Framúrskarandi Hamferð

23844625_10155878916303119_8957954986265900939_n.jpg

Á einari av mínum mongu meira og minni tilvildarligu/tíðarspillandi reikanum á alnótini, rakaði eg við Támsins Likam á youtube og hugsaði við mær sjálvari: Támsins Likam, hvat er tað nú tað er? Og so gekk upp fyri mær, at tað jú er hetta “Thomsens eitt ella annað”, sum øll tosa um og sum nýliga var framført í Sjónleikarhúsinum við pomp og prakt (- hví í allari víðu verð var eg ikki har?). Útgávan er til taks á youtube og eg havi lurtað eftir henni í allan morgun, hevði nokk so hart frá, so at bæði kettur og børn tóku at rýma, tá framúrskarandi sangarin transformeraði seg til eitt grólandi ómenni.

Támsins Likam er partur av eini trilogi hjá Hamferð, sum harumframt telur útgávurnar Vilst er síðsta fet (2010) og Evst (2013) - frásagnarliga gongur triologiin kronologiskt aftureftir soleiðis, at Támsins Likam er fyrsti partur, Vilst er síðsta fet er endin.

Talan er um eina sjáldsama væl samanhangandi útgávu; frásøgn, sangur, tónleikur, instrumentering, kompositión, ljóð og huglag mynda eitt heildarverk – hetta er í sær sjálvum vælsignað at uppliva í hesum tíðum, har tørvurin á uppmerksemi eftir øllum at døma er størri enn tørvurin at lata heilskapað verk úr hondum – hesin tørvur er í øllum førum so mikið stórur, at stakløg í heilum verða tveitt út í poppvørp beint sum tey eru klár - helst áðrenn.

Frásøgnin í Támsins Likami er bølamyrk, tó neyvan órealistisk tíverri. Eg síggi fyri mær ymiskar ófatiliga óhugnaligar, kolasvartar yvirskriftir í Ekstrablaðnum um ræðuligar lagnir og menniskjansligar sólarmyrkingar. Sangirnir eru episkir, frásagnarligir, men so mikið lyriskir, at frásøgnin gerst fleirtýðug - tó hómast ein søgugongd. Har Evst snúi seg um leitanina hjá einum manni eftir soninum, sum hvarv í ódnarveðri í fjøllunum, er Támsins Likam ein grundan yvir sorgarleikin í lívinum hjá hesum manni og konu hansara. Tey syrgja sáran. men av tí, at maðurin verður innibyrgdur í síni sorg, kennir konan seg einsamalla og byrjar at ganga túrar í einsemi. Her møtir hon einum manni í myrkum klæðum, sum hon fær tosað við, alt meðan frástøðan til hennara egna mann alsamt økist. Hetta er søgan um eina persónliga tragediu og um hvussu myrkrið fær fastatøkur á menniskjanum.

Esmar Joensen greiðir frá, tá eg spyrji hann, at Jón Aldará skrivar tekstirnar, meðan Theodor Kapnas er høvuðssangskrivari hjá bólkinum, hann skrivar also løgini og síðani arbeiða allir limirnir saman um staklutirnar í samráð við Theodor Kapnas. Í eini samrøðu í Degi og Viku herfyri greiddi Theodor frá, at ein partur av íblástrinum kemur frá klassiskum tónleiki. Hann bregður ikki úr ætt, faðirin var tann dugnaligi og týdningarmikli bratsjisturin, Nikolaous Kapnas (móðirin er fræga mentakonan, Hedvig Westerlund Kapnas). Ein partur av íblástrinum er klassiskur, men Hamferð er eisini gróðursettur av gamlari føroyskari mentan, av kvæðamáli og gomlum søgnum.

Eg eri so mikið heppin, at eg kenni fleiri av limunum í Hamferð, havi eitt nú verið lærari hjá onkrum teirra, t.d. var eg myndlistalærari hjá Esmar Joensen og tað var ein fragd, tí hann er eitt sjáldsama fitt og gløgt menniskja. Tað er ikki altíð, at lærarar kenna sínar næmingar, tað vil so vera, at summi sita fastari í læraraminninum eins og ein uppliving eg hevði fyri fleiri árum síðani. Tað var gráur morgun í Steinatúni, mótvindur av ymsum ættum og regn í støðum og hasin keðiligi varhugin av troystarloysi og vantandi civilisatión (hví býr mann her og hví er tað so myrkt?). Eg var altso ikki í serliga góðum lag tann morgunin, men bleiv tað av hugfarsligu sjónini í busskýlinum av einum næmingi, einum langlimaðum ungum manni í cowboyjakka við einum múrsteini av eini bók í hondini. Tað var ein sonn aura av nærlagni og áhuga um unga mannin í busskýlinum. Tað var John Áki Egholm, eg haldi ikki hann sá meg, tí hann var fullkomiliga hugsavnaður um sína Swedish Death Metal bók. Tað, sum eg royni at koma fram til við hesum løgu ættartilsipingunum og lærara-endurminningum er bara ein roynd at staðfesta, at har er vitan og intelligensur í Hamferð-verkætlanini og hetta bæði hoyrist og merkist.

Samlaða úrslitið er so mikið framúrskarandi gott, at Hamferð onkursvegna transcenderar sína egnu sjangru. At bæði vaksin fólk, gudilig, gamlir hippiarar og onnur ung og eldri hampafólk yvirhøvur finna uppá at leita sær til konsert hjá einum doom metalbólki, er ikki bara dømi um, at vit  eru mentanarliga meira opin, frí og fjølbroytt í dag enn vit plagdu at vera. Tað er eisini eitt dømi um, at listarlig dygd floytar á sjangrudefinitiónir. Eg havi nú lurtað eftir útgávuni nakrar ferðir og dugi ikki at seta fingurin á nakað, jú kanska er myndin á fløguhúsanum ikki eins sannførandi og restin.

Ljóðið á útgávuni er sera dynamiskt og fylgir tónleikinum, sum alla tíðina skiftir frá tí stilla og inniliga vakra til nakað meira aggressivt og óhugnaligt. Dómadagstónleikur er sjálvandi tungur og seigur við drúgvum løgum, men hetta er allíkavæl ikki nøkur tung útgáva av tí, at ljóðmyndin er so fjølbroytt og dynamisk sum hon er. Summa staðni sera einføld við fáum klingandi gittaratónum og sangrøddini, sum greiðir frá, aðrastaðni stórbær við fullum orkestri, fleiri gittarum, kóri osfr. Her er patos í stríðum streymum ordiliga lekkurt teatralskt sum í eini opera ella eini rockopera og røddin hjá Jón Aldará er eisini eitt sindur operakend, stórsligin, hann syngur sjáldsama væl og megnar bæði upp í hægstu hæddir og niður djúpastu grólandi gjáir.

Tað er yvirhøvur ikki løgið, at útgávan Támsins Likam í óvanligan mun hevur verið undirdíkt í rósum og fagnandi ummælum, síðani hon kom í januar í ár, tí hetta er ein óvanliga væl eydnað útgáva. Men nú eg havi skimmað ummælini, er allíkavæl okkurt, ið undrar meg. Póllendingar, hálendingar, amerikanarar, týskarar og øll møgulig onnur fólk í øllum heiminum ummæla og viðmerkja hvussu framúrskarandi hesin tónleikur er og eingin av teimum tykist hava nakrar trupulleikar av, at málið á útgávuni er føroyskt.

hamf.jpg

Stuttligt og merkiliga serstakt er tað at lesa ummæli av føroyskari list uttan at landið, náttúran og málið verða nýtt sum tulkingarlag ella sum undirlag hjá øllum møguligum fordómum. Alt ov ofta uppliva vit hetta í útlendskum metingum av føroyskari list. Í bunkanum av rósandi ummælum av Támsins Likam er eitt einstakt, nokk so negativt undantak av einum ummæli (heavymetal.dk), sum er merkt av fordómum bæði mótvegis Føroyum og mótvegis doom-tónleiki sum heild: “Det er ganske passende, at der kommer et doom-band ud af Nordatlanten, for det er svært at forestille sig et mere ensomt og vildt sted end en samling øer midt i ingenting... hvis du skal spille noget, der er så langsomt og depressivt, skal du kunne andet end at klæde dig pænt og synge på et sprog, som rundt regnet 50.000 mennesker forstår...”. – Men tað gera Hamferð og allur heimurin skilir teir og vil hoyra meir. Hamferð á fíggjarlógina!

 

Jón Aldará - Sangur

Theodor Kapnas - Guitarar

John Áki Egholm - Guitarar

Ísak Petersen - Bass

Remi Kofoed Johannesen – Trummur

Esmar Joensen - Ljómborð