Parkeringsmentan í Havn
/Skálatrøð skal ikki vera langtíðarparkeringspláss longur
Í einum viðtali, sum eg hevði við kenda danska listamannin, John Kørner, undraði hann seg øgiligt yvir bilferðsluna í miðbýnum í Havn. Hann helt tað vera fantastiska løgið við einum so fittum, vakrum og lutfalsliga lítlum miðbýi, sum samstundis var so á tremur í bilum. Bilferðslan er aggressivt til staðar í býnum, helt hann, mann má allatíð vara seg fyri bilum, súkklarar eru í lívsvanda og summastaðni er enntá eingin gongubreyt. Tað var líka við, at hann spurdi um vit føroyingar ikki hava bein at ganga á, men tað hava vit jú júst sum teir mongu danir, ið koyra bil inni í miðbýnum í Keypmannahavn. Men eg skilji væl hvat hann meinar, John Kørner, tí miðbýurin stendur til at bresta av bilum og bilosi og ofta kemur tann tankin til mín, at býurin fyrst og fremst er til tey koyrandi. Til dømis, tá eg gangi eftir Bøgøtu, har eingin gonguteigur er. Men nú eru kanska broytingar í væntu. Sambært in.fo sigur Heðin Mortensen, at tey, sum koyra til arbeiðis í Havn í bili, ikki longur skulu sleppa at parkera í Skálatrøð, ella nakra aðrstaðni í miðbýnum, í staðin ætlar hann at fáa til vega fleiri stuttíðar parkeringspláss, sum ætlandi eisini skulu skaffa pengar í kommunukassan. Heðin Mortensen sigur, at tey, sum brúka bil til arbeiðis, skulu vísast til parkeringspláss í Gundadali og longur uppi í Havnini.- Vit hava gott og ókeypis samband við býarbussum, so tað ber væl til at koyra við bussi úr Gundadali, ella longur uppi í Havnini, oman í býin - ella fólk nýta høvi til at fáa ein friskligan gongutúr um morgunin. Borgarstjórin ásannar, at higartil hevur tað verið vónleyst at fáa løgting og landsstýri at gera tær neyðugu lógarbroytingarnar, sum krevjast, so at kommunan kann yvirtaka parkeringsviðurskiftini í kommununi. Í hesum sambandi verður tosað um at seta gjaldsparkering um verk, so tey, sum parkera, rinda fyri tíðina, tey parkera. Tað skilst, at borgarstjórin vil hava alla langtíðarparkering burtur frá miðbýnum. - Skálatrøð, og onnur parkeringspláss í miðbýnum og niðri í Havnini annars, skulu ikki verða upptikin av bilum, sum standa har fyri dagin, ímeðan eigarin er til arbeiðis. Heðin Mortensen heldur, at tey, sum brúka bil til arbeiðis, heldur skulu vísast til parkeringspláss í Gundadali og longur uppi í Havnini.
Øll nýhugsan viðvíkjandi miðbýnum er av sonnum tiltrongd, men sjálvandi mugu vit ansa eftir, at ikki taka lívið av tí lítla lívi, sum ænir eftir millum Kongabrúnna og Steinatún. Eg hugsi um handlar og frisørar og onnur, sum longu undir verandi umstøðum hava trupulleikar av parkering. Samstundis fegnist eg, tá tosað verður um at fáa bilarnar burtur av Skálatrøð, tí tað gevur mær vónir um ein nýggjan Tjóðpall. Helst eri eg ov optimistiskt, men tað ber væl til at hugsa alternativt og enntá listarligt viðvíkjandi trafikki og bilparkering. Fleiri býir brúka gjaldsparkering, sum verður staðsett í parkeringskjallarum ella parkeringstornum eitt sindur uttan fyri centrum, hesar parkeringsloysnir verða partar av kreativum býarætlanum. Hvat við at latið Trónd Patursson ella okkurt annað listafólk gjørt eitt býarmonument av einum parkeringshúsi í Havn, tað hevði ikki misklætt einum tjóðpalli ella?