Anything is a Mirror letur upp í dag
/
Hansina Iversen: ”Anything is a Mirror”
Framsýningin letur upp í dag, fríggjadag 19. sept. kl. 16:00.
Øll eru vælkomin!
Listin hjá Hansinu Iversen er klár, orkurík og sansalig og tí lætt atkomulig, men við sínum non-figurativa dámi er tað eisini torført at kenna nakað aftur í henni. Men tað er heldur ikki neyðugt. Vit kunnu bara hyggja – og kenna. Tá vit sleppa orðunum, gloyma vit okkum sjálvi. Og tá tað eisini hendir í einari fragdaruppliving, kennist tað í grundini sum tað, ið rópast lukka.
Framsýningin hongur uppi: 19. September – 30. november 2014