Henrik Have er deyður

Í dag komu deyðsboðini av danska myndlistamanninum og høvundanum Henrik Have, sum var 68 ár nú hann doyði eftir drúgva sjúkralegu. Hann var ein listarlig eldsál, ið arbeiddi við málningum, standmyndum, yrkingum og bókaútgávu. Hann var sjálvlærdur listamaður og limur í listabólkinum Decembristerne. Henrik Have fekk lívslongu veitingina frá Statens Kunstfond. Hann var maðurin handan forlagið After Hand, sum m.a. hevur givið út fimm bøkur hjá Tóroddi Poulsen. Bæði myndlist og yrkingar hava støði í avantgardismuni og seinnu árini hevur hann arbeitt nógv við at sameina myndir og tekst. 

 

 

 

 

 

Søgan um eina móðir

Tá leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir og hennara fólk, begávaði við blómum, vóru farin av pallinum í Norðurlandahúsinum í kvøld, var tað sum um, at áskoðararnir als ongan hug høvdu at reisa seg úr stólunum. Vit sótu bara har pinnastill og í skrivandi stund ivist eg enn í hvaðani lammilsið stavar, um tað er vantandi avkláring av onkrum slag, men eg haldi tað var sjokk og sorg yvir tað ræðuliga mammuportrettið, sum vit júst høvdu verið vitni til og sum vit høvdu brúk fyri at sodna.

Søgan um eina móðir hjá H.C.Andersen snýr seg sum kunnugt um eina kvinnu, sum eftir at hava ofrað alt, sína rødd, sítt hár og sítt hjartablóð fyri at fáa barn sítt aftur frá deyðanum, ásannar, at hon ikki megnar at taka dagar millum hvør skal liva og hvør skal doyggja, hon verður noydd til at hava álit á Várharra. Tað er óendalig langt millum ósjálvsøknu, romantisku ævintýrmammuna og so hesa sjálvsentreraðu veruleikammuna, sum tó hvørki hevur veruleikasans ella nakað serligt álit á Várharra. Hon hevur heldur ongan frið á sær, eingin ivi er um, at hon er sjúk, men hon er sanniliga eisini redsilsfull og órein, serliga við dóttrina, sum hon eftir øllum at døma uppfatar sum eitt slag av kappingarneyta í mun til uppmerksemið frá manninum. - Soleiðis kann mann ikki uppføra seg, hugsi eg, men tað ger hon. Hon er ein ravnamamma í orðsins sanna týdningi, og hon er álvarsliga sjúk, hennara sálarsjúka liggur tungt oman á øllum húsinum og ósemjurædda pápanum, sum óansæð hvussu fittur og kerligur hann er, ber seg at sum ein tvøga, t.d. tá hann í heilum sendir dóttrina inn til ta sjúku mammuna og harvið brúkar hana sum eitt slag av mentalum ísbrótara. Men hann tykist fullkomiliga niðurbrotin og tað er bara, tá tey bæði, faðir og dóttir hava leitað sær burtur í haga, at pápin eina løtu gerst veruligur trídimensjonalur pápi, meðan hann hjálpir gentuni at byggja upp eitt lítið steinhús til ein deyðan fuglaunga. Hetta er ein av teimum mest rørandi senunum í filminum, haldi eg.

Nýggi filmurin, LUDO, er intenst dapur og kenslan av klaustrofobiska húsinum, sum darrar av angist, fylgir áskoðaranum allan vegin til hús, heimkomin til familjuna er mann kanska eitt vet kerligari við alvan enn vanligt. Filmurin er rørandi, og leikararnir spæla allir sannførandi, ikki minst Lea Blaaberg, hon spælir traumatiseraða smágentan, sum er tvungin til at hugsa sum eitt vaksið fólk, Hildigunn Eyðfinnsdóttir er somuleiðis imponerandi sum sjúka, ódámliga konan, sum ikki dugir at elska. Okkurt tykist yvirdrivið, men soleiðis er hon, hendan mamman. Hjálmar Dam manar fram eitt kúgað menniskja, sum als ikki megnar at taka ábyrgd fyri støðuni, sum glíðir undan og í staðin spælir eina skyntilveru sum um alt er í lagið og tað riggar í løtunum, tá konan ikki er til staðar. Men í grundini er hansara svik meira álvarsligt enn tað hjá henni, tá hann leggur ábyrgdina fyri skroypiligar eydnuløtur yvir á gentuna og hevur at henni, tá løturnar bresta. Sjálvt um søgugongdin er samanhangandi soleiðis at skilja, at filmurin gongur fyri seg í ein dag og eina nátt, er talan um eitt fragmenterað listaverk, sum er ekspressivt og symbolskt og sum eisini tykist rættiliga persónligt, tó at eingin ivi kann vera um, at hetta er ein norðurlendskur filmur. Onkur stílbrøgd fáa meg at hugsa um Ingmar Bergman og hansara óunniligu lýsingar av menniskjaligum einsemi og líðing. Í fleiri førum er tað sum um, at sjónleikararnir venda sær beinleiðis til okkum áskoðarar og hetta kennist ágangandi og óbehagiligt á sama hátt sum brimið, sum brádliga og uttan ávaring flensar ljóðflatan og nervarnar á áskoðarunum. Í støðum gerst filmurin átøkur einum gysara við sjálvopnandi skuffum og blóðigum knívum, men tað er psykologiski spenningurin, sum tað snýr seg um í filminum, har einsemið kennist at kalla ítøkiligt. Vit síggja tað á persónunum, vit hoyra tað á tónleikinum og á ljóðinum og vit síggja tað á myndunum, á sjónarhornum, vinklum, vindeygum, hurðum. Endurtiknu myndirnar av húsunum uttanifrá eru hjartaskerandi, fittligu reyðu húsini verða mynd fyri hjálparleysu gentuna, sum á sama hátt sum barndómsheimið sýnist vera forlátin av allari verðini.

Filmur er kollektiv listagrein og vóru nógv fólk á pallinum í Norðurlandahúsinum, eru enn fleiri, sum hava gjørt filmin. T.d. hevur dramatiski, disharmoniski og rættiliga støðugi klavertónleikurin hjá filmskomponistinum Sune “Køter” Kølster stóran týdning fyri huglagið í filminum. Onkur heldur helst, at tónleikurin fyllir ov nógv, men hetta er tilvitað val hjá leikstjóranum og eg haldi, at tað riggar til uppøsta huglagið. Scenografiin er somuleiðis týdningarmikil, henni hevur Edward Fuglø staðið fyri við fleiri fínum detaljum í innbúgvi, myndum á vegginum og figurum. Eg eri ikki heilt greið yvir um tað er hann ella leikstjórin, sum stendur fyri avgerðini um í heilum at filma allir teir mongu fuglarnar í filminum, men talan er helst um samstarv - eg sá eisini ein avmyndaðan málning hjá scenografinum einastaðni, men har eru helst nógvir staklutir, sum eg ikki havi varnast við at síggja filmin einstaka ferð.

Eingin føroyskur filmur verður til uttan omnipresenta føroyska landslagið, sum eisini í LUDO er partur av dramatisku scenografiini og sum somuleiðis verður brúkt beinleiðis til at viðmerkja hendingagongdina. Klippið í byrjanini millum tann livandi ravnin og ein útstoppaðan ravn riggar sera væl og fær alt fyri eitt áskoðarin at kulsa, sjálvt um filmurin byrjar ein fagran summarmorgun. Sjónarmiðið og sympatiin er hjá gentuni, barninum, ið sum altíð er virkislamið og hjálparleyst í mun til livimáta og avgerðir hjá foreldrunum. 

Og ja, sanniliga er filmurin lagnutungur og melodramatiskur, men við rótfesti í søguni, sum verður søgd. Hetta ger, at tú sum áskoðari trýr uppá søguna og at tú góðtekur, at hetta er einasti máti at lýsa hendan óhugnaliga kamarleik, sum gongur fyri seg eins og í óndum dreymum og sum eingin fær gjørt nakað við fyrr enn tað er ov seint og tað er væl at merkja ov seint alla tíðina, tí soleiðis ber ikki til at liva.

 

Filmurin varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum, men í morgin og komandi tíðina verður hann at síggja í Havnar Bio, Atlantis Bio og í hølunum hjá Kovboy Film Undir Gøtuni 10 á Sandi.

 

Mamman: HILDIGUNN EYÐFINNSDÓTTIR

Pápin: HJÁLMAR DAM

Dóttirin: LEA BLAABERG

Læknin: BÁRÐUR PERSSON

Kona læknan: GUNNVÁ ZACHARIASEN

 

Screenwriter and director: KATRIN OTTARSDÓTTIR

Cinematographer: NATASCHA RYDVALD, DFF

Cinematograper's assistant: RÓGVI RAMUSSEN

Production design: EDWARD FUGLØ

Sound recording: JÓN MCBIRNIE

Lights, script, DIT, logging and audio assisting (syncing): KENNETH JØRGENSEN

Grip/Jack-of-all-trades: SIGTÓRUR ANDREASEN

Runners: HJØRDIS H. EIDE, BARBARA HILDUBERG

Production degsign assistants: JANUS HANSEN, ANNIE EYSTBERG JENSEN

Cooks: INGE PETERSEN, ELSA PETERSEN

Producer: HUGIN EIDE

 

 

Ein seinkað yrking til New York

 Í dag er 11.september og á heimasíðuni hjá World Literature Today hugtekur yrkingin A Postponed Poem for New York hjá arabiska yrkjaranum Amjad Nasser. Nasser er føddur í 1955 í Jordon, hann hevur skrivað níggju yrkingarsavn, fýra ferðafrásagnir og eina skaldsøgu. Føroyska týðingin av yrkingini er gjørd við støði í ensku týðingini hjá Fady Joudah.

 

I

Áðrenn tað ið hendi hendi.

Eg meini, áðrenn tornini gjørdust trappur

til uppgerðardagin og heimurin varð býttur í tvær

legur, vatn og sand,

plagdi eg at ynskja, at eg var millum yrkjarar

sum bannsettu New York.

Yrkingin var næstan klár í mínum huga.

Hetta at skriva eina yrking um villskógin av asfalti og betong

er vorðin hevd síðan Lorca

(íblást av Whitman helst, ikki Gibran)

var blivin fyrsta meginregla hjá yrkjarum

sum siktaðu sína løddu yrking eftir stóra súreplinum,

sex- og pengaslanguni

hetta Babylon í okkara tíð.

Tað er ikki neyðugt at yrkjarar tveita sínar eksplosivu

sigarettstubbar í Hudson móruna

ella hóreiggja sær í fullskapi av bíligasta brennivíninum

yvir um Brooklyn brúnna, ella lurta eftir jazzýlum

í glitrandi, knívskjórutu náttini í Harlem

ella vita, at frælsisgudinnustandmyndin við einari flammu

sum ikki longur lýsur upp vongin á eini klukku

upprunaliga varð ætlað til Suez Kanalina

men tá egyptiska ríkið fór á húsagang

aftur við eftirklanginum av operuni hjá Aidu,

keypti nýggja maktin, handan fyri hav hjá arabum,

í svartskygni rópt myrka havið,

standmyndina. Og tað ger einki

um yrkjararnir taka metroina við rundum eygum

sum verja teir, ella um ikki teir taka metroina.

Tí hann er eingin yrkjari

sum ikki roynir eydnu sína við New York,

at lýsa býin, spilla hann út, hótta hann

við samkyndari lagnu, sjálvt um  hann ikki hevur sæð

terning miskunnarloysins, svørtu tárini hjá littum menniskjum,

runutu fjaðrarnir av gráum dúgvu sum

ikki kunnu brúkast til nakað uttan sum symbol fyri friðin

sum oysir úr steinsettu eygnalokunum hjá New York



II

Eg havi ongantíð verið í Amerika.

Eg kendi tað sum onnur

gjøgnum filmar, dreymir og kríggj

sum áttu í okkum – vit hvørs byrður hokna

undir vektini av metalhurlivasanum

yvir útskolanarhjólinum

av blóði og skerpingi –

til tvær upprunaligar kenslur: kærleika og hatur.

Og tá eg einaferð fann meg sjálvan

í ahornslandinum, svaraði eg ikki uppringingini

frá Ahmad, bróður mínum

sum var støðugt upptikin av tráanini

eftir gulli og dusti úr eyst og í vest

inntil hann endaði við at berjast fyri at hóra undan

aftan fyri stálbummin á einari bensinstøð

har vinmaður hansara var skotin til deyðis av einari kúlu

Eg ræddist fyri at mín flótandi gjøgnumferð

gjøgnum ovara Manhattan

fór at oyðileggja mína grummu yrking sum kókar

á mínum spakuliga eldi

av beiskleika.

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

Men síðan tað ið hendi hendi,

eg meini aftaná 11.september í tvey

hava falskir profetar og teirra satansku vers,
 

tá mannaættin varnaðist

við brádligari metafysiskari sorg

at okkar mannahendur, sum vit longu hava vant

til at flúgva skipað

at lenda ovast á ovurnøgduni, hesar hendur,

tá tornini sprongdust, vóru ikki veingir

men tvær sleggjur sum loddaðu

okkum niður á jørðina. Síðani tá

havi eg ikki kunnað skrivað hesa yrkingina.

Sostatt sleppur New York undan

-         fyri fyrst

enn einari ókvæmisyrking um býarinnar vertikalu fáfongd

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

 

Hetta er ein skilnaðarhvøkkur sum er lættur at spáa um.

Eg havi hug at skjóta upp

ein annan enda til yrkingina:

hasi sum flugu inn í uppreisninnar avgrund

fullir av trúgv á at teir høvdu veingir,

um teir nakrantíð skuldu vitað av

hví tað ið hendi hendi

hugsa New York í tíðini hjá orðtøkunum, ið ferðast í ring

av blóði og heroin dryppandi úr grafittimálaríum

av eitraðum soppahattum á høvdum

hjá nýggjum eftirkomarum av standmyndum, av Agent Orange

í sorgarklæðum, av tomahavkfinnum

tá tey lata eitt barnaeyga

upp í ævir.

Hugsa,

hugsa,

kanska brøvini hjá teimum ið druknaðu,

sum ørkymla vilja hava gras og ein

vatnsopa, sum eru spitølsk í lívmóðrini,

stív sum seymir í longum linjum undir einum hjartaleysum mána

sonevndi breyðbitin,

kanska stuna teirra brøv enn

í fløskum sum aldurnar hjá teimum tveimum høvunum

halda fram við at tveita aftur og fram.

 

 

 Týtt: KP

Eivør og Ginmann fáa fimm hjørtu frá ummælaranum í Politiken

Tað er ikki at gera ov nógv at at siga, at Kim Skotte er hugtikin av teimum báðum Eivør og Lennart Ginman og teirra The Color of Dark. Hann fær ikki armarnar niðri í ummælinum í Politiken,  har hann m.a. staðfestir, at Eivør hevur fingið eina musikalska rammu, sum passar til hennara stóru rødd og evni og at Ginman hinvegin hevur funnið ein sangara, sum fær gjørt hansara ógvusligastu hugskot  til veruleika. Tað er ikki annað at gera enn at ynskja til lukku við flotta ummælinum og so at leita sær útgávuna fram onkrastaðni, forrestin letur Gaffa útgávuni sama høga stjørnutal: * * * * * og ummælið frá lydtapet er somuleiðis jaligt.

http://www.lydtapet.net/2014/09/anmeldelse-ginmaneivoer-the-color-of-dark/

http://gaffa.dk/anmeldelse/87580#.VBBba0Bj-LM.facebook...

http://politiken.dk/kultur/musik/koncertanmeldelser/ECE2390891/ginmaneivoer-er-en-rygrislende-musikbegivenhed/

Nú nærkast...

Í morgin verður mentanarligur dagur í viku, tí tá verður frumsýning av spælifilminum LUDO eftir Katrina Ottarsdóttir. Tað verður klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum, at vit fara at uppliva eitt psykologiskt drama um eina 11 ára gamla gentu, ið er fangað sum gísli millum myrka sinnalagið hjá mammuni og hjálparloysið hjá pápanum. Høvuðsleikarar eru Lea Blaaberg (dóttirin), Hjálmar Dam (pápin), og Hildigunn Eyðfinnsdóttir (mamman). longd 71 min.

Áðrenn hetta, frá 17 til 18 sendir Kringvarpið frá Mentanarcafé í Norðurlanda-húsinum, har viðtal verður við Katrina Ottarsdóttir. 

Ein góð kórbyrjan

Fyrsti partur av kórsendingini í útvarpinum, Chorus var sum heild áhugaverdur og eisini rættiliga stuttligur í støðum. Vit hoyrdu Ivan Niclasen práta við teir tríggjar kórútvarpsvertirnar, Urd Johannesen, Gunnvør Poulsen og Bjarna Restorff um kórsang fyrr og nú í Føroyum og tað var nærverandi útvarp, og tónleikurin var góður í støðum og stuttligur aðrar tíðir, í øllum førum var hann øðrvísi enn tað, sum vit plaga at hoyra í útvarpinum. Eg ætli mær at fylgja hesari sendingini sunnumorgnar. Senditíðin klokkan 9.30 er sera góð haldi eg, men sendingin er heldur stutt, kundi hon ikki vart ein tíma hvørja ferð? Eg hopi tey umhugsa at ekspandera og gleði meg at hoyra næsta part av Chorus.

 

Tónleikurin hesa ferð: 

09:19   Tarira, Sunleif Rasmussen stjórnar - Takkarljóð á vármorgni

09:23   Tórshavnar Kamarkór - Hegrin

09:29   Húsakórið - Tá ið teir sóu landið

09:35   Skýrák choir - Jarðareygað

09:42   Pheonix Chorale - Ubi Caritas

09:53   Húsakórið - California dreaming

09:57   Arvo Pärt - Seven Magnificat Antiphons: O Morgenstern

Mentanardagar í Fuglafirði - Skráin

Mánadagur 8. september

TÍÐSTAÐ/TILTAK

 08:00-17:00

STROPIN [ Kambsdalur ]

 Stropin og Kambur sýna fram list og handverk í verkstaðnum á Stropanum

 12:00-22:00

MUNTRA [ Toftagøta 1 ]

 Matstovan Muntra bjóðar dygdargóðan mat

 15:00-17:30

RIBARHÚS [ ]

 Ribarhús og Piddasahandil hava opið. Framsýning við Eli Smith.

 18:00-22:00

BILASAVNIР[ ]

 Opið hús í Bilasavninum. Framsýning við

 18:00-22:00

BÁTASAVNIР[ ]

 Opið hús.

 18:00-22:00

HØVDAHÚSINI [ ]

 Opið hús.

 19:00-20:30

BÓKASAVNIР[ ]

 Filmskvøld fyri børn, aldur 12+


Týsdagur 9. september

TÍÐSTAÐ/TILTAK

 00:15-17:30

RIBARHÚS [ ]

 Ribarhús og Piddasahandil hava opið.

 08:00-17:00

STROPIN [ ]

 Stropin og Kambur sýna fram list og handverk

 12:00-22:00

MUNTRA [ Toftagøta 1 ]

 Matstovan Muntra bjóðar dygdargóðan mat

 19:00-20:30

BÓKASAVNIР[ ]

 Filmskvøld fyri børn, aldur 7-12

 19:00-21:00

KIRKJAN [ ]

 Kingokvøld. Sangur og framløga við

 19:00-21:00

HØLLIN Á KAMBSDALI [ ]

 Sirkus Baldoni.


Mikudagur 10. september

TÍÐSTAÐ/TILTAK

 08:00-17:00

STROPIN [ ]

 Stropin og Kambur sýna fram list og

 12:00-22:00

MUNTRA [ ]

 Matstovan Muntra bjóðar dygdargóðan mat

 13:00-20:00

DAGTILHALDIР[ ]

 Opið hús.

 14:00-00:00

DAGTILHALDIР[ ]

 Gongutúrur vesturi á Horn.

 15:00-17:30

RIBARHÚS [ ]

 Ribarhús og Piddasahandil hava opið.

 16:30-00:00

HØLLIN Á KAMBSDALI [ ]

 Badmintonfelagið skipar

 17:00-00:00

DAGSTOVNURIN [ ]

 Móttøka í samband við at

 18:00-00:00

DAGTILHALDIР[ ]

 Móttøka í samband við avdúkin

 19:00-20:30

BÓKASAVNIР[ ]

 Filmskvøld fyri børn, aldur 12+

 19:00-21:00

MENTANARHÚSIР[ ]

 Kvøldseta við ábiti. Undirhald


Hósdagur 11. september

TÍÐSTAÐ/TILTAK

 08:00-17:00

STROPIN [ ]

 Stropin og Kambur sýna fram list og

 09:00-17:00

BÓKASAVNIР[ ]

 Mumi-dagar á Bókasavninum.

 10:00-00:00

RIBARHÚS [ ]

 Bindifestivalurin hevur almennan

 12:00-22:00

MUNTRA [ ]

 Matstovan Muntra bjóðar dygdargóðan mat

 15:00-17:30

RIBARHÚS [ ]

 Ribarhús og Piddasahandil hava opið.

 15:00-18:00

RIBARHÚS [ ]

 Kreativur verkstaður fyri ung, partur av

 15:00-20:00

VESTURSTOVA [ ]

 Opið hús og framsýning við myndum

 19:00-20:00

STROPIN [ ]

 Fyrilestur ”Pedagogikkur í

 19:00-20:30

BÓKASAVNIР[ ]

 Filmskvøld fyri børn, aldur 7-12.

 20:00-22:00

VESTURSTOVA [ ]

 Hugnaløta við hugleiðingum eftir Jónu

 21:00-22:00

RIBARHÚS [ ]

 Hugnaløta við tónleiki. Simon Lynge og


Fríggjadagur 12. september

TÍÐSTAÐ/TILTAK

 08:00-17:00

STROPIN [ ]

 Stropin og Kambur sýna fram list og

 09:00-17:00

BÓKASAVNIР[ ]

 Mumi-dagar á Bókasavninum. Filmar,

 12:00-22:00

MUNTRA [ ]

 Matstovan Muntra bjóðar dygdargóðan mat.

 15:00-20:00

EIK-BYGNINGURIN [ ]

 Kreativir spírar. Søluframsýning

 15:00-20:00

VESTURSTOVA [ ]

 Opið hús og framsýning við myndum

 15:00-21:00

RIBARHÚS [ ]

 Ribarhús og Piddasahandil hava opið.

 17:00-20:00

BRANDSTØÐIN [ ]

 Opið hús. Brandvenjing v.m.

 19:00-00:00

KIRKJUVEGUR [ ]

 Regnskjólsgøtan letur upp.

 19:00-00:00

MENTANARHÚSIР[ ]

 Terry’s Saga.

 19:00-22:00

FUGLAFJØRÐUR [ ]

 Grilltúrur við sluppini Jóhanna. Grill,

 19:00-22:00

BILASAVNIР[ ]

 Opið hús í Bilasavninum. Framsýning við

 19:00-22:00

BÁTASAVNIР[ ]

 Opið hús.

 19:00-22:00

HØVDAHÚSINI [ ]

 Opið hús.

 19:00-22:00

GAMLI SVIMJIHYLUR [ ]

 Útibiografur. Stuttir svart/hvítir

 19:00-04:00

JOHN’S [ ]

 Opið

 20:15-00:00

SVIMJIHYLURIN, SKÚLIN [ ]

 Konsert: HØGNI & AVE.

 21:00- ?

RIBARHÚS [ ]

 Livandi filmssýning við Rammatik.

 21:00-23:00

MENTANARHÚSIР[ ]

 Føroyskur dansur við

 21:00-23:00

JOHN’S [ ]

 Pool kapping.

 23:59- ?

JOHN’S [ ]

 Amaliel (DK) spælir livandi tónleik.


Leygardagur 13. september

TÍÐSTAÐ/TILTAK

 09:00-15:00

BÓKASAVNIР[ ]

 Mumi-dagar á Bókasavninum.

 10:00- ?

SANDURIN [ ]

 Morgunsvimjing heimi á sand.

 10:00-12:00

MENTANARHÚSIР[ ]

 Brunsj.

 10:00-12:00

SANDURIN [ ]

 Pony-ríðing fyri børn.

 10:00-14:00

KAPPRÓÐRARNEYSTIР[ ]

 Kajakkrógving, snorkling o.a. á

 11:00-12:00

SANDURIN [ ]

 Fuglafjarðar Svimjifelagð skipar fyri

 11:00-20:00

RIBARHÚS [ ]

 Ribarhús og Piddasahandil hava opið.

 12:00-22:00

MUNTRA [ ]

 Matstovan Muntra bjóðar dygdargóðan mat

 14:00-20:00

EIK-BYGNINGURIN [ ]

 Kreativir spírar. Søluframsýning

 15:00- ?

MENTANARHÚSIР[ ]

 Fiskatorg. Framherji bjóðar ókeypis

 15:00-20:00

VESTURSTOVA [ ]

 Opið hús og framsýning við myndum

 15:00-21:00

RIBARHÚS [ ]

 Ribarhús og Piddasahandil hava opið.

 15:00-22:00

BILASAVNIР[ ]

 Opið hús í Bilasavninum. Framsýning við

 15:00-22:00

BÁTASAVNIР[ ]

 Opið hús.

 15:00-22:00

HØVDAHÚSINI [ ]

 Opið hús. Framsýning av lutum,

 16:00- ?

KIRKJUVEGUR [ ]

 Klovnurin Bubu á Regnskjólsgøtuni.

 16:00-19:00

FUGLAFJØRÐUR [ ]

 Grilltúrur við sluppini Jóhanna. Grill,

 17:00-04:00

JOHN’S [ ]

 Opið

 17:30-19:30

JOHN´S [ ]

 Fótbóltur á stórskíggja:

 19:00-21:00

MENTANARHÚSIР[ ]

 Fyrilestur við Arna Vatnhamar,

 20:00-23:00

GAMLI SVIMJIHYLURIN [ ]

 20.00 Konsert við Hustrion

 22:00- ?

JOHN’S [ ]

 Pubquiz

 23:00-04:00

MENTANARHÚSIР[ ]

 Stórt konserttiltak

 23:59- ?

JOHN’S [ ]

 ROX spæla livandi tónleik.


Sunnudagur 14. september

TÍÐSTAÐ/TILTAK

 09:00- ?

FUGLAFJØRÐUR [ ]

 Roysnið skipar fyri rennikapping

 10:00-17:00

FUGLAFJØRÐUR [ ]

 Top-Fuglafjørð. Gongutúrur í fjøllunum

 12:00-22:00

MUNTRA [ ]

 Matstovan Muntra bjóðar dygdar góðan mat

 14:00-18:00

RIBARHÚSLOFTIР[ ]

 Loppumarknaður fyri børn og vaksin.

 15:00-16:50

FLØTUGERÐI [ ]

 EFFO-deildin. ÍF – B68.

 15:00-20:00

EIK-BYGNINGURIN [ ]

 Kreativir spírar. Søluframsýning

 15:00-20:00

VESTURSTOVA [ ]

 Opið hús og framsýning av

 17:00-21:00

BILASAVNIР[ ]

 Opið hús í Bilasavninum. Framsýning við

 17:00-21:00

BÁTASAVNIР[ ]

 Opið hús.

 17:00-21:00

HØVDAHÚSINI [ ]

 Opið hús.

 17:00-23:00

JOHN’S [ ]

 Opið.

 17:30- ?

MENTANARHÚSIР[ ]

 Konsert við T.O.S.

 19:00- ?

MENTANARHÚSIР[ ]

 Fyrilestur við Niclas Hera

 20:30- ?

MENTANARHÚSIР[ ]

 Kvøldseta. røða, urtagarðskapping,

 

Paolo Russo spælir í Norðurlandahúsinum

Paolo Russo telist millum fremstu italsku tónleikarar, sum halda til í Norður Europa, hann hevur framført bæði solo og saman við altjóða viðurkendum tóneleikarum, sum eitt nú Stefano Bollani, Paolo Fresu, Diego Figueiredo, Josefine Cronholm og Etta Cameron. Hann var upprunaliga útbúgvin sum klassiskur pianistur á musikkonservatorium í Italia í 1993 og leyk seinni prógv sum rytmiskur pianistur á Rymisk Musikkonservatorium í Danmark. 
Hann hevur spælt tónleik frá ungum árum og er í dag kendur og vælumtóktur bæði í Italia og øðrum londum. Hann hevur seinnu árini framført og framleitt tónleik við bandoneón (harmonikuinstrument), sum hann gjørdist hugtikin av í 2001. Paolo Russo gav út tónleikaverkið “Archipelago” herfyri, sum var innstillað til heiðursløn á “Danish Music Awards Jazz 2013”. Bandoneón tónleikur hansara er eisini eyðsýndur á tónleikasporinum til filmin “Love is all you need” hjá Susanne Bier. Konsertin hjá Paolo Russo verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum sunnudagin 7/9 klokkan 16 og hon er ókeypis.  

 

https://www.youtube.com/watch?v=Z-fFfuBqdGk

Føroyar eru eisini myndlistarligir eftirbátar

Ragnar Kjartansson: S.S.Hangover í Veneziabiennaluni 2013 https://www.youtube.com/watch?v=qrA0XGUgDc0

Sambært áhugaverdari grein hjá Barbaru Holm á in.fo er Jákup Dahl vónbrotin av føroyskum politikarum í sambandi við royndirnar at skapa áhuga fyri Føroyum sum filmslandi. Sjálvt um áhugi tykist vera til staðar, verður einki ítøkiligt gjørt, heldur hann, fyri t.d. at tryggja føroyska luttøku á týdningarmiklum filmsfestivalum uttanlands. - Vit kunnu ikki blíva við at sita hendur í favn og bíða inntil onkur uppdagar okkum, eins og vit altíð hava gjørt, sigur Jákup Dahl. Mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø ger vart við, at filmsvinnan er eitt øki, vit júst hava valt at fokusera uppá, so vit halta eitt sindur aftaná, hann vísir á, at at pengar eru markaðir til film og filmsverkætlanir á fíggjarlógini, og tískil er gongd komið á hetta økið, hóast føroyska filmsvinnan helst haltar nakað aftanfyri filmsvinnuna í londunum kring okkum, " - eg skal viðganga, at vit halta nakað aftaná á hasum økinum, tí tað er ikki fyrr enn í ár, at vit eru byrjaði at hugsa um filmsvinnuna meira ítøkiligt. Vit eru í gongd við at menna filmsvinnuna, og fara eisini at seta fokus á Føroyar sum filmsland, sigur Bjørn Kalsø, sum kortini ikki kann siga nakað um tær ítøkiligu ætlanirnar á hesum øki.... Hann vísir á, at Mentamálaráðið seinastu árini hevur verið á altjóða bókamessum við føroyskum rithøvdunum, og at hetta hevur givið úrslit. - Tað sama kunnu vit uttan iva gera við føroyskan film. Eitt er, at okkara framúr góðu filmsframleiðarar í Føroyum fara út í heim og kanska geva øðrum áhuga at koma hendan vegin, men vit kundu eisini gjørt meira við tað, sigur Bjørn Kalsø." 

Tað er av sonnum gott at hoyra, at mentamálaráðharrin eftir øllum at døma er greiður yvir, at okkurt aktivt má gerast viðvíkjandi føroyskari list uttanlands. Tað er ikki nóg mikið bert at satsa uppá bókamessurnar, okkum tørvar somuleiðis eina málrættaða strategi til tess at fáa føroysk myndlistafólk umboðað á týdningarmiklum listamessum, biennalum osfr. Sjálvt um vit eiga ómetaliga nógv góð listafólk, eru Føroyar í grundini langt afturúr myndlistaliga í altjóða høpi, og tær fáu ferðir, at føroysk myndlistafólk taka lut á útlendskum messum, tykist tað fyri mesta vera uttan stuðul og fyriskipan í Føroyum. Danir og Íslendingar eru langt framman fyri í hesum høpi og tað sæst eisini aftur á myndlistini í báðum londunum. Har hava tey fyri langari tíð síðani skilt týdningin av at samstarva altjóða á høgum støði og tí verða nógvir pengar settir av árliga til tess at senda listafólk av landinum í artist in residensy skipanum og á listamessur og biennalur. Í Danmark er tað ein nevnd undir Statens Kunstråd, ið skipar fyri. Síðsta ár sendi Ísland Ragnar Kjartansson til Veneziabiennaluna. Danmark sendi Jesper Just. Føroyar sendu ongan. Broyting má koma í skjótast, so at vit kunnu fáa føroyska list at síggja slík støð sum hesi Armory Show, New York, ABC Berlin, ARCO, Madrid Art Basel, Art Basel Miami Beach, Art Basel, Hong Kong, Artissima, Torino, Drawing now Paris, FIAC, Paris, Frieze Art Fair, London, Liverpool Art Biennial, La Biennale di Venezia. Frieze Art Fair, NY, Independent, NY, Köln Messen, Liste Basel, Market, Stockholm, NADA, Cologne, NADA, Miami, NADA, NY, Paris Photo, Paris, SWAB, Barcelona, Volta NY, Volta Show, Basel, Zona MACO, Mexico City.

http://www.in.fo/news-detail/news/gera-meira-vid-filmsvinnuna/

 

Tekning gjøgnum tíð og tøkni - fernisering

Í dag læt framsýning upp í Steinprenti, sum Thóra Sigurðardóttir kuraterar og sum hon greiddi so væl frá í útvarpinum í morgun, her er leinki til samrøðuna og nakrar myndir frá upplatingini.

http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/09/05/tekningar-r-froyum-fr-1789-framsning 

AVE til lukku og takk fyri lagkøku!

Í dag var móttøka í Tutl fyri plátuni AVE hjá Benjamin Petersen og Petur Pólson. Mín fitti, men ótolni smádrongur loyvdi mær at hoyra trý løg og ikki meira enn tað, tíverri, men tað, eg hoyrdi var líka gott sum plátan (sí ummælið her undir). Onkur fyrimunur er greidliga við at hava spælt eina plátu inn live. AVE menninir spæla í Sirkus í kvøld klokkan 21. 

Farið!

http://www.listaportal.com/tidindi/2014/8/23/ave-kensluborin-mannflkaplta-av-bestu-skuffu


Virðir Tórshavnar Kommuna ikki listarligan yrkisførleika?

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

Glæsiligt sær tað út í nýumbygda Reinsarínum, musikkhúsið í miðbýnum í Havn, sum vit hava bíða eftir nú ein lítlan ævinleika. Nú stendur tað har so prýðiligt, hvítt við balkong og einum spælirúmið, sum sær fjálgt og gott út - í øllum førum uttanifrá, har eg stóð nú ein dagin og trýsti nøsina inn móti einum vindeyga. Sum eg havi skilt tað er dentur lagdur á akustisku viðurskiftini, so allar orsøkir skuldu verið at gleða seg til ta fyrstu konsertina.

 

Vit hava bíðað leingi eisini eftir at vita hvør skuldi leiða staðið. Henda avgerðin hevur tikið drúgva tíð, freistin at søkja var 20.juni og í dag var kunngjørt á heimasíðuni www.torshavn.fo, at Tórshavnar Býráð hevur avgjørt at seta Boga Andreasen í starv sum samskipara í Reinsarínum og Perluni. Bogi Andreasen situr sjálvur í Býráðnum (fyri lista A). Sum skilst vóru 27 umsøkjarar, harav fleiri høvdu viðkomandi tónleikaliga útbúgving. Ein teirra hevur t.d. bæði drúgvar royndir sum fyriskipari av einum stórum bretskum jazzfestivali, umframt bachelorprógv í Arts, Music and Entertainment Management frá The Liverpool Institute for Performing Arts og haraftrat ein Master í Arts Management, Policy and Practice frá The University of Manchester. Bogi Andreasen er hinvegin útbúgvin námsfrøðingur og tó, at hann hevur royndir innan konsertfyriskipan og eisini t.d. hevur tikið sær av tónleikaumsitingini av Perluni eitt tíðarskeið, tykist setanin stak undrunarverd út frá tónleikafakligum treytum. Tað kundi sæð út sum, at Tórshavnar Býráð ikki virðir listarligan yrkiskunnleika og í grundini heldur ikki armslongdarregluna. 

TEKNING – gjøgnum tíð og tøkni

Framsýning í Steinprenti

 

Tekning er á so mangan hátt grundleggjandi - Í okkara kollektivu tilvitsku ber til at staðfesta okkum sjálvi í tíð út frá holutekningum, sum eru ritaðar á steinvegg einaferð í fyrndini, men í søgu einstaklingins er tekningin somuleiðis týdningarmikil í barnsins byrjandi menning.

Forkunnuga og øðrvísi framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 5.sept. klokkan 16, viðger tekning sum miðil. Útgangsstøðið hjá framsýningini eru tekningar  hjá John Baine, sum eru teknaðar í Íslandi og í Føroyum summarið 1789. Hetta árið var matematikarin og stjørnufrøðingurin John Baine við á norðhavsferðini hjá John Stanley, sum sigldi úr Skotlandi várið í 1789 og vendi aftur um heystið. Eygleiðingarnar hjá John Baine sýna ein serligan áhuga fyri teirri undirliggjandi orkuni í myndevninum og fáa okkum at hugsa um tekningina í sær sjálvum og lyndi hennara til at fevna bæði hvørkisliga kunning, eygleiðing og passionerað útlát. Hesar tekningar hava ein serstakan samtíðarligan dám og tykjast í størri mun sipa til tekning í 21.øld enn til tekningar í 18.øld.

Hetta samtíðarliga árinið í tekningunum hjá Baine hevur givið íslendsku listakvinnuni Thóru Sigurðardóttir hugskotið til at kuratera framsýningina TEKNING – gjøgnum tíð og tøkni og seta tekningar hjá Baine saman við tekningum frá norðurlendskum samtíðarlistafólkum. Hetta hevur úrslitað í eini áhugaverdari, vakrari og fjølbroyttari listaframsýning við tekningum, fotomyndum, koparprentum og málningum, men í øllum teimum framsýndu verkunum hjá Per Kirkeby, Onnu Guðjónsdóttir, John Baine og Thóru Sigurðardóttir og er tað strikan og tekningin, sum er miðdepilin. Síðstnevnda listakvinna og kurator, Thóra Sigurðardóttir verður hjástødd, tá framsýningin letur upp.

Framsýningin TEKNING – gjøgnum tíð og tøkni er fyriskipað í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum, Landsbókasavnið í Íslandi og Landsbókasavnið í Føroyum við stuðuli frá íslendska listaráðnum. 



Nýggjur filmur frumsýndur

Nú nærkast til vit sleppa at síggja spildurnýggja filmin hjá Katrin Ottarsdóttir. Eitt psykologiskt drama um eina 11 ára gamla gentu, ið er fangað sum gísli millum myrka sinnalagið hjá mammuni og hjálparloysið hjá pápanum. Høvuðsleikarar eru Lea Blaaberg (dóttirin), Hjálmar Dam (pápin), og Hildigunn Eyðfinnsdóttir (mamman). Kostnaður kr. 80

Frumsýning: Hósdagin 11. september kl. 19.30

 

Orsaka! Nýtýddur leikur á Tjóðpallinum

Myndir: Momo

Beinta K. Clothier: Yndissetingur úr “Orsaka!”: “Bara her ímillum lørini á mær havi eg akkurát nú eini 600-700.000 krónur!”

Jensina Olsen: Yndissetningur úr «Orsaka» "Eg kundi sjálvsagt eisini fari í holt, og byrjað her, í okkara egna landi'”

Gunnvá Zachariasen: Yndissetningur frá “Orsaka”: “Um eg var ein maður, so... “

Orsaka! á Tjóðpallinum

 

Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia

Gerandisdagurin fær eina vælmeinta skortfleingju, tá ið tær tríggjar sjónleikakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen tann 3. september fara á pall í leikinum Orsaka!

Við eini røð av smærri søgum, um stórt og smátt, ironisera tær um tragikomisku treytirnar, sum tilveran býður okkum nútíðar menniskjum.

Gerandis-upplivingar við einum tragikomiskum perspektivi

Við einum eymum skálkabrosi setur leikurin “Orsaka” á Tjóðpallinum, spegilin frammanfyri okkara lívi, og søgurnar røra okkum, tí vit kenna okkum aftur. 

“Áh! At kunna bjarga øllum heiminum – bæði børnum og djórum” Saftigir dreymar um lekkur mannfólk. Avbjóðingin at fara á vesi, uttan at tað hvørki skal hoyrast ella luktast. Ynskið, um at kunna melda seg sjúka fyri at fáa ta umsorganina, sum onnur altíð skulu hava frá tær. Børnini skulu vera bæði hjá mammu og hjá babba, og ræðslan kann vera stór fyri at fáa vitjan, tá alt húsið flýtur, og eingin matartugga er í húsinum.

Við øðrum orðum síggja vit í Orsaka! almenniskjaligar gerandissøgur, sum ikki tola dagsins ljós og sum tey fægstu ditta sær, at almannakunngera á Facebook.

Danskur leikur

Tað er danska Kamilla Wargo Brekling, sum hevur skrivað leikin Orsaka!, sum er frá 2005. Hann er spældur á fleiri sjónleikarhúsum í Danmark og hevur yvirhøvur verið vælumtóktur.

Marita Dalsgaard er leikstjóri á leikinum Orsaka!, og hon hevur eisini umsett leikin úr donskum. Pallmyndin og rekvisittir hava Marita Dalsgaard og Mikkjal Arge Galán staðið fyri. Leikarar eru Beinta Clothier, Jensina Olsen og Gunnvá Zachariasen.  Turpin Nap. Djurhuus er ljóssniðgevi.  

Leikurin, sum varir umleið ein tíma og tjúgu min. verður frumsýndur 3. september kl. 19.30 á Tjóðpallinum.

Spælt verður týs-, miku-, hós- og fríggjadagar kl. 19.30 og leygar- og sunnudag kl. 18.00. Atgongumerki á kr. 225,- fáast á Kunningarstovuni í Havn, info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.

Hanni Bjartalíð millum ljós og myrkur

Myndin omanfyri er úr einum parti av verkætlan, sum Hanni Bjartalíð er í gongd við í samstarvi við Curated Place. Hanni Bjartalíð er júst heimkomin úr Manchester, har hann hevur arbeitt uppá verkætlanina, sum kombinerar húsastandmyndirnar, harav tann hægsta er 160 cm høg við ljós. Verkið verður sett upp í november uppi við Norðurlandahúsið, meira um hetta seinni.

Heystlist

Marita Dalsgaard, leikstjóri á nýggja leikinum, Orsaka!

Marita Dalsgaard, leikstjóri á nýggja leikinum, Orsaka!

Tað er í dag, 1.september, at hon sjálv, heystsins hin dapra tíð byrjar, hygg bara út gjøgnum vindeygað, tað kann vera, at bløðini eru grøn enn, men tað man gulna nógva staðni og vindurin kennist heystligur. Mentanarliga er hetta ein alt annað enn døpur tíð, vit kunnu kanska beint hinvegin kalla hana lívsjáttandi. Tí tað ýðir av konsertum, framsýningum og bókaútgávum og so fer Kringvarpið í holtur við vetrarskránna og har er okkurt gott í væntu, skilst. Eg havi eitt nú hoyrt graml um fastan bókaummælara og mikukvøldarjazz við dugnaliga Arnold Ludvig sum byrjanarverti. Kvøldskúli og Listaskúli leggur til brots og eisini kórini byrja sínar venjingar og har er onkur broyting, tí Havnarkórið leggur til brots við Leif Hansen á odda. Hann hevur tikið yvir eftir at Ólavur Hátún í mannaminni hevur stjórnað kórinum. Eisini Tarira byrjar at venja við nýggjum kórleiðara, tað er Kári Bæk, ið eitt nú hevur stjórnað Ólavsøkukórinum síðstu tvey árini. Í ovurmorgin, 3.september verður leikurin Orsaka! frumframførdur á Tjóðpallinum, ein mánaða seinni, 3.oktober letur upp framsýningin Dress hjá Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti og 19.september letur upp serframsýning hjá Hansinu Iversen í Listasavninum. 14.september verður konsert við Eivør og Vox North í Norðurlandahúsinum og mangt annað gott er at gleða seg til, her á Listaportalinum fari eg at royna at fylgja við sum frægast, men sendið mær endiliga myndir og annað tilfar.

Hansina Iversen var við á Ólavsøkuframsýningini 2013. Her sæst ein av hennara nonfigurativu myndum aftan fyri eina húsastandmynd hjá Hanna Bjartalíð

 

 

 

Nakrir tankar um grindadráp

Hans Pauli Olsen

Eg havi bara einaferð í lívinum upplivað eitt grindadráp. Tað var einaferð í sjeytiárunum, tá eg gekk á Frúutrøð. Grindin varð rikin inn í Sandagerð og okkara flokkur skuldi út at hyggja. Eg minnist ikki í staklutum hvat og hvussu, eg minnist bara ein blóðreyðan ræðuleika av drápi, sum eg rýmdi undan. Dagin eftir serveraði mamma yndisdøguran, grind, spik og epli, sum eg át við góðum matarlysti og við blóðreyðum kettjupp afturvið uttan tann einasta tanka fyri sambandinum millum hvalalíðinginga og mína njóting. Men hetta var í sjeytiárunum og heimurin er eyðvitað nógv broyttur síðani tá. Grindin er í dag so mikið illa dálkað, at  hon verður mett at vera skaðilig at eta og harumframt hava vit fingið fyribrigdi sum djórarættindi og djóraetikk at taka støðu til.

Tað kann í grundini gera tað sama hvat vit halda um hesa blóðskíggjandi, dupultmoralsku Disney-mentanina. Og tað kann gera tað sama hvussu ofta vit føra fram, at amerikanskir Mac Donalds burgarar eru ólekrir og meira dálkaðir enn grindin ella at Amerika skal tiga, sum í fleiri statum fremur ósiviliseraða deyðarevsing móti sínum egnu borgarum, og tað kann somuleiðis gera tað sama, um búrhøsn hava eitt verri lív enn grindin. Vit verða noydd at taka støðu í veruleikanum soleiðis sum hann verður defineraður av poppmentanini, sum ávirkar hugsunarháttin hjá børnum og vaksnum um allan heim. Í einari áhugaverdari grein hjá Tobias Stern Johansen á www.etik.dk er Peter Teglberg Madsen professari og hvalaserfrøðingur endurgivin fyri at siga: “Danmark drukner tre gange så mange marsvin (hvaler) i fiskenet om året, som færingerne fanger grindehvaler. (...) Det er der ikke mange dyreorganisationer, der går op i...De ved godt, at der er flere sponsorkroner i en mand med en kniv, der står foran en hval i en blodfyldt bugt. Så det her er også et spørgsmål om, hvad der har mest medietække.” Tað, sum verður nevnt her, snýr seg kanska í størri mun um estetikk enn um etikk og kanska eru Sea Shepherd fólkini í veruleikanum hugtikin av tí sama, sum hugtók Sámal Joensen Mikines, tá hann málaði øll síni grindadráp. Myndaliga er grindadráp hugtakandi ógvisligt, havið litast blóðreytt og  blóðdálkaðu grindamenninir líkjast vilmonnum.

Mikines

Miðlarnir hava eyðvitað alstóran týdning fyri hugsunarháttin hjá fólki, bæði tíðindamiðlar, men eisini spælifilmar og eg eri sannførd um, at teknifilmar somuleiðis hava stóra ávirkan í hesum sambandi. Filmar hjá Walt Disney Productions sum The Little Mermaid frá 1989 og The Lion King frá 1994, ið endurstaðfesti stóra mentanarliga týdningin hjá teknifilminum, hava t.d. havt alstóra ávirkan og soleiðis sæð er áhugavert at kanna teir estetiskt og etiskt. Lítlu havfrúnna kenna vit fyrst og fremst frá framúrskarandi, syrgiliga ævintýrinum hjá H.C. Andersen um havfrúnna, sum pínist og sum ofrar alt sítt, sína vakru rødd og at enda eisini lívið sjálvt fyri sín elskaða prins. Umframt at vera ein av áhugaverdu umbroytingar- og sublimeringssøgunum hjá H.C.Andersen, rakar søgan eisini neyvt við romantiskan hugsunarhátt, sum setir andalig virði yvir tey ítøkiligu tilfarsligu. Hetta er jú ikki samsvarandi við amerikanska dreymin, ið er grundaður á trúnna á møguleikan hjá einstaklinginum fyri at skapa sær materiella framgongd óansæð uppruna. Í allýsingini frá 1931 av the American Dream hjá James Truslow Adams ljóðar t.d., at "life should be better and richer and fuller for everyone, with opportunity for each according to ability or achievement regardless of social class or circumstances of birth”. Hendan ásjónin er í amerikanskari mentan vovin saman við eini sera sterkari, næstan barnsligari rættvísiskenslu, sum í mong ár stýrdi gongdini á t.d. amerikanskum sjónvarpsrøðum, har tey óndu altíð stóðu fyri falli. Og sostatt mátti ónda havheksin lúta, tá teknifilmsversiónin av havfrúnni hjá Disney kom og ósjálvsøkna transformatiónin av havfrúnni Ariel til eina luftveru varð til ein happy ending við skreyt og skart, har hart roynda havfrúin fær alt tað góða, sum  hon hevur uppiborið, prins og kongaríki og vælvild frá øllum. Í filminum um lítla leyvuungan Simba, sum verður snýttur og tveittur út úr sínum egna ríki, verður afrikanska savannain lýst sum eitt harmoniskt umhvørvi, har øll liva saman í friði í náðum inntil Scar sum ein annar Claudius oyðileggur spælið. Nøkur ár eru síðani eg sá filmin, eg var mikið undirhildin, men sum eg minnist, var ikki nógv dráp og kjøtát millum leyvurnar - mær vitandi eru djóranna kongur ikki vegetarar. Leyvur eta bæði eygu og oyru og heila og armar og bein hjá øðrum djórum og eisini hjá menniskjum, um tær eru nóg svangar.

Simba og ein verulig leyva

Myndir av grindadrápi seta eld í. Drápið í gjár hevur givið Sea Shepherd Operation Grindstop vind í seglini, í dag hava 64.472 fólk dámað síðuna og tað vaksur eksplosivt, bara seinasta hálva tíman eru 50 likes komin. Ingi Sørensen hevur lagt eina mynd út sum viðmerking til drápið í gjár, har hann hevur litað Fossá blóðreyða. Myndin hevur fingið rættiliga øsing í fólk og nóvar viðmerkingar eru órímiligar, Ingi Sørensen verður skýrdur landasvíkjari millum annað. Men nógvum dámar myndina av fossinum og útlendsku tulkingarnar eru nokk so nógv við síðuna av veruleikanum, ein skrivar t.d.: “Blood stained waterfall after washing of dolphin catches”. 

Ingi Sørensen

Ingi Sørensen

Tá eg fyri nógvum árum síðani búði í París eitt skifti og dúgliga stríddist við at greiða frá oyggjalandinum entre "l´Islande et l´Écosse", kom ein tænari á caféini algoystur við einum blaði í hondini. “Elles sont des barbares” ella okkurt tílíkt segði hann ákærandi, meðan hann peikaði á meg og vinkonuna og á permumyndina, sum var japonsk, haldi eg, men myndateksturin sipaði til føroyskt grindadráp. Eg og vinkonan royndu at verja okkum m.a. við argumentinum, at tað hevði sæð út tað sama, um fronsku kjøtelskararnir drupu síni neyt í sjónum. Eg merkti væl, at argumentini ikki riggaðu og tað var mest orsakað av blóðbaðnum, sum fransmenninir ikki fingu eyguni av. Ein teirra helt eisini, at hvalir eru ov intelligentir og fittir til at brúka sum mat. Eg spurdi um hann nakra tíð hevði møtt einum hvali. Tað hevði hann ikki, eg segði, at mær dámdi væl gæs, tær hava so fitt gongulag og at mær ikki dámar fronsku viðferðina av teimum, tá teir framleiða gásalivurpaté. Men handan uppbýtingin av djórum, hvørji eru fittari og klókari og minni etandi enn onnur, er mentanarliga grundað og hevur líka lítið við vit og skil at gera sum uppbýtingin av likamslutum, hvørjir eru etandi og hvørjir eru ólekrir at eta. Slaktarin í París, sum vit brúktu var úr Marokko og hann hevði nógvar føroyskar rættir, sum okkum dámdi og sum vit keyptu, men sum fronsku stórbýarvinirnir hildu vera ólekrar; seyðarhøvd, heila, eygu, hjørtu osfr. Hinvegin bjóðaði grannin okkum kaninsteik tað eina kvøldið, eg át tey smáu kanintjógvini og hugsaði, at tað minti um kettubein. At vit hava kettur og hundar sum húsdjór heldur enn seyð og grísar merkir ikki, at síðstnevndu ongar kenslur ella heila hava. Tað sigur seg sjálvt og at tað, at drepa eina búrhønu tykist frægari enn at drepa ein hval, kemst bara av, at lívið hjá búrhønuni hevur verið so ræðuligt, at tað bara er gott, at hon doyr. Allíkavæl man tað frægasta vera at fokusera uppá flísina í egnum eyga hetta lutfalsliga stutta tíðarskeiðið, sum man vera eftir hjá grindadrápinum. Sjálvt ídnir grindamenn viðganga í dag, at mótmælini hjá Greenpeace og øðrum felagsskapum høvdu við sær, at drápið gjørdist betri og skjótari. Kanska kann hetta gerast enn betur, tí deyðsangistin vísir seg at vera øgilig hjá hvalunum teir 10 minuttirnar, tað nú tekur at drepa eina grind.

Eygnasúpan 

Vit vita á, at grindaveiða er burðardygg, stovnurin er ikki á nakran hátt hóttur av føroysku veiðini, men mótsett veiðini hjá leyvum, ber væl til hjá føroyingum at liva uttan at eta grind. Av tí, at grindin er so høgt uppi í føðiskipanini og vegna ta heimsumfatandi dálkingina av havinum, er grindin ikki egnað sum menniskjaføði og tí liva vit helst betur uttan. Óansæð er tað sum fána allar skilagóðar grundgevingar fána av internetkjakinum. Tað er ræðandi hvussu radikal fólk eru og nú tosi eg als ikki bara um djóraverndarfólk. Ein viðmerking á Facebook til rokið á Sandi í gjár er eitt gott dømi um stupida óndskapin, sum tykist ráðandi. Ein maður gottar seg yvir, at djóraverndarfólkini umframt at verða handtikin eisini vórðu tvungin til at síggja grindadrápið. Slík primitiv úttalilsi koma kanska av særdum tjóðskaparligum kenslum, vit vita øll, at trýst elvir til móttrýst og tí kann metingin hjá Hans Andriasi Sølvará, at mótmælini fara at elva til, at grindadrápið fer at vara eitt ættarlið longur, fara at passa: “The irony is that without the Sea Shepard efforts whale killing probably would have disappeared from the Faroe Islands within a generation or so, but with the Sea Shepard opposition and activity in the Faroe Islands the whale killing tradition will most likely survive and even be strengthened among the otherwise waning interest of the young people in the Faroe Islands. The result is that the whale killing tradition in the Faroe Islands probably will survive. One of the most important laws in social science is the law of unintended consequences of intended actions.”.

"Tey ungu vilja drepa hval" stendur skrivað á permuni á lívsstílsblaðnum Prei. Myndina gjørdu Miriam & Janus Photography. Forgrundin er blóð, ein triðingur av myndini er blóð og nógv hava øst seg um myndina. Fotografarnir argumentara og greiða frá m.a., at blóðið kemur frá eini kúgv, sum allíkavæl skuldi drepast. Og meðan einki er at ivast í, at kúgvin saknar sítt blóð líka nógv sum hvalurin, er myndin eitt undrunarvert dømi um hvussu grindadráp kann gerast trendy í øllum førum lokalt. Tey fjúrtan djóraverndarfólkini, sum royndu at steðga drápinum á Sandi í gjár, verða møguliga útvíst og á tann hátt kunnu vit  halda okkum hava vunnið á útheiminum enn einaferð. Men úti í heimi verða hesi fjúrtan hetjur og Sea Shepherd hevur fingið hópin av dramatiskum filmsbrotum, sum tey kunnu vísa fyri forfardum sjónvarpshyggjarum. Eg havi varhugan av, at hvat viðvíkur grindamótmælum, hava vit als ikki enn upplivað toppin av trýsti og at drápið á Sandi fer at vera ein orsøk til, at Sea Shepherd fer at vaksa seg størri enn felagsskapurin nakrantíð kundi droymt um. Reytt blóð í grønum sjógvi millum grøn fjøll við blóðslettutum monnum gera góðar myndir. Reytt og grønt eru komplimenterir litir. Vit hava sjálvan estetikkin og mentanina hjá vesturheiminum í móti okkum.

 

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum

Heiðrik á Heygum