Hvørvandi Havnamyndir

Ein góðveðursdag fyri nøkrum árum síðani var eg á uttanduracafé við vinfólkum í Vágsbotni. Ein mentaður vinmaður mín, Havnamaður við stórum H hugdi droymandi út móti Argjum og longur út móti Glyvursnesi, og eg sá, at okkurt ikki hóvaði honum, tá hann spurdi: Høvdu japanar funnið uppá at planerað Fujijama? Og eg veit væl hvat hann meinar við, sjálvandi skulu vit búgva onkrastaðni, men samstundis mugu vit ansa eftir og vera góð við tað, sum er serligt í okkara býi. Eg haldi, at smáu húsini í miðbýarumhvørvinum eru nakað serligt og harmist um tey, sum verða tikin niður. Sjálvandi er eitt fitt petti frá heimskenda japanska gosfjallinum, sum Hokusai og Hiroshige hava lýst í føgrum myndum, til eyðmjúku húsini hjá Kolturs Onnu og hjá Adolfi á Húsabrúgv aftan fyri Gamla Bókhandil, sum sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráð skuldu takast niður í gjár. Húsini hjá Kolturs Onnu og hjá Adolfi verða í dag niðurtikin. Hvussu gomul uppruna húsini eru veit eg ikki, men smá 200 ár er ikki heilt av leið. Húsini standa á Húsabrúgv, ella ovast í Avholdsbrekkuni, sum fyrr varð sagt. ”Avhaldið” eru húsini millum Gl. Apotek og húsini hjá Adolfi, og eru í dag vaskaríð hjá Hafnia. Jólafundurin í 1888 varð hildin í Avhaldinum, og varð meir og minni byrjanin til tjóðskaparrøðsluna í Føroyum. Kommunala heimasíðan veit einki at siga um orsøkina til hví søguligu húsini skuldi takast niður, men røddir hava verið frammi um, at Hafnia ætlar at byggja út. Nú er tað ikki soleiðis, at eg haldi, at alt skal preserverast í ævigar tíðir ella, at eg ræðist broytingar, tí tað er einki at ræðast. Heldur kann mann ræðast vantandi atlit fyri teimum dimensiónum, sum býurin nú einaferð hevur.  

Men sjálvandi kunnu vit vóna tað besta. Tað er eyðsýniliga alt vit kunnu, tí burtur sæð frá friðaðum byarpørtum á Reyni osfr., ber til at gera hvat sum helst, eisini um tú ert eigari av einari sannari Havnamynd.