Føroysk poesi í Brússel

Yrkingarnar verða m.a. sýndar fram á plakatum í einum handilsmiðstøð í miðbýnum í Brússel, har túsundtals fólk ganga framvið hvønn dag.

Frá í dag og fram til 23. oktober verður ein føroysk yrking at síggja millum yrkingar úr 30 londum runt um í Brússel í samband við altjóða bókmentatiltakið Transpoesie 2014.

Aftur í ár luttaka Føroyar í afturvendandi bókmentatiltakinum í Brússel, Transpoesie. Hesa ferð verða yrkingar úr 30 londum á 28 ymiskum málum partur av býarmyndini í belgiska og ES høvuðsstaðnum fram til 23. oktober. Yrkingarnar verða hongdar upp í metro’ini, sporvognum, bussum og øðrum útvaldum samferðslustøðum í býnum. Her kunnu  tær lesast á frummáli og á báðum almennu málunum í Brússel, fronskum og hollendskum.

Í ár er tað Tóroddur Poulsen, ið er biðin um at velja eina yrking til høvið. Yrkingin (uttan heiti) er úr savninum Leyvið haldi eg, ið kom út fyrr í ár hjá forlagnum Edition After Hand í Danmark. Roald van Elswijk úr Hollandi hevur týtt yrkingina hjá Tóroddi til bæði hollendskt og franskt.

Transpoesie 2014 varð formliga sett á middegi í dag, tá ein framsýning við øllum yrkingunum á stórum plakatum lat upp í einari kendari handilsmistøð í miðbýnum í Brússel, Gallerie Anspach, har túsundtals fólk ganga hvønn dag. (sí myndir)

Tað er heldur ikki av tilvild, at tað er júst 26. september at Transpoesie fer av bakkastokki.  Í dag, 26. September, er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni, og er tað júst endamálið við Transpoesie at fagna  málsliga og mentanarliga fjølbroytni, sum ikki minst er eitt eyðkenni fyri lívið í Brússel.

 Á Transpoesie heimasíðuni ber til at lesa meira um sjálvt tiltakið, um Tórodd Poulsen og um hinar yrkjararnar, umframt allar yrkingarnar á frummálum og í týðingum.  http://www.transpoesie.eu/

Á heysti 2012 gjørdist føroyska sendistovan í Brússel atlimur í EUNIC Brussels, sum er eitt netverk á mentanarøkinum millum umboð fyri evropeisk lond í Brússel. Hetta hevur m.a. havt við sær, at Føroyar eru við í Transpoesie, sum EUNIC Brússel skipar fyri í samstarvi við býráðið í Brússel, almenna flutningskervið og ávísar mentanarstovnar í býnum. Soleiðis er Sendistova Føroya eisini sjónlig í lýsingartilfarinum sum ein av viðvirkandi stovnunum fyri Transpoesie.

Í ár hevur Sendistovan harumframt eisini verið við í arbeiðsbólkinum, ið skipar fyri Transpoesie 2014.

“Samstarvið um Transpoesie umvegis okkara netverk í Brússel hevur víst okkum, at ríkilig høvi eru at styrkja mentanarsambond millum Føroyar og evropeiska meginlandið. Serliga her í Brússel hava vit beinleiðis atgongd til eitt altjóða umhvørvi, har flestu lond í heiminum eru umboðað, eisini á mentanarøkinum. At taka virknan lut í slíkum samstarvi í Brússel gevur okkum góðar møguleikar at gera føroyska mentan betri kenda í hesum fjølbroytta umhvørvi”, sigur Kate Sanderson, sendikvinna Føroya til ES.

Marjun Lützen, skrivari/fulltrúi á Sendistovuni í  Brússel hevur verið við í arbeiðsbólkinum, ið hevur fyrireikað Transpoesie 2014.

Yrkingar úr 30 londum á 28 ymsum málum verða at siggja í Gallerie Anspach og í samferðsluni allastaðni kring býin í Brússel frá í dag og í ein mánað. 

Nógv fólk vóru komin saman í Galleri Anspach í Brússel á middegi í dag, har allar yrkingarnar í ársins Transpoesie verða sýndar fram í ein mánað, fram til 23 oktober.

Nógv fólk vóru komin saman í Galleri Anspach í Brússel á middegi í dag, har allar yrkingarnar í ársins Transpoesie verða sýndar fram í ein mánað, fram til 23 oktober.

Her hómast tvey kend andlit, Carl Jóhan Jensen og Kate Sanderson í rúgvuni.

Kristina Prunerová, stjórin á mentanarstovninum hjá Kekkia í Brússel og forkvinnan fyri EUNIC Brussels, bjóðar vælkomin til framsýningina og sjósetan av Transpoesie 2014. EUNIC Brussels er eitt samstarv um mentan millum stovnar og sendistovur hjá fleiri evropeiskum londum í Brússel. Sendistova Føroya er komin uppí EUNIC samstarvið í Brússel, sum m.a. stuðlar Transpoesie.

Tá likkurnar

gera eitt

slíkt mynstur

í luftini

sum í dag

vildi eg ynskt

at eg dugdi

at skriva sálmar

meðan eg leyp út

í fallskíggja

 

..............................................

 

quand les mouettes

desinnent un

motif

dans l’air

comme celui d’aujourd’hui

je voudrais

savoir

écrire des psaumes

lorsque je sauterai

en parachute

 

 

Traduction : Roald van Elswijk

 

 

Listini tørvar góðvild frá vinnuni

Í gjár boðaði savnsstjórin í Cincinnati Art Museum frá, at listasavnið hevði fingið eina peningagávu áljóðandi 6 milliónir $ frá sonevnda Nippert Grunninum, sum Louise Dieterle, hevur sett á stovn. Louise Dieterle doyði fyri tveimum árum síðani hundrað ára gomul, men hevði tá tryggjað, at stórur partur av hennara pengum skuldu brúkast til tess at tryggja listina, sum hon í so mong ár stuðlaði. Í USA hava tey heilt aðra hevd í mun til privatan listastuðul og yvirhøvur stuðul av ymiskum í samfelagum enn vit hava her. Har er tað ein sjálvsagdur lutur hjá nógvum ríkum vinnufólkum at stuðla listini. Hugsið tykkum um Listasavnið fekk 6 miliónir $, sum Savnið frítt slapp at disponera yvir, ella hvat við at Tjóðpallurin fekk 85 milliónir $, sum var upphæddin, ið Louise Dieterle gav tónleikalívinum í Cincinnati fyri nøkrum árum síðani. Vit hava fingið milliarderar í Føroyum. Tað gongur væl innan bæði fiskivinnu og alivinnu, men sæð burtur frá nøkrum fáum verkætlanum sum t.d. Kópakonan í Mikladali, hava vit enn ikki sæð nakra ordiliga donatión frá vinnuni til listina. Ein tílík tíð sum hendan, tá nøkur fólk gerast ovurhonds rík, eigur at síggjast aftur í listini. Á tann hátt kunnu vit øll, eisini framtíðar ættarlið eisini fáa nakað burturúr viðburðinum.

Sofía Nolsøe / Limbo á filmfestival í San Sebastian

Danski filmurin Limbo, sum er debutfilmur hjá Anna Sofie Hartmann verður sýndur á filmsfestivalinum í San Sebastian. Ein av høvuðsleikarunum í filminum, sum gongur fyri seg í Nakskov á Lollandi, er føroyska Sofía Nolsøe. Hon spælir unga føroyska kvinnan, Karin. 

http://www.hollywoodreporter.com/review/limbo-san-sebastian-review-735388?mobile_redirect=false

Lættari at arbeiða við fiski enn við filmi

Í sambandi við svenska filmsfestivalin Nordiskt panorama, setir svenska útvarpið Sakaris Stórá og filmin Vetrarmorgun á breddan. Her er ein áhugaverd stutt samrøða við Sakaris Stórá, sum varð send í gjár, um ta vantandi føroysku filmshevdina og hvat tað er, sum týdningarmikið við filmi og hvat tað er við heimbygdini, Skopun, sum inspirerar hann. Hann saknar á ein hátt at arbeiða á flakavirkinum, sigur leikstjórin úr Skopun, tí tað er lættari og einfaldari enn at vera filmsleikstjóri. Lurtið her: 

http://sverigesradio.se/sida/artikel.aspx?programid=1637&artikel=5973462

Flata kaninin viðmæld í Publisher Weekly

Sambært heimasíðuni hjá Bókadeildini er bókin Flata kaninin eftir Bárð Oskarsson, sum kom út í Kanada fyri stuttum, stendur umrødd í grein hjá Publishers Weekly á netinum: Fresh Takes: Canadian Publishing 2014 undir millumyvirskriftini Introducing Death.

http://www.publishersweekly.com/pw/by-topic/childrens/childrens-industry-news/article/64048-fresh-takes-canadian-publishing-2014.html

Tað er forlagstjórin á Owlkids Publisher, Karen Boersma, ið greiðir frá, hvussu hon kom fram á bókina. Tað var ein týskur starvsfelagi, ið hevði víst henni á bókina.
”Bókin er deiliga fjálg, tí har er ikki so nógvur tekstur, og hon fer við deyðanum við stórum samhuga, men ikki við sentimentaliteti, børn eru ikki sentimental …” sigur Karen Boesma millum annað. Vit kunnu ikki annað enn gleðast um hetta. Higartil er bókin komin út á fýra málum umframt á føroyskum, og vit bíða eftir tí fimta, tí um stutta tíð kemur hon eisini út á kekkiskum. Bókin er harumframt í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókavirðislønina, sum verður latin 29. oktober í Stockholm.

Hvørvandi Havnamyndir

Ein góðveðursdag fyri nøkrum árum síðani var eg á uttanduracafé við vinfólkum í Vágsbotni. Ein mentaður vinmaður mín, Havnamaður við stórum H hugdi droymandi út móti Argjum og longur út móti Glyvursnesi, og eg sá, at okkurt ikki hóvaði honum, tá hann spurdi: Høvdu japanar funnið uppá at planerað Fujijama? Og eg veit væl hvat hann meinar við, sjálvandi skulu vit búgva onkrastaðni, men samstundis mugu vit ansa eftir og vera góð við tað, sum er serligt í okkara býi. Eg haldi, at smáu húsini í miðbýarumhvørvinum eru nakað serligt og harmist um tey, sum verða tikin niður. Sjálvandi er eitt fitt petti frá heimskenda japanska gosfjallinum, sum Hokusai og Hiroshige hava lýst í føgrum myndum, til eyðmjúku húsini hjá Kolturs Onnu og hjá Adolfi á Húsabrúgv aftan fyri Gamla Bókhandil, sum sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráð skuldu takast niður í gjár. Húsini hjá Kolturs Onnu og hjá Adolfi verða í dag niðurtikin. Hvussu gomul uppruna húsini eru veit eg ikki, men smá 200 ár er ikki heilt av leið. Húsini standa á Húsabrúgv, ella ovast í Avholdsbrekkuni, sum fyrr varð sagt. ”Avhaldið” eru húsini millum Gl. Apotek og húsini hjá Adolfi, og eru í dag vaskaríð hjá Hafnia. Jólafundurin í 1888 varð hildin í Avhaldinum, og varð meir og minni byrjanin til tjóðskaparrøðsluna í Føroyum. Kommunala heimasíðan veit einki at siga um orsøkina til hví søguligu húsini skuldi takast niður, men røddir hava verið frammi um, at Hafnia ætlar at byggja út. Nú er tað ikki soleiðis, at eg haldi, at alt skal preserverast í ævigar tíðir ella, at eg ræðist broytingar, tí tað er einki at ræðast. Heldur kann mann ræðast vantandi atlit fyri teimum dimensiónum, sum býurin nú einaferð hevur.  

Men sjálvandi kunnu vit vóna tað besta. Tað er eyðsýniliga alt vit kunnu, tí burtur sæð frá friðaðum byarpørtum á Reyni osfr., ber til at gera hvat sum helst, eisini um tú ert eigari av einari sannari Havnamynd.

 


Hansina Iversen - fernisering

Í gjár læt framsýningin Anything is a mirror hjá Hansinu Iversen upp í Listasavni Føroya. Nógv fólk vóru til upplatingina, har tey høvdu høvið at lurta eftir røðu hjá Nils Ohrt og listakvinnuni sjálvari og harumframt var frálík tónleikaframførsla hjá Dánjali á Neystabø. Her eru nakrar myndir frá vøkru framsýningini.


Gisp!


Luttakaralistin yvir framsýnarar í Gisp er ikki almannakunngjørdur enn. Men eg rokni við, at hesin listamaðurin fer at taka lut, HuskMitNavn gjørdi hesa myndina, tá heimsmeistaraskapið í fótbólti var herfyri

Fyri lesarar av teknirøðum er danska ljóðorðið Gisp neyvan ókent. Eg haldi, at tað man vera eitt tað fyrsta orðið, eg nakrantíð las - tað var í Anders And blaðnum, sum eg lærdi meg at lesa á donskum, tí tað fanst ikki á føroyskum tá og líka visti eg hví Rip, Rap og Rup søgdu hetta Gisp! í heilum, Fedtemule segði sama løgna vana, men hann segði “Hydr” eisini, sum eg í mínum føroyska høvdi úttalaði føroyskt við herdum og aspireraðum “dr” ljóði, men sum eg við barnsliga opnum lyndi allíkavæl góðtók sum eitt at teimum mongu løgnu lutunum í hesi verð.  Tað var ikki fyrr enn nógv seinni, at eg fann út av, at gisp verður nýtt fyri at eftirlíkna ljóðinum, sum kemur, tá mann missir ondina av forskrekkilsi ella tí mann er bilsin

Gisp er heitið á einum átaki og einari framsýning í Norðurlandahúsinum, har teknirøðir eru í fokus nú í heyst. Framsýningin, ið letur upp 24.oktober, er breitt bygd á teknirøðir, tvs. at tað ikki bara snýr seg  um teknirøðir í sær sjálvum, men eisini um myndlist, málningar, grafikk, tekningar og filmar hjá samtíðarlistafólkum og teknarum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki og Danmark. Framsýningin miðsavnast um norðurlendska tekning bæði sum mentanarligt fyribrigdi og sum læringshøpi gjøgnum fimm tema: Krimi, mytu, gransking, sjálvsævisøgu og skemt. Við framsýningini ynskir Norðurlandahúsið at fokusera uppá ta fabulerandi síðuna av føroyskari myndlist, samstundis sum ætlanin er at fáa skúlanæmingar at brúka Norðurlandahúsið í størri mun. 

Hetta vikuskifti verður Peter Madsen (dugnaligi teknarin, sum teknaði m.a. Valhalla - hon finst forrestin á føroyskum) í Norðurlandahúsinum og greiðir frá um arbeiðið og leggur lag á. Tilmelding gongur fyri seg á heimasíðuni her: http://www.nlh.fo/Default.aspx?pageid=21127

Silja Strøm sigur aye!

 

Dagurin í dag er søguligur í Skotlandi, nú skotar skulu velja antin tey vilja vera sjálvstøðug tjóð ella tey vilja halda fram eins og áður sum partur av Stóra Bretlandi. Føroyska listakvinnan Silja Strøm úr Vestmanna býr í Glasgow, har hon er útbúgvin á kunstakademinum, og hon er als ikki í iva um hvar krossurin skal setast. Eg spyrji hana hvussu tað følist at búgva í Skotlandi í løtuni.

Silja: Tað er barasta so spennandi fyri tíðina, “Emotions are running high”, sum tey siga, á báðum síðum. Allastaðni, mann fer, er valið samrøðuevnið. Heili 97% av veljarunum hava jú skrásett seg sum veljarar, hetta er óhoyrt eftir t.d. enskum standardum. Nú er so at siga eingin munur millum Ja- og Nei-síðuna eftir nýggjastu veljarakanningini at døma. Eg haldi, at tá mann hugsar um, at ja-síðan at kalla onga umboðan hevur havt í teimum stóru miðlunum, er tað ein veldugur sigur.

Kinna: Hví kann ein føroyingur í Skotlandi vera so sannførdur í hesum máli?

Silja: Hetta snýr seg ikki um nationalismu, men um púra vanligt skynsemi. Tað eru skotar, ið eiga flestar ressoursir í Bretlandi, uttan at teir hava avgerðarrætt í mun til hvussu tær verða brúktar. Skotar hava t.d. onga ávirkan á, at kjarnorkuvápn verða fjald í The Higlands. Skotar hava ikki valt konservativt síðani í 1955, men hava allíkavæl verið stýrd av konservativum samgongum í fleiri umførum. Skotland hevur longu sína egnu lestrarskipan, sína egnu heilsuskipan, men við fleiri og fleiri skerjingum, ið verða dikteraðar úr Westminister, og alsamt fleiri privatiseringum, verður tað alsamt verri at halda hesum skipanum uppi.

 

Kinna: Hevur tú ikki á nøkrum sinni umhugsað at atkvøða nei?

Silja: Nei tað  haldi eg ikki, og Nei-valherferðin kann undir ongum umstøðum sannføra nakran. Teirra “Better together” kampagna hevur verið sera veik, haldi eg. Tey spæla bara upp á tað, tey her kalla 'fear tactics', uttan at hava nakra ítøkiliga politiska staðfesting. Hetta kemst kanska av, at teirra valherferð er undir leiðslu av eini sameining av skotska konservativa flokkinum, skotska labour og skotska liberala flokkum.

Glasgow er triðstørsti býur í Bretlandi og talið av børnum, sum liva undir fátækramarkinum er vaksið næstan 50%, síðan tey konservativu komu til maktina. Creative Scotland, skotski listagrunnurin, koyrdi leiðaran frá, tá listafólk mótmældu og hildu, at ætlanir um at umstrukturera felagið mintu um ensku skipanina, ið er strukturerað at geva kreativa ídnaðinum meira stuðul enn listini, listafólkunum og teimum listastýrdu gallaríunum, feløgunum, framsýningunum.

Silja Strøm heldur sum heild, at Skotland er eitt einastandandi land at búgva í, ikki minst tá tað kemur til list og mentan. List og listafólk eru eitt stórt tilfeingi hjá Skotlandi og listin verður vird hareftir, tí er tað kanska heldur ikki so løgið, at nógv listafólk mæla til at atkvøða: Ja! 

http://nationalcollective.com/2012/08/30/50-artists-creatives-who-support-scottish-independence/

Í sambandi við, at Commonwealth Games vóru í Glasgow í summar, vórðu 4 millonir pund aftrat lætnar listaverkætlanum um alt Skotland, og hetta kom aftrat vanliga listastuðlinum. Silja Strøm fegnast og hevur sjálv fingið nógv burtur úr lesnaðinum á akademinum og uppihaldinum herfyri í Scottish Sculpture Workshop, sum hevur ment hana nógv. Saman við íslendsku listakvinnuni Steinunn Thórarinnsdóttir hevði Silja Strøm Summarframsýningina hjá Norðurlandahúsinum í fjør, men enn hava vit nógv gott í væntu frá Silju Strøm, eg gleði meg til næstu framsýningina hjá sannførdu føroysku ja-sigara-listakvinnuni í Glasgow. 

Anything is a Mirror letur upp í dag

 

Hansina Iversen: ”Anything is a Mirror”

 

Framsýningin letur upp í dag, fríggjadag 19. sept. kl. 16:00.

Øll eru vælkomin!

Listin hjá Hansinu Iversen er klár, orkurík og sansalig og tí lætt atkomulig, men við sínum non-figurativa dámi er tað eisini torført at kenna nakað aftur í henni. Men tað er heldur ikki neyðugt. Vit kunnu bara hyggja – og kenna. Tá vit sleppa orðunum, gloyma vit okkum sjálvi. Og tá tað eisini hendir í einari fragdaruppliving, kennist tað í grundini sum tað, ið rópast lukka.

Framsýningin hongur uppi: 19. September – 30. november 2014

 

Ótroyttiligi tónleikagranskarin

Mynd: in.fo

                                                                                                                Skrivað hevur: Leif Hansen

Marianne Clausen (1947-2014)

3351 løg eru fest á blað og útgivin. Í sær sjálvum er hetta at rokna sum eitt roysni og av ómetaligum stórum týdningi fyri framtíðar gransking í evninum. Tað fyriliggja nú í fýra snotiligum bókum eitt stórt úrval av lagatilfari, sum ikki var lætt atkomuligt áður. Fyri stuttum lat Marianne so enn eina bók úr hondum, har hon savnaði tilfar úr teimum fyrstu bókunum í einum bindi. Marianne hevur verið ígjøgnum nærum allar kendar upptøkur av føroyskum fólkasangi og við stórum hegni skrivað niður á blað eitt breitt úrval av løgunum.

Nótaskriftin hevur sínar avmarkingar og langt kann sum kunnugt verða millum klingandi sálmasang, kvøðing ella skjaldrasang og nótablað. Innan tónleikaetnologiina er trupulleikin við transkriptión av slíkum slag vælkendur. Transkriptiónin verður ongantíð objektiv, men fer altíð at bera brá av tulking hjá tí, sum skrivar niður. Ein niðurskrift verður tí einans ein lýsing av einum lagi, og hvussu ávísi sangarin framførdi tað tá upptøkan varð gjørd. Vit fara heldur ongantíð identiskt at kunna framføra føroyskan dans, sálmasang ella skjaldur bara út frá nótunum. Verða løgini á nóta tiknin út úr rætta kontekstinum eru tey neyvan at kenna aftur. Men transkriberaðu løgini loyva okkum hinvegin at studera hetta ovurhonds stóra lagatilfar. Uppskriftirnar gevur okkum eina góða peiling av tónleikaliga innihaldinum, rytmu og tónalitet í løgunum. Við einum so royndum og nærlagdum nótaskrivara sum Marianne Clausen var, kunna vit verða vís í, at vit við teimum avmarkingum, sum liggja í nótaskrift, neyvan sleppa nógv nærri tónleikakelduni. Ótroyttiligi tónleikagranskarin gjørdi eitt megnar arbeiði, til gleði og gagns fyri framtíðar tónleikarar og ikki minst tónleikagranskarar.

Takk fyri, Marianne

Marianne Clausen. Foto: John Dalsgarð

Tónleikafrøðingurin, Marianne Clausen (1947-2014) er deyð 66 ára gomul eftir stutta sjúkralegu. Hon fekk Heiðursgávu Landsins fyri tveimum árum síðani fyri sítt  granskingararbeiði í føroyskum siðbundnum tónleiki. M.a. fevnir hetta arbeiði um niðurskriving av upptøkum av kingosangi, kvæðum, vísum og skjaldrum. Hetta er mentanararvur, sum hevur sín uppruna í Europa, men sum er varðveittur í sínum serliga líki her í Føroyum. Í grundgevingini fyri Heiðursgávu Landsins stóð m.a. at bøkurnar og innsavningararbeiðið aftan fyri tær má sigast at vera javnlíkt einum lívsverki í vavi og dygd. Bøkurnar eru gull verdar fyri einhvønn, ið vil arbeiða við føroyskum siðbundnum tónleiki, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at vit her hava við verk at gera, ið hava alstóran týdning fyri føroyskan mentanararv og gransking. Umframt týdningarmikla arbeiðið við siðbundna tónleikinum, hevur Marianne gjørt munagott arbeiði við at niðurskriva løgini eftir Regin Dahl.

Tað er minni enn ein mánaði síðani, at nýggjasta bókin hjá Marianne Clausen, Føroya ljóð, varð løgd fram á móttøku í Norðurlandahúsinum, Zakaris Vang gav bæði hesa og hinar útgávurnar hjá Marianne út.

Sjálv lærdi eg Marianne at kenna fyrst í hálvfemsunum, tá eg var farin niður at lesa og sum so mong onnur sangáhugað byrjaði at syngja við Húsakórinum í Keypmannahavn. Í Húsakórinum var Marianne Clausen í mong ár tann ovurhonds passioneraði kórleiðarin. Vit vandu eina skrá tá við kórútsetingum av Kingo-sangum, hetta var fyri meg sera áhugavert og serstakt, og eg haldi sum heild, at Marianne Clausen var óalmindiliga fínur tónleikamiðlari. Í dag havi eg satt at siga eitt sindur ilt við at ímynda mær, at hon ikki er til meira. Hon verður saknað av sínum kæru, og av vinfólkum, men eisini av øllum, sum eru góð við føroyska mentan, sum hon tænti væl. - Takk fyri, Marianne.

http://www.listaportal.com/tonleikur/2014/8/23/froya-lj-er-komin-t

Declare independence


http://www.youtube.com/watch?v=pXVlQTC2yB0

Declare independence hjá Bjørk er upplagdur at spæla í hesum døgum nú hart leikar á í Skotlandi. Her er eisini ein hugleiðing hjá einum australskum journalisti, sum heldur, at skotskt fullveldi minnir hann um hjúnarskilnaðin hjá ommuni og abbanum, sum var skiljandi, men sum kom nakað seint... 

http://www.moustachemagazine.com/2014/09/the-symbolic-vs-the-pragmatic-scottish-independence/

Eiga tit ein vegg til hendan fýrin?

Dagsins mest áhugaverda áheitan kemur frá danska listamanninum HuskMitNavn, sum manglar uttandura veggir í ella uttan fyri Havn at mála á. Hann verður við á framsýning í Norðurlandahúsinum, sum Lotte Nishanti Winther skipar fyri. HuskMitNavn er eitt pseudonym fyri ein kendan danskan listamann streetartist, sum er føddur í 1975 og sum hevur sýnt fram á viðurkendum gallaríum um allan heim. Hann skrivar: “HEJ FÆRØERNE Jeg kommer snart til Thorshavn og mangler nogen udendørs-vægge at male på. Minimum 2x2 meter, nye huse, forladte huse, industribygninger, alt har interesse, også udenfor Thorshavn. Kender du til nogen eller kender du nogen folk, der måske kan hjælpe, så skriv til info@huskmitnavn.com Tak for det.”

Mentanarpolitikkur á skránni

Tóroddur Poulsen: Tjóðveldi v/s Samband

Tóroddur Poulsen: Tjóðveldi v/s Samband

Tjóðveldi brynjar seg til komandi valstríð við einari dagføring av stevnuskránni, har skapandi mentan og list er eitt øki, sum tykist verða tikið í álvara. Hetta er í hvussu so er nógv tann størsta og mest framasøkna mentanarstevnuskráin hjá nøkrum føroyskum flokki higartil. Hon er full av fínum hugskotum, eitt nú skulu játtanir til mentan og list økjast munandi, eitt Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum. Nevndu stuðulsjáttanir koma frá bæði yrkis- og áhugalist, dirvið røkkur eftir øllum at døma ikki til at skilja hesi bæði rættiliga ymisku øki sundur. Tað skal bera til at tryggja listafólkum at fáa fasta starvsløn. Føroya Symfoniorkestur skal hava haldført fíggjarligt grundarlag og sømilig kor at virka undir, Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag. 

Tað er av sonnum ringt at vera ósamd við so góðum mentanarstevnumiðum sum hesum hjá Tjóðveldi (eg seti tey øll samlað inn niðast), men spurningurin er sum altíð í politikki hvussu ítøkilig tílík lyfti eru, verða tey útint í verki, tá Tjóðveldi situr í samgongu?. 

Sambandsflokkurin situr sum kunnugt í samgongu og mentanarskráin sum Sambandsflokkurin tók við sær á val seinast sá í grundini heilt skilagóð út, sí hana her:  http://listinblog.blogspot.com/2011/10/sambandsflokkurin-fyrstur-vi.html. Umframt alt tað varðveitandi sum ein konservativur flokkur má standa fyri, tykist hugburðurin jaligur. Sambandsflokkurin ynskir at økja játtanina til Mentanargrunnin, listaskúlar og verkstovur til listafólk skulu setast á stovn, byggjast skal eitt nýtt tjóðsavn, leiklistin skal mennast, tjóðpallurin skal hava nýggj høli og síðst men ikki minst skal “Politisku myndugleikarnir skapa fíggjarligu- og mentunarligu karmarnar, og ikki stýra listini - tað er uppgávan hjá fakfólki”.

Hetta ljóðar gott ha? Trupulleikin er bara, at Sambandsflokkurin ikki hevur framt ein tann einasta av hesum málsetningum. At ein Listaskúli er settur á stovn í Havn, er ikki Sambandsflokkinum fyri at takka og støðan hjá Tjóðpallinum er enn líka út av lagi vánalig sum hon var, sama er galdandi fyri Føroya Symfoniorkestur. Sambandsmentamálaráðharrin økti onga mentanajáttan, nei, hann legði út við at minka játtanina hjá Mentanargrunninum og royndi so sum ketta upp úr høvdatrog at káva útyvir hesa skemdargerð við at bróta armslongdarregluna við eini forfordeiling av listagreinunum. – So nei, higartil kann ikki sigast, at mentanarligi innsatsurin hjá hesari samgonguni hevur imponerað nakran.

-----------------------------------------------------------------------------------------------

Sambandsflokkurin: Mentan (2011)

Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum.

• Játtanin til Mentanargrunnin verður økt og gjørd verður langtíðarfíggjarætlan fyri grunnin. Virkisøkið grunsins skal framhaldandi vera at veita starvslønir umframt at stuðla útgávum og mentanarligum tiltøkum

• Listaskúlar og verkstovur (ateliér) til listafólk skulu setast á stovn. Hetta kann m.a. gerast í tómum skúlabygningum e.l. Møguligt skal vera hjá føroyskum eins og útlendskum listafólki, í avmarkaða tíð og við lagaligum treytum, at gista og starvast í verkstovunum

• Altjóða marknaðarførsla av føroyskari tónleikavinnu

• Byggjast skal tjóðsavn eftir tí tørvi, ið nútímans savn av slíkum slagi krevur, soleiðis at hølis- og framsýningarviðurskiftini verða nútíðargjørd. Savnið skal kunna hýsa Fornminnis-, Náttúrugripa- og Landsskjalasavninum, bæði við tí virksemi, hesir stovnar hava í dag og væntandi fara at fáa í framtíðini. Í tann mun aðrir stovnar natúrliga hoyra heima í Tjóðsavninum, skal tað vera gjørligt eisini at hýsa tí virkseminum

• Leiklistin skal mennast, so at høvi verður hjá fólki alsamt at síggja leiklist á høgum støði. Tjóðpallurin skal hava nýggj høli, skal gerast út við neyðugari tøkni, neyðugum starvsfólki, haraftrat skulu arbeiðsumstøðurnar hjá leikarunum styrkjast við starvssetanum.

Politisku myndugleikarnir skulu skapa fíggjarligu- og mentunarligu karmarnar, og ikki stýra listini - tað er uppgávan hjá fakfólki. Listin skal stuðlast av bæði tí almenna (landi og kommunum) og tí privata fyri, at hon ikki bara skal verða treytað av einari fíggingarkeldu.

 

Tjóðveldi: Skapandi mentan og list

●  Mentanar- og listapolitikkur  ●  Mentanar- og listaráð

Føroya  ●  Mál og bókmentir  ●  Skapandi list og mentan

●  Mentanarstovnar  ●  Tjóðleikhús og symfoniorkestur

●  Bókasøvn ●  Felagslív og livandi mentanararvur

 

Mentanar- og listapolitikkur

Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Mentan og list eru grundarlagið fyri vinnu, búskapi, sosialari menning og frælsi. Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni, víðskygni, framtak í fólkinum og gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir í heiminum. Mentan og list eru fremsta umboðan okkara úti í heimi og skapa inntøkur til landið – bæði í sjálvum sær og við at fremja føroyskan útflutning, ferðavinnu og skapa vinnu sum heild. Vit vilja tí styrkja og áhaldandi menna ein dyggan og framsóknan mentanarog listapolitikk. Eitt týðandi amboð at fremja nýhugsandi og fakliga grundaðan mentanarpolitikk er at skipa eitt óheft Mentanar- og listaráð Føroya við fjølbroyttari umboðan úr mentanar- og listalívinum.

• Øll eiga rætt og atgongd til mentan og list.

• Sum lítil tjóð skulu vit nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentan og

list sammett við størri lond.

• At bond og stýring ikki verða løgd á mentanararbeiði, men at tað nælir og

veksur á frælsum grundarlagi

• Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.

• Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til týð ara -grunn, miðlagrunn, filmsgrunn umframt til royndarverkætlanir og nýhugs -andi verk ætlanir.

• Eggjað verður til økt samstarv og nýhugsan frá dagstovnum og skúlum og

út í mentanarstovnar.

• Mentanar- og listaútbúgvingar verða styrktar sum lærugreinir í fólka-, mið -náms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum.

• Høvundum, týðarum og listafólki annars skulu kunna tryggjast føst starvsløn, umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.

• Listafólki verða tryggjað skipað starvs-, lønar- og eftirlønarviðurskifti.

 

Mentanar- og listaráð Føroya

Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku lista -greinirnar , áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið.

Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi:

Mál og bókmentir

Føroyskt mál og føroysk mentan eru styrkt við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar av -bjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.

Føroyskt mál skal mennast og eiga sess á øllum rongum og gerast fult sam -felags bært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar sam -felagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.

Neyðugt er at styrkja stovnar sum Nám, Kringvarpið og Søvn Landsins, so teir kunnu ganga á odda í tí miðvísa arbeiði, sum krevst, fyri at styrkja og geva føroyska málinum og mentanini ta tign í gerandisdegnum og í framtíðini, sum tað av røttum eigur.

Tjóðveldi vil

• Tilmælini í álitinum ”Málmørk” verða miðvíst sett í verk.

• Høvundum, týðarum og listafólki annars skal kunna tryggjast føst starvsløn,

umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.

• Týðaragrunnur verður settur á stovn.

• Stuðul til føroyska bókaútgávu og útgávu av teldutøkum tilfari á føroyskum

verður styrktur munandi.

• Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liðiligari.

• Stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týðing av bókmentum, filmum,

spølum,telduforritum, talgildum nýtaramótum o.s.fr.

• Stuðulin til orðabókagerð og menning av orðabókatøkni og netorðabókum

verður øktur.

• Føroyskum børnum uttanlands verður veitt móðurmálsundirvísing gjøgnum

KT-samskifti og onnur undirvísing.

 

Skapandi list og mentan

Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk.

Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum sterkari samfelag. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bókmentum, myndlist til byggilist, handverkslist, sniðgeving umframt filmslist, sum telist millum listagreinirnar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.

Tjóðveldi vil

• List, mentan og sangur skulu verða sjálvsagdur partur av virkseminum í barnagørðum og skúlum.

• Tryggja góðar umstøður til undirvísing í tónleiki, sjónleiki, myndlist og bók -mentum.

• Geva yrkislistafólki møguleikan at hava samansett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.

• Fáa til vega listabústaðir til arbeiðsbýli at hýsa listafólki avmarkað tíðarskeið.

• Orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina.

• Í  øllum  almennum  byggiverkætlanum  skal  ávís  upphædd  av  byggi-kostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list.

• Stuðla mentanarligari og listaligari gransking og skipanum, ið virka fyri

útflutningi av føroyskari list og mentan.

• Filmsgrunnur skal setast á stovn at veita stuðul og fígging til føroyskar

filmsspírar og -framleiðarar.

• Filmsgrunnurin verður so líðandi mentur til ein veruligan filmsstovn, sum

skal gera tað møguligt at marknaðarføra føroyskan spælifilm úti í heimi.

Mentanarstovnar

Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú Søvn Landsins, hava eina sera týðandi upp gávu í samfelagnum og mótvegis borgaranum. Tí er neyðugt við greiðari og tíðar hóskandi lóggávu á savnsøkinum. Søvn Landsins eiga sum leiðandi søvn í Føroyum at fáa góð kor at arbeiða undir. Fremsta endamál teirra er at skráseta, innsavna og varðveita okkara mentanararv og á fjølbroyttan hátt at miðla teirra vitan og veita upplýsing. Mentanararvurin á søvnum má tryggjast, so hann ikki forferst, men eisini er tøkur til komandi ættarlið.

Savnsvirksemi snýr seg í stóran mun eisini um at skapa trivnað, samleika og nýhugsan millum fólk í einum virknum nærumhvørvi, so fólk kring landið kunnu skipa sín áhuga og kenna ognarskap í at reka mentanarsøguligt virksemi. Søvn Landsins hevur yvirskipaða, fakliga ábyrgd og setir karmar, men dentur skal verða lagdur á, at hugskot, átøk og søvn sprottin úr lokalumhvørvinum og frá einstak -lingum merkja tað útinnandi og dagliga bygdasavnsvirksemið.

Sum tjóð í miðjum Norðuratlantshavi, sum hevur ment seg í og við náttúruni á sjógvi og landi, eiga vit at hugsa stórt á savnsøkinum. Vit eiga at menna nýggj søvn og útbyggja søvn, sum goyma og skapa vitan og gransking um ta ríku søgu, tær royndir, tað tilfeingið og tær avbjóðingar, ið vit hava.

Tjóðveldi vil

• Framkomið náttúrugripasavn, sjósavn, savn fyri fiskivinnu- og skipasøgu,

hvalaveiðisavn o.a. skulu mennast og útbyggjast.

• Fornminnalógin verður endurskoðað og styrkt.

• Lóg fyri listasøvn verður gjørd.

• Listasavn Føroya verður lagt undir Søvn Landsins.

• Sáttmálar verða gjørdir millum Mentamálaráðið og mentanarstovnarnar, sum útgreina uppgávur og skyldur hjá stovnunum.

• Styrkja staðbundnu søvnini og mentanarvirksemið sum heild, so hesi í størri og virknari mun samstarva og virka saman við Søvnum Landsins.

• Søvnini skulu vera virkin partur i frálæruni í fólkaskúlanum og mið náms -skúlunum.

• Søvnini verða stuðlað, so tey kunnu taka lut í gransking innanlands og úti í heimi.

• Søvnini skulu hava møguleika at samstarva við vinnufeløg og einstaklingar.

• Stig skulu takast beinavegin við talgilding at tryggja mentanararvin, m.a.

gomul dagbløð, skjøl og bandasøvn.

• Fornlutir og fornminni verða sjónligari og livandi partur av mentan og søgu

okkara.

Tjóðleikhús og symfoniorkestur

Tjóðpallur og symfoniorkestur eru mentanarframherjar, hvørs týdningur fyri

mentan, samleika og listarliga umhvørvi okkara valla kunnu yvirmetast.

Tjóðveldi vil

• Føroya Symfoniorkestri verða tryggjað haldført fíggjarligt grundarlag og

sømilig kor at virka undir.

• Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag.

 

 

Parkeringsmentan í Havn

Skálatrøð skal ikki vera langtíðarparkeringspláss longur

Í einum viðtali, sum eg hevði við kenda danska listamannin, John Kørner, undraði hann seg øgiligt yvir bilferðsluna í miðbýnum í Havn. Hann helt tað vera fantastiska løgið við einum so fittum, vakrum og lutfalsliga lítlum miðbýi, sum samstundis var so á tremur í bilum. Bilferðslan er aggressivt til staðar í býnum, helt hann, mann má allatíð vara seg fyri bilum, súkklarar eru í lívsvanda og summastaðni er enntá eingin gongubreyt. Tað var líka við, at hann spurdi um vit føroyingar ikki hava bein at ganga á, men tað hava vit jú júst sum teir mongu danir, ið koyra bil inni í miðbýnum í Keypmannahavn. Men eg skilji væl hvat hann meinar, John Kørner, tí miðbýurin stendur til at bresta av bilum og bilosi og ofta kemur tann tankin til mín, at býurin fyrst og fremst er til tey koyrandi. Til dømis, tá eg gangi eftir Bøgøtu, har eingin gonguteigur er. Men nú eru kanska broytingar í væntu. Sambært in.fo sigur Heðin Mortensen, at tey, sum koyra til arbeiðis í Havn í bili, ikki longur skulu sleppa at parkera í Skálatrøð, ella nakra aðrstaðni í miðbýnum, í staðin ætlar hann at fáa til vega fleiri stuttíðar parkeringspláss, sum ætlandi eisini skulu skaffa pengar í kommunukassan. Heðin Mortensen sigur, at tey, sum brúka bil til arbeiðis, skulu vísast til parkeringspláss í Gundadali og longur uppi í Havnini.- Vit hava gott og ókeypis samband við býarbussum, so tað ber væl til at koyra við bussi úr Gundadali, ella longur uppi í Havnini, oman í býin - ella fólk nýta høvi til at fáa ein friskligan gongutúr um morgunin. Borgarstjórin ásannar, at higartil hevur tað verið vónleyst at fáa løgting og landsstýri at gera tær neyðugu lógarbroytingarnar, sum krevjast, so at kommunan kann yvirtaka parkeringsviðurskiftini í kommununi. Í hesum sambandi verður tosað um at seta gjaldsparkering um verk, so tey, sum parkera, rinda fyri tíðina, tey parkera. Tað skilst, at borgarstjórin vil hava alla langtíðarparkering burtur frá miðbýnum. - Skálatrøð, og onnur parkeringspláss í miðbýnum og niðri í Havnini annars, skulu ikki verða upptikin av bilum, sum standa har fyri dagin, ímeðan eigarin er til arbeiðis. Heðin Mortensen heldur, at tey, sum brúka bil til arbeiðis, heldur skulu vísast til parkeringspláss í Gundadali og longur uppi í Havnini. 

Øll nýhugsan viðvíkjandi miðbýnum er av sonnum tiltrongd, men sjálvandi mugu vit ansa eftir, at ikki taka lívið av tí lítla lívi, sum ænir eftir millum Kongabrúnna og Steinatún. Eg hugsi um handlar og frisørar og onnur, sum longu undir verandi umstøðum hava trupulleikar av parkering. Samstundis fegnist eg, tá tosað verður um at fáa bilarnar burtur av Skálatrøð, tí tað gevur mær vónir um ein nýggjan Tjóðpall. Helst eri eg ov optimistiskt, men tað ber væl til at hugsa alternativt og enntá listarligt viðvíkjandi trafikki og bilparkering. Fleiri býir brúka gjaldsparkering, sum verður staðsett í parkeringskjallarum ella parkeringstornum eitt sindur uttan fyri centrum, hesar parkeringsloysnir verða partar av kreativum býarætlanum. Hvat við at latið Trónd Patursson ella okkurt annað listafólk gjørt eitt býarmonument av einum parkeringshúsi í Havn, tað hevði ikki misklætt einum tjóðpalli ella? 



Olaf Johannessen hevur fingið høvuðsleiklutin í Mefisto

Betty Nansen Teatrið boðar frá, at Olaf Johannessen fer at spæla høvuðsleiklutin í leikinum, sum tey fara at seta upp við støði í skaldsøguni hjá Klaus Mann, Mefisto. Summi hava kanska sæð Oscar-virðislønta filmin hjá Szabó István við Klaus Maria Brandauer í høvuðsleiklutinum sum Hendrik Höfgen. Skaldsøgan hjá Klaus Mann snýr seg um týska sjónleikaran og teaturstjóran, Gustaf Gründgens og hansara viðurskifti við týsku nazistarnar, Gründgens verður mettur sum ein av tíðarinnar størstu týsku sjónleikarunum, m.a. verður hansara leiklutur sum Mephistopheles í Faust hjá Goethe tikin fram sum besta tulking av leiklutinum yvirhøvur. 

Eftir øllum at døma var tað upprunaliga Thure Lindhardt, sum átti leiklutin, men tá honum barst frá, fingu tey fatur á føroyska sjónleikaranum. Stjórin í leikhúsinum, Henrik Hartmann fegnast: ”Heldigvis kan jeg glæde mig over, at vi har været så heldige, at Olaf Johannessen har sagt ja til at spille Mefisto. Olaf er en af de bedste skuespillere herhjemme og var med i vores succesforestilling Et drømmespil. Nu glæder vi os over, at han igen er på Betty Nansen Teatret i en ny stor rolle som Mefisto.” Olaf Johannessen er en af landets mest respekterede karakterskuespillere og har gennem karrieren stået på nogle af de største scener herhjemme og i udlandet. Også på tv har han brilleriet, blandt andet i rollen som statsminister Kristian Kamper i tv-serien Forbrydelsen III. I 2013 høstede han stor succes for sin rolle som Peer Gynt på Schauspielhaus Düsseldorf i Tyskland, der indbragte ham en Faust-nominering, som er Tysklands største teaterpris.  

Í løtuni venur Olaf Johannessen ein leik hjá Adam Price við heitinum Samtale før døden, sum verður frumframførdur á Edison, annekspallinum hjá Betty Nansen leikhúsinum, í november. 

Mefisto verður framførdur á høvuðssenuni á Frederiksberg Allé í november.

Leikarar eru: Olaf Johannessen, Stine Stengade, Iben Hjejle, Kristian Halken, Anders Juul, Christiane Gjellerup Koch, Anna Stokholm, Morten Eisner, Mikkel Kaastrup-Mathew og Jens Jacob Tychsen.