Tróndur Patursson 80

Mynd: Steinprent

Í dag fyllir listamaðurin Tróndur Patursson 80 ár. Sjálvt um hansara listaliga lívsavrik er so stórt og rúgvusmikið, at hann saktans kundi loyvt sær at hvílt á laurberunum, hendir tað valla, tí Tróndur framvegis er ein sjáldsama arbeiðssamur og virkin maður. Hann er altíð í gongd við verkætlanum - beint í skrivandi stund hevur hann framsýning í Listaskálanum saman við soninum, Brandi. Umframt at skapa hópin av málningum, standmyndum og glaslist, hevur Tróndur Patursson siglt saman við Tim Severin, ið frá 1976 endurskapaði ymiskar søguligar sjóferðir, Brendan Voyage, Sindbad Voyage m.a. og hesar ferðir hava havt avgerandi týdning fyri listamannin.

Tróndur Patursson byrjaði sína listaligu leið á kenda skeiðnum, sum Ingálvur av Reyni hevði saman við Janusi Kamban og Jack Kampmann og fór síðani til Keypmannahavn, har hann í 1965-1966 var undirvístur í tekning hjá Hans Christian Høier á Glyptotekinum. Seinni var hann á Norges Kunshåndværkerskole, var í læru hjá myndahøggaranum Ståle Kyllingstad og gekk síðani á Kunstakademinum í Oslo í trý ár. Hann hevði fyrsta serframsýning sína í Listaskálanum í 1972 og hevur síðani framsýnt óteljandi ferð í Føroyum og í útlondum. Í Danmark hevur hann fleiri listprýðingar, framsýningar, eins og hann hevur verk framsýnd á søvnum nógvastaðni. Í 2013 var ein stór installatión við 90 glasfuglum framsýnd í John F. Kennedy Center for the Performing Arts í Washington D.C. Í 2014 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Tá eg herfyri var við listamanninum í Eysturoyartunlinum og vit koyrdu runt og runt fyri at uppliva tað fína verkið í rundkoyringini, staðfesti Tróndur: Tá alt kemur til alt kunnu vit listafólk bara gera okkara besta og so vóna – eg vóni, at tað hevur eydnast mær at fáa verkið so einfalt og lætt at skilja, at tað er tíðarleyst og kann fatast av øllum menniskjum nú og til allar tíðir

Trónd Patursson sambinda vit ikki minst við blátt og tað í so stóran mun, at vit hoyra hansara rødd fyri okkum við eyðkenda Kirkjubø-málinum úttala orðini “blátt – ultramarinblátt”. Men í veruleikanum er Tróndur sjáldsama fjølbroyttur listamaður, sum hevur arbeitt við øllum hugsandi litum og tilfarum um tað er jarn, kopar, glas, marmor, spegl, ljós, klettar, rekaviður ella hvalabein í verkum, sum ríka okkum almenna rúmið í Eysturoyartunlinum, Gøtu Kirkju, SMS, Norðoyartunlinum osfr.

Takk fyri, Tróndur og hjartaliga til lukku við runda degnum.