Silja Strøm sigur aye!
/
Dagurin í dag er søguligur í Skotlandi, nú skotar skulu velja antin tey vilja vera sjálvstøðug tjóð ella tey vilja halda fram eins og áður sum partur av Stóra Bretlandi. Føroyska listakvinnan Silja Strøm úr Vestmanna býr í Glasgow, har hon er útbúgvin á kunstakademinum, og hon er als ikki í iva um hvar krossurin skal setast. Eg spyrji hana hvussu tað følist at búgva í Skotlandi í løtuni.
Silja: Tað er barasta so spennandi fyri tíðina, “Emotions are running high”, sum tey siga, á báðum síðum. Allastaðni, mann fer, er valið samrøðuevnið. Heili 97% av veljarunum hava jú skrásett seg sum veljarar, hetta er óhoyrt eftir t.d. enskum standardum. Nú er so at siga eingin munur millum Ja- og Nei-síðuna eftir nýggjastu veljarakanningini at døma. Eg haldi, at tá mann hugsar um, at ja-síðan at kalla onga umboðan hevur havt í teimum stóru miðlunum, er tað ein veldugur sigur.
Kinna: Hví kann ein føroyingur í Skotlandi vera so sannførdur í hesum máli?
Silja: Hetta snýr seg ikki um nationalismu, men um púra vanligt skynsemi. Tað eru skotar, ið eiga flestar ressoursir í Bretlandi, uttan at teir hava avgerðarrætt í mun til hvussu tær verða brúktar. Skotar hava t.d. onga ávirkan á, at kjarnorkuvápn verða fjald í The Higlands. Skotar hava ikki valt konservativt síðani í 1955, men hava allíkavæl verið stýrd av konservativum samgongum í fleiri umførum. Skotland hevur longu sína egnu lestrarskipan, sína egnu heilsuskipan, men við fleiri og fleiri skerjingum, ið verða dikteraðar úr Westminister, og alsamt fleiri privatiseringum, verður tað alsamt verri at halda hesum skipanum uppi.
Kinna: Hevur tú ikki á nøkrum sinni umhugsað at atkvøða nei?
Silja: Nei tað haldi eg ikki, og Nei-valherferðin kann undir ongum umstøðum sannføra nakran. Teirra “Better together” kampagna hevur verið sera veik, haldi eg. Tey spæla bara upp á tað, tey her kalla 'fear tactics', uttan at hava nakra ítøkiliga politiska staðfesting. Hetta kemst kanska av, at teirra valherferð er undir leiðslu av eini sameining av skotska konservativa flokkinum, skotska labour og skotska liberala flokkum.
Glasgow er triðstørsti býur í Bretlandi og talið av børnum, sum liva undir fátækramarkinum er vaksið næstan 50%, síðan tey konservativu komu til maktina. Creative Scotland, skotski listagrunnurin, koyrdi leiðaran frá, tá listafólk mótmældu og hildu, at ætlanir um at umstrukturera felagið mintu um ensku skipanina, ið er strukturerað at geva kreativa ídnaðinum meira stuðul enn listini, listafólkunum og teimum listastýrdu gallaríunum, feløgunum, framsýningunum.
Silja Strøm heldur sum heild, at Skotland er eitt einastandandi land at búgva í, ikki minst tá tað kemur til list og mentan. List og listafólk eru eitt stórt tilfeingi hjá Skotlandi og listin verður vird hareftir, tí er tað kanska heldur ikki so løgið, at nógv listafólk mæla til at atkvøða: Ja!
http://nationalcollective.com/2012/08/30/50-artists-creatives-who-support-scottish-independence/
Í sambandi við, at Commonwealth Games vóru í Glasgow í summar, vórðu 4 millonir pund aftrat lætnar listaverkætlanum um alt Skotland, og hetta kom aftrat vanliga listastuðlinum. Silja Strøm fegnast og hevur sjálv fingið nógv burtur úr lesnaðinum á akademinum og uppihaldinum herfyri í Scottish Sculpture Workshop, sum hevur ment hana nógv. Saman við íslendsku listakvinnuni Steinunn Thórarinnsdóttir hevði Silja Strøm Summarframsýningina hjá Norðurlandahúsinum í fjør, men enn hava vit nógv gott í væntu frá Silju Strøm, eg gleði meg til næstu framsýningina hjá sannførdu føroysku ja-sigara-listakvinnuni í Glasgow.