Marius Olsen vernissage í Steinprenti

Í dag læt upp framsýning Í Steinprenti við nýggjum grafiskum verkum hjá Mariusi Olsen. Har vóru so nógv fólk, at tað ikki var lætt at síggja allar tær fínu myndirnar, so fólk mugu koma aftur. Eg segði nøkur orð, sum eg seti inn her saman við nøkrum myndum.

Meðan vetraródnir herja uttanfyri eru frægari líkindi her í Steinprenti millum nýggju listaverkini hjá Mariusi Olsen. Liðin eru tvey ár síðani hann framsýndi her seinast og tað er spennandi at síggja hvat Marius hevur við sær í skjáttuni úr Finnlandi og hvat hann hevur fingið burtur úr at arbeiða her á verkstaðnum – tað er ikki smávegis av træprentum, etjingum, steinprentum og prentum við blandaðum tøkni. Prentini eru typisk fyri listamannin á tann hátt, at tey eru koloristisk, einføld og um somu tíð serstøk og samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga við skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, ið bæði er fagnandi og turrisligt í senn. Marius Olsen telist millum okkara bestu listafólk og hann er ein av teimum fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum arbeiðir sum grafiskur listamaður burturav. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna síni hugskot í verki. Í ár hevur Marius Olsen samstarvað við Jan Andersson og við Steinprent í ikki færri enn 30 ár. Um mann er so heppin, at hava verið til staðar meðan Marius hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað tað serliga spenta huglagið, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti liturin fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta og roynda listamanninum.

Í einari grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list. Hann er antin elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hvussu er og ikki er hann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og náttúruumhvørvið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn speglingar og myndir av menniskjaframleiddum lutum, lampum, grindlum og klokkum í landslagið. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar. Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bara fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Eg komi í hvussu er í tankar um listafólk sum Caspar David Friedrich, Sámal Joensen-Mikines umframt Katsushika Hokusai, hvørs myndir, ið eru merktar av meditatión, nærveri og uppmerksemi; at vera í zen ella í samljóði við sítt umhvørvi júst sum Janus Djurhuus mundi vera tað, tá hann umbroytti kendu yrkingina hjá Goethe Wandrers Nachtlied til eina føroyska grundmynd, sum vit øll kenna, men eg lesi hana upp kortini:

 Yvir hvørjum tindi

er ró,

av nøkrum vindi

valla ljóð

villist um vøll.

Blikurin blundar á sundi –

burtur í blundi

berast vit øll.

 Við sínum einfeldi er yrkingin meira modernað enn upprunaversiónin – eisini perspektivskiftið frá blikinum, sum blundar, tí tað er hansara friður, sum verður okkara. Tað er tann sama friðsælan, sum hómast í fleiri verkum hjá Mariusi, t.d. í eini smalari, høgari mynd, ið strekkir seg upp um eitt svart klettaskap høgrumegin í myndini. - Undir myrka klettinum sletta aldur eins og villur gróður inn móti berginum. Longst til høgru í forgrundini lýsir ein lítil tríkantur av gulgrønum lendi, ið fevnir og tendrar bláu litirnar aftanfyri. Myndin er eitt koloristiskt meistaraverk við nærveru, har tú fyrst varnast føgru litirnar, men síðani vaksur tómleikin og gerst tað, sum myndin snýr seg um. Ein darrandi hvørvisjón, eitt lognbrá við djúpbláum havi og ljómandi himmalhválvi, ið er skilt sundur av lýsandi hvítum támi. Myndin er vøkur – at kalla ornamental við spakuligu iris-litbroytingini frá eini tættari bláari pigmentering til okkurt, ið tykist meira opið og leyst. Myndin glógvar av ljósi - tað er so sterkt, at tú mást krympa eyguni saman meðan tú hyggur til tess at verja teg móti ljósinum og tá er tað tú varnast - miðskeiðis í pappírslitta táminum; eitt næstan gjøgnumskygt skap í táminum. Er tað ein oyggj?

Marius er føddur í Havn í 1963 – góð 200 ár áðrenn var ein av hansara størstu fyrimyndum føddur í Tokyo, áðurnevndi Hokusai, sum gjørdist kendur í París miðskeiðis í 19.øld, tá japonisma gjørdist móti og japanskar prentmyndir gjørdust fyrimyndir hjá impressionistunum. Hokusai gjørdist næstan hálvfems ára gamal og var virkin listamaður í hálvfjers ár – einastaðni skrivar hann: “Eg teknaði einki áhugavert fyrr enn eg var hálvfjers ár. Tá eg var 73 megnaði eg nøkulunda at fata hvussu plantur og trø vaksa og at skilja bygnaðin á fuglum, djórum, kyktum og fiski. - Tá eg verði 80 ár vóni eg at hava betrað meg so, at eg, tá eg verði hálvfems kann síggja djúpari hvat býr aftanfyri, so at list mín um hundrað árs aldur kann náa eitt guddómligt støði, so at hvør prikkur og hvørt strok verða livandi, tá eg verði 110. Tey av tykkum, sum liva til ta tíð kunnu vitna, at hesi orð míni eru sonn..”. Soleiðis skrivaði Hokusai. - Marius – 110 er so øgiligt, men vónandi eiga vit nøkur ár aftrat á foldum, so at vit sleppa at uppliva fleiri framsýningar hjá tær. Takk fyri.

Kinna Poulsen