Føroya ljóð er komin út

Aftur hesa ferð er tað ein mynd hjá Tróndi Patursson, ið prýðir permuna á  bókini hjá Marianne Clausen

Mariannne Clausen. Foto: Gramar.

Tann 22. august kom út bókin “Føroya ljóð” eftir Marianne Clausen, móttøka var í Norðurlandahúsinum við røðum og framførslum - sí myndirnar longur niðri, sum John Dalsgarð tók. Leinki er somuleiðis til ljóðfílar frá framløguni, sum John tók upp.

Marianne Clausen hevur skrivað upp løgini av øllum teimum upptøkum sum eru gjørdar av føroyskum fólkamusikki síðan 1902. Av hesum 6000 upptøkum valdi hon 3.300, sum komu í tær fýra bøkurnar, sum hon læt úr hondum frá 2003 til 2012. Her vóru Føroya Kvæði, Kingoløg, løg til danskar vísur og skjaldur.

Tað, sum Marianne Clausen hevur útint, er eitt satt bragd við alstórum týdningi fyri okkara mentanarsøgu og tónleik, og fyri tað fekk hon Heiðursgávu Landsins í 2012. Í nýggju bókini hevur hon sett saman 280 løg. Hon skrivar eina fróðarviðgerð av føroyskum fólkasangi og setur hann inn í eina altjóða mynd av øllum tónleiki. Hildið verður, at henda viðgerð fer at vekja ans víða hvar, og at henda bók fer at verða nýtt til musikkfrálæru ikki bert í okkara egna musikkskúla, men eisini í miðnámsskúlum og á universitetstøði. Bókin er umframt á føroyskum eisini skrivað á enskum, so tey eru nógv sum kunnu fáa gagn og gleði burtur úr henni.

Umframt nótarnar hevur henda bók nakað higartil ókent. Upprunaupptøkurnar, sum hava ligið og fúnað á søvnum víða hvar, eru tiknar fram og viðgjørdar, so tað ber til at hoyra tær á teimum báðum fløgunum, sum fylgja við bókini. Tað er hjartanemandi at hoyra hesar upptøkur frá monnum og konum, sum hava borið okkara mentanararv til okkum at fegnast um. Bókin er innbundin við kápumynd eftir Trónd Paturssyni. Síðurnar eru 319. Tað er forlagið Stiðin, sum hevur givið út.

 

https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-3-vilhelmina-og-ommudottirin-framfora-skjaldur
https://soundcloud.com/john-dalsgard/1-foroya-ljo-zakarias-wang
https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-5-kata-framforir-torkilsdotur-og-tivilsdotur

https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-2-hanna-kampmann-lesur-rou-eftir-marianne-clausen

https://soundcloud.com/john-dalsgard/foroya-ljo-4-agnar-lamhauge-og-runi-mouritsen