Gisp!
/Luttakaralistin yvir framsýnarar í Gisp er ikki almannakunngjørdur enn. Men eg rokni við, at hesin listamaðurin fer at taka lut, HuskMitNavn gjørdi hesa myndina, tá heimsmeistaraskapið í fótbólti var herfyri
Fyri lesarar av teknirøðum er danska ljóðorðið Gisp neyvan ókent. Eg haldi, at tað man vera eitt tað fyrsta orðið, eg nakrantíð las - tað var í Anders And blaðnum, sum eg lærdi meg at lesa á donskum, tí tað fanst ikki á føroyskum tá og líka visti eg hví Rip, Rap og Rup søgdu hetta Gisp! í heilum, Fedtemule segði sama løgna vana, men hann segði “Hydr” eisini, sum eg í mínum føroyska høvdi úttalaði føroyskt við herdum og aspireraðum “dr” ljóði, men sum eg við barnsliga opnum lyndi allíkavæl góðtók sum eitt at teimum mongu løgnu lutunum í hesi verð. Tað var ikki fyrr enn nógv seinni, at eg fann út av, at gisp verður nýtt fyri at eftirlíkna ljóðinum, sum kemur, tá mann missir ondina av forskrekkilsi ella tí mann er bilsin
Gisp er heitið á einum átaki og einari framsýning í Norðurlandahúsinum, har teknirøðir eru í fokus nú í heyst. Framsýningin, ið letur upp 24.oktober, er breitt bygd á teknirøðir, tvs. at tað ikki bara snýr seg um teknirøðir í sær sjálvum, men eisini um myndlist, málningar, grafikk, tekningar og filmar hjá samtíðarlistafólkum og teknarum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki og Danmark. Framsýningin miðsavnast um norðurlendska tekning bæði sum mentanarligt fyribrigdi og sum læringshøpi gjøgnum fimm tema: Krimi, mytu, gransking, sjálvsævisøgu og skemt. Við framsýningini ynskir Norðurlandahúsið at fokusera uppá ta fabulerandi síðuna av føroyskari myndlist, samstundis sum ætlanin er at fáa skúlanæmingar at brúka Norðurlandahúsið í størri mun.
Hetta vikuskifti verður Peter Madsen (dugnaligi teknarin, sum teknaði m.a. Valhalla - hon finst forrestin á føroyskum) í Norðurlandahúsinum og greiðir frá um arbeiðið og leggur lag á. Tilmelding gongur fyri seg á heimasíðuni her: http://www.nlh.fo/Default.aspx?pageid=21127