Eiga tit ein vegg til hendan fýrin?
/Dagsins mest áhugaverda áheitan kemur frá danska listamanninum HuskMitNavn, sum manglar uttandura veggir í ella uttan fyri Havn at mála á. Hann verður við á framsýning í Norðurlandahúsinum, sum Lotte Nishanti Winther skipar fyri. HuskMitNavn er eitt pseudonym fyri ein kendan danskan listamann streetartist, sum er føddur í 1975 og sum hevur sýnt fram á viðurkendum gallaríum um allan heim. Hann skrivar: “HEJ FÆRØERNE Jeg kommer snart til Thorshavn og mangler nogen udendørs-vægge at male på. Minimum 2x2 meter, nye huse, forladte huse, industribygninger, alt har interesse, også udenfor Thorshavn. Kender du til nogen eller kender du nogen folk, der måske kan hjælpe, så skriv til info@huskmitnavn.com Tak for det.”