Olaf Johannessen hevur fingið høvuðsleiklutin í Mefisto
/Betty Nansen Teatrið boðar frá, at Olaf Johannessen fer at spæla høvuðsleiklutin í leikinum, sum tey fara at seta upp við støði í skaldsøguni hjá Klaus Mann, Mefisto. Summi hava kanska sæð Oscar-virðislønta filmin hjá Szabó István við Klaus Maria Brandauer í høvuðsleiklutinum sum Hendrik Höfgen. Skaldsøgan hjá Klaus Mann snýr seg um týska sjónleikaran og teaturstjóran, Gustaf Gründgens og hansara viðurskifti við týsku nazistarnar, Gründgens verður mettur sum ein av tíðarinnar størstu týsku sjónleikarunum, m.a. verður hansara leiklutur sum Mephistopheles í Faust hjá Goethe tikin fram sum besta tulking av leiklutinum yvirhøvur.
Eftir øllum at døma var tað upprunaliga Thure Lindhardt, sum átti leiklutin, men tá honum barst frá, fingu tey fatur á føroyska sjónleikaranum. Stjórin í leikhúsinum, Henrik Hartmann fegnast: ”Heldigvis kan jeg glæde mig over, at vi har været så heldige, at Olaf Johannessen har sagt ja til at spille Mefisto. Olaf er en af de bedste skuespillere herhjemme og var med i vores succesforestilling Et drømmespil. Nu glæder vi os over, at han igen er på Betty Nansen Teatret i en ny stor rolle som Mefisto.” Olaf Johannessen er en af landets mest respekterede karakterskuespillere og har gennem karrieren stået på nogle af de største scener herhjemme og i udlandet. Også på tv har han brilleriet, blandt andet i rollen som statsminister Kristian Kamper i tv-serien Forbrydelsen III. I 2013 høstede han stor succes for sin rolle som Peer Gynt på Schauspielhaus Düsseldorf i Tyskland, der indbragte ham en Faust-nominering, som er Tysklands største teaterpris.
Í løtuni venur Olaf Johannessen ein leik hjá Adam Price við heitinum Samtale før døden, sum verður frumframførdur á Edison, annekspallinum hjá Betty Nansen leikhúsinum, í november.
Mefisto verður framførdur á høvuðssenuni á Frederiksberg Allé í november.
Leikarar eru: Olaf Johannessen, Stine Stengade, Iben Hjejle, Kristian Halken, Anders Juul, Christiane Gjellerup Koch, Anna Stokholm, Morten Eisner, Mikkel Kaastrup-Mathew og Jens Jacob Tychsen.