri. 

Grunnurin Williamshús er settur á stovn

 

Í dag, leygardagin 21.februar 2015 var eitt lítið hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heinesen á Varðagøtu 43 í Havn í sambandi við, at grunnurin Williamshús loksins er settur á stovn.  Endamál grunnsins er at varðveita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hesi eru í boði. Húsið verður bæði savn og listafólkabústaður eins og tað hevur verið í mong ár. Nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond samsavarandi við altjóða museumslógina, ICOM Code of Ethics for Museums frá 2013.

Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen. Nevndin hevur nógv góð hugskot til framtíðar brúk av hesum hugnaligu og serligu húsum, hetta fara vit ivaleyst at hoyra meira um seinni. Fyribils kunnu vit øll somul fegnast um, at grunnurin Williamshús er vorðin til veruleika, og at framtíðin hjá einum sonnum mentanarskatti í Havn á henda hátt er tryggjað.   

 

Evnið í litinum

 

Hann málaði sum fyri lívinum, men hann drakk tíverri eitt sindur á sama hátt. Heilsan toldi tað ikki, tí doyði hann bert 35 ára gamal og tað er í grundini ófatiligt, tá vit í dag síggja kraftprestatiónina hjá honum í Listasavninum. Mann kann kanska undrast á tørvin á enn eina afturlítandi framsýning frá listamanninum við stokkutu starvsleiðini, men dygdin í málningunum ger teir æviga aktuellar.

Fram til 6.apríl í ár ber til at njóta málningalistina hjá Thomasi Arge, listarliga úrmælinginum, sum doyði alt ov ungur, á framsýningini “Evnið í litinum” í Listasavni Føroya. Nógv varð gjørt burturúr til ferniseringina, tvær røður vórðu hildnar og tónleikur varð spældur og nógvu gestirnir góvu varhugan av, at Tommy, sum hann varð nevndur millum vinir, als ikki er burturgloymdur. Men myndirnar hava eisini, sum savnsstjórin Nils Ohrt gjørdi vart við í ferniseringsrøðuni, nakað frískt yvir sær, tær tykjast ikki gamlar, sjálvt um 37 ár eru liðin síðani málarin doyði. Pinkalítla myndin, sum er vald eins og útgangsstøði bæði í framsýningini og í katalogtekstinum, er heilt ótrúliga sterk og tolir væl at hanga einsamøll á einum veggi í Listasavninum. Tað riggar sera væl. Restin av framsýningini er meira siðbundin, heldur nógvar myndir eru við og fleiri teirra eru innrammaðar í gullrammu sum mann gjørdi fyrr. Tað avgera myndaánarar sjálvandi sjálvir, men eftir mínum tykki hoyra myndir, ið eru so modernaðar sum tær hjá Thomas Arge, ikki heima í breiðum gullrammum.

Roðin

Lítla myndin, ið tykist avmynda morgunroða ella vesturskin er sum áður nevnt gott útgangsstøði hjá áskoðaranum. Ein mynd, sum at síggja til, er tað bera hurl um burl, men sum allíkavæl er skipað í eina forgrund og bakgrund, har eldreyði roðin gløðir meðan restin av myndini er grøn og blá við gulum og svørtum prikkum og strikum. Sum í nógvum myndum hjá sama málara, fyllir forgrundin nógv, sjónarringurin er høgur. Við svørtu figurformatiónini í fortrundini minnir myndin meg bæði um hagamyndirnar og um myndirnar av útsýninum úr Hoyvíkshaga. Fotomyndir av málninginum muna ikki nakað serligt, tí tær vísa ikki relieffkenda og ójavna strukturin av máling, sum ger myndina enn meira livandi og forvitnisliga, og sum hevur við sær, at myndin tykist so ótrúliga insisterandi í rúminum, har hon hongur. Í katalogtekstinum ger Nils Ohrt vart við, at myndin er eitt slag av konsentrati av listini hjá Thomas Arge og tað er hon á sama hátt sum fleiri aðrar myndir á framsýningini, sum eru lutfalsliga nær skyldar stílsliga sæð.

 

Kjarval og Arge

Har er sjálvandi stórur munur á lívsverkinum hjá tveimum listamonnum, ið hava livað í ávikavist 35 ár og 86 ár. Eg sipi sjálvandi til stóru fyrimyndina hjá Tommy, íslendska listamannin, Johannes Sveinsson Kjarval (1885 – 1972). Sært tú eina afturlítandi framsýning hjá síðstnevnda, upplivar tú eitt satt ríkidømi av stílsløgum frá fronsku inspiratiónini á Kunstakademinum í Keypmannahavn við impressionistiskum og symbolskum myndum og víðari til náttúrumytisku lýsingarnar ella tá hann upploysir myndevnið til tysjandi litblettir í lýsingum av íslendska jørðildinum, av mýri og grótbræðing. Tað vóru serliga hesar síðstnevndu myndirnar hjá Kjarval, sum hava veitt Thomas Arge íblástur, Bárður Jákupsson ger í bók síni um Thomas Arge vart við, at ein framsýning við myndum hjá Thomas Kjarval var í Charlottenborg í 1964, sama ár, sum Tommy byrjaði á málaraskúla á akademinum. Nils Ohrt ger í katalogtekstinum vart við, at ungi føroyski málarin helst lærdi eitt sindur meira av Richard Mortensen á akademinum enn Bárður Jákupsson vil vera við í ævisøguni. Og sjálvandi gjørdi hann tað, grundin til, at Jákupsson leggur tílíkan dent á, at føroyski málarin helt fast í sær sjálvum heldur enn at “lata seg kúga” av dominerandi professaranum, er helst bara tann, at hann ynskir at rósa sínum starvsfelaga fyri hansara sjálvstøðuga listarliga lyndi og tað var sjálvstøðugt og sterkt, tað er framsýningin besta dømi um. Teir tríggir bjartlittu málningarnir, sum hanga uppi á balkongini, eru kanska tiknir við sum dømi um stílsligu menningina og skúlingina hjá Tommy, men í veruleikanum eru teir ógvuliga føroyskt kubistiskir/ klassiskt modernistiskir og minna um nógv av tí, sum bleiv gjørt innan føroyska list miðskeiðis í síðstu øld, sum Jack Kampmann og teir lærdu frá sær í málaraskúla Listafelagsins.

 

Tað provinsiella

 Í stuttari men viðkomandi røðu upplatingardagin miðsavnaði Bárður Jákupsson seg í høvuðsheitum um tað upprunakenda og tað provinsiella, bæði evni eru áhugaverd, ikki minst í sambandi við føroyska list. Men tað, sum Bárður Jákupsson meinti var, at list ikki nýtist vera provinsiel, sjálvt um hon kemur av bygd ella frá einum listafólki, sum kemur úr einum lítlum landi. Hann segði, at hann onkuntíð í framtíðini kundi hugsa sær at verið siteraður í einari bók við aforismum og hann segði okkum sitatið: “Ræðslan fyri provinsialismu er provinsiel”, og hesum kann hann jú hava nokk so rætt í. Myndirnar hjá Thomasi Arge eru avgjørt ikki provinsiellar, tær raka áskoðaran á ein universalan hátt.

 

Rørandi listauppliving

Tær 47 málningarnir veita áskoðaranum eina stóra og rørandi listauppliving, sum kann forleingjast heim í stovuna, um mann ognar sær bókina, sum er givin út í sambandi við framsýningina. Bókin er 96 síðir og layoutið er heldur frægari enn tað hevur verið í øðrum líknandi bókum hjá Listasavninum, fyrst og fremst av tí, at teksturin á tveimum málum ikki er settur upp sum í eini ferðafólkabrosjuru við einari spaltu á føroyskum og einari á donskum og einari á enskum. Formatið er tað sama sum katalogið til Tróndur Patursson - framsýningina, men uppsetingin er klár og myndagóðskan er góð. Introduktiónsteksturin hjá Nils Ohrt er áhugaverdur og tað er eisini stuttligt at lesa tekstin hjá Richard Mortensen, har hann hugleiðir um tað norðurlendska og greiðir frá einum Venesiatúri.

Syngjandi grót

Framsýningin “Evnið í litinum” er myndað av 47 málningum hjá Listasavninum, umframt lánum frá privatpersónum og stovnum, eitt nú eigur Tryggingarfelag Føroya nøkur heilt framúrskarandi verk hjá Thomas Arge, sum fáa meg at gloyma tíð og stað. Tann eina av hesum myndunum er við á framsýningini, tað er eitt klettalandslag, har vit fremst í forgrundini síggja gráir klettar og steinar, pastost málaðir við hvítari, gulari og svartari konturstriku. Steinarnir darra og sýnast næstan livandi, men í staðin fyri at vera íbygdir av fornum verum eins og summir av steinunum hjá Williami Heinesen, eru hesir heilt greidliga bygdir upp av oljumáling og tí er heitið á framsýningini eisini sera hóskandi - tað er evnið í litinum, tað snýr seg um. Eg fylgdist við einum málara eina løtu á framsýningini og hon var púra hugtikin av sjálvum máliháttinum, mátanum, málarin hevur disponerað yvir litirnar á løriftinum við stórari orku og yvirskoti. Júst tá stóðu vit beint framman fyri tær seinnu myndirnar, sum eru meira gjøgnumskygdar enn hinar við bjørtum litum, sum eru málaðir beinleiðis á hvíta løriftið. Tað minnir eitt sindur um mátan, Edvard Munch málaði umleið fyrsta veraldarbardaga í arbeiðaralýsingum t.d.

 

Tað ekspressiva

Hesi listaverkini eru ekspressiv, allir hesir gløðandi litirnir, brendu jørðlitirnir og svalligu blátónarnir ávirka sinnið  og í hesum sambandi er áhugavert at lesa lýsingina hjá Nils Ohrt á muninum millum mátan Ruth Smith og Thomas Arge viðgera sítt myndevni. Eg eri ikki vís í, at eg eri samd í, at munurin millum tey bæði listafólkini er so stórur og so avgjørdur, sum Ohrt meinar, men fyri ein stóran part hevur hann fatur á onkrum áhugaverdum, tá hann skrivar um Ruth Smith: “Meðan hennara gløgga og impressionistiska avlesing av heiminum avdúkar eitt viðbrekið og alspent sinnalag, er lutfallið millum tað subjektiva og objektiva hjá Thomasi Arge púra mótsett. Her er sinnalagið útgangsstøðið, og tað er eitt leitandi bráðsint sinnalag, ofta á markinum til ráðaloysi, sum lýsir út úr listini hjá Thomasi Arge. Av eins stórum týdningi er tað, at hansara innari jarðskjálvti ikki bara hevur málningaligar spreingingar við sær, men at tað innara landslagið í listafólkinum alla tíðina verður grundfest í tí sjónliga veruleikanum uttanfyri. Tað gevur listini hjá Thomasi Arge eitt ríkidømi, sum hevur við sær, at áskoðarin alla tíðina ferðast millum veruleika, máttmiklan listabúna og málning. Men samstundis kennir tú á tær, at grundfestingin av tí subjektiva í tí objektiva hevur verið eitt stríð, og tað er kanska tað, sum í síðsta enda gevur listini hjá Thomasi Arge sína serligu styrki...” (Nils Ohrt á síðu 7 í bókini THOMAS ARGE – Evnið í litinum, 150 krónur).

 

Seyr í súgi

Mynd: The Guardian

Í kjalarvørrinum av mentanarstarvslønarbýtinum...

Síðsta fríggjadag varð almannakunngjørt hvørji nevndin í Mentanargrunni Landsins metir at vera skilagóð at gera íløgu í vegna landið. Starvslønirnar eru býttar út og tilsamans tríggjar milliónir av stuðulskrónum hava tryggjað 35 umsøkjarum arbeiðsfrið í styttri ella longri tíðarskeið. Sum altíð hevur eitt sindur av kjaki fylgt í kjalarvørrinum av kunngerðini av ársins starvslønarbýti. Tað seyrar í súgi og prutlar undir loki og hetta er alt annað enn løgið, tá nú umleið tveir triðingar av teimum, sum søktu starvsløn, einki fingu. Men hesa ferð er ónøgdin í kjakinum m.a. miðsavnað um, at ein av nevndarlimunum í Mentanargrunni Landsins hevur fingið 3 mánaðar starvsløn. Talan er um tónleikaran og tónleikafyriskiparan Steintór Rasmussen, sum sjálvur hevur onkra mentanarliga verkætlan á skránni í ár. So vítt eg veit er einki formliga galið við at nevndarlimir sjálvir søkja stuðul úr mentanargrunninum og eg ivist ikki í, at Steintór Rasmussen hevur funnið uppá okkurt spennandi og at hann hevur staðið uttan fyri hurðina, meðan hansara umsókn hevur verið viðgjørd. Allíkavæl er okkurt, sum skurrar við hasum og sum ger, at eg ógvuliga væl skilji, at tey mongu, hvørs umsóknir ikki eru gingnar á møti, eru ónøgd við, at ein nevndarlimur fær 3 mánaðar, tí tað eigur ikki at kunna lata seg gera.

 Reglugerðin endurskoðast

Eftir mínum tykki má reglugerðin fyri Mentanargrunn Landsins endurskoðast. Hyggjast má uppá hvørt tað skal bera til hjá nevndarlimum at søkja stuðul úr Mentanargrunninum ella ikki. Vit mugu sjálvandi hava í huga, at vit eru fáment og at tað kann kennast sum eitt offur hjá einum mentanaraktøri ikki at kunna søkja stuðul til egnar verkætlanir í øll tey 4-8 árini, mann situr í nevndini, men hetta er í grundini neyðugt, skal grunnurin liva upp til nútíðar etisk krøv um rættar mannagongdir. Har er eisini ymiskt annað við grunninum, sum kann endurskoðast. Grunnurin er vorðin gjøgnumskygdur soleiðis at skilja, at tað ber til á heimasíðu grunsins at fylgja við í avgerðunum. Tað er sera gott og hevði verið enn betur um meira varð gjørt við miðlandi partin. At greiða Føroya fólki frá hvat íløgan fer til og hvussu ómetaliga nógv íløgan ríkar okkum samfelagið. Eg eri greið yvir, at nevndin roynir at brúka so lítið sum til ber uppá administratión, men tíðirnar broytast og í dag er miðling ein kravdur partur av øllum mentanarstovnum. Í dagsins samfelag er listastuðul ikki nakar sjálvsagdur lutur, júst tí er neyðugt at reklamera og seta ljós á alt tað nógva góða, sum fæst fyri hesa íløgu.

At gera mun á umsøkjarum

Tað er eitt ógvuliga ópopulert evni at taka upp, hetta við at gera mun á umsøkjarum. Summi hoyra alt fyri eitt styvlatramp fyri sær. Men í eini professionellari skipan má hesin skilnaður gjøgnumførast. Sum tað er nú, er tað t.d. ikki vanligt at fáa starvsløn fleiri ferð á rað. Hevur tú fingið okkurt einaferð, mást tú bíða. Hetta er eisini skiljandi út frá einum sjónarmiði um, at øll skulu vera nøkulunda líka stillað, men tílík parametur kunnu ikki brúkast til list. Nøkur listafólk eru betur enn onnur, tey skulu ikki gera annað enn at ríka okkum við síni list so leingi sum tað er tað, tey gera. Ein persónur sum Bárður Oskarsson ger meira fyri okkara land við at arbeiða fulla tíð við fløtum kaninum enn ein tíma her og har og hvat hann annars orkar aftaná annað arbeiði.

Hvat fæst burtur úr 1-3 mánaðum?

Hesa ferð vórðu 117 mánaðarlønir latnar fyri góðar tríggjar milliónir krónur. Tilsamans vóru 104 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri tilsamans umleið 32 milliónir krónur og herav vórðu 35 umsóknir gingar á møti. Nøkur fá hava fingið starvsløn í eitt hálvt ár og í eitt ár, meðan tey flestu hava fingið starvsløn í stutt tíðarskeið og hetta haldi eg eisini kann diskuterast. Sjálvandi er tað fínt at fáa ein mánaða, um tað er tað, tú søkir um. Men ofta søkja fólk at fáa starvsløn í longri tíð og fáa so bara ein part. Tað leggur í grundini upp til nakað óseriøst. Sjálv søkti eg í fjør eitt hálvt ára starvsløn til at skriva eina bók. Eg fekk tveir mánaðar, sum eg sjálvsagt eri takksom fyri væl vitandi, at nógv einki fingu. Men tveir mánaðir eru yvirhøvur ikki nóg mikið til at skriva mína bók fyri. Eg kann sjálvandi byrja og vita hvussu langt eg komi, men hvat er tankin aftanfyri hesa íløguna? Fyri mær líkist hetta eitt slag av skipaðum ábyrgdarloysi, at mann við at býta nøkulunda javnt millum góðar umsøkjarar, fær frið í sálina.

 

So fjarur og tó so nær

Teitur á Reinsarínum

Á konsertini upplivdi eg hissini løtur av hugspjaðing, sum komu av, at framførslan í støðum upplivdist eitt sindur flosnað í kantunum, at Teitur í løtum virkaði eitt sindur introvertur og sum um hann hugnaði sær og spældi fyri sær sjálvum. Men hesin spælandi og opni framførsluhátturin hevur eisini sínar greiðu fyrimunir, tá hann kemur frá einum framúrskarandi listamanni, hvørs avrik higartil hevur uppiborið upp til fleiri mentanarvirðislønir, tó at hann er lutfalsliga ungur enn. Eg havi upplivað hetta sama fyribrigdið fyrr, tá eg havi lurtað eftir Teiti, at tann stóri tónasmiðurin, sangarin og tónleikarin sýnist so mikið avslappaður til framførsluna, at tað næstan tykist forargiligt. At alt tað pínliga, uppstillaða og hátíðarliga, sum ofta merkir tílíkar framførslur, púrasta hvørvur. Har situr hann á klaverbonkinum, klimprar okkurt, smáprátar okkurt og syngur okkurt, spælir síðan okkurt aftrat eitt sindur sum í øðrum tonkum. Hetta ger hann nóg leingi til, at mínir tankar spakuliga flyta seg frá trafikkinum uttanfyri, frá skróvandi bommpakkanum hjá unga manninum yvirav og filmandi Iphone´um, frá gerandisdegnum, frá øllum óviðkomandi, so at eg í grundini slappi fullkomiliga av, eg eri trygg, her hendir jú einki óvanligt. Og júst tá er tað, at Teitur syngur okkurt, sum fer beint inn, og tað ber jú væl til - allir vanligir verjugarðar eru niðri. Hetta hendi nakrar ferðir hóskvøldið 5.februar, tá eg var til konsert hjá Teiti Lassen á  Reinsarínum, og elvdi til gásarhold og ørstuttar stundir av stórari nærveru.

 Frástøða

All the good symptoms of art will always bring some restlessness 

Er ein setningur úr einum sangi hjá Teiti, sum passaði til kvøldið, tí har var eitt sindur av órógv, fólk gingu á ves ella hvar tey gingu. Men hetta hevur kanska við Reinsaríið at gera, og hugnaligu caféstemningin har. Rúmið niðriundir var meira ella minni fult, tá eg kom klokkan tíggju minuttir í níggju. Eg fór uppá at seta meg, har er gott at sita, men frástøðan til tann einsamalla framførandi kendist eitt sindur stór, í øllum førum um mann órógvast lætt av óljóði. Ljóðið var annars einastandandi frálíkt við serligum plássi til og denti á nýggja flygilin, sum Teitur gjørdi vart við, júst er komin har at standa, keyptur úr Danmark. Teir kosta ikki so nógv, gjørdi Teitur prátandi vart við - kunnu skaffast úr donskum deyðsbúgvum fyri lítið og einki, men hansara egni flygil kom úr Saltangará, segði  hann.

Vónrík byrjan

Teitur legði út við vakra sanginum “Hopeful” frá nýggjastu útgávuni Story Music frá 2013, ein vónrík byrjan, sum førdi hann yvir í tann melankolska “Letter from “Alex frá The Singer. Hann greiddi frá, at hann í januar hevur spælt nógvan tónleik, og at hann eitt nú hevur arbeitt við ymiskum arpeggio´um. Arpeggio er eitt hugtak frá tónlistini, sum merkir “eins og ein harpa”, tá harpur spælir akkordir er tað ofta ein brotin akkord, sum støkkur frá lægsta til hægsta tóna. - Tit kunnu bara fáa tykkum eina øl, skála og hugna tykkum, meðan eg jammi eitt sindur, helt lítillætni høvuðspersónurin á pallinum og gav okkum síðani ein farra av innliti í áhugan fyri jazz- og kompositiónstónleiki, sum í vaksandi mun hómast í hansara útgávum.

Antihetjan

Millum gjøgnumkomponerað løg stinga seg fram eldri vísukendir sangir, sum minna um vísurnar hjá Kára P, og sum eisini eru vorðnir fólkaogn. Vit kenna aftur ta heimligu typuna, antihetjuliga alter-egoið hjá sangaranum, rekavættið við hond í lumma, sum bíðar eftir bussinum og sum ikki eigur meira enn seytjan krónur í lummanum og sum gongur og melur í Havnini æviga takksamur og nøgdur, tó at Havnin er ein lítil bygd og einki Piccadilly ella Piazza Navona. Teitur er ein bygdasligur verðinsmaður, sum spælir Velbastað World Music, so mitt í heimliga hugnanum kemur ein sangur um, at tað ikki ber til at fara úr Los Angeles og “It´s not funny anymore”, sum heimskendi Van Dyke Parks slapp at útseta og sum er ein av fleiri musikalskum gimsteinum í framúrskarandi útgávuni Storymusic.

 

I sing to be loved

Næsta sett byrjaði eitt sindur brádliga við einari a capella framførslu av “The Singer”, sum eg í grundini ikki fekk samlað meg um orsakað av einum ófráboðaðum knallertfundi uttanfyri og tað var av sonnum spell, tí hesin sangurin er framúrskarandi bæði tekstliga og eisini í mátanum, hann verður framborin við serstøku røddini hjá Teiti og við rørandi erligu staðfestingini; “They want to understand me, but I sing to be loved”. Tá hann hevði eitt sindur ilt við at stemma elektriska guitaran, sum hann brúkti í “Rockn´roll Band” segði hann mest sum fyri at áminna seg sjálvan – aja, skít, tað er ikki neyðugt, at tað stemmar. Eg má tó viðganga, at mær dámar best, tá gittarar eru stemmaðir, í øllum førum, tá talan er um tílíkan tónleik, sum Teitur Lassen framførir og eg var um at ganga av verðini av snjalla, falska og alt ov harða guitarljóðinum, sum fór gjøgnum bein og merg.

At vera til staðar í ferðini

Tilsamans framførdi Teitur Lassen yvir tjúgu sangir hetta kvøldið, eg haldi eg kendi allar. Tað var eitt úrval, sum vísti breiddina í verkinum higartil og so var onkur sangur spældur eitt sindur sum í kvøðuljómunum eins og ein cadeau til áskoðarar og teirra yndissangir. Sum heild helt eg, at framførslan hjá Teiti Lassen hetta hóskvøldið var merkt av, at hann onkursvegna prinsipielt tóktist raðfesta hugna, opinleika og eitt erligt úttrykk fram um neyvleika og virtuosan musikalitet. Ein sangur frá Storymusic eitur "If you wait", hann verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, tóna fyri tóna. Á framførsluni hóskvøldið varð laðingin eitt sindur ójøvn meðan Teitur sang: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Men tað er júst hetta, sum tað snýr seg um í serstaka universinum hjá Teiti, um at bíða eitt lítið bil og at dvølja, vera til staðar í ferðini og finna meining í at vera á veg, eisini tá vegurin er eitt sindur ójavnur.

Pressan á ákærubonkinum – framsøgufrælsið í vanda?

censor.jpg

Okkara lítla samfelag er í tvíningum og hevur verið tað leingi. Eg tosi sjálvandi um surrealistiska rættarmálið móti fýra journalistum, sum gongur fyri seg beint í løtuni, sum nøkur halda vera púra beint og fyri neyðini og sum onnur halda vera langt úti. Óansæð, so má staðfestast, at føroyska pressan er hart pressað í løtuni. Tað er sum kunnugt Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri, ið hevur stevnt teimum fýra, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum og núverandi blaðstjóra á Dimmalætting, sum hann vil hava dømd fyri ærumeiðing í sambandi við nógv umrødda tollmálið, sum Kringvarpið og Portalurin gjørdi nógv burtur úr á sinni. Beint nú hoyrdi eg í útvarpinum, at mann ikki kann dømast fyri ærumeiðandi uppáhald um uppáhaldið vísir seg at vera satt, men satt er bert tað, ið kann prógvast at vera satt. Hetta at maktin stevnir fjølmiðlarnar kann samanberast við støðuna í Danmark, tá Estrup og Viggo Hørup vóru í hornatøkum. Hetta var síðst í 19. øld, eitt nýbrot var um at taka seg upp í samfelagnum, rithøvundar lýstu sosialar trupulleikar og mæltu til politiska broyting við fólkaræði og samræði, meðan tey konservativu mutaðu ímóti og yvirhøvur var danska samfelagið tá í tíðini nógv merkt av ósemju alt meðan nýbrotið breyt seg fram og so líðandi broytti hugsunarháttin hjá fjøldini.

Jacob Brønnum Scavenius Estrup var danskur ríkisráðharri frá 1875 til 1895. Hann var ongantíð í meirluta í fólkatinginum, men stýrdi gjøgnum provisoriir, fyribils fíggjarlógir, sum vórðu kunngjørdar í Landstinginum. Estrup stríddist øll nítjan árini við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d. stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti hesa stevningina í sínum berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið, men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup" saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í veruleikanum heldur forsætisráðharran vera.

Á sama hátt er navnið á Jørgen Niclasen nú knýtt saman við orðinum “snýt” so nógvar ferðir í miðlunum, at eg ikki fái latið vera við at hugsa um snýt hvørja ferð eg hoyri navnið Jørgen Niclasen og tað er jú eitt sindur óheppið. Men sjálvandi er munur á støðuni tá og nú. Jørgen Niclasen er kanska maktríkasti maður í Føroyum eins og Estrup var tað tá í Danmark, men Jørgen Niclasen hevur hóast alt demokratiið í rygginum, hann fekk sum kunnugt 382 atkvøður síðsta val, sum hann jú var nóg snildur til at fáa til at røkka nógv longur enn tær nógv fleiri atkvøðurnar hjá partakvinnu hansara Anniku Olsen. Allíkavæl er okkurt ógvuliga ódámligt við, at landsins mest maktfulli maður dregur sentralar partar av føroysku pressuni í rættin í einum máli, sum tey í ringasta føri í øllum førum teoretiskt kunnu fara í fongsul fyri. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum soleiðis at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Christian Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen er sera neyvur og av øllum hansara neyvleika fáa vit av ákæruskrivinum, ið var almannakunngjørt í fjør, frænir av eini sera aktivari tíðindadeild í Kringvarpinum, sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum í Føroyum. Eg má siga, at eg skilji tað væl, um tílíkar hóttanir virka øvugt av endamálinum. Ein góður journalistur eigur at bora víðari, serliga, tá hann ella hon verður hótt. Slíkar journalistar skulu vit fegnast um. 

Nú hevur talu- og skrivifrælsið verið á breddanum í sambandi við yvirgangsatsóknirnar í Keypmannahavn. Í hesum føri tosa vit ikki um rættin til at særa onnur fólkasløg og religiónir við at gera gjøldur við teirra gudum, nei tað snýr seg um at fjølmiðlafrælsið, rættin hjá fjølmiðlum at fyrihalda seg kritiskt til ein politiskan maktpersón. Talu- ella framsagnarfrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið verður mett at vera ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini, sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit talufrælsi, tað er sum kunnugt sjálvt grundarlagið undir teirri frælsu pressuni og hetta talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt, ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum piparið grør, ikki minst, ikki minst tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og nokk so idiotiskum og í tí sambandi púra óhóskandi tilvísingum til tá Jørgen Niclasen á sinni sang Dilliloodiggley hóast alt prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki og sum nú í trimum sendingum hava avdúkað hvussu rotnir partar av føroysku fiskivinnuni eru. Men, sum vit øll vita av, so varð Jørgen Niclasen ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Og aftaná at hava upplivað Jacob Vestergaard í einum sonevndu “hard talk” við Jón Brian Hvidtfelt í sjónvarpinum, eri eg farin at ivast í øllum. Fiskimálaráðharrin er, vísir tað seg, gjørdur úr teflon, óansæð hvussu nógv tann ídni og dugnaligi journalisturin vísti á hárreisandi sannroydir um ótamdan grammleika, so gleið alt av aftur uttan at nøkur fløkja hómaðist á slætta hárburðinum á tí róliga og væl talandi fiskimálaráðharranum. Óansæð ákæru vísir fiskimálaráðharrin støðugt til lógir og lógarbroyting, har umsetiligheit eftir øllum at døma er ein spurningur um tulking.

Sjálvt um samrøðusendingin við fiskimálaráðharran einki hevði við tað aktuella rættarmálið at gera, fekk hon meg at stúra fyri dóminum, har skal so í øllum førum tulkast eitt sindur, tað er einki at ivast í. Spurningurin er so bara hvønn veg tað verður tulkað og hvørjar avleiðingarnar verða. Advokaturin hjá trimum av teimum stevndu, Brandur Ellingsgaard stúrdi í gjár í útvarpinum um møguligar avleiðingar, um tey fýra verða dømd. Hann helt, at tað møguliga fór at leiða til eitt slag av sensuri, at journalistar í framtíðini ikki fóru at tora at finnast at samgonguni ella øðrum maktríkum fólkum og stovnum, tí tey eru bangin fyri at blíva stevnd og dømd. Tá er framsøgufrælsið jú í veruleikanum avtikið. Hetta má ikki henda, men nú fáa vit at hoyra 25.februar klokkan 13, tá fellur dómur í málinum.

Sólrun Michelsen í uppskoti at vinna bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins

Føroyska uppskotið at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2015 er skaldsøgan Hinumegin mars hjá Sólrun Michelsen. Vinnarin verður almannakunngjørdur 27.okt í Reykjavík. Virðislønin er áljóðandi 350.000 krónur. 

Frásøgukvinnan í skaldsøguni sigur frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum. Umstøðurnar hjá teimum gomlu verða lýstar sum óvirðiligar, men samstundis verður sagt frá lívsjáttandi brotum úr tilveruni hjá mammuni og dóttrini.

Hinumegin er mars er ein poetisk mynd av tí at eldast, og hon dregur fram, at tað snýr seg um at steðga á og njóta hvørja løtu.

 

Her eru allar innstillingarnar:


Danmark

Pia Juul: Avuncular. Onkelagtige tekster

Digtsamling, Tiderne Skifter, 2014

Helle Helle: Hvis det er

Roman, Samleren, 2014

Det samiske sprogområde

Niillas Holmberg: amas amas amasmuvvat

Digtsamling, DAT, 2013

Finland

Peter Sandström:Transparente Blanche

Roman, Schildts & Söderströms, 2014

Hannu Raittila: Terminaali (Terminal)

Roman, Siltala, 2013

Færøerne

Sólrún Michelsen: Hinumegin er mars (På den anden side er marts, Dansk oversættelse af Kirsten Brix)

Roman, Mentunargrunnur Studentafelagsins2013

Grønland

Niviaq Korneliussen: HOMO sapienne

Roman, Milik, 2014

Island

Jón Kalman Stefánsson: Fiskarnir hafa enga fætur (Fiskarna skal simma vidare)

Roman, Bjartur, 2013

Þorsteinn frá Hamri: Skessukatlar (Jättegrytor)

Digte,  Mál og menning, 2013

Norge

Kristine Næss: Bare et menneske

Roman, Oktober, 2014

Jon Fosse: Trilogien: Andvake. Olavs draumar. Kveldsvævd

Roman, Samlaget, 2014

Sverige

Therese Bohman: Den andra kvinnan

Roman, Norstedts, 2014

Bruno K. Öijer: Och natten viskade Annabel Lee

Digtsamling, Wahlström & Widstrand, 2014

Åland

Karin Erlandsson: Minkriket

Roman, Schildts & Söderströms, 2014

 

Drottningin av svørtum

BARBARA Í GONGINI

Í ár eru tíggju ár liðin síðani Barbara í Gongini setti sína fyritøku á stovn í Keypmannahavn. Ein fyritøka, sum framleiðir klæðir, taskur og annað, sum hon skapar og finnur uppá og sum eisini eitur eftir henni. Á teirri árligu mótavikuni í Keypmannahavn, sum var fyri kortum, fekk hon hesa ferð heiðurin at prýða bæði forsíðu og baksíðu á The Daily, sum er blaðið hjá Copenhagen Fashion Week. Hetta er ein ítøkilig staðfesting av onkrum, sum fleiri kanska longu hava grunað; at tað gongur serstakliga væl hjá Barbaru í Gongini og hennara fyritøku.


-“Er det noget kinesisk?” spyr ein kvinna vinkonuna, ið á sama hátt og hon sjálv er í bjartlittum violettum frítíðarklæðum við grønum fartstrípum á síðuni og kritahvítum løriftskóm við neonmynstri. Vinkonan sigur Gongini við herðslu á stavilsið í miðjuni, gonGIni, so at tað ljóðar eitt sindur kinverskt. Munurin millum hesar báðar litríku, prátandi ferðakonurnar og tigandi, hátíðarligu svørtu klæðini á stativinum tykist ovurhonds stórur, men tær eru báðar ógvuliga áhugaðar, tá eg greiði teimum frá, at navnið er eitt staðarnavn og somuleiðis eftirnavnið á sniðgevanum, sum er føroysk. Tær takka mær so miriliga og fara fegnar víðari sína rannsóknarferð inni hjá Østrøm, har mangt og hvat er at fáa av føroyskum handverki og design.

Kennir mótaverðina innanífrá

Sniðgevin Barbara í Gongini er 48 ár og úr Havn, men hevur síðstu nógvu árini búð í Keypmannahavn. Vit kunnu helst siga, at hon kennir mótaverðina innanífrá, hon byrjaði í hvussu er í sera ungum aldri at ganga model fyri Elspu Hardlei (Elspu í Skotinum). Seinni í tíðini tók hon lut í fyriskipanini av mótasýningum í SMS fyri m.a. Klivan, men í dag eru tað hennara designhugskot, hennara tankar um snið, sum verða presenteraðir, tá modellirnar, ungar kvinnur og menn spáka um pallin. Hugurin mótvegis list og kreativum vinnum kom tíðliga. Barbara í Gongini teknaði í fyrstani og arbeiddi við skitsum. Hon fór á designskúla í Keypmannahavn á deildina fyri unika-sniðgeving, haðani hon tók prógv í 1996. Síðani hevur hon arbeitt og hon hevur arbeitt hart, tí tað er ikki bara sum at siga tað, at lansera eitt nýtt merki. Men við sínum konsekventa dapra og dramatiskt dekonstrueraða úttrykki hevur hon arbeitt seg upp til at vera millum kendastu donsku klædnamerkini. Tað eru hennara design-visiónir, tað snýr seg um, men hon er ikki einsamøll í fyritøkuni. Har eru fleiri enn hon, m.a. er maður hennara, Ole Gongini Jensen stjóri í fyritøkuni BARBARA Í GONGINI, sum metir sosiala ábyrgd vera sjálvsagdan part av rakstrinum, hetta sæst aftur á, at dentur eitt nú verður lagdur á burðardygga framleiðslu við eitt nú endurnýtslu av pørtum av framleiðsluni.

 

Nýggja kollektiónin

Klæðini í nýggju kollektiónini tykjast lutfalsliga einføld við nógvum áhugaverdum staklutum, ið ofta eru assymetriskt staðsettir á meginbulin, sum í síni heild er merktur av avgjørdum diagonalum linjum. Kanska kann man siga, at nýggju klæðini sum heild eru meira vanlig, meira nýtilig enn tey hava verið, men helst er ein orsøk til hesa hugsan eisini tann, at vit  hava vant okkum við stílin, sum hevur verið avant garde, tvs. framman fyri sína egnu tíð. Eg eigi sjálv okkurt einstakt plagg frá fyritøkuni, tað hevði eg í grundini ikki ímyndað mær, at eg fór at gera fyri nøkrum árum síðani. Sum heild er stílurin hjá Barbaru í Gongini konsekventur og tí ivast vit onga løtu í, at hetta eru design hjá dramatisku avantgardedrotningini, sum ikki minst plagar at skara framúr við svørtum pløggum í skiftandi tilfari, ofta brúkar hon silkimjúkt, tunt leður, men eisini ull og pløgg, sum eru bundin.

 

Móti og list

Barbara í Gongini er kend sum avantgardedesignari, hennara outfit eru skulpturkend og hennara sýningar minna í støðum um listarliga performance. Javnan samstarvar hon við listafólk bæði innan film, tónleik, dans í crossoverframførslum. Hon hevur fleiri ferðir samstarvað við Jens L.Thomsen/Orka og við Eivør, og í sambandi við nýggjastu sýningina, hevði hon fingið pop-avantgarde-improvisatiónsbólkin Den Magnetiske Ørn at spæla og improvisera live. Hon hevur eisini gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur millum list og móta við tað, at bæði spretta úr somu kreativu keldu. Tíggju ár aftan á byrjanina sum sjálvstøðugt merki, er Barbaru í Gongini í dag eitt design, ið av álvara verður mett millum tungvektararnar innan norðurlendskan avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Sjálvt tann avantgarde-kritiska Sarah Skarum, mótaummælarin í Berlingske Tidende, hevur eftir øllum at døma givið seg yvir. Í einum ummæli av nýggjastu kollektiónini skrivar hon, at Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannahavn, tí hon er original: :”Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannhavn, tí hon letur upp eina hurð inn til ein part av mótaheiminum, sum ikki líkist hinum. Tí hon hevur pláss til at vísa, at dreymir kunnu hava nógv skap. Og kanska gevur hon ungum dreingjum og gentum, sum ikki føla seg sum øll hini, eina kenslu av, at tey ikki eru einsamøl. Har finst eitt fólk av svartklæddum menniskjum, tey hoyra til. Eingin er einsamallur. Heldur ikki í myrkrinum.”

Humanistiskur móti

Klæðini hjá Barbaru í Gongini eru merkt av eini sameining millum listarliga avantgarde og burðardygt skilvísi. Hugsjónarliga kunnu vit av hesum ávum lýsa hesi klæðini sum grundleggjandi humanistisk – eisini tí eitt tað fremsta málið hjá sniðskaparanum er, at hvør einasti persónur, sum fer í tey, skal føla seg sum nakað serligt, hann ella hon skal kenna seg væl í klæðunum óansæð kyn ella aldur, eisini tey, sum vanliga kenna seg útihýst. Onkur detalja er skemtilig, ofta ber til at variera klæðini við bondum og knappum, so at ein síður kjóli gerst stuttur t.d. Klæðini frá BARBARU Í GONGINI eru lutfalsliga dýr, men tey halda væl og tað, at sniðið er so mikið konsekvent sum tað er, og litirnir so fáir hevur eisini við sær, at pløggini ikki so skjótt verða ómodernað. Humani hugburðurin skínur ígjøgnum í burðardyggu framleiðsluni og eisini í tilfarinum á klæðunum, sum eru mjúk og fjálg at vera í. Men hugsunarhátturin er eisini endurspeglaður í mátanum, sum Barbara í Gongini brýtur vanliga mótaformin bæði í sínum klædnasniði, og í dramatiska og neyva mátanum, hon hugsar síni show. Tá ein modell á eini mótasýning trýstir seg ígjøgnum og fram um ein flokk, fatar tú sum áskoðari alt fyri eitt, at tað snýr seg um einstaklingin um individualismu í mun til tað kollektiva. Hetta snýr seg um einsemi og individuatión, um at tora at stinga út og vera øðrvísi. Tá tvær modellir sum á sýningini hava samanvaksið eldreytt hár, er hetta eitt slag av sjálvsmynd hjá sniðskaparanum, har áskoðarin fær eina kenslu bæði av teim mørkum og tí dupultleika, sum merkir tilveruna. Nevndu dømi eru frá Copenhagen Fashion Week í fjør. Hetta showið var um somu tíð ein mótasýning við klæðum, har tú kanst meta um stíl, útsjónd og hvussu tey einstøku pløggini rigga, men samstundis er talan um eina avantgarde framførslu við listarligum elementum av sjónleiki, stillaleiki við løgnum interaktiónum, ið tykjast snúgva seg um viðurskifti millum menniskju. Klæðini eru svørt og huglagið er dramatiskt og myrkt, úttrykkið er elegant og cool, samstundis sum okkurt rørandi og stuttligt knýtir seg at hesum glataðu figurunum við teimum ómetaliga merkiliga reivveru- ella cocoonkendu frisurunum og lýsandi reyða hárpraktinum og skegginum, sum eru einastu koloristisku elementini í framførsluni.

 

Tað einsamalla menniskjað

Í ár var størri dentur lagdur á einstaklingin, einaran, tað einsamalla fantastiska menniskjað. Í staðin fyri at arbeiða dramatiskt við stórum armrørslum, er úttrykkið meira stillfarandi og undirspælt við einum dekonstruktivum undirtóna, har vit hóma partar av sjálvari konstruktiónini av teimum ymisku sniðunum. Enn sum áður spælir sniðgevin við kynsleiklutir og við frammanundan viðtiknar staðfestingar um hvat man eigur at gera og hvat ikki ber til. Menninir eru ógvusliga smurdir um eyguni og hava í fleiri førum stórt, sítt hár, hetta ger teir ikki femininar, yvirhøvur ikki, men sum  heild kann sigast, at har er eitt ávíst androgynt brá yvir bæði teimum mannligu og kvinnuligu modellunum. Tað norðurlendska er týdningarmikið fyri Barbaru í Gongini, sum í mongu samrøðunum, ið eru gjørdar við hana, ongantíð forsømir at nevna Føroyar og týdningin, sum føroyski upprunin hevur fyri hana. Hon hevur eitt nú greitt frá í einum viðtali, at hon kennir seg ávirkaða av ógvusligu náttúruni, skulpturellu fjøllunum, skúmandi briminum, men eisini av hugskotum, sum hon hevur fingið frá tí føroyska samtíðartónleikaumhvørvinum

Svend-Allan 40

Fríggjadagin 6.februar fylti listamaðurin Svend-Allan Sørensen 40 ár. Sama dag læt upp framsýningin Grafik og Gevær í Galleri Specta í Keypmannhavn við 40 verkum. Meginparturin av hesum verkum er framleiddur í Steinprenti á Skálatrøð í Havn, sum myndin omanfyri lýsir. Svend-Allan Sørensen arbeiðir konseptuelt við orðum og við installatiónum á heilt sín egna hátt. Hann er ein original og sambært hann sjálvan er hann ein bygdasligur av slagnum. Hann er Føroyavinur og tilhangari av, at Google Translate finnur út av at týða føroyskt og so er hann ein av teimum mest áhugaverdu samtíðarlistafólkunum, eg veit um og tí havi eg eisini skrivað um hann fleiri ferð. Seinasta portrettið er her niðriundir og undir myndini er ein leinkja til myndir frá ferniseringini. Hjartaliga til lukku við teimum 40, Svend-Allan, halt áfram við góðu listini í minst fjøruti ár aftrat. 

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/1/24/froyar-og-konsept?rq=Svend-Allan

 

Endurnýggjandi søgurnar hjá Silju Strøm

 

Silja Strøm býr í Glasgow, har hon eisini er útbúgvin. Hon hevur verið ein túr heima í Føroyum og arbeitt í Steinprenti og vit hava nýtt høvið at hyggja at teimum seks prentunum, hon fekk burturúr, og gera eitt stutt viðtal við ungu listakvinnuna úr Vestmanna.

 Hóast sín unga aldur, man navnið á Silju Strøm vera kent av listaáhugaðum, tí tað eru longu nógv ár síðani hon gjørdi vart við seg við framsýningum v.m. Í 2010 fekk hon gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum og í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum. Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við íslendsku listakvinnuni, Steinunn Thórarinsdóttir. Steinprentini, sum Silja Strøm hevur gjørt á hesum sinni eru seks í tali. Tað var í sambandi við, at hon varð biðin um at gera árliga gávuprentið til limirnar í grafikkfelagnum Steinbrá, at hon hevur arbeitt eina viku á verkstaðnum við seks myndum. Vit kenna hennara myndamál og teir ógvuliga fínt teknaðu figurarnar aftur frá eldri myndum. Úttrykkið er vakurt, næstan ovurestetiskt, men myndirnar hjá Silju Strøm eru annað og meira enn tað.

 

Ítøkiligar myndir við óítøkiligum søgum

Tey nýggju prentini eru øll teknað á sama stein og prentumførini eru fýra, tvey blá umframt eitt gult og eitt orange. Nýggju myndirnar eru figurativar við abstraktum og surrealistiskum elementum, sum í fleiri førum sipa til umhvørvi, skapan, gróður og konstruktión. Á einari mynd síggja vit t.d. ein persón úr erva, sum er í ferð við at breiða ein flata út við smáum trøum á. Niðri undir er ein líknandi flati við nógvum smáum sporum og niðri undir henni eru aftur trø. Kring figurativa myndevnið eru ymisk strok og litfarrar í bláum, gulum og orange, sum á dekorativan hátt tykjast savna og undirstrika fabulerandi huglagið í myndini. At allar myndirnar eru teknaðar á ein einstakan stein hevur við sær, at tær hanga saman eisini ítøkiliga, men tó at søgan tykist ítøkilig, er talan ikki um eina vanliga søgu sum vit kenna tær við eini ávísari byrjan og einari kronologiskari hendingagongd og enda. Dentur tykist onkursvegna vera lagdur á tað dynamiska, sveimandi og óavkláraða í myndunum og hetta hevur við sær, at eygað á áskoðaranum fylgir hesi tilvitaðu tilvildini og støkkur runt í heildini frá hending til aðra. Fragmenteraða heildin ávirkar sostatt mátan, sum tú sum áskoðari hyggur at myndunum, hvagar tú hyggur fyrst og hvørja leið eygað tekur á myndaflatanum. Hetta hevur við sær, at tú fært nakað nýtt burtur úr, hvørja ferð, tú hyggur at hesum myndunum, og at hvør nýggjur partur leiðir yvir í eina nýggja heild, eina ósagda søgu.

 

Kompleksar myndir

Sambært Silju Strøm snúgva hennara myndir seg um viðurskifti millum folk og samspælið millum lutir, fólk og umhvørvið. Á myndaflatanum síggjast mynstur, ið sipa til nýhugsandi byggilistarligu eksperimentini hjá John Hejduk við flatum og bogaðum trunkum í ymiskum samansetingum og litum. Her eru myndir inni í øðrum myndum og fleiri løg av týdningum, sum tala saman. Og um tú sum áskoðari brádliga heldur teg hóma hálvfjersarasosialar tónar mitt í øllum tí vakra, fert tú kanska ikki heilt skeivt av hugburðinum í myndunum. Tá eg sá prentini ella kanska serliga strikumyndin av einari einsamallari konu í einum geometriskum rúmi, kom eg í tankar um onkra av kvinnulagnunum hjá danska sosialrealistiska høvundanum Vitu Andersen, hesar kvinnur, sum brúka alla orku uppá at síggja gott út og at keypa klæðir og smyrsl og nýggjar møblar og sum allíkavæl eru so knúsandi einsamallar í allari teirri materiellu dýrdini. Eg haldi, at myndirnar hjá Silju Strøm eru grundleggjandi altruistiskar, tær minna okkum á tað einastandandi støðuna vit eru í sum menniskju millum onnur menniskju.

 Uppihaldið í Steinprenti

KP: Hvussu ert tú sjálv nøgd við uppihaldið í Steinprenti hesa ferð?

SS: Hetta var eitt rættiliga knappligt uppihald, sum var planlagt vikuna fyri tað byrjaði, so eg hevði lítla og onga tíð til at fyrireika og at hugsa alt ov nógv um tað. Men eg eri sera væl nøgd við prentini, eg gjørdi teir fimm dagarnar eg var í Steinprent og arbeiddi. Mær dámar væl at arbeiða intensivt yvir stuttar tíðaravmarkningar og eg føli, at eg fekk nógv burturúr. Jan og Fríða stuðla so væl undir allari prosessini, og Steinprent hevur so góðar fyritreytir at arbeiða í (t.d. gott pláss, tilfeingi og hentleikar - og ikki at gloyma lekkurt kaffi!), at tað er ein sonn frøi at arbeiða har og tí er tað kanska eisini, at tað kennst lætt at fáa nógv frá hondini, sjálvt yvir stutta tíð.

 

Stories for the City – Stories for the Sea

KP: Hvussu vilt tú sjálv lýsa tínar myndir?

SS: Síðan september havi eg teknað og skrivað og ekperimenterað á ymiskan hátt við ástøði, hugtøkum og framburði fyri at byrja eina nýggja verkætlan, sum er meira avbjóðandi enn nakað annað, eg higartil havi arbeitt við. Eg arbeiði fyribils undir heitinum Stories for the City - Stories for the Sea. Eg arbeiði við fleiri evnum, sum eg havi arbeitt við fyrr (staðinum millum abstrakt og figurativt, muninum millum at siga søgur og at brúka frásagnarligir myndaliðir í myndlist, mørkunum hjá ymiskum listarligum tøknum og týdninginum av at skapa), men hendan verkætlanin byggir víðari á fyribrygdi, eg bara havi sipað til heilt stutt. T.d. sambond millum fólk og teirra umhvørvi (interpersonalt, sosialt, mannaskapt, nærumhvørvi, mannaskapt umhvørvi) og hvat ávirkar hesi sambondini á einum persónligum og umhvørvisligum støði.

KP: Arbeiðir tú fram móti nøkrum serligum nú? Nakrari framsýning ella?

SS: Ja, eg arbeiði fram móti einari einstakari framsýning í mai í ár. Annars fyriskipi eg ein listafestival sum verður síðst í apríl. Tað er sera krevjandi á ymiskan hátt, men eisini sera spennandi, so eg havi valt ikki at hava nakrar framsýningar fyrr enn festivalurin er liðugur. Eg skal eisini aftur til Scottish Sculpture Workshop at vera við í teirra Emerging Artist Residency Programme í maj, tað gleði eg meg ordiliga nógv til.

 

SÓLARMYRKING

Sólarmyrkingin nærkast í hvørjum, og fólk flest eru spent um hesa stórhending og gleða seg til ta vónandi dramatisku upplivingina, tá hin lívgevandi sólin fer at slókna. Onnur eru meira illteinkin, tey snerkja og huffa um hesi tekin í sólarmyrking og blóðmána og halda øll sum ein, at tíðirnar eru løgnar. Eg haldi sjálv, at hetta er løgin tíð, og tað haldi eg, sjálvt um tað hevur verið ein klisjé longu áðrenn Platon so mikið sum hugsaði tankan um tær løgnu tíðir, hann helt seg liva í, tá ung og gomul lærdu ósannindi, meðan tann, sum tordi at siga satt varð hildin at vera bæði svakur og býttur. Hendan vísdóm orðaði Platon forrestin á enskum, sambært Facebook, okkara felags andingarholi, sum sonevndir vinir í heilum ríka við klókum orðum hjá megnarkonum og – monnum, Sokrates, Simone de Beauvoir, Edvard Munch, Einstein, Ghandi, Buddha, H.C.Andersen, ið øll sambært nevndu  FB-sitatum hava hugsað og orðað seg á enskum. Enskt er eitt vinnaramál í okkara tíð, danskt vilja børnini ikki hoyra - tað er mega embaressing og uncool, og hesi eru kanska hóskandi orð, tá hugsað verður um, at hesi somu børn búgva í einum múgvandi landi, sum í fjør fekk 644 milliónur av donskum krónum í blokkstuðuli. At tíðirnar eru góðar, tað skilst á samgonguni og tað fegnast vit sjálvsagt um, men eisini her eru løgnar andsøgnir sum t.d. tørvurin á eskjum við mati frá Herberginum, ið varð trífaldaður í 2014 í mun til árið fyri. Tað tykist sum vaksur talið á fólkum, sum mangla pengar til mat, og leiðarin á Herberginum nevnir bæði stakar uppihaldarar og pensionistar sum dømi uppá medmenniskju í okkara samfelag, sum ikki ordiliga fáa endarnar at røkka saman. Vit hava eisini í vaksandi mun hoyrt um álvarsligar trupulleikar hjá Landssjúkrahúsinum, og at nógvar kvinnur við ávísing til mammografi ikki eru slopnar til kanningar í mánaðir. Eru hetta góðar tíðir, má okkurt vera spinnandi galið við okkara raðfesting. Men nógv er løgið, kanska skuldu vit heldur lært børnini norskt, tá nú normenn vísa seg at eiga stóran part av okkara firðum. Tað er í øllum førum ringt at skilja, at ávísir privatpersónar ella fyritøkur kunnu eiga firðir og havið kring okkum. Hevði man nú átt sólina, kundi mann kravt atgongugjald til sólarmyrkingina ella í øllum førum til ta spektakuleru tendringina aftaná. Eg haldi, at sólarmyrkingin er nakað av tí minst løgna í okkara tíð. Eri eingin serfrøðingar, men havi als ongar trupulleikar við at fata, at mánin júst handan fríggjamorgunin eina stutta stund skuggar fyri sólini, og tann sannroynd, at hesin góði skuggi fellur á Føroyar júst nú og í mínari livitíð er ein av teimum mongu stuttligu tilvildarligu tilburðum, sum ríka tilveruna. Hjá summum er sjálvsálitið betri enn nøkur tilvild kann rúma. Fleiri tykjast halda sólarmyrkingina vera enn eitt gudagivið tekin um, at føroyingar eru tað útvalda fólkið og tað vakrasta landið, fleiri taka æruna av sólarmyrkingini og reypa øgiligt nú Føroyar eru ársins ferðamál 2015. “Flott – eitt ordans bragd” ljóðar ein av viðmerkingunum til fráboðanina um, at Føroyar eru nevndar í New York Times. – Ja óluksáliga flott, vit mugu fara at fyriskipa fleiri av hasum sólarmyrkingunum, hugsi eg við mær sjálvari.

 

Tìðirnar hava helst verið løgnar fyrr. Men eg veit ikki um nøkur onnur lutfalsliga vanlig kona í onkrum øðrum tíðarskeiði hevur sitið við køksborðið við einari so sterkari kenslu av støðugari broyting, sum hendan konan hevur í skrivandi stund. Einum varhuga av, at alt kann henda hvørja løtu, at vit yvirhøvur ikki stýra nøkrum. Kanska er tað internetið og altjóðagerðin, ein alsamt minkandi heimur og ein støðugt øktur kunningarstreymur, sum geva rákunum ferð og fáa meg at hóma dómadag upp til fleiri ferðir um vikuna - kanska er tað raðfestingin hjá tíðindarásunum ella mín egni ovurhonds tíðindaáhugi, sum eisini fær meg at hússja meðan tíðindini eru. Men viðhvørt verður útvarpið her í húsinum sløkt, serliga tá tey tosa, øll hesi ørkymlaðu fólkini um tørvin, tey hava at tukta likamið, at eta rætt, at trena kroppin og at tøma høvdið fyri øllum tí strævna, sum høvd nú einaferð kunnu innihalda. Men hvussu tómt skal tað í grundini vera í hasum høvdunum? Og ja, eg veit væl, at hesin eftirstundaði, svalligi mentali tómleikin neyvan varir allan dagin, men eg sakni mentanarligt dannilsi og virðing fyri hugdýpingini í samfelagnum. Ein av nógvum fyrimunum við at lesa bøkur og at uppliva list frá ymiskum tíðarskeiðum er, at listin gevur okkum eina fatan av hvussu fólk hava havt tað fyrr í tíðini, so at vitt eitt nú fáa ein varhuga av teirri øgiligu angist og tí velduga skelki, sum veraldarbardagarnir hava elvt til. Henda vitanin kann sjálvandi eisini finnast í søgubókum ella dagbókum, men vit vita, at fortíðin er konstruerað eftir hvussu framtíðin formaði seg júst á sama hátt sum vit í dag konstruera okkara facebook-vangamynd eftir hvussu vit sjálvi vilja fatast.

 

Hesa seinastu tíðina hava nógv hildið uppá, at tey eru Charlie. Eg var sjálv heilt frammi í skónum longu sama dag, sum yvirgangsatsóknin varð framd 7.januar í Paris við eini grein á Listaportalinum. Vit hoyra javnan um yvirgang og um sjálvmorðsbumbumenn – og konur, sum kring heimin spreingja seg sjálvi og mong onnur ósek menniskju í luftina fyri eina ella aðra søk og tað er jú altíð ræðuligt at hoyra um tílíkt, men tá tíðindini um yvirgangsálopið í París um, at fleiri teknarar og starvsfólk á satirublaðnum Charlie Hebdo vórðu myrd, fekk ræðuleikin eyka syrgiligar og beiskar dimensiónir í París, sum mentanarsøguliga sæð er okkara intellektuelli og frælsi miðdepil. Tá spanska inkvisitiónin ráddi fyri borgum og tankaforboð var í Spania, vórðu grafisk bløð smuglað yvir um landamørk – hesi komu úr Fraklandi bæði við speirekandi myndum og upplýstum tankum. Nú eru fransku teknararnir Jean Cabu, Georges Wolinsky, Stéphane 'Charb' Charbonnie og Tignous avrættaðir -  teir tekna ikki meira, teir eru effektivt skotnir við AK-47 ella Kalashnikov-riflum. Men upplýstu tankarnir, sum mynda ideologiska grundvøllin hjá satirutekningunum, teir eru til enn.

Tíðin er løgin og tað eri eg kanska eisini sjálv. Tí í dag, fjúrtan dagar eftir atsóknina í Paris má eg ásanna, at eg ikki eri Charlie og neyvan verði tað nakrantíð. Eg tori ikki sovorðið, eg ræðist vápn og yvirgang og eri soleiðis uppdrigin, at eg ikki hevði kunnað teknað eina ta einastu av tekningunum í blaðnum Charlie Hebdo. Eg má eisini viðganga, at eg sum heild haldi myndirnar í franska blaðnum vera óstuttligar, keðiliga vinklaðar móti at særa ávísar samfelagsbólkar. Av øllum teimum mongu samkensluváttandi tekningunum, sum eru komnar aftaná ljótu atsóknina í Paris, er tann hjá amerikanska teknaranum Robert S.Crumb so nógv tann stuttligasta og tað er helst tí, at hon er vend móti teknaranum sjálvum. Tað er ein herliga sjálvspeisk sjálvsmynd av einum fjálturstungnum sveittandi teknara, sum hevur spjaldrið “A cowardly cartoonist” hangandi uppi yvir sær. Teknarin hevur eina tekning í hondini av einum hárutum afturparti, sum sambært skrivaðu viðmerkingini er rumpan á Mohammed, men við elasmáum bókstavum ger teknarin vart við, at talan altso yvirhøvur ikki er um profetin, men um ein filmsframleiðara, sum  teknarin kennir og sum altso av tilvild hevur sama fornavn sum profeturin. Mær dámar tekningina, tí hon er erlig og antihetjulig. Teknarin vil fegin sýna samhuga við sínar deyðu starvsfelagar, men hevur samstundis ongan hug at útseta seg sjálvan ella familju sína fyri hevndaratsóknum. Tað er ikki ódjarvt, men klókt, haldi eg. Sjálvandi skal eingin myrðast ella forfylgjast orsakað av sínum hugsjónum, óansæð um tær eru tosaðar, skrivaðar ella teknaðar. Men um vit seta idealini til viks eina løtu, mugu vit eisini ásanna, at vit í heilum bæði innan fyri og uttan fyri altjóða lógir javnan fara um mørk hjá hvørjum øðrum eisini okkara síða (DK, NATO og USA), sum orsakað av yvirgangsatsóknum og hevndarhuga gerst støðugt náðileysari. Guantanamo er eitt av mongum syrgiligum dømum um skeivu gongdina. Tað tykist yvirhøvur sum at kríggj og yvirgangur ger okkum øll ráari av lyndi í einari tíð, sum í grundini krevur tað øvuta av okkum. Ikki síðani annan veraldarbardaga hava so nógv flóttafólk verið sum tá ST taldi upp í fjør. Náttúruvanlukkur, hungursneyð, men eisini ein rúgva av konfliktum og kríggjum hava tvungið 51,2 milliónir av menniskjum til at flýggja frá sínum heimum Mest av øllum er tørvur á friði, at fólk læra at lata vera við at skjóta og bumba, og í staðin venda hin kjálkan til og geva nuansunum og virðingini fyri hvørjum øðrum ein kjans.

Hetta er ein løgin tíð og nú vilja fleiri vera við, at vit skulu vraka 266b, sum eg annars haldi markerar ein tann týdningarmesta hugsjónarpolitiska sigurin og eitt fyrijáttandi tekin um, at Føroyar eru á veg inn í framtíðina og ikki hin vegin. Nú aftaná ber sjálvandi til at intellektualisera málið, men hatta var eitt týðandi stríð, har serliga LGBT-persónar fingu eina tiltrongda viðurkenning frá móðurlandinum og hetta málið má og skal ongantíð undirmetast. Rákini flyta seg skjótt, men ikki nógv skjótari enn, at ráksnúningarnir fáa fylgt við. At løgmaður við bíbliusitatum velur at føra symbolpolitikk í sjálvari nýggjársrøðuni og brúkar vanlukkuligu støðuna hjá yvir hálvtrýss milliónum av flóttafólkum sum agn er ikki meira skammiligt enn atburðurin hjá øllum okkum bestuborgarum í Føroyum. Vit, sum halda við bæði upplýsing og sólarmyrking, men tó meta tað vera best, um flóttafólkini ikki koma higar til okkum, tí vit ikki meta okkum vera før fyri at taka okkum av menniskjum við so ræðuligum royndum, sum tey hava. Tá eg hoyri og luttaki í tílíkum samrøðum millum fitt hampafólk, má eg bara undrast. Eg undri meg sjálvandi um eklatanta óblíðskapin og kuldan, sum ikki passar saman við teirri føroysku sjálvsmyndini, men mest av øllum undrist eg um ta undirliggjandi samtyktina um, at vit í Føroyum onkursvegna eru ov góðvarin og fitt til tess at taka okkum av fólkum við sálarsárum, sum flýggja undan kríggji og øðrum fanansskapi. Hetta er ein margháttlig sjálvsfatan. Er hetta í grundini ikki ein fullkomilig vesalaváttan frá sama fólkaslagnum, sum av sínum eintingum hevur megnað at skipa fyri einari totalari sólarmyrking? 

Evnið í litinum í Listasavninum og Land í Eygsjón: Noreg í Norðurlandahúsinum

Nils Ohrt savnsleiðari byrjaði við at halda røðu um Thomas Arge og um framsýningina

Nils Ohrt savnsleiðari byrjaði við at halda røðu um Thomas Arge og um framsýningina

Evnið í litinum eitur framsýningin hjá Thomas Arge, sum læt upp í Listasavni Føroya í dag. Ein fernisering, ið savnaði eina rúgvu av fólkum. Í Norðurlandahúsinum settu tey hol á norsku vikuna við tveimum framsýningum hjá ávikavist Lars Kjemphol og Astri Luihn. Her eru myndir frá í dag, ummælið av Thomas Arge framsýningini kemur í komandi Dimmalætting. 

Angelika Nielsen og Anna Hüdepohl spældu framúrskarandi, m.a. eitt verk hjá Astor Piazzola.

Angelika Nielsen og Anna Hüdepohl spældu framúrskarandi, m.a. eitt verk hjá Astor Piazzola.

Síðani læt Bárður Jákupsson framsýningina upp við einari áhugaverdari røðu, sum eg hevði ynskt vardi longri.

Síðani læt Bárður Jákupsson framsýningina upp við einari áhugaverdari røðu, sum eg hevði ynskt vardi longri.

Nógv fólk vóru í Listasavninum

Eitt av verkunum hjá Thomas Arge

Sif Gunnarsdóttir helt upplatingarrøðu (á føroyskum!) í sambandi við tiltakið Land í Eygsjón: Noreg í Norðurlandahúsinum.

Malan Marnersdóttir helt røðu í sambandi við upplatingina av framsýningini hjá Astri Luihn í forhøllini í Norðurlandahúsinum

Malan Marnersdóttir helt røðu í sambandi við upplatingina av framsýningini hjá Astri Luihn í forhøllini í Norðurlandahúsinum

Har vóru eisini nógv fólk í Norðurlandahúsinum

Frá verkinum hjá Lars Kjemphol í Klingruni, sum eftir ætlan skal broyta seg komand dagarnar

Starvslønir - fáar krónur til leiklistina

Bárður Oskarsson fekk - væl uppiborið - 1 ára starvsløn. 

Í dag varð almannakunngjørt hvørji nevndin í Mentanargrunni Landsins metir at vera skilagóð at gera íløgu í vegna landið. Nógv fín listafólk hava fingið høvi at fáa arbeiðsfrið at skapa verk, ið verða okkum øllum til góðar. Sum altíð er eitt sindur av kjaki í kjalarvørrinum av starvslønunum. Tað vil so vera, tá umleið tveir triðingar av teimum, sum søktu starvsløn, einki fingu. Tilsamans vórðu latnar 117 mánaðarlønir fyri góðar tríggjar milliónir. Tilsamans vóru tað 104 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri tilsamans umleið 32 milliónir krónur og herav vóru 35 umsóknir gignar á møti. Eg havi talt saman nøkulunda hvat hvør listagrein hevur fingið og har eru bókmentirnar fremstar við 44 mánaðarstarvslønum, men her má leggjast aftrat, at talan eisini er um barnabókmentir, krimibókmentir, ymsar fakbókmentir, týddar bókmentir umframt upprunaføroyskar fagrar bókmentir. Á øðrum plássi er tónleikurin, sum fær tillutaðar umleið 30 mánaðars starvsløn, filmslistafólk fáa 12 mánaðar, meðan leiklist og dansur eru heilt niðri á 3 mánaðum. Mítt yvirlit skal lesast við fyrivarni, tað er gjørt við støði í hvat listafólkini plaga at takast við. Í veruleikanum, so sæst ikki nógv á tølunum. Kanska fara nakrir av bókmentakrónunum til at skriva leikrit fyri. Á tann hátt kann støðan javnviga eitt sindur betur enn hon sær út til, men skurðurin tykist ikki góður hjá leiklistini í ár.

Myndlist umleið 24 mánaðar

Bókmentir umleið 44 mánaðar (harav 18 barnabókmentir)

Tónleikur umleið 30 mánaðar

Filmur 12 mánaðar

Leiklist og dans 3 mánaðar

Ymiskt Umleið 4 mánaðar

 

Hesi fingu starvsløn í 2015:

Anker Eli Petersen 3 mánaðir

Astrid Andreasen 3 mánaðir

Bárður Oskarsson 12 mánaðir

Benjamin Petersen 3 mánaðir

Bergur Rønne Moberg 3 mánaðir

Brandur Patursson 3 mánaðir

Dánjal Dam á Neystabø 12 mánaðir

Durita Holm 2 mánaðir

Edvard Sofus Olsen 2 mánaðir

Elin Henriksen 2 mánaðir

Hanni Julius Bjartalíð 3 mánaðir

Hans Tórgarð 1 mánað

Ingi Joensen 2 mánaðir

Jan Nystrøm 3 mánaðir

Jens L. Thomsen 1 mánað

Jóanes Nielsen 6 mánaðir

Jón Aldará 3 mánaðir

Kirstin Helgadóttir 1 mánað

Kjartan Hansen 1 mánað

Kristina Sørensen Ougaard 1 mánað

Leivur Thomsen 3 mánaðir

Lív Maria Róadóttir Jæger 2 mánaðir

Maria Winther Olsen 3 mánaðir

Marianna Mørkøre 3 mánaðir

Marjun Syderbø Kjelnæs 3 mánaðir

Páll Nolsøe 2 mánaðir

Rakel Helmsdal 6 mánaðir

Rannvá Káradóttir 3 mánaðir

Rógvi á Rógvu 6 mánaðir

Sakaris Fríði Stórá 3 mánaðir

Sigmar Bláberg 2 mánaðir

Silja Strøm 6 mánaðir

Sissal Kampmann 3 mánaðir

Stanley Samuelsen 2 mánaðir

Steintór Rasmussen 3 mánaðir