Listini tørvar góðvild frá vinnuni

Í gjár boðaði savnsstjórin í Cincinnati Art Museum frá, at listasavnið hevði fingið eina peningagávu áljóðandi 6 milliónir $ frá sonevnda Nippert Grunninum, sum Louise Dieterle, hevur sett á stovn. Louise Dieterle doyði fyri tveimum árum síðani hundrað ára gomul, men hevði tá tryggjað, at stórur partur av hennara pengum skuldu brúkast til tess at tryggja listina, sum hon í so mong ár stuðlaði. Í USA hava tey heilt aðra hevd í mun til privatan listastuðul og yvirhøvur stuðul av ymiskum í samfelagum enn vit hava her. Har er tað ein sjálvsagdur lutur hjá nógvum ríkum vinnufólkum at stuðla listini. Hugsið tykkum um Listasavnið fekk 6 miliónir $, sum Savnið frítt slapp at disponera yvir, ella hvat við at Tjóðpallurin fekk 85 milliónir $, sum var upphæddin, ið Louise Dieterle gav tónleikalívinum í Cincinnati fyri nøkrum árum síðani. Vit hava fingið milliarderar í Føroyum. Tað gongur væl innan bæði fiskivinnu og alivinnu, men sæð burtur frá nøkrum fáum verkætlanum sum t.d. Kópakonan í Mikladali, hava vit enn ikki sæð nakra ordiliga donatión frá vinnuni til listina. Ein tílík tíð sum hendan, tá nøkur fólk gerast ovurhonds rík, eigur at síggjast aftur í listini. Á tann hátt kunnu vit øll, eisini framtíðar ættarlið eisini fáa nakað burturúr viðburðinum.