Føroyingar hava loksins fingið eitt abstrakt, monumentalt og feministiskt høvuðsverk

Mikumorgunin mundi eg gliðið í brúsubaðnum so bilsin var eg, tá prestur í morgunlestrinum brádliga fór at tosa um menstruatión. Tað var í eini áhugaverdari og empatiskari tulking av bíbliutekstinum hjá Markusi um kvinnuna, sum hevði bløtt í 12 ár, og sum tá hon sníkti seg at nerta við klæðini hjá Jesusi, var grødd. – Nåh ja, ásanni eg nevsligin við sápu í hárinum. - Hatta hevur eyðvitað verið okkurt slag av undirlívssjúku við plettbløðingum, sum plágaðu hasa konuna. Sjálvandi! Eg meini so við - um hon gekk við onkrum bløðandi banasári í tólv ár, var neyvan nakað blóð eftir í henni, tá hevði hon verið steindeyð. Løgið, at eg sjálv ikki havi hugsað um hatta og gott, ja fyri neyðini, at Steintóra Gleðisheygg Joensen varpar ljós á og sigur í útvarpinum, at talan mundi vera um menstruatión – ikki tí, at bíblian skal minkast til at snúgva seg um nakað so banalt sum menstruatión, men av tí at fyribrigdið nettupp er so vanligt og forrestin eisini grundleggjandi fyri mannaættina, at tað er skeivt at tiga burtur. Í og við, at bíblian er so gomul, sum hon er, hevur tað týdning, at geva sær far um og í ein ávísan mun miðla bókina við atliti til ta slagsíðu hon hevur orsakað av patriarkalska, kvinnukúgandi, samfelagnum, hon var skrivað inn í. – Júst sum prestur gjørdi mikumorgunin og aftur í morgun uttan at nakar vandi var fyri ógudiligum ovtulkingum.  

Í dag er altjóða kvinnustríðsdagur 8.mars. Eri, sum skilst longu byrjað at feira, ja tað byrjaði í gjár, tá vit koyrdi ein túr til Fuglafjarðar fyri at skoða Minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong. Við hesum minnismerki minnast vit allar tær kvinnur í Føroyum, sum eru deyðar í barsilssong. - Her er aftur okkurt klókt høvd ella trý, ið hava hugsað tann gløgga tanka, at okkum tørvar eitt minnisverk fyri teim kvinnum, sum lótu lív fyri at geva lív. Stigtakarar eru Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs og listakvinnan, sum hevur gjørt verkið er Guðrið Poulsen.

Listaverkið hjá Guðrið Poulsen er uppá allar mátar eitt megnarverk 5 metrar høgt og tá mann stendur millum stórfingnu fjøllini í Fuglafirði og skoðar verkið, kann mann ikki annað enn fegnast um, at standmyndin hevur ta monumentalu stødd, sum hon hevur. Støddin hevur týdning í einum tílíkum verki og tað er gott at síggja eitt verk, ið torir at taka pláss – tað kunnu vit ikki minst staðfesta við atliti til kvinnustríðsdagin í dag, tí í mong ár var list hjá kvinnum avmarkað til húspjak, broderí ella vandaleyst blómumálarí.

Talan er um eina merkisverda standmynd, ið brýtur upp úr nýggjum evnisliga, formliga og tilfarsliga samstundis sum listakvinnan hevur atlit til listasøgu og siðvenju. Hon hevur nevnt standmyndina Karyatidu; t.e. kvinnufigurar, ið verða nýttir eins og súlur ella berandi prýði innan grikska byggilist.

Eg var ikki minst spent uppá tilfarið, tí eg hevði sæð forvitnisligar fotomyndir av standmyndini, men tílíkt má síggjast og merkjast í veruleikanum. Standmyndin sær út til at verða laðað upp av trettan kassastrukturum, ið eru myndaðir av ójøvnum keramiskum flisum soleiðis, at hon er breiðast niðrivið og smalkar uppeftir eins og ein tempulsúla ella ein obelisk. Henda ójavna, ljósabrúna, grá-hvítskjóruta standmyndin er ikki bráðvøkur sum hon kundi verið um talan til dømis var um eina naturalistiskt-ekspressiva standmynd av eini vakrari kvinnu og tað er ómetaliga gott, tí hetta evnið er størri og meira universalt og krevur øðrvísi viðgerð.

Standmyndin er ein abstrakt heild, ið er sett saman av fleiri elementum. Bæði tilfar og tøkni er aldargamalt; menniskjað hevur sum kunnugt skapt og brúkt leiríløt og leiramboð í fleiri túsund ár. Tilfarið er úr náttúru og partur av náttúruni og er harvið lutfalsliga burðardygt og modernað. Framburðurin er sera einfaldur og frumkendur við øllum tess ójøvnu skoytum. Fleiri staðni sær laðingin út til at hava verið á veg til at hokna og øll hesi innvik og á verkflatuni gera at standmyndin ikki er púra steyrrøtt og bein. Allir hesir ófullkominleikar í einfalda og eyðmjúka bygnaðinum savnast í eini rørandi universalari lýsing av stríðnum fyri lívi, ið tó at tað kostaði dýrasta prís, helt á. Føroyingar hava loksins fingið eitt abstrakt, monumentalt og feministiskt høvuðsverk og tað er ikki so galið at staðfesta ein dag sum í dag.

Kinna Poulsen

Hamferð á G!

Ein av heimsins bestu dómadagsmálmbólkum er føroyskur, og 22. mars kemur hann við útgávuni "Men Guðs hond er sterk”. Seks ár eru liðin síðani stórverkið "Támsins likam", og tað er tí ikki at taka ov dýran til, at siga, at dómadags- fjepparar í hesum døgum halda ondini í spenningi. Vit hava upplivað Hamferð á G! fleiri ferðir áður, og hvør ferðin er líka minnilig. Í sínum svørtu klædningum og við sínum álvarsama framburði, hava teir megnað at skapa eina kenslu av myrkri, mest álíkum jarðarferðini hjá Mykinesi. Nú verður hamurin skiftur, klædningarnir eru hongdir í skápið. Hvat fáa vit í staðin frá einum av heimsins bestu dómadagsmálmbólkum? Tú mást fara á G! og uppliva tað! (Tíðindaskriv)

Támsins likam varð umrødd á Listaportalinum í 2018

https://www.listaportal.com/tidindi/2018/3/24/framrskarandi-hamfer

Tróndur Patursson 80

Mynd: Steinprent

Í dag fyllir listamaðurin Tróndur Patursson 80 ár. Sjálvt um hansara listaliga lívsavrik er so stórt og rúgvusmikið, at hann saktans kundi loyvt sær at hvílt á laurberunum, hendir tað valla, tí Tróndur framvegis er ein sjáldsama arbeiðssamur og virkin maður. Hann er altíð í gongd við verkætlanum - beint í skrivandi stund hevur hann framsýning í Listaskálanum saman við soninum, Brandi. Umframt at skapa hópin av málningum, standmyndum og glaslist, hevur Tróndur Patursson siglt saman við Tim Severin, ið frá 1976 endurskapaði ymiskar søguligar sjóferðir, Brendan Voyage, Sindbad Voyage m.a. og hesar ferðir hava havt avgerandi týdning fyri listamannin.

Tróndur Patursson byrjaði sína listaligu leið á kenda skeiðnum, sum Ingálvur av Reyni hevði saman við Janusi Kamban og Jack Kampmann og fór síðani til Keypmannahavn, har hann í 1965-1966 var undirvístur í tekning hjá Hans Christian Høier á Glyptotekinum. Seinni var hann á Norges Kunshåndværkerskole, var í læru hjá myndahøggaranum Ståle Kyllingstad og gekk síðani á Kunstakademinum í Oslo í trý ár. Hann hevði fyrsta serframsýning sína í Listaskálanum í 1972 og hevur síðani framsýnt óteljandi ferð í Føroyum og í útlondum. Í Danmark hevur hann fleiri listprýðingar, framsýningar, eins og hann hevur verk framsýnd á søvnum nógvastaðni. Í 2013 var ein stór installatión við 90 glasfuglum framsýnd í John F. Kennedy Center for the Performing Arts í Washington D.C. Í 2014 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Tá eg herfyri var við listamanninum í Eysturoyartunlinum og vit koyrdu runt og runt fyri at uppliva tað fína verkið í rundkoyringini, staðfesti Tróndur: Tá alt kemur til alt kunnu vit listafólk bara gera okkara besta og so vóna – eg vóni, at tað hevur eydnast mær at fáa verkið so einfalt og lætt at skilja, at tað er tíðarleyst og kann fatast av øllum menniskjum nú og til allar tíðir

Trónd Patursson sambinda vit ikki minst við blátt og tað í so stóran mun, at vit hoyra hansara rødd fyri okkum við eyðkenda Kirkjubø-málinum úttala orðini “blátt – ultramarinblátt”. Men í veruleikanum er Tróndur sjáldsama fjølbroyttur listamaður, sum hevur arbeitt við øllum hugsandi litum og tilfarum um tað er jarn, kopar, glas, marmor, spegl, ljós, klettar, rekaviður ella hvalabein í verkum, sum ríka okkum almenna rúmið í Eysturoyartunlinum, Gøtu Kirkju, SMS, Norðoyartunlinum osfr.

Takk fyri, Tróndur og hjartaliga til lukku við runda degnum.

Fagnaður í London um Lykkenborg

Eisini í London eru tey fullkomiliga upp í loft av leikinum, Lykkenborg. Tað tykist greitt nú fyrstu bretsku ummælini daga undan eftir, at leikurin Castle of Joy, Lykkenborg var frumframførdur í víðagitna leikhúsinum, Barbican Center í London í gjárkvøldið.

Leikurin fær fýra av fimm stjørnum í Broadway World, har Kit Bromovsky metir leikin at vera eins gátuføran og hann er ógloymandi. Søgan um Lykken í Castle of Joy verður mett at vera viðkomandi, eins og progressivi, originali stílurin hjá leikbólkinum verður róstur av ummælaranum, sum at enda heldur, at fagnaðurin (standandi ovatiónir) var væl uppiborin. “Castle of Joy is like going into the mind of someone else’s brain, listening to a story but with a tinge of excitement and intrigue. Inventive staging and a haunting score, it leaves an indelible mark on the hearts and minds of its audience members, inviting them to ponder the shadows that lurk within society and us all. A well-deserved standing ovation. Through this fearless exploration of the human brain, Det Ferösche Compagnie cements their place for me as pioneers in the world of innovative theatre, leaving us eagerly awaiting their next production..”.

Eg ætli mær als ikki at spæla ítróttarøvundarkortið. Eingin grund er til tess, tá nú áhugin fyri list er so risastórur og støðugt vaksandi sum hann í roynd og veru er í okkara samfelagi. Men also, tá eg lesi tílík ummæli av føroyskari leiklist í útlendskum miðlum, tá eg hoyri, at føroysk leiklist verður framførd á Barbican og tá eg yvirhøvur upplivi støðið innan føroyska yrkislist í hesum árum, ja so øvundi eg ítróttarøkinum tess serliga ans fyri medaljufagnaði. Har eru øll upp í loft um vit bara sleppa at kappast á jøvnum føti við heimsins lond. Listaliga eru vit longu í fyrstu deild – tá tey also varnast okkum og tað gera tey um vit altso sjálvi megna at taka listina í álvara.

Ummælarin Dulcie Godfrey er á Reviews Hub somuleiðis hugtikin av Lykkenborg, sterku søguni um Pól Jóhannus Poulsen/Lykken og leiklistaligu tulkingini, sum hon heldur vera inniliga nemandi “The echoing cries of Joy in an isolation cell are just one instance of truly moving theatre-making” heldur ummælarin og staðfestir at enda, at innovativi leikurin er dømi um uniqe, powerful storytelling.

Hjartaliga til lukku Det Færøsche Compagnie.

Kristina Sørensen Ougaard Actress

Búi Dam Writer, Director and Shadow Actor

Sámal Blak Set and Costume Design

Dánjal á Neystabø, Composer and musician

Súni Joensen Light Designer

Búi Rouch Movement Director

Anna Kristin Bæk Set and Costume Design Assistant

Jens L. Thomsen Sound Engineer

Beinir Bergsson Technician

Bergtóra Patursson Research Advisor

Urd Johannesen Producer

Durita Sumberg Producer and Tour Manager

Kinna Poulsen

Føroyskir filmar og filmsfólk á veg til Keypmannahavnar

Hósdagin 29. februar byrjar hin árligi filmsfestivalurin ’Nordatlantiske Filmdage’ á Norðatlantsbryggjuni, og aftur í ár er ein rúgva av spennandi føroyskum innihaldi á skránni. Fríggjakvøldið 1. mars verður føroyskt stuttfilmskvøld, har høvið verður at síggja filmarnar ”Lið við Lið”, ”Sæla”, ”Død af grin” og animatiónsfilmin ”Óveruliga verðin hjá Aldu”. Kvøldið byrjar við innleiðing við føroyska sendimanninum, Jóannes V. Hansen, og harafturat koma filmsfólkini Andrias Høgenni, Katrin Joensen-Næs, Terji Mohr, Niels Jacob Kjærbæk Pedersen og Tóki Jansson, har tey fara at hugleiða um filmarnar og svara møguligum spurningum frá áskoðarafjøldini. 

Leygardagin 2. mars verður filmurin ”Heartist” sýndur, har framleiðslustjóri Jón Hammer og leikstjórar Marianna Mørkøre og Beinta Á Torkilsheyggi koma á vitjan. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, ið filmurin snýr seg um, sýnir fram á Norðatlantsbryggjuni í summar, og á filmsdegnum kunnu áskoðararnir læra eitt sindur um hennara heilt serstaka og farvuríka heim. 

Mánadagin 4. mars verður donsk frumførðsla av filminum ”Sommergæsten”, ið snýr seg um Bergithe Johannessen (1905-1995), sum varð fyrsti føroyingur, ið fekk professjonella, akademiska útbúgving innan myndlist. Áðrenn filmurin byrjar, kemur Karin Heinesen, stjóri á Norðatlantsbryggjuni, at siga nøkur orð, og aftaná filmin verður orðaskifti millum Anya Mathilde Poulsen og Lars Rønnow, sum standa aftanfyri filmin, og Birgir Thor Møller saman við áskoðarunum. 

Filmsdagarnir varða líka til 10. mars, og á skránnið eru ein rúgva av spennandi filmum og filmsfólki úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Festivalurin er stuðlaður av eitt nú Det Danske Filminstitut, og føroyska innihaldið er stuðlað av Filmshúsinum og Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. 

Les meira um filmsdagarnar á Norðatlantsbryggjuni á nordatlantens.dk/filmdage.

Bók hjá Kim Simonsen er føroyska uppskotið til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Føroyska tilnevningin til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er yrkingasavnið hjá Kim Simonsen, Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum. Tilsamans trettan skaldaverk eru tilnevnd. Vinnarin fær 300.000 krónur, tá virðislønin verður latin í Reykjavík í heyst.

Úr ummæli á Listaportalinum: “Yrkingasavnið við demonstrativt drúgva og typiskt kimsimonsenska heitinum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum inniheldur yrkingar, ið bera brá av at vera instant classic ikki minst tær skroypiligu pápayrkingarnar… Yrkingasavnið hjá Kim Simonsen er býtt upp í fýra partar - tað byrjar og endar við, at pápin er deyður og leiklutirnir grundleggjandi umbýttir soleiðis, at sjómaðurin, ið einaferð sigldi høvini, fer at verða fevndur av aldunum, tá sjógvur fer at fylla alla jørðina. Frá deyða einstaklingsins verður samband knýtt til sjálvt tilverugrundarlagið og haðani klingar ein tilveruligur tóni gjøgnum alla bókina - eg komi í tankar um rullandi tíðirnar hjá Ingemann og slægt skal følge slægters gang, men her er tað altso sjógvurin, ið eigur seinasta orðið. Vistfrøðilig poesi um samanhangin millum menniskjað og alt annað lív á jørðini – tað kundi bent á okkurt lagnutungt og politiserandi, men tíbetur er talan ikki um dómadagsmálandi atfinningar av menniskjans æviga oyðileggjaralyndi. Savnið er hinvegin fyllt av inniligari undran um lívið í øllum tess lívsløgum har einki er primitivt, men alt einastandandi. Nýggja hvítabókin hjá Kim Simonsen er eitt sera vakurt yrkingasavn – eisini ítøkiliga við reinu hvítu permuni og ultramarinbláu innpermuni. Minimal uttaná – innaní ein flóðalda av kenslum og longsli, sum allatíðina verður hildin uppá pláss og ikki sleppur at útvikla seg til ekspressivt melodrama og sjóðheitan grát. Einfeldin fevnir eisini yrkingarnar, sum eru fullkomiliga symbolfríar. Einfeldin klæðir Kim Simonsen, ið als ikki tørvar myndamál, tá hann ítøkiliga yrkir um túgvur av “deyðagrasi,/ har stráini hanga tung/ av smáum perlandi glerpípum, meðan sólin skínur á glerið/ og skyggir aftur í eyguni á mær. “. Deyðagras er eitt gott føroyskt orð um følnað gras og tá sólin hitar glerpípurnar í deyðagrasi, kemur ímyndin av lívi púrasta ótarnað fram fyri lesaran – her er okkurt við neyvu náttúrueygleiðingunum, ið minnir um Whipstitches, yrkingasavnið hjá Randi Ward meðan navnadroppingin og endurtøkan av relativiserandi orðingini “Spurningurin er” fekk meg at hugsa um fenomenoligiirnar hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, men talan er helst bara um samtíðaryrking sum tekstaslag og sum aftrat tí ekstistentiella eisini snýr seg um lívfrøði og filosofi við einum nýmaterialistiskum grundsjónarmiði. Elementið, grundtilfarið er vatn, av vatni eru vit komin og til vatn skulu vit verða. Hetta er fyrst og fremst eitt yrkingasavn, ið er skrivað inn í tómrúmið, sum var skapt, tá eitt menniskja doyði. At megna at gera slíkt uttan um tær sentimentalu klisjéirnar er alt annað enn lætt. Tí er yrkingasavnið hjá Kim Simonsen eitt framúrskarandi avrik. Nýggja forlagið, Verksmiðjan við Vónbjørt Vang eigur eisini rós fyri góða úrslitið og einum væl ritstjórnaðum, lisnum (!) og rættlisnum yrkingasavni…”

Tilnevningar:

Danmark

Hafni fortæller af Helle Helle. Roman, Gutkind Forlag, 2023.

Jordisk af Theis Ørntoft. Roman, Gyldendal, 2023.

Finnland

Vill du kyssa en rebell? af Eva-Stina Byggmästar. Digtsamling, Schildts & Söder…

101 tapaa tappaa aviomies. Menetelmällinen murhamysteeri af Laura Lindstedt

Ísland

Jarðsetning af Anna María Bogadóttir. Biografisk roman. Angústúra, 2022.

Tól af Kristín Eiríksdóttir. Roman, Forlagið, 2022.

Noreg

Fars rygg af Niels Fredrik Dahl. Roman, Forlaget Oktober, 2023.

Jeg plystrer i den mørke vinden af Maria Navarro Skaranger.

Sámiska økið

 Leŋges hearggi Sáhčal fatnasa af Fredrik Prost. Personlig beretning, DAT, 2023.

 Svøríki

Minnen från glömskans städer af Gunnar Harding. Digtsamling,

Nollamorfa af Johan Jönson. Digtsamling, Albert Bonniers förlag, 2023.

 Áland

För att ta sig ur en rivström måste man röra sig i sidled af Mikaela Nyman.

https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-litteraturpris-2024

Brandur Patursson og Tróndur Patursson í Listasavni Føroya

Ljós og litir

16 FEBRUAR 2024 - 7 APRÍL 2024

Tróndur Patursson (f. 1944) er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur Patursson (f. 1977), sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á listapallinum. Teir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Síðan Brandur var heilt ungur, hevur hann hjálpt pápa sínum við listaligum uppgávum og nú kann sigast, at Tróndur hjálpir Brandi líka nógv. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi. Hóast samanflættaða arbeiðislívið so hava teir hvør sítt listaligt úttrykk.

Fyri Trónd Patursson hevur tað alstóran týdning at lýsa náttúrukreftirnar, ið hann sjálvur so mangan hevur kent á egnan kropp á ævintýrferðum kring heimsins høv. Spegilskendu náttúrulýsingarnar lýsa tað endaleysa kosmiska rúmið, har markið ímillum himmal og jørð hvørvur, og ein gerst eitt við náttúruna. Verkini eru fylt við spenningi og dramatikki. Um verkini hjá Tróndi eru á lørifti ella úr glasi, so er tað altíð dýpið í litunum, ið sermerkir verkini. Tróndur hevur serligan kunnleika til litir, og hansara bjørtu temperamálningar megna at umseta litir til eitt kensluborið mál, ið stundum er fylt við melankoli. 

Brandur Patursson arbeiðir serliga við glasi og filmi. Við ljósi og uppvørpu á stórar glasformar manar hann fram lættar luftkendar endurspeglingar, ið eru støðuleysar sum sólglottar. Ígjøgnum glasskulpturarnar, ið mangan hava kropsligt skap, koma gandakendar verur, ið stundum líkjast anatomiskum x-raymyndum. Brandur megnar at lýsa menniskjanáttúru frá einum viðbreknum sjónarhorni. Hann fangar tað, sum ikki er eyðsýnt. Innara síðan av glasverkinum verður upplýst og rúmið verður fylt við litspæli, skuggum og sál. Verkini eru fylt við kontrastum. Tey eru bæði tung og luftkend, still og livandi, litrík og gjøgnumskygd. 

Ljós og litir spæla ein týðandi leiklut í listini hjá feðgunum Patursson, og tilfarsliga eru felagseyðkenni, tó er munur á, hvussu teir brúka sama tilfar. Evnislýsandi eru eisini felagseyðkenni, har náttúran gongur aftur á ymiskan hátt, bæði í landslagnum og í menniskjamenskuni. Á hesi framsýningini uppliva vit nøkur av teirra høvuðsverkum, og so líta vit eisini aftur á tað farna, nú Tróndur hátíðarheldur 80 ára føðingardag í mars. www.art.fo

Kirstin Helgadóttir bjóðar vælkomin

Rói Patursson helt eina hugfarsliga røðu, sum var full av spurningum

Tróndur Patursson

Málningar hjá Tróndii Patursson

Eitt glasverk hjá Brandi Patursson

Tróndur Patursson

Eitt nýtt verk hjá Brandi Patursson

Framúrskarandi nýggja røðin, Speglingar hjá Brandi Patursson

Listafagnaður í Havn

Bárður Jákupsson

Í vikuskiftinum feira vit listina og at tvær føroyskar listakempur hava fyllt ella fara at fylla fýrs. Tað eru ávikavist Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson, sum fer at framsýna saman við soninum Brandi í Listasavninum fríggjadagin 16.februar klokkan 16. Kirstin Helgadóttir fer at bjóða vælkomin og Rói Patursson heldur upplatingarrøðuna.

Dagin eftir, leygardagin 17.februar klokkan 16-18 letur Bárður Jákupsson upp stóra framsýning í Müllers Pakkhúsi. Framsýningin er opin fram til 9. mars. Fríggjadag, leygardag og sunnudag kl. 15-18. Ella eftir avtalu - tel. 225 789

Bárður fyllti 80 tollaksmessudag í fjør og Tróndur fyllir 80 í mars.

Brot úr glasverki hjá Brandi patursson á glasi

Av heimasíðu Listasavnsins: Tróndur Patursson er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur Patursson, sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á listapallinum. Teir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Síðan Brandur var heilt ungur, hevur hann hjálpt pápa sínum við listaligum uppgávum og nú kann sigast, at Tróndur hjálpir Brandi líka nógv. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi. Hóast samanflættaða arbeiðislívið so hava teir hvør sítt listaligt úttrykk. Fyri Trónd Patursson hevur tað alstóran týdning at lýsa náttúrukreftirnar, ið hann sjálvur so mangan hevur kent á egnan kropp á ævintýrferðum kring heimsins høv. Spegilskendu náttúrulýsingarnar lýsa tað endaleysa kosmiska rúmið, har markið ímillum himmal og jørð hvørvur, og ein gerst eitt við náttúruna. Verkini eru fylt við spenningi og dramatikki. Um verkini hjá Tróndi eru á lørifti ella úr glasi, so er tað altíð dýpið í litunum, ið sermerkir verkini. Tróndur hevur serligan kunnleika til litir, og hansara bjørtu temperamálningar megna at umseta litir til eitt kensluborið mál, ið stundum er fylt við melankoli. 

Brandur Patursson arbeiðir serliga við glasi og filmi. Við ljósi og uppvørpu á stórar glasformar manar hann fram lættar luftkendar endurspeglingar, ið eru støðuleysar sum sólglottar. Ígjøgnum glasskulpturarnar, ið mangan hava kropsligt skap, koma gandakendar verur, ið stundum líkjast anatomiskum x-raymyndum. Brandur megnar at lýsa menniskjanáttúru frá einum viðbreknum sjónarhorni. Hann fangar tað, sum ikki er eyðsýnt. Innara síðan av glasverkinum verður upplýst og rúmið verður fylt við litspæli, skuggum og sál. Verkini eru fylt við kontrastum. Tey eru bæði tung og luftkend, still og livandi, litrík og gjøgnumskygd. 

Tróndur Patursson

Starvslønir til listafólk

Mynd Summartónar

Tíðindaskriv er komið úr Mentanargrunni Landsins um ársins starvslønir. Sum skilst verður íløga hesa ferð gjørd í tónleik og sjónleik millum annað.

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2024. Starvsløn varð latin Rógva á Rógvu, tónleikara í 12 mánaðir, Duritu Dahl Andreasen, sjónleikara í 6 mánaðir.

Harumframt fingu 41 umsøkjarar starvsløn í ávíkavíst 1, 2 og 3 mánaðir. Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í Kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum. Grunnurin fekk í alt 102 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar 43 milliónir krónur. Av hesum vóru 43 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 96 mánaðarlønir tilsamans fyri góðar 3,1 milliónir Endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.

Umsøkjararnir til íverksetanarstuðul vóru 15 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum 4 íverksetanarstuðul fyri tilsamans 600.000 krónur: Jákupi Dahl (palllist) Franklin Symphor Henriksen (filmslist) Heina Ragnarsson (tónlist) Helgu Djurhuus (myndlist)

Starvslønir 2024:


Føroysk list og mentan í New York

Stórt føroyskt mentanarátak verður í New York frá apríl til juli í ár undir heitinum Fog Swept Islands. Átakið verður fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands, í samstarvi við Scandinavia House, ið hýsir tiltakinum.

Scandinavia House
Scandinavia House: The Nordic Center in America er fremsta norðurlendska mentanarhúsið í USA, og húsast á Park Avenue á Manhattan. Húsið lat upp í ár 2000 og hevur framsýningar, tiltøk og annað, ið varpar ljós á norðurlendska mentan.

Fog Swept Cargo
Høvuðstiltakið er listaframsýningin “Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands”, sum er ein forkunnug framsýning við føroyskari samtíðarlist. Talan er um verk hjá sjey føroyskum listafólkum, ið saman mynda framsýningina. Listafólkini eru: Tóroddur Poulsen, Hansina Iversen, Hanni Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Alda Mohr Eyðunardóttir.

Kinna Poulsen hevur kuraterað framsýningina, ið er tøkniliga fjølbroytt við málningum, standmyndum, installatiónum, tekningum, steinprentum og tekstilverkum.

Samansetta framsýningarheitið er um somu tíð sveimandi og ítøkiligt og fevnir um mótsetningar millum aldargamlar, undurvakrar mjørkaoyggjar og modernaða samfelagið við risastórum stálskipum, ið støðugt síggjast í havsbrúnni - fullfermd av fagurlittum bingjum.

Verk hjá eitt nú Listasavni Føroya og Steinprenti vera við á framsýningini, ið letur upp 13. apríl og heldur fram til 6. juli.

Faroe Islands Culture Days
Í døgunum 9. til 21. apríl verða ein røð av føroyskum mentanartiltøkum á skránni í Scandinavia House. Byrjað verður týskvøldið 9. apríl, tá FMX og Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyriskipa móttøku og konsert við Eivør. Eli Tausen á Lava hitar upp. Konsertin er fyri innbodnum og verður í The Cutting Room á Manhattan.

Mikukvøldið 10. apríl skipar Visit Faroe Islands fyri einum gastronomi- og mentanartiltaki fyri miðlafólki og ferðasmiðjum.

Hóskvøldið 11. apríl er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, vertur fyri VIP-døgurða fyri politikarum, embætisfólki, mentanarfólki, diplomatum, føroyskum fyritøkum og teirra samstarvsfeløgum. Ræst fer at borðreiða við einari matarskrá við føroyskum rávørum, og Eivør hevur eina tónleikaframførslu.

Leygardagin 13. apríl letur framsýningin “Fog Swept Cargo” alment upp , har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, ber fram røðu.

Á skránni verður eisini listaprát við Hansinu Iversen, Johan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir, og Kinna Poulsen fer at halda fyrilestur við heitinum “Fog Swept Cargo - on art in the Faroe Islands”.

Leygardagin 13. apríl verður eisini heimildarfilmurin “Heartist” um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur, og í samband við sýningina verður listaprát við Sigruna Gunnarsdóttir, listakvinnu, Beintu á Torkilsheyggi, leikstjóra, og Rógva Rasmussen, framleiðara. Tiltakið verður fyriskipað av Filmshúsinum.

Týskvøldið 16. apríl hevur Bergur D. Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, fyrilestur við heitinum ” The Faroe Islands and the Arcticfication of the North.”

Mikukvøldið 17. apríl og hósmorgunin 18. apríl verður ávikavist alment bókmentatiltak og tiltak fyri innbodnum forløgum, yrkisfólki og fjølmiðlum, sum FarLit fyriskipar. Á skrá eru upplestur, framløgur og bókaprát. Tey sum luttaka eru høvundarnir Bárður Oskarsson, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen og Marjun Syderbø Kjelnæs, týðararnir Randi Ward og Matthew Landrum, umframt Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Leygardagin og sunnudagin 20. og 21. apríl er sniðgeving á skránni við eitt nú binding, framsýning, bindiverkstovu  og filmssýning um føroyska ullamentan. Sniðgevarnir Einstakt, Shisa Brand, Navia, Steinum, Durita Thomsen og REKA luttaka.

Í sambandi við føroysku mentanardagarnar fer sølubúðin í Scandinavia House at selja føroyskar listalutir og listhandverk frá Østrøm og Steinprenti.

Mentanarligt samstarv millum Føroyar og USA
Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað. Avtalan skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA,  innan eitt nú gransking, mentan og vinnu. Mentanarátakið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Føroyska sendistovan  í Washington letur upp  í heyst.

Ari Hammer Joensen fekk gávuðgóðsið

Fróðskaparsetrið boðar frá, at Ari Hammer Joensen hevur fingið gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.

Í dag, 8. februar, er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári fær eitt ungt listafólk peningagávu úr grunni hansara fyri at stimbra til listaliga útbúgving.

Hesaferð er valið til gávugóðsið ungur tónleikari, sum longu hevur víst síni framúrskarandi evni á ljóðførinum, sum hann hevur valt sær at spæla á.

Ungi maðurin er Ari Hammer Joensen, og hann fór sum 14 ára gamal at spæla upp á orgul. Hann hevði ikki stórvegis áhuga fyri tónleiki sum barn, men í fólkaskúlanum setti lærarin hann at spæla klaver í tónleikasamanspæli, og hetta vakti áhugan hjá dronginum, sum beinanvegin helt tað vera stuttligt at spæla klaver.

Tá hann fór at ganga til prest, fekk hann í boði at spæla upp á orglið í kirkjuni. Hann tók av og gjørdist púra bitin av hesum veldiga ljóðføri.

Hann hevur síðani tikið organistútbúgving hjá Gudmundi Mortensen og tónleikamiðnám. Í fjør heyst byrjaði Ari á musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Nevndin í grunninum, sum í løtuni er Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, Marita Súsanna Dalsgaard, forfólk í LISA og Jacob Eli S. Olsen, forfólk í Føroya Lærarafelag, sigur m.a. soleiðis um valið í ár:

At eggja Ara til at fara undir listaliga útbúgving, sum gávugóðsið verður grundað á, er púra  óneyðugt, tí Ari veit longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara val. Umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul, tí tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. Tó vóna vit, at Ari kemur heim aftur til Føroya at geva burtur av sínum lærdómi sum organistur og sum útinnandi listafólk.

Ari Hammer Joensen fær 40.000 krónur úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.

Tey, sum vilja hoyra unga virtuosin spæla urgu, fáa høvi nú sunnudagin, tá Ari Hammer Joensen spælir í Vesturkirkjuni í Havn, tá gudstænasta verður.

Marius Olsen vernissage í Steinprenti

Í dag læt upp framsýning Í Steinprenti við nýggjum grafiskum verkum hjá Mariusi Olsen. Har vóru so nógv fólk, at tað ikki var lætt at síggja allar tær fínu myndirnar, so fólk mugu koma aftur. Eg segði nøkur orð, sum eg seti inn her saman við nøkrum myndum.

Meðan vetraródnir herja uttanfyri eru frægari líkindi her í Steinprenti millum nýggju listaverkini hjá Mariusi Olsen. Liðin eru tvey ár síðani hann framsýndi her seinast og tað er spennandi at síggja hvat Marius hevur við sær í skjáttuni úr Finnlandi og hvat hann hevur fingið burtur úr at arbeiða her á verkstaðnum – tað er ikki smávegis av træprentum, etjingum, steinprentum og prentum við blandaðum tøkni. Prentini eru typisk fyri listamannin á tann hátt, at tey eru koloristisk, einføld og um somu tíð serstøk og samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga við skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, ið bæði er fagnandi og turrisligt í senn. Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk og hann er ein av teimum fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum arbeiðir sum grafiskur listamaður burturav. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna síni hugskot í verki. Í ár hevur Marius Olsen samstarvað við Jan Andersson og við Steinprent í ikki færri enn 30 ár. Um mann er so heppin, at hava verið til staðar meðan Marius hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað tað serliga spenta huglagið, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti liturin fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta og roynda listamanninum.

Í einari grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list. Hann er antin elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hvussu er og ikki er hann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og náttúruumhvørvið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn speglingar og myndir av menniskjaframleiddum lutum, lampum, grindlum og klokkum í landslagið. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar. Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bara fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Eg komi í hvussu er í tankar um listafólk sum Caspar David Friedrich, Sámal Joensen-Mikines umframt Katsushika Hokusai, hvørs myndir, ið eru merktar av meditatión, nærveri og uppmerksemi; at vera í zen ella í samljóði við sítt umhvørvi júst sum Janus Djurhuus mundi vera tað, tá hann umbroytti kendu yrkingina hjá Goethe Wandrers Nachtlied til eina føroyska grundmynd, sum vit øll kenna, men eg lesi hana upp kortini:

 Yvir hvørjum tindi

er ró,

av nøkrum vindi

valla ljóð

villist um vøll.

Blikurin blundar á sundi –

burtur í blundi

berast vit øll.

 Við sínum einfeldi er yrkingin meira modernað enn upprunaversiónin – eisini perspektivskiftið frá blikinum, sum blundar, tí tað er hansara friður, sum verður okkara. Tað er tann sama friðsælan, sum hómast í fleiri verkum hjá Mariusi, t.d. í eini smalari, høgari mynd, ið strekkir seg upp um eitt svart klettaskap høgrumegin í myndini. - Undir myrka klettinum sletta aldur eins og villur gróður inn móti berginum. Longst til høgru í forgrundini lýsir ein lítil tríkantur av gulgrønum lendi, ið fevnir og tendrar bláu litirnar aftanfyri. Myndin er eitt koloristiskt meistaraverk við nærveru, har tú fyrst varnast føgru litirnar, men síðani vaksur tómleikin og gerst tað, sum myndin snýr seg um. Ein darrandi hvørvisjón, eitt lognbrá við djúpbláum havi og ljómandi himmalhválvi, ið er skilt sundur av lýsandi hvítum támi. Myndin er vøkur – at kalla ornamental við spakuligu iris-litbroytingini frá eini tættari bláari pigmentering til okkurt, ið tykist meira opið og leyst. Myndin glógvar av ljósi - tað er so sterkt, at tú mást krympa eyguni saman meðan tú hyggur til tess at verja teg móti ljósinum og tá er tað tú varnast - miðskeiðis í pappírslitta táminum; eitt næstan gjøgnumskygt skap í táminum. Er tað ein oyggj?

Marius er føddur í Havn í 1963 – góð 200 ár áðrenn var ein av hansara størstu fyrimyndum føddur í Tokyo, áðurnevndi Hokusai, sum gjørdist kendur í París miðskeiðis í 19.øld, tá japonisma gjørdist móti og japanskar prentmyndir gjørdust fyrimyndir hjá impressionistunum. Hokusai gjørdist næstan hálvfems ára gamal og var virkin listamaður í hálvfjers ár – einastaðni skrivar hann: “Eg teknaði einki áhugavert fyrr enn eg var hálvfjers ár. Tá eg var 73 megnaði eg nøkulunda at fata hvussu plantur og trø vaksa og at skilja bygnaðin á fuglum, djórum, kyktum og fiski. - Tá eg verði 80 ár vóni eg at hava betrað meg so, at eg, tá eg verði hálvfems kann síggja djúpari hvat býr aftanfyri, so at list mín um hundrað árs aldur kann náa eitt guddómligt støði, so at hvør prikkur og hvørt strok verða livandi, tá eg verði 110. Tey av tykkum, sum liva til ta tíð kunnu vitna, at hesi orð míni eru sonn..”. Soleiðis skrivaði Hokusai. - Marius – 110 er so øgiligt, men vónandi eiga vit nøkur ár aftrat á foldum, so at vit sleppa at uppliva fleiri framsýningar hjá tær. Takk fyri.

Kinna Poulsen

Lognbrá

Marius Olsen í Steinprenti

Meðan ódn og myrkrið hava tikið ræði á okkara landi, er ljóst og liggjandi góðveður í Steinprenti. Eg eri farin inn á gólvið á verkstaðnum at heilsa uppá listamannin, Marius Olsen, sum leygardagin 3.februar klokkan 15-17 letur upp framsýning í Steinprenti.

Listamaður úr Havn

Marius er havnarmaður, sum í mong ár hevur búð og arbeitt í Finnlandi. Liðin eru tvey ár síðani Marius Olsen seinast framsýndi í Havn, so á nýggju framsýningini eru nógv nýggj verk at síggja, bæði træprent, etjingar, blandað grafiskt tøkni og steinprent, sum hann hevur við sær úr Finnlandi, men eisini umleið tíggju steinprent, sum hann hevur fingið burtur úr hesar seinastu vikurnar á verkstaðnum á Skálatrøð.

Dupult

Nýggju prentini eru eyðkend fyri listamannin, tí tey eru koloristisk, einføld og um somu tíð serstøk og samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga við skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, ið bæði er fagnandi og turrisligt í senn. Marius Olsen er okkara mest royndi og best skikkaði grafiski listamaður, sum í ár hevur samstarvað við Jan Andersson og Steinprent í heili 30 ár. Um mann er so mikið heppin, at mann hevur verið til staðar meðan Marius Olsen hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað spenta stemningin, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti litur fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta listamanninum.

Ælabogin

Fyri eitt listafólk við so inniligum áhuga fyri litum og ljósi sum Marius Olsen, er ælabogin ein náttúrlig avbjóðing og eitt afturvendandi myndevni, sum aftur í sínum nýggjasta brigdi greidliga er ein kunstigur ælabogi, ið við føgrum gjøgnumskygdum litum tekur seg upp á skák miðskeiðis í myndarúminum.

Serstakur listamaður

Í einari grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list, ið antin er elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hann er tann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og landslagið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn lýsingar av eitt nú lampum og klokkum í landslagsmyndina. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar.

Fleiri fláir

Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bert fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Eg komi í tankar um listafólk sum Caspar David Friedrich, Sámal Joensen-Mikines umframt Katsushika Hokusai sjálvandi og japansk-kinesiska zen-hugtakið, ið sipar til meditatión, nærveru og uppmerksemi; at vera í samljóði við sítt umhvørvi júst sum Janus Djurhuus mundi vera tað, tá hann umbroytti kendu yrkingina hjá Goethe Wandrers Nachtlied til eina føroyska grundmynd, sum vit øll kenna:

Yvir hvørjum tindi

er ró,

av nøkrum vindi

valla ljóð

villist um vøll.

Blikurin blundar á sundi –

burtur í blundi

berast vit øll.

Yrkingin er í sínum einfeldi meira modernað enn upprunaversiónin – eisini perspektivskiftið frá blikinum, tí tað er hansara friður, sum verður okkara alra.

Friðsæla

Sama friðsæla hómast í fleiri verkum hjá Mariusi, t.d. í eini avlangari, høgari mynd, ið strekkir seg upp um eitt svart klettaskap høgrumegin í myndini. - Undir myrka klettinum sletta aldur eins og villur gróður inn móti berginum. Longst til høgru í forgrundini lýsir ein lítil tríkantur av gulgrønum lendi, ið fevnir og tendrar bláu litirnar aftanfyri. Lítla myndin er eitt koloristiskt meistaraverk við nærveru og fráveru, har tú fyrst varnast føgru litirnar, men síðani vaksur tómleikin og gerst tað, sum myndin snýr seg um. Ein darrandi hvørvisjón av djúpbláum havi og ljómandi himmalhválvi, ið er skilt sundur av lýsandi hvítum támi. Myndin er vøkur – at kalla ornamental við spakuliga iriserandi litbroytingini frá eini tættari bláari pigmentering til okkurt, ið tykist meira opið og leyst. Myndin glógvar av ljósi, litum og nærveru – tað er so sterkt, at tú mást krympa eyguni saman meðan tú hyggur til tess at verja teg móti ljósinum og tá er tað tú varnast tað miðskeiðis í pappírslitta táminum; eitt næstan gjøgnumskygt skap í táminum – er tað eitt oyggjaskap ella ein hvørvisjón? Eg veit tað ikki, men gleði meg at síggja myndina aftur og allar hinar í Steinprenti leygardagin klokkan trý og sambært Mariusi og teimum í Steinprenti eru øll hjartaliga vælkomin.

Kinna Poulsen

Hansina Iversen SÚGA

Foto: Malle Madsen

Leygardagin 27.januar læt framsýningin SÚGA upp í Bonne Espérance við verkum hjá Hansinu Iversen. Talan er um eina monumentala, vakra uppheinging við einum stórum málningi og tveimum minni umframt eitt skulpturelt verk, ið tykist vera eitt nýbrot hjá listakvinnuni. Hon er ein málaramálari, ið kortini hevur sera greiða rúmkenslu - tískil er bæði tey einstøku verkini, men eisini heildin scenografisk og koreografisk av lyndi. Framsýningarstaðið er í atelierinum hjá listamanninum Jóhan Martin Christiansen, sum liggur á Værkstedsvej 59 í Valby og hagar høvdu nógv fólk leitað sær til upplatingina. Undirritaða helt eina røðu, sum kann lesast í framsýningarhølinum. Framsýningin er opin fram til 3.mars. https://bonneesperance.org/exhibitions/hansina-iversen/

Kinna Poulsen

Marius Olsen framsýnir nýggj verk í Steinprenti

Leygardagin 3.februar klokkan trý letur framsýning upp við nýggjum prentum hjá Mariusi Olsen. Listamaðurin hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti – burtur úr eru komin nýggj grafisk listaverk, ið eru eyðkend fyri listamannin, tí tey eru koloristiskt, einføld og um somu tíð samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga í skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, sum bæði er fagnandi og turrisligt við frástøðu og beinleiðis í senn. Samstarvið millum Marius Olsen og Steinprent hevur í ár vart í 30 ár og listamaðurin kann samstundis hátíðarhalda, at liðin eru 40 ár síðani hann framsýndi á fyrsta sinni.

Øll eru hjartaliga vælkomin


Hansina Iversen sýnir fram í Keypmannahavn

Leygardagin 27.januar letur Hansina Iversen upp serframsýning í Bonne Espérance í Keypmannahavn.

Tíðindaskriv: Fernisering lørdag d. 27. januar 2024, kl. 14-18 Kl. 15 er der tale ved Kinna Poulsen.

Om udstillingen: Det er i forhandlingen mellem punkter, flader, farver, lag, bevægelser og på grænsen af maleriet, at Hansina Iversens værker bliver til. De seneste tre årtier har Iversen dedikeret sig til det nonfigurative maleri og litografi. Til udstillingen har Iversen lavet et storskalamaleri samt to mindre malerier og relieffer. Udstillingstitlen SÚGA, som er beslægtet med det danske ord suge, et udsagnsord, der betegner en aktivitet, men i færøsk sammenhæng anvendes ordet om naturen - om havets langsomme bevægelser inde ved land, hvor der hersker et spændt forhold mellem overflade og dybde, en slags stilhed før storm eller det seje træk før dønningerne slår mod klipperne.

Hansina Iversen (f. 1966, FO) er uddannet fra kunstakademierne i Reykjavik og Helsinki (1997) og har en lang række udstillinger, udsmykninger, scenografier o.lig. bag sig, både i Færøerne, her i Danmark og i udlandet. Pt. arbejder hun på en udendørs udsmykningsopgave sammen med Gudrun Hasle og Jessie Kleemann foran den Nordatlantiske Brygge, som er en gave fra Folketinget til Dronning Margrehte.

Bonne Espérance er et udstillingssted, som blev etableret i Valby i 2023, der har til formål at præsentere eksperimentelle projekter af en mangfoldig gruppe af kunstnere. Hensigten er at skabe rum for engageret produktion, diskussion og refleksion omkring kritiske kunstneriske diskurser. Der vil blive præsenteret cirka fire udstillinger om året. Udstillingsstedet drives af Jóhan Martin Christiansen, og er placeret i forlængelse af hans kælderatelier.

Kinna Poulsen har i forbindelse med udstillingen skrevet et essay om udstillingen og Iversens værker.

Udstillingen er generøst støttet af Københavns Kommune, Loftbrúgv, Mentanargrunnur Landsins, Statens Kunstfond og Valby Lokaludvalg.

Udstillingsperiode: 27. januar – 3. marts 2024 Åbningstider: lørdage kl. 12-16 og efter aftale

Listaligar mutatiónir í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin 2.februar klokkan 17 letur ein spennandi framsýning upp í Norðurlandahúsinum í Havn við verkum hjá Barbaru í Gongini og Hauge í Gongini Djernis. Eg upplivdi eina framsýning hjá teimum báðum á Norðurbyggjuni í Keypmannahavn og helt hana vera serliga tilfarsliga sæð, tí hon fevndi um ymisk listasløg, um design og videolist, men hon var ikki minst serstøk, tí hon var eitt kærleiksfult úrslit av samstarvi millum móður og son.

Av tí, at hølisumstøðurnar eru eitt sindur øðrvísi í Norðurlandahúsinum, verður framsýningin av sær sjálvum øðrvísi, men tað verður spennandi at síggja hvussu sniðgevin og listakvinnan Barbara í Gongini, sum fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017 og sonur hennara, Hauge í Gongini Djernis fara at disponera.

Úr ummæli 4.juni 2022 Listaportal: Júst sum mótasýningarnar hjá Barbaru í Gongini, er henda listaframsýningin ógvuliga atmosferisk - tað er eins og alt hølið darrar í hálvaskýmingini við bláum skermljósi og fláum av elektroniskum ljóði.Tað er sjálvandi áhugavert at síggja design hjá Barbaru í Gongini framsýnd á eini listaframsýning. Hetta eru jú pløgg, sum eru hugsað og framleidd at fara í og sum ofta eru multifunktionel. Tað vil siga, at tú kanst brúka plaggið sum tú vilt um tú ert maður ella kona sum fótsíðan kjóla ella bundið upp sum blusu. Útvaldu verkini eru show stoppers tvs. hæddarpunkt hjá sniðgevaranum frá 2004 til 2019. Klæðini eru øll svørt, summi eru einføld monumental, meðan onnur eru merkt av nógvum áhugaverdum staklutum, ið kunnu vera assymetriskt staðsettir á meginbulinum – í fleiri førum er tað eins og designið vísir okkum hvussu verkini eru komponerað, fleiri staðni er tað eins og detaljur, lummar og seymingar sita uttaná heldur enn at vera krógvað innanfyri – her hava verkini eitt dekonstruktivt brá samstundis sum assymetrisku og diagonalu linjurnar skapa ein dynamikk og órógv í staklutum, ið verður endurtikið millum skermarnar í spennandi framsýningarheildini.

Silja Strøm skal listprýða Langhylin

Í dag boðaði Tórshavnar Kommuna frá, at tað verður listakvinnan Silja Strøm, ið skal prýða tann nýggja svimjihylin í Gundadali. Tað er frálíkt og púra upplagt bæði av ítróttarligum og myndevnisligum orsøkum - var hon ikki sjálv elitusvimjari, tá hon var yngri og hevur hon ikki ofta havt svimjarar við í sínum myndum? Men tað, sum hevur týdning í eini listprýðing er, at tað listaliga sæð eru allarbestu grundir at velja Silju Strøm, sum seinastu árini eisini hevur prógvað, at monumentalur dugur er í hennara fínu ofta smáu verkum. Tað sóu vit á framsýningini í Listasavninum og eisini á málningum, hon hevur sýnt fram í Víngarðinum, Gamla Seglhúsinum og í Steinprenti; Framúr verk, sum umframt ta eyðkendu elegantu konturstrikuna hjá Silju Strøm og hennara reina vakra litaval, eru meira málandi enn áður við einum meira samansettum og spennandi myndarúmi, ið kann fatast í fleiri stigum við figurativum og abstraktum myndamáli.

“Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk, ið stuttleika sær. Mosi í mynstrum og grót. Síðani eru flótandi, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir, aldur og streymur eru rundan um fólkini, ið bera meira kensluborðin og innanvend brá,” sigur Silja Strøm, listakvinna um listaverkið.

Silja Strøm er úr Vestmanna. Hon er útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum. Silja Strøm hevur havt nógvar framsýningar úti og heima m.a. serframsýningina Listaleikir á Listasavni Føroya í 2019. Hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn í 2021. Eftir ætlan letur langhylurin í Gundadali upp seinni í ár.

Kinna Poulsen

Listaárið 2023

guðrið poulsen - foto sirið stenberg

Tá eg hyggi út gjøgnum vindeygað síggi eg tað heilt týðiliga, at januar er komin. Hesin nakni, grái, eviga ófestligi mánaðin, tá alt tað stuttliga skal beinast burtur, kroppurin skal tuktast og skil skal koma á við grovum rugbreyði og rótfruktum. Eg veit ikki hvat hendir við mær í jólaferiuni, fyrst ætli eg mær alt møguligt, men sovni burtur í eini flóð av brúnari sós og rakni aftur við kaldan dreym og tað er januar og eitt nýtt ár og hvussu var við øllum hasum uppgávunum, lesa tær seg sjálvar? - Nåh, men tað gongur nokk, tí tað plagar tað og eg haldi longu, at umhvarvið av hesum nýggja árinum sær sjáldsama spennandi út, men meira um tað seinni. Nú mugu vit fyrst líta afturá tað brátt farna, taka samanum og spyrja hvat kom burturúr, hvussu skarst? Hendi nakað sum helst? Eg kann svara hasum alt fyri eitt og siga, at jú, halt kipp nógv hendi. Eg havi í hvussu er stríðst við at minka um hesa yvirlitsgreinina, sum allíkavæl er ófantaliga vavmikil og har eg kortini yvirhøvur ikki havi skrivað um alt eg upplivdi – Dania O.Tauvsen var eitt satt orkuverk í 23 – eg hoyrdi hana í Sjónleikarhúsinum beint áðrenn nýggjárið og tað var ein fragd at hoyra t.d. nú eru vit tvey fólk og eg burdi keypt mær hús í bergen, ið báðir eru nýggir yndissangir, eisini búff & buffet hjá Aggrasoppum, har Dania eisini er við saman við Eyðfinn Bogason Lamhauge og Trygva Danielsen.

Mentanarmiðlar

2023 var eitt hendingaríkt miðlaár, har vit mistu Dimmalætting ella soleiðis føldist tað tá hon bleiv transformerað til eina mánaðarliga reklamu- og vinnuavís, sum ikki tykist vinnukritisk, men tað øvugta ella tað hugsaði eg, tá eg seinast keypti Dimmu og lovaði mær sjálvari ikki at gera tað aftur. Nú skilst, at eitt ummæli eftir Turið Sigurðardóttir av nýggja yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen er í blaðnum, so mongum brestur ætlan. Kringvarpið hótti við ikki at senda Nýggjárskonsertina og fekk eykajáttan alt fyri eitt og tað er gott, tí har má betri skil koma á - tað nyttar ikki, at heilar sendingar hvíla á einstøkum persónum, tí so blíva tær avlýstar, tá persónarnir fáa forfall og tað fáa vit jú øll somul viðhvørt. Men í Kringvarpinum eru kortini komnar tvær heilar mentanarsendingar; Vágskálin hjá Una Arge, sum er til ummæli burturav og Samværi hjá Beini Bergsson og Daniu O.Tausen, sum er ein listasending um og við listafólkum. Og sjálvt um eg haldi, at vit øll, ið ummæla kundu verið meira neyv og hvøss í okkara kritikki, so fegnist eg um báðar mentanarsendingar eisini tær hjá Frihedsbrevet, ið tó á sama hátt sum alt annað mentanartilfar er ov snakkesaligt. Tað er fínt at práta og at lurta eftir prátið, men kunnu tit ikki krydda prátið við fyrireikaðum, niðurskrivaðum og upplisnum ummælum? Sum í Glugganum fyrr í tíðini. Seriøs ummæli í hornbrillum uttan nakað tvætl. Tað haldi eg. Varðin er komin, eg gleði meg at lesa bæði hann og hin uppafturrisna Vencil – eg vóni, at eisini onkur kritiskur tekstur er at finna har.

Foto bjarni ártin

Konubrot

Listaliga hevur 2023 ikki minst verið eitt sterkt kvinnuár, sum byrjaði við, at tríggjar kvinnur fingu mentanarvirðislønirnar; Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri m.a. at hava víðkað føroyska listahugtakið. Í grundgevingini stóð m.a.: “Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar. Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.” Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk og Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu Landsins. Síðstnevnda listakvinna syrgdi eisini fyri, at árið eisini endaði sum eitt sterkt kvinnuár. Tað gjørdist greitt, tá hennara standmynd til kvinnur deyðar í barsilssong varð avdúkað í Fuglafirði í desember. Eitt verk, sum brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga, formliga og tilfarsliga við tað, at hetta er fyrsta monumentala, abstrakta keramikkstandmynd í Føroyum. Stigtakarar til hetta týdningarmikla verkið eru Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs Petersen. Verkið hjá Guðrið er fimm metrar høgt og tað sama er galdandi fyri verkið, sum Randi Samsonsen hevur skipað fyri á Trapholt. THINGS MATTER merkir lutir og tilfar og at ting hava týdning. Hetta er ein verkætlan, sum tekur støði í standmyndum, minnisvarðum og listaverkum í almenna rúminum sum heild. Føroyska listakvinnan, Randi Samsonsen hevur í samstarvi við danska listasavnið, Trapholt Museum í Kolding bjóðað áhugaðum til at endurgeva bundnar variantar av listaverkum í almenna rúminum. Listakvinnan hevur fleiri ferð verið niðri og havt fyrilestrar og workshops, har hon hevur greitt frá sínum hugskotum m.a. um, at luttakarar í verkætlanini umvegis hondarbeiði skapa eina ítøkiliga tilfarsliga, sansaliga relatión til verkini, sum tey binda.

Annars hevur nevndin, sum innstillar mentanarvirðislønarmóttakarar broytt skipanina, sum plagdi at vera eitt ár afturúr. Tí var enn ein mentanarvirðislønarhandan í 2023, tá Birita Mohr fekk serstøku virðislønina fyri sín leiklut innan yrkisleiklistina. Eilif Samuelsen fekk heiðursgávu Landsins fyri sínar mongu týðingar. Sømdargávu landsins fekk Ole Wich fyri útint listaligt avrik síðan og síðst men ikki minst fekk Teitur Lassen Mentanarvirðisløn Landsins.

Framsýningar og tiltøk

Fríggjadagin 3.februar klokkan 16.00 læt serframsýningin Myndir í trúnni upp á Listasavni Føroya við verkum hjá átjan listafólkum. Í ummæli skrivaði eg m.a.: “Tematiskar framsýningar hava sterkar og veikar síður. Bæði viðvíkjandi miðlan og námsfrøðiliga eru eyðsæddir fyrimunir við tílíkum framsýningum, tí tú her hevur ein tematiskan karm at seta eygleiðingar og fatanir inn í. Eisini hevur tú eitt upplagt høvi at gera ein listasøguligan bygnað, so at áskoðarin t.d. kann síggja menningina; hvussu eitt myndevni verður lýst í einum tíðarskeiði samanborið við eitt annað – elsta verkið á framsýningini er frá 1842 og tað nýggjasta er frá 2022. Framsýnd verður eisini ein gomul altartalva eins og dømi um gamlar myndabíbliur verða framsýnd. Einki at ivast í, at framsýningin fer at verða væl dámd millum skúlaungdóm og ikki minst millum lærarar...”

Fríggjadagin 10.3.2023 læt ein heilt serlig og nemandi framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík til minnis um sangaran og menniskjað Mikkjal Gaard Hansen, sum doyði í 2021 bert 39 ára gamal. Hann var oddamaður í m.a. tungmálmsbólkinum SIC Tað er finska listakvinnan og fotografurin Eija Mäkivuoti, sum hevur skipað fyri framsýningini. Hon greiðir frá, at hetta er ein framsýning til heiðurs fyri og til minnis um Mikkjal G.Hansen og tað samstarvið, Eija hevur havt við hann og við SIC. Fleiri spennandi framsýningar vóru m.a. í Steinprenti, m.a. hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä, ið framsýndi ekspressivar, litríkar og surrealistiskar myndir.

Á hátíðarhaldi hjá Listasambandi Føroya varð avdúkað, at yrkjarin Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022. Í februar var ráðstevna í Norðurlandahúsinum við heitinum Confronting coloniality Hvussu plasera vit Føroyar í søguliga kjakinum um kolonialismu, og hvussu skilja vit ávirkanina av kolonialiteti í einum nútíðarhøpi. Rithøvundafelagið handaði Katrini Joensen Næs Ebbuvirðislønina, sum vanliga verður latin innan ritlist. Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan filmslistina og er farin á filmskúla.

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen arbeiddi í Steinprenti í fleiri umførum og gav harumframt út tvey yrkingasøvn út. Gula bókin, Heiti kom í mars. Á bakpermuni á vøkru bókini sæst eitt pinkalítið skip í sjónarringinum við bingjum, sum eru stáplaðar heilt til himmals. Tóroddur Poulsen hevur gjørt fleiri myndir við sama myndevni og mann kann kanska siga, at laðingin er grundleggjandi partur av hansara listaligu mannagongd. Um tað eru steinar, stampar, sukurmolar, víngløs, súkklur ella orð, so verður tilfarið laðað upp sum var talan um púra ítøkiligar varðar. At tað ikki er heilt so einfalt minnir dekonstruktiva inngangsørindið okkum á “tak teg nú saman/ og skrúva teg sjálvan sundur/ sum tað samansetta skald/ tú ikki vildi vera.... Fyri kortum kom nýggjasta savnið, TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN, eg skrivaði m.a: “..Kanska er TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN sjálvur yrkjarin, sum í skjótt fjøruti ár hevur borðreitt sínar lyrisku úrdráttir fyri okkum í sínum gløggskygda botnfalli og gruggi. Eg veit ikki hvat hann er ákærdur fyri - kanska er tað hansara lívstíðardómur at skriva og skapa list og møguliga eru rekvisittir sum stavur og hoyritól farin at okkum á, at heldur ikki yrkjarin er ævigur. Hansara 48.bók kom út samstundis sum Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og sjálvandi skuldi hann verið boðin við. So kundi hann t.d. lisið upp fantastiskar yrkingar sum ta stuttligu “um eg var sjómaður” (s.66), ta stórfingnu spøkilsisyrkingina “SKIPIД (s.71) ella ta “heilt stóra yrkingina” (s.85), so at lurtarin slapp at njóta málsliga neyvleikan og listaliga og poetiska originalitetin hjá einum heilt einastandandi føroyskum yrkjara...”.

Listagávur

Á Listasavninum vórðu tey begávað á ymsan hátt m.a. við eini stórfingnari gávu við Mikines-verkum, ið telur ikki færri enn seytjan listaverk hjá Sámali Joensen-Mikines - harímillum er okkurt høvuðsverk. Á Listasavninum tóku tey í desember 2021 ímóti eini dulnevndari Mikines-gávu. Tað vóru átta málningar og nú seytjan listaverk eru komin aftrat er greitt, at gávugevarin nú sum tá er Birte Schultz-Lorentzen, einkja eftir Torkil Mortensen. Tey vóru listasamlarar við serligum áhuga fyri listini hjá Sámal Joensen-Mikines. Listasavnið fekk somuleiðis stuðul frá Ny Carlsbergfondet til at keypa stóra málningin Speaking in Tongues, ið er eitt høvuðsverk hjá Hansinu Iversen, sum nú er vorðin partur av føstu samlingini á Listasavni Føroya. Hansina gjørdi málningin til framsýningina, Speaking in Tongues, sum hon og Jóhan Martin Christiansen høvdu saman í Møstings Hus í Keypmannahavn í 2020.

Sólárið

Vit vóru til dupultan føðingardag, tá bæði Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur fylltu runt. Nýggju Symfoniirnar 1 og 2 hjá Tróndi Bogason vórðu frumframførdar. Tað serliga við symfoniini hjá er ein stílsamanbrestur, ið kemst av, at Symfoni nr.1 tekur støði í klassiskum stíli meðan Symfoni nr.2 er meira samtíðarlig og alternativ - á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður hesin parturin kallaður fyri ein antifonala. Anti merkir ímóti og kann sostatt allýsast sum ein avantgarduformur, ið verður skaptur upp ímóti teirri siðbundnu symfoniini Árinið av samansetingini í verkinum hjá Tróndi Bogason er filmsligt og gav hugasamband við alt millum himmal og jørð – í byrjanini sá eg fyri mær onkra hugnaliga salong í Titanic við múgvandi, væl klæddum ferðafólkum, sum hugnaðu sær við vøkrum tónleiki afturvið og so BUMM er ísfjallið brádliga har og ein varhugi av onkrum ófrættakendum, sum vendi aftur fleiri ferð. Ein varhugi av, at okkurt nýtt er í ferð við bróta seg fram. Tað er sera hugtakandi. Symfoniin ljóðaði sera væl og var meira samanhangandi og minni løgin enn eg hevði roknað við. Har vóru nokk so drúgvar melodiøsar passasjur, har samtíðarljóðini bara stungu seg fram viðhvørt sum suð ella pling og stuttligur polyrytmiskar gongdir millum einstaklingar og orkestur. Orkestrið spældi sum heild serstakliga væl - tað tóktist sum um tónleikararunum dámdi symfoniina. Í klassiska partinum var tað stuttligt at uppliva hvussu strúkararnir ordiliga vóru í essinum, meðan teir spældu og tað sama vóru blásararnir, tá teirra løta kom seinni og teir sluppu framat við onkrum, sum minti um eitt tableau úr gomlum tíðum við veiðiliði, reiðingarrosum, veiðilúrum og hundum og Wagner – her tóktist tað sum um tónaskaldið hevur havt tað eitt sindur stuttligt við stílsløgunum. Sjálvt um kórparturin bygnaðarliga tóktist eins og eitt slag av einum appendiksi ella onkrum, sum er lagt aftrat omaná verkið, dámdi mær sera væl, tá kórið sang og yrkingin hjá Paul Celan var framførd nokk so einfalt og greitt og eitt sindur metalliskt við mikrofonum haldi eg – í hvussu er hoyrdi eg sera væl tann partin og kendi málið á onkrum serliga mælskum kórsangarum heilt aftur til har eg sat.

Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Lykkenborg

Tíðliga í apríl eydnaðist mær endiliga at koma so langt sum til leikin Lykkenborg Eg kendi frammanundan til Lykkenborg, sum man vera tað størsta ella vavmesta dømi um sonevnda outsiderart í Føroyum. Eg skrivaði um hesa verkætlan í eini bók um Nólsoyarmálaran Steffan Danielsen, ið eisini var hildin at vera øðrvísi ella serligur, umframt at hann var myndlistaligur úrmælingur. Men av tí, at fólk í listaumhvørvinum vóru so fræg, at tey tóku væl ímóti Steffani (serliga Jack Kampmann), so at hansara verk sluppu framat at hanga saman við myndum hjá viðurkendum starvsfelagum, var hann ikki so nógv uttanfyri, sum Poul Jóhannus Poulsen. Ein annar eyðsæddur munur var, at meðan Steffan Danielsen arbeiddi við einum frammanundan viðurkendum listaslagi, málningum, sprongdi bygnaðurin hjá Poul Jóhannusi allar rammur. Í dag vildi mann kortini ikki ivast í, at hansara verkætlan, Lykkenborg, var listalig. Tað sama er galdandi fyri leikin, Lykkenborg, ið er eitt monument ognað krúllum, fløkjum og øðrum óreglusemi. Leikurin lýsir tilveruna hjá Poul Jóhannusi, sum verður happaður og sligin av bæði børnum og vaksnum og sum, tá hann ein penan dag reagerar og slær aftur, verður sendur til Danmarkar á anstalt. Huglagið í hesum næsta partinum er nógv daprari og meira ekspressivt enn í tí fyrra ljósara – ljóðmyndirnar hjá Dánjali á Neystabø, ið er á pallinum allatíðina, mála endaleysa einsemið og klaustrofobiska myrkrið, sum tann bara trettan ára drongurin verður sendur niður í, har samskiftið gongur fyri seg á einum máli, sum hann ikki skilir. Hesin parturin av niðurgeringini - tann málsligi, er merkisvert væl lýstur. Og vitanin um tey mongu føroysku børnini, ið vælmeinandi læknar sendu niður í einsemið og vónloysið, ger ikki hendan seinna partin av leikinum lættari. Eg græt.

Heiðrikur á Heygum

Í vár framsýndi Heiðrikur á Heygum stórar pappírsmyndir í Müllers Pakkhúsi “(myndirnar) eru pallsettar konseptuelt sum hingu tær á einum sláturhúsi við krókum og intermistiskum, men eisini dramatiskum ljóskastarum, við plastikki fyri vindeygu og endaveggin, har trappurnar eru. Úr hátalarunum hoyrist ein ljóðmynd hjá Heðin Ziska Davidsen, ið økir um kensluna av at vera stødd í einum slaktaríi. Tær bestu av myndunum eru ógvusligar, ekspressivar, likamligar og herliga vulgerar á ein hátt, ið ber brá av eiggiligu blómumyndunum hjá Georgia o´Keeffe ella teimum meira ekstremu in your face lýsingunum av kynsgøgnum hjá Lee Lozano. Sjálvt um framsýningin er flott og stemningsfult pallsett, kann eg ivast eitt sindur í civilisatiónskritiska konseptinum - hvussu originalt tað er ella hvussu djúpt tað stingur - men kann við egnum eygum staðfesta, at litføgru verkini eru væl úr hondum greidd og at tað veruliga klæðir Heiðriki at fara upp í stødd og sleppa teymunum, so at verkini sleppa at frígera seg koloristiskt og ekspressivt.

Avantgarde

Útbúgvingin í listaligum arbeiði (ÚLA) á Fróðskaparsetrinum https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/listaligt-arbeidi/ skipaði fyri almennum seinnapartsseminari um avantgarde í Kongshøll leygardagin 13. mai. Avantgarde siga vit um okkurt, sum er øðrvísi enn tað etableraða. Listaliga er orðið næstan synonymt við kollvelting. Eingin samanhangandi viðgerð av avantgarde finst á føroyskum. Spurningurin er kanska, um avantgarde finst í føroyskari list ella um rættilig avantgarde yvirhøvur er til í norðurlendskari list. Tey radikalu listaligu eksperimentini í 20. øld fóru fyri tað mesta fram í stórbýum í Europa og USA, men tey sóust týðiliga aftur í Norðurlondum, og einstakar framsýningar, verk og listaligar hendingar í Føroyum frá 1970’num og fram hava kanska havt í sær avantgardistisk eyðkenni uttan at vera avantgarde. Fjórða og síðsta bind í søguni um avantgarde í Norðurlondum, A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, kom út í fjør. Útbúgvingin í listaligum arbeiði skipaði í hesum sambandi fyri einum seinnapartsseminari, har Tania Ørum, sum er ein av ritstjórunum á stóra verkinum og lektari á universitetinum í Keypmannahavn, Johanna Drucker, professari á UCLA í Los Angeles, og Martin Glaz Serup, ph.d. og yrkjar tóku lut.

Hansina Iversen

Hansina Iversen hevði úr at gera í 2023, tá hon arbeiddi við verkinum, sum hon ger saman við grønlendsku Jessie Kleeman og donsku Gudrun Hasle uttan fyri Norðurbryggjuna í Keypmannahavn – felagsverkið var jubileumsgáva frá Fólkatinginum til Margretu drottning. Harumframt hevði Hansina Iversen tvær stórar serframsýningar í ávikavist Gamla Seglhúsinum í Klaksvík og í Steinprenti í Havn. Til framsýningina Purple Rain hevåi Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984.

Jóhan Martin Christiansen hevði somuleiðis fleiri framúr framsýningar í 2023 - t.d. hjá Danske Grafikere, har hann framsýndi grafikk og relieffir. Hann var somuleiðis við á Ólavsøkuframsýningini og hevur í løtuni eina framsýning í gamla roykirúminum í Hoydølum, sum kann síggjast eftir avtalu. Har verður helst onkur tiltøk í ár í sambandi við framsýningina, ið listaliga, bæði konseptuelt og skulpturelt brýtur upp úr nýggjum.

Silja Strøm

Í mai var ein løtt og dansandi framsýning hjá Silju Strøm at síggja í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Dansimyndirnar hjá Silju Strøm eru ikki merktar av tjóðskaparligari hetjudyrkan – tær tykjast hinvegin lættar og óhátíðarligar myndir av menniskjum, sum taka saman hendur og skapa ítøkiligt samband hvør við annan.  Stílurin í málningunum hjá Silju Strøm er enn sum áður abstraktur og figurativur í senn. Typiskt er talan um myndir, sum kykna kring menniskjafigurar. Hesir figurarnir, sum sveima, dansa og interagera, seta gongd í myndirnar við strokum av máling, sum bylgja kring teir eins og spor av rørslum. Abstrakt strok blanda seg uppí og umskarast við ítøkilig skap. Primerlitirnir reytt, gult og blátt mynda ein koloristiskan grundtóna, ið klingar saman í einum litríkum samspæli av ljósfylltum og følnum brigdum. Bæði koloristiskt og bygnaðarliga eru myndirnar hjá Silju vorðnar meira kompleksar, meira málandi og meira áhugaverdar enn tær vóru við fleiri løgum og fleiri nuansum. Myndirnar eru enn frásagnarligar – tær fortelja okkurt, men hetta eru ikki søgur, sum eru skipaðar í eina byrjan, miðju og enda. Ofta eru kompositiónirnar rundleittar og sum áskoðari mást tú sjálv sleppa tær uppí dansin og avgera hvar tín søga skal byrja og hvagar hon skal fara.

Norðurlandahúsið 40

8.mai fyllti Norðurlandahúsið fjøruti ár. Her á Listaportalinum ljómaðu hurráróp fyri hesum einastandandi týdningamikla stovni, ið er ómissandi partur av stóra listaliga upptúrinum, sum vit hava upplivað hesa síðstu hálvu øldina og enn eru í ferð við. Tað var frá byrjan inspirerandi og fullkomiliga øðrvísi í Føroyum at uppliva listina tikna í so stórum álvara sum í Norðurlandahúsinum – heilt frá byrjan hevði Norðurlandahúsið sjáldsamt format og framfýsni – arkitektoniskt, listaliga, men eisini hugsjónarliga og tað hevur húsið framvegis – eisini tá tey flagga við LGBT flagginum, seta kríggið í Ukraina á skránna ella skipa fyri framsýningum við sámiskari list. Tað er týdningarmikið og forkunnugt. Tað var áhugavert at hoyra núverandi stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes í morgunsendingini tosa um breiddina í teim uppgávum, sum húsið átekur sær. Hon nevndi sum dømi teir mongu tilflytarar í Føroyum, sum vit áttu at gjørt meira fyri og hesum eri eg ómetaliga samd við henni. Menniskju eru okkara størsta tilfeingi og tað er einastandandi at fáa fólk higar uttanífrá. Vit áttu fyri langari tíð síðan at gjørt meira fyri at fáa tey at føla seg vælkomnan. Har er so nógv, mann kundi gjørt, fingið ein máltátt í útvarpinum við frálæru á enskum og føroyskum. Og hvat við eini sending við ukrainskum tónleiki og práti við ukrainsk flóttafólk á enskum/føroyskum/ukrainskum? Eisini kundi mann havt tailendskan tónleik, matsendingar osfr. og hvør veit um Norðurlandahúsið kundi havt ein leiklut har? Eg havi sjálv sungið, havt fyrilestrar, kuraterað framsýningar, lurtað, hugt, upplivað alt millum himmal og jørð í Norðurlandahúsinum, eri inniliga takksom fyri alt og havi ofta ringa samvitsku um alt tað nógva, eg ikki nái av frálíkum framførslum í Norðurlandahúsinum - kortini loyvi eg mær at reisa meg upp her eg siti og rópa hurrá fyri Norðurlandahúsinum, sum við sínum fjøruti árum enn er í besta aldri - Hurrá fyri Erlendi Patursson, sum fann uppá Norðurlandahúsið og fyri Ola Steen og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, sum teknaðu húsið. Hurrá fyri norðurlendsku visiónini, ið var ítøkilig við norskum granittgólvi, donskum stáli, íslendskum flagtaki, finskum innbúgvi og svenskum viði og hurrá fyri øllum, sum hava framført, framsýnt ella hava upplivað framførslur og annað í tínum herligu hølum. Hurrá fyri fyriskiparunum, stjórum og øllum sum arbeiða og hava arbeitt í Norðurlandahúsinum. Hurrá fyri okkum, sum hava fragdina at eiga teg - í ovfarakæti syngja vit “Vit vilja eisini hava ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum”.

Tummas Jákup Thomsen

Í maimánaða var eitt av ársins listaligu hæddarpunktum í Saltangará, har fjepparar hjá listamanninum Tummas Jákupi Thomsen við Tótu Árnadóttir á odda høvdu fyriskipað serframsýning Framsýningin fekk meg at hugsa nógv um sjónarmið og perspektiv. Í filminum Svartur sannleiki um Ingálv av Reyni tosar hann einastaðni um perspektiv. Tað er ein fagran summardag, hann skoðar út yvir fjøllini og sigur, at hetta kallar á eina stórfingna panoramamynd og leggur síðani brosandi og huffandi aftrat, at nei, hatta klárar hann ikki. Ein panoramisk mynd breiðir seg jú horisontalt yvir 160° víðformat – tað ber til á telefonum at taka tílíkar myndir, sum tó tykjast onkursvegna strævnar, strektar og eitt sindur falskar á at líta. Tummas Jákup Thomsen er ongantíð ósannur, men fyri hann er eitt tílíkt breitt sjónarmið líka vanligt sum so mong onnur. Hjá honum er sjónarmiðið sum heild ikki eins bundið og hjá øðrum og javnan er útgangsstøðið onkursvegna uttanfyri okkara vanligu longdar- og breiddarstig. Í einari lítlari mynd hongur ein persónur í leysari luft og hyggur kerliga niður á heimligu fjøllini. Myndin fær meg at hugsa um Major Tom, tá hann í Space Oddity hjá David Bowie sveimar úti í rúmdini “floating in a most peculiar way/ And the stars look very different today/ For here am I sitting in a tin can/ Far above the world/ Planet Earth is blue/ And there's nothing I can do”. Skuldi mann funnið uppá at týtt Space Oddity til føroyskt og alt møguligt sovorði fær mann hug at gera á inspirerandi framsýningini hjá Tummas Jákupi, so verður tað til Rúmdarserlæti.

Kim Simonsen

Í juni kom nýtt yrkingasavn frá Kim Simonsen. Yrkingasavnið við demonstrativt drúgva og typiskt kimsimonsenska heitinum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum inniheldur yrkingar, ið bera brá av at vera instant classic ikki minst tær skroypiligu pápayrkingarnar, sum fingu meg at hugsa um Søren Ulrik Thomsen og Jóanes Nielsen, ið einaferð skrivaði um at byggja Føroyar á aldum. Eg havi hoyrt Kim Simonsen lisið yrkingarnar upp fleiri ferð, men tað er ikki einasta grund til hesa instant classic, meðan eg lesi. Bókin er góð.

Broddur

Í juli læt ein framsýning upp í Müllers Pakkhúsi við heitinum Broddur: Neyvan er broddur mjúkur at strúka, tí tað eru tey ytstu grovu hárini á seyðaullini, vit kalla brodd. Broddur kann somuleiðis sipa til okkurt hvasst ella spískt, sum stingur seg fram - tað kundi tessvegna ligið okkurt progressivt í at kalla eina framsýning fyri Brodd og tað ger tað eisini - í øllum førum partvíst á framsýningini, Broddur, ið somuleiðis fevnir um mjúkar flatar. Meðan eg gekk runt og skoðaði tey fínu verkini, fekk eg brádliga tann tankan, at vit møguliga hava gjørt tóvirkislistini eina bjarnartænastu við øllum teimum mongu tilfarsligu, handverkligu, siðsøguligu og eftirhondini eisini rættiliga eksotiserandi (ferðafólkavinaligu) frágreiðingunum, sum partú skulu knýtast uppí hana. - Alt gott um ull sum Føroya gull og burðardygt tilfar osfr. men skal tekstillistin javnsetast við aðra myndlist í okkara tíð, má hon leggja ullarprátið á hillina - samanbera vit við oljumálningar, standmyndir og installatiónslist, so fevna tey listaverkini eyðvitað um annað og meira enn bara sítt tilfar og tøkni. Fleiri dømi eru á framsýningini um tekstilverk, ið onkursvegna transcendera sítt ullinta upphav og gerast poetisk. Gamaní er framsýningin í Müllers Pakkhúsi, sum tað hoyrist á framsýningarheitinum og fleiri verkheitum, miðsavnað um ull sum tilfar við dømum úr t.d.húsbúnaði, húsabjálving og klædnadesign, men tað er kortini heilt týðiligt, at tey listaligu atlitini hava ligið frammarlaga - tað sást á mátanum framsýningin var sorterað og disponerað, so at tað var ein fragd at uppliva hesi abstraktu høvuðsverkini úr føroyskari listasøgu og samtíðarlist t.d. Fiskastykki hjá Súsan í Jákupsstovu, ið er ein fjálg og vøkur vovin mynd frá umleið 1980 við dekorativum, geometriseraðum gráum og bláum mynstri og við heitari gulum og brúnligum skapum rundanum. Myndevnisliga útgangsstøðið er tikið í snøgga saltfiskaskapinum og mynstrunum, tá fiskurin varð breiddur - sum listakvinnan upplivdi sum smágenta á fiskastykkinum í Sørvági - men alt tað hevur í roynd og veru lítlan og ongan týdning fyri fatanina av einum tílíkum abstraktum verki, ið skapar sín egna sjálvstøðuga heim av formum og litum, sum broytist alt eftir hvagar tú hyggur og fokuserar á myndaflatanum. Mann má geva sær tíð at hyggja, at mann varnast øll frábrigdini og forskjótingarnar, ið henda tá tú skiftir millum at lata eygað hvíla á staklutum og heildum,

Wicked Fysikk

SUPERVISJÓN er eitt lítið parlistakollektiv, sum eg eri fjeppari av. Tað eru tey bæði Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger, sum hava givið út poesi og tónleik; FAST TRAKK var útvalt sum millum ársins bestu løg á bretska Far Out Magazine. Lív gav út tvey hefti, eitt turkis og eitt pink og eg havi framvegis bara lisið tað fyrra, tí eg fekk so #&%¤” nógv at gera, men so hevur mann okkurt at gleða seg til, mær dámar væl Wicked Fysikk, har tøl og nummur hava stóran leiklut – yrkjarin kunnaði meg um, at talan er um eina sonevnda Bekkers-nummerering, sum er ein citatiónskipan sum verður brúkt spesifikt til at finna runt í teksti og verkum hjá Aristoteles tvørtur um ymiskar útgávur/umsetingar gjøgnum tíðinar. Fysikkin hjá Aristoteles er eitt savn av vísindaligum tekstum um ymisk náttúrufyribrigdi, sum grikski filosoffurin og fjølfrøðingurin skrivaði í fleiri ritgerðum. Heimsmyndin hjá Aristoteles var geocentrisk og tók støði í teimum fýra frumevnunum, í rørslum, broytingum, íkomu og hvørving við atliti til sansir, minni og tilvit. Sjálv havi eg eina nógv betur hilling á hinum útgangsstøðinum hjá yrkingini, t.e. popphittið Wicked Game hjá Chris Isaak frá 1989 og sum David Lynch hevði við í síni døkku grimdarromansu, Wild at Heart í 1990, tá ungdómar av álvara tóku innsmikrandi dapra sangin um ólukkuligan kærleika til sín. Millum okkum lesandi fyrst í hálvfemsunum var sangurin koyrdur á repeat og var ein formidabul og nógv nýttur klemmi-og fríggisangur. Aristoteles skilir í millum tað, sum er í rørslu og tað, sum stendur stilt og tað er við hesum setningi í parentes, at yrkingin byrjar við eini staðfesting av, at okkurt er úr natúr meðan annað ikki er. Síðan stinga nakrir meira gerandisligir og samtíðarligir lutir seg upp sum sofa, sjónvarp og videolag - spurt verður um hvar hesi passa inn. Endurtikna reglan ”minni um skýggj/ minni um skýggj” festir í myndirnar av skýggjum í bóklinginum og leiðir okkum yvir í næsta part, sum lýsir eitt minni um videolagið hjá Herb Ritts av Wicked Game, har tónleikarin Chris Isaak og supermodellin Helena Christensen spæla forelskaði á eini strond í Hawaii. Videolagið verður í huganum á yrkjaraegnum til eitt slag av skapanarsøgu um tey fyrstu menniskjuni á jørð, sum ”koma úr aldunum/ næstan nakin”. Teir báðir leikararnir verða lýstir sum mann sær teir í videolagnum í sansaligum nærmyndum av húð og eygnavippum og við samkennandi eitt sindur barnsligari empati: ”hvassi hvassi pálmin/ hon gníggjar kroppin har/ eg haldi at hon fær ilt”. Yrkjaraegið roynir at skipa hesi minni sambært kategoriseringini hjá Aristoteles av tí, sum er í rørslu og tað, sum er stilt. Triðja brot snýr seg um at minnast tíðina, sum fer; egpersónurin er bangin fyri at gloyma og minnast sítt lív gjøgnum sjónvarpsrásina MTV.

”…eg minnist aftureftir

gjøgnum linsuna í einum kamera

eg skilji at tíðin er ein døkk mekanikk

ein rond millum land og sjógv á monokromum Hawaii

í einum videolag…”

Foto: akhc

Lear Kongur

Ein av ársins størstu listupplivingum var í Sjónleikarhúsinum, tá eg upplivdi Lear Kong, har álit var eitt aðalmál: Í grundini er álit eitt aðalmál í framførsluni av Lear Kongi - tað skilja vit frá fyrsta sekundi, tá maðurin, sjónleikarin Egi Dam kemur inn á pallin haldandi um konu sína, Biritu Mohr, sjónleikara, meðan hann prátar um hennara byrjan innan sjónleik, um stovnanina av Grímu og ymiskt, sum eitt langt og ríkt sjónleikaralív hevur borið við sær, men hey, so er ein lítil fittur fívil har og minnir okkum á, at tað var eina heilt aðrastaðni, hetta sjónleikaralívið byrjaði og tað var við leikinum Fívilin, sum Birita Mohr spældi púra sjálv. Gjøgnum allan Lear Kong er henda sama mannagongdin brúkt, at Birita á pallinum verður mint á hvat tað er, hon í leikluti sínum sum Lear Kongur, skal siga. –”Tú sigur…. ” verður endurtikið aftur í aftur ella ”Í sjónleikinum, sum vit spæla…” er tað soleiðis og soleiðis. Tað minnir um, tá børn spæla og tey minna hvønn annan á hvat tað er, sum gongur fyri seg. Mannagongdin vísir seg at vera eitt einastandandi effektivt amboð námsfrøðiliga sæð – eisini í sambandi við at miðla Shakespeare. Tað er eins og viljin til at forklára minnisveika starvsfelaganum tað, hon skal siga, rakar okkum øll, sum tessvegna betur skilja tað, sum verður sagt. Tað vísir seg sum, at tá tann sonevndi fjórði veggurin verður brotin av áðum, ið eru so sjálvsagdar og menniskjansliga átrokandi sum hesar, ja, so gongur tað á ongan hátt út yvir listaliga støðið. Tað er eitt sindur sum við ævintýrunum hjá H.C.Andersen, sum kunnu fatast á fleiri stigum, ið væl at merkja ikki eru stigskipað soleiðis, at ein fatan er flottari enn hin.

ÓF2023

Kirstin Helgadóttir kurateraði Ólavsøkuframsýningina, ið tó, at hon var gjøgnumkuraterað líktist eini Ólavsøkuframsýning Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna. Gerandisdagsopinberingarnar eru fjølbroyttar og kunnu snúgva seg um náttúruupplivingar sum tær av fossunum hjá Øssuri Johannessen. Í fleiri førum snýr tað seg um at halda uppá egnan sjálvsavgerðarrætt - ikki tjóðskaparliga (als ikki!), men meira persónliga sum í fínu verkunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir ”Tornurósa vakti seg sjálva” og hjá Elin Josefinu Smith Wollfsen við herliga heitinum ”JEG GERI SUM JEG VILL” - eingin uppíblanding neyðug! Eitt afturvendandi rák seinnu árini er crossover list og tað, at fleiri luttakarar í Ólavsøkuframsýningini eru listafólk innan onnur listasløg enn tað myndlistaliga, tey eru rithøvundar, grafikarar, dansarar, tónleikarar osfr.

myndin er frá eini framsýning hjá brandi patursson í víngarðinum

Omaná

Í summar var áin í miðbýnum í Havn latin upp. Ætlanin var upprunaliga at lata ta gomlu ánna upp aftur, sum var løgd undir lok í 1956, men av ymsum ávum var onnur loysn vald, sum okkurt ljóst høvd alt fyri eitt doypti Omaná. Summi halda, at ein manngjørd á ikki er nøkur verulig á og spurningurin er um áin ikki er eitt modernað slag av tí danir plagdu at kalla “vandkunst”, also eitt vatnverk, sum er gjørt til minnis um Havnará og sum eisini visuelt og akustiskt skapar samanhang. Navnið spillir ongan og spurningurin er um ikki áin, ið strekkir seg frá gamla vakra grótbygninginum hjá Betri Banka oman ímóti standmyndini hjá Anne Marie Carl-Nielsen av Rasmusi Effersøe á tinghúsvøllinum fer at vinna okkara hjørtu. Har hevur í hvussu er manglað okkurt slag av visuellum vegamóti á Vaglinum og eg haldi, at listamaðurinr Brandu Patursson er farin skilagott til verka við stórari virðing fyri søguríka høvuðsstaðarumhvørvinum og verandi visuellum umstøðum. Tað kann ljóða eitt sindur øvugt at rósa einum listafólki fyri at gera lítið av, men mann kann jú livandi ímynda sær hvussu ræðuliga illa ein monumental skulpturel prýðing við eiggiligum havfrúum og marmenlum fyri ikki at siga politikarum hevði riggað har. Sambært listamanninum skal prýðingin ikki yvirdoyva, men heldur ganga inn í býarrúmið eins og partur av eini organiskari heild og við støði í teimum elementum, sum mynda eina veruliga á, tvs. vatni og gróti. Glas er eitt slag av náttúru í sjálvum sær við tað, at glas er framleitt úr smeltaðum kvartsi, sum er vanligasta mineralið á jørðini og sum eitt nú finst í sandi - eitt sindur einfalt kann mann siga, at glas er smeltaður sandur. Brandur Patursson hevur valt at brúka ólitað glas, ið er gjøgnumskygt við grønbláari glæmu og minnir um vatn. Hetta gevur optimalar umstøður í mun til speglingar, silvitni og onnur undurfull árin av ljós og vatni, men hóskar eisini serstakliga væl koloristiskt bæði sum mótsetningslitur til ikoniska reyða litin í gamla meinigheitshúsinum og gomlu kioskini hjá Astu og við tann flotta gamla grótbygningin, grøna umhvørvið og vøkru grønligu glasfasaduna á gamla telefonverksbygninginum.

Svart uppá hvítt

Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum læt upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september fóru vit back to basics til tann svarta litin, sum er púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan grundleggjandi. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva. Fyri meg persónliga var uppgávan at kuratera hesa framsýningina eitt listaligt hæddarpunkt – ikki minst tá Randi Samsonsen kom við sínum ískoyti, eini kolasvartari hangandi standmynd, sum var millum mest áhugaverdu listaverkini, eg sá í 2023.

Jens Dam Ziska

Í Víngarðinum høvdu vit framsýningar við fotomyndum hjá Inga Joensen, foto- og vatnlitsmyndum hjá Eija Mäkivuoti, glasverkum hjá Brandi Patursson og málningum hjá Jens Dam Ziska: Koloristiskt kemur mann í tankar um ymsar fínar landslagstulkarar og abstraktar málarar, føroyskar sum altjóða, sum mann kundi nevnt og neymdroppað, men tað er kanska meira áhugavert beint her at staðfesta, at okkurt er uppá spæl í málningunum hjá Jens Dam Ziska, ið er egið fyri listamannin og merkt av samtíðarligum zeitgeist, sum hómast hjá øðrum ungum listafólkum - eisini innan onnur listasløg. Kanska er talan um ein nýggjan inniligleika, ein longsul eftir tilfarsligum og innihaldsligum autentisiteti, ið treiskast upp ímóti serliga slagnum av líkasælu, ið kann fylgja við einum høgt útviklaðum vitanarstigi post-internet og sum heild.

alda mohr eyðunardóttir foto torben eskerod

Stof til eftertanke

Framsýningin STOF TIL EFTERTANKE við verkum hjá føroysku Aldu Mohr Eyðunardóttir og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard umframt íslendsku Ýrúrari læt upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 23.september. Framsýningarhølini á Norðurbryggjuni eru á tveimum hæddum og meðan verkini hjá teimum báðum føroysku listakvinnunum eru framsýnd í neðra, sást íslendska nýnýtsluverkætlanin uppiá. Munurin millum ta íslendsku, kreativu nýnýtsluna og tey føroysku listaverkini er mest týðiligur í tilfari og litum, men munurin millum føroysku luttakararnar er í grundini eisini stórur, tó at báðar brúka ólitaða ull í verkum sínum við atliti til burðardygd. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað áður, men samansetingin millum listakvinnurnar leggur onkursvegna dent á ymiskleikan; at verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava eitt meira designkent finish enn tann meira ráa myndlistin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Stóra vovna verkið hjá Ragnhild, Dimmið havi eg sæð áður á framsýningum í Listasavninum og Müllers Pakkhúsi og tað er framhaldandi stórfingið og vakurt. Listin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir sveimar onkrastaðni millum ítøkiligt og óítøkiligt. Millum tilfar, assosiatiónir og poesi. Á sama hátt sum í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, ið er týdningarmikil fyrimynd hjá yngra ættarliðnum av føroyskum listafólkum, taka verkini hjá Aldu javnan atlit til samanhangin, staðið ella støðuna, har tey verða framsýnd. Í framsýningini á Norðurbryggjuni, har bæði nýggj og eldri verk eru við, sipar t.d. bronsuverkið Hosur til søguliga leiklutin hjá Norðurbryggjuni sum pakkhús, vegamót og transithøll hjá vørum til og úr Føroyum. Somu tilsipingar hómast somuleiðis í installatiónsverkinum miðskeiðis í framsýningarhølinum úr m.a. hegni og skroypiligum hegnspelum, ið eru evnaðir  úr isomalt við skipskeks. “At byrgja meiningina inni, tá ið vit oyðileggja hana hvør sær” er heitið á verkinum og byrjanin uppá eina sonevnda bindiyrking, sum bæði er partur av verkinum og kann lesast á verklistanum. Tað er áhugavert at lata hegn fáa so stóran leiklut á eini listaframsýning og so júst hetta slagið av hegni, sum onkuntíð skal vera í seyðahøgum standi, men sum annars er so vanligt í Føroyum, at vit mest leggja tað til merkis, tá tað ikki er har og seyður rennur út á vegin. Innan føroyska myndlist er hegnið ofta partur av landslagslýsingum hjá t.d. Steffani Danielsen, har tað í støðum gevur ein varhuga av avbyrging og at vera uttanfyri. Hegnverkið hjá Aldu er ikki heilt so eintýðugt, men er hugtakandi við tilfarsliga grundmótsetninginum millum autoritera stálhegnið og skroypiligu pelarnar úr sukri og keks - ein partur av hegninum stendur uppi og hin er niðurdottin. Tað er afturvendandi í verkunum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, at tey onkursvegna upploysast og forfarast longu í síni skapan. Verkætlanin hjá Aldu tykist grundleggjandi melankolsk, verkini kykna úr sakni og sorg.

Lortið

12.oktober sat ein spilnakin kvinna á pallinum í Norðurlandahúsinum – tað var Durita Dahl Andreasen, sum saman við Maritu Dalsgaard leikstjóra og leikhús SKIFT og GUT productions framførdu Lortið. Leikurin La Merda snýr seg í stóran mun um kropp og at stýra kroppinum og tað er ikki lætt, tá krøvini hjá móttakaranum alla tíðina skifta. Hjá kvinnuni í leikinum er tað nakað lort, at hon hevur feit lør og er lítil. Og hvussu vit upplýstu samtíðarkonur nú einaferð kunna sannføra hvørja aðra um, at útsjónd er einki at snakka um og at fáfongd er stokkut, so er tað framvegis tað, vit snakka um og siga við hvørja aðra - oys tú sært gott út, simpulthen so flott, ert tú klænkað, trenar tú? Okkara kona í Norðurlandahúsinum roynir sum aðrar konur at disciplinera sín kropp og fáa stýr á honum við effektivum klænkikurum, men tað gongur ikki ov væl antin hon hungurstungin roynir (eins og høgguslokkurin) at eta ein av sínum egnu limum ella hon fer í holtur við eta ein heilan springara. Tónin er absurdur, men anoreksi og bulimi eru til og summi fólk eta springarar og tær eru eisini til, sum (javnan) eru so svangar, at tær kundu etið ein heilan hval. Tá tað kemur til skarpskeringar vita allar av, at feitar konur ikki kunnu brúkast sum standmyndir. Har ljómar onkur áhugaverdur resonansur millum italskt og føroyskt í sambandinum millum njótilsi og undirgang, sum minnir um andlátt á døgverða ella um Kingo “Din skaal synes honning, men drikken er led..” Á henda hátt sveiggjar kvinnan á pallinum millum ótálmaða sjálvsdyrkan og líka so ótálmað sjálvstikni. Vakra einfalda pallmyndin er full av myrkri og fær meg at hugsa um chiaroscuro ljós í myrkri í italskari list hjá Artemesia Gentilleschi til dømis, men sum leikur fer, kemur tú eisini í tankar um Pasolini og hansara allegori um menniskjans íbúgvandi fascismulort ella antilistaverkið hjá Manzoni Merda d´Artista við lorti frá listamanninum í dós. Og sjálvandi er verkið politiskt. At kvinnukroppurin er ein vígvøllur kann eingin ivast í, sum hevur lisið føroysku abortlógina frá 1956 fyri ikki at tala um seinasta kvinnufíggindaliga uppskotið um, at tær, ið ynskja abort skulu noyðast at hyggja at gitna klumpinum áðrenn tær sleppa at sleppa sær av við hann. So kunnu tær standa har og skamma seg.- Statt so har tín vemmiliga kona, tú, sum hevur havt sex uttan at tú ætlaði tær at fáa eitt barn, hygg hvat TÚ (púra einsamøll?) hevur gjørt - puha! Uppskotið er so óreint, men mest av øllum so absurd og groteskt, at tað klingar væl saman við kroppsfatanini í leikinum. Lortið er ein háaktuellur leikur, sum eisini speglar partar av Metoo uppgerðini, men talan er kortini ikki um eina ónuanseraða menninir hava alla skyldina ákæru – tað er meira komplekst; lortið er okkara alra.

Boykottið av

Í desember boðaði Leiklistafylkingin 2020 frá, at boykottið av Tjóðpalli Føroya er avlýst: Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskururin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið. Boykottið vardi frá 8. oktober 2020 til 16. desembur 2023 og so verður spennandi at hoyra hvør verður settur í Leiklistaráðið. 2023 var annars eitt serligt sjónleikarár, tá vit gingu til sjónleik um ikki annanhvønn dag so næstan – í eini viðmerking fegnaðist eg um, at vit í okkara jarðbundna litla heimi við verðins minsta tjóðpalli og lutfalsliga stuttu leiklistasøgu hava tann forkærleika fyri absurdum teater, sum vit í roynd og veru hava við framførslum av framúr leikum eftir Samuel Beckett, Dario Fo og nú Føðingardagsveitsluni hjá Harold Pinter, sum vit sóu á Tjóðpallinum í kvøld. Sjálvandi hongur tað søguliga saman við Grímu og Eyðuni Johannessen sála, sum framførdu absurdan sjónleik í Føroyum fyri meira enn trýss árum síðani. Leiklistaliga er tað absurda rúmið frígerandi – á tremur av løgnum ritualum, óneyðugum útsagnum og automathandlingum, ið vit kenna aftur t.e. sum tá mann sigur ”Nú mugu tit endiliga eta” samstundis sum fólkini við borðið koyra í seg. Nógv tykist merkiliga kent; tað næstan svakliga repetetiva prátið um matin og veðrið, fascismukenda dyrkanin av tí hugnaliga og vakra saman við undirbrotligari autoritetstrúgv, huff eg havi upplivað hatta onkrastaðni, veit ikki hvar, vónandi ikki á mínum komandi ellisheimi. Nei, eg flenti ikki líka nógv sum onnur í kvøld, døpru perspektivini runnu mær køld niður eftir rygginum og eg fekk beinleiðis kuldaskjálvta av óhugnaliga og væl teimaða endanum. - Nú heldur leikurin fram í huganum og takk fyri tað, Harold Pinter, Guðjón Pedersen leikstjóri og Hans Tórgarð, ið týddi og spældi akkurát líka splendid sum altíð og tað sama var galdandi fyri Hjálmar Dam og Kristinu Sundar Hansen. Nú verður spennandi at vita hvat fæst burtur úr, at boykottið er steðgað, men hvussu er og ikki: Takk fái tit øll listafólk innan øll listasløg fyri tykkara støðuga arbeiði, sum gevur okkum dýpd og innihald og mennir okkum, ið lesa, lurta, føla og hyggja.

Kinna Poulsen

jóhan martin christiansen