Sólarmyrkingin nærkast í hvørjum, og fólk flest eru spent um hesa stórhending og gleða seg til ta vónandi dramatisku upplivingina, tá hin lívgevandi sólin fer at slókna. Onnur eru meira illteinkin, tey snerkja og huffa um hesi tekin í sólarmyrking og blóðmána og halda øll sum ein, at tíðirnar eru løgnar. Eg haldi sjálv, at hetta er løgin tíð, og tað haldi eg, sjálvt um tað hevur verið ein klisjé longu áðrenn Platon so mikið sum hugsaði tankan um tær løgnu tíðir, hann helt seg liva í, tá ung og gomul lærdu ósannindi, meðan tann, sum tordi at siga satt varð hildin at vera bæði svakur og býttur. Hendan vísdóm orðaði Platon forrestin á enskum, sambært Facebook, okkara felags andingarholi, sum sonevndir vinir í heilum ríka við klókum orðum hjá megnarkonum og – monnum, Sokrates, Simone de Beauvoir, Edvard Munch, Einstein, Ghandi, Buddha, H.C.Andersen, ið øll sambært nevndu FB-sitatum hava hugsað og orðað seg á enskum. Enskt er eitt vinnaramál í okkara tíð, danskt vilja børnini ikki hoyra - tað er mega embaressing og uncool, og hesi eru kanska hóskandi orð, tá hugsað verður um, at hesi somu børn búgva í einum múgvandi landi, sum í fjør fekk 644 milliónur av donskum krónum í blokkstuðuli. At tíðirnar eru góðar, tað skilst á samgonguni og tað fegnast vit sjálvsagt um, men eisini her eru løgnar andsøgnir sum t.d. tørvurin á eskjum við mati frá Herberginum, ið varð trífaldaður í 2014 í mun til árið fyri. Tað tykist sum vaksur talið á fólkum, sum mangla pengar til mat, og leiðarin á Herberginum nevnir bæði stakar uppihaldarar og pensionistar sum dømi uppá medmenniskju í okkara samfelag, sum ikki ordiliga fáa endarnar at røkka saman. Vit hava eisini í vaksandi mun hoyrt um álvarsligar trupulleikar hjá Landssjúkrahúsinum, og at nógvar kvinnur við ávísing til mammografi ikki eru slopnar til kanningar í mánaðir. Eru hetta góðar tíðir, má okkurt vera spinnandi galið við okkara raðfesting. Men nógv er løgið, kanska skuldu vit heldur lært børnini norskt, tá nú normenn vísa seg at eiga stóran part av okkara firðum. Tað er í øllum førum ringt at skilja, at ávísir privatpersónar ella fyritøkur kunnu eiga firðir og havið kring okkum. Hevði man nú átt sólina, kundi mann kravt atgongugjald til sólarmyrkingina ella í øllum førum til ta spektakuleru tendringina aftaná. Eg haldi, at sólarmyrkingin er nakað av tí minst løgna í okkara tíð. Eri eingin serfrøðingar, men havi als ongar trupulleikar við at fata, at mánin júst handan fríggjamorgunin eina stutta stund skuggar fyri sólini, og tann sannroynd, at hesin góði skuggi fellur á Føroyar júst nú og í mínari livitíð er ein av teimum mongu stuttligu tilvildarligu tilburðum, sum ríka tilveruna. Hjá summum er sjálvsálitið betri enn nøkur tilvild kann rúma. Fleiri tykjast halda sólarmyrkingina vera enn eitt gudagivið tekin um, at føroyingar eru tað útvalda fólkið og tað vakrasta landið, fleiri taka æruna av sólarmyrkingini og reypa øgiligt nú Føroyar eru ársins ferðamál 2015. “Flott – eitt ordans bragd” ljóðar ein av viðmerkingunum til fráboðanina um, at Føroyar eru nevndar í New York Times. – Ja óluksáliga flott, vit mugu fara at fyriskipa fleiri av hasum sólarmyrkingunum, hugsi eg við mær sjálvari.
Tìðirnar hava helst verið løgnar fyrr. Men eg veit ikki um nøkur onnur lutfalsliga vanlig kona í onkrum øðrum tíðarskeiði hevur sitið við køksborðið við einari so sterkari kenslu av støðugari broyting, sum hendan konan hevur í skrivandi stund. Einum varhuga av, at alt kann henda hvørja løtu, at vit yvirhøvur ikki stýra nøkrum. Kanska er tað internetið og altjóðagerðin, ein alsamt minkandi heimur og ein støðugt øktur kunningarstreymur, sum geva rákunum ferð og fáa meg at hóma dómadag upp til fleiri ferðir um vikuna - kanska er tað raðfestingin hjá tíðindarásunum ella mín egni ovurhonds tíðindaáhugi, sum eisini fær meg at hússja meðan tíðindini eru. Men viðhvørt verður útvarpið her í húsinum sløkt, serliga tá tey tosa, øll hesi ørkymlaðu fólkini um tørvin, tey hava at tukta likamið, at eta rætt, at trena kroppin og at tøma høvdið fyri øllum tí strævna, sum høvd nú einaferð kunnu innihalda. Men hvussu tómt skal tað í grundini vera í hasum høvdunum? Og ja, eg veit væl, at hesin eftirstundaði, svalligi mentali tómleikin neyvan varir allan dagin, men eg sakni mentanarligt dannilsi og virðing fyri hugdýpingini í samfelagnum. Ein av nógvum fyrimunum við at lesa bøkur og at uppliva list frá ymiskum tíðarskeiðum er, at listin gevur okkum eina fatan av hvussu fólk hava havt tað fyrr í tíðini, so at vitt eitt nú fáa ein varhuga av teirri øgiligu angist og tí velduga skelki, sum veraldarbardagarnir hava elvt til. Henda vitanin kann sjálvandi eisini finnast í søgubókum ella dagbókum, men vit vita, at fortíðin er konstruerað eftir hvussu framtíðin formaði seg júst á sama hátt sum vit í dag konstruera okkara facebook-vangamynd eftir hvussu vit sjálvi vilja fatast.