Bárður Jákupsson 80
/Í dag, tollaksmessudag fyllir ein kempa innan føroyska myndlist áttati. Tað er Bárður Jákupsson, hvørs avrik er so týdningarmikið, fjølbroytt og umfatandi, at tað illa letur seg reksa upp í eini føðingardagsgrein sum hesari, men lat okkum fyri fyrst gleðast um, at nýggir kapitlar framvegis verða skrivaðir í hesum stóra verki og at listamaðurin letur upp stóra serframsýning á øllum hæddum í Müllers Pakkhúsi í februar komandi ár.
Tað ógvusliga, stórfingna og rúgvusmikla er ikki Bárði ókent; tað sæst bæði í einstøku málningunum og á veldugu framsýningini, hann hevði í Listasavninum, tá hann var farin frá sum stjóri, men eisini á seinni framsýningum í Listahøllini, Steinprenti, Norðurbryggjuni og nógvastaðni í Danmark har hann er sera høgt í metum og fagnaður í heiðursgreinum í sambandi við føðingardagin í Politiken og aðrastaðni.
Tá Bárður fyri tjúgu árum síðani avgjørdi at fara úr Listasavninum eftir 25 ár, hendi alt møguligt; listamaðurin fekk sítt dreymaatelier við Gjógv, har kona hansara, Hervør er uppvaksin. Tá í 2003 gjørdi KVF dokumentarin “Langa leiðin norðureftir” um Bárð Jákupsson, har dentur m.a. var lagdur á ta lyklastøðu, listamaðurin hevði tey mongu ár sum stjóri, fyriskipari og miðlari av føroyskari list. Gamaní hevði Bárður Jákupsson stóran avgerðarrætt innan føroysku listina og tað var jú í eini aðrari tíð áðrenn eitt nú stjórastørv vóru áramálssett. Hann var ein dugnaligur og passioneraður stjóri í Listaskálanum/Listasavninum, sum fekk nógv av skafti bæði av framsýningum og listabókum um m.a. Mikines, Tummas Arge, Torbjørn Olsen og William Heinesen. Útgávan Myndlist í Føroyum, sum kom út á Sprotanum í 2000 er av serligum týdningi og er eitt høvuðsverk í føroyskari listasøgu.
Brúkti Bárður Jákupsson ov nógva tíð uppá listina hjá øðrum? Eg ivist stórliga í um tað ber til at greina føðingardagsbarnið á henda hátt altso at skilja millum listamannin og listmiðlaran - kanska skuldi mann heldur fegnast um hansara mongu evnir og virkisfýsni. Hansara mongu tekstir um føroysk listafólk eru so neyvt og vakurt orðaðir, at teir hava skaldsligt flog. Um vit hyggja út yvir hansara egna listaliga verk, haldi eg ikki mann saknar listaliga menning, listaligan kvalitet ella kvantitet. - Tað er í hesum sambandi áhugavert at nevna, at tá Bárður í 1990 fekk M.A.Jacobsens virðisløn fyri sína Mikinesbók var tað ikki virðislønina fyri yrkisbókmentir hann fekk, men virðislønina fyri fagrar bókmentir.
Hansara mongu oljumálningar, vatnlitsmálningar, steinprent, myndprýðingar og aðrar prýðingar er list, sum er íblást av náttúruupplivingum, men eisini av føroyskari mentan. Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin sjálvur soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimið keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálva. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”.
Tað er henda sterka náttúrukenslan og hesin samanhangur millum land og fólk, sum er útgangsstøði í listini hjá Bárði Jákupsson. Hann vaks upp undir Varða í Havn í einum listaligum, bókmentaligum umhvørvi sum sonur kenda rithøvundin, Heðin Brú úr Skálavík og Katrini Malenu Dalsgaard av Velbastað, hon var útbúgvin økonoma. Bárður Jákupsson fór eftir lokið studentsprógv á háskúla í Askov. Læraraprógv nam hann í Hjørring í 1969 og fór síðani á málaraskúla á kunstakademinum, har hann hevði Mogens Andersen sum lærara árini frá 1970-72. Hann var lærari á Føroya Fólkaháskúla frá 1972-78 og savnslærari á Føroya Fornminnisavni frá 1974-89. Hann var blaðstjóri á tíðarritinum Mondli, sum hann sjálvur var við til at stovna í 1975 og stjóri í Listaskálanum/ Listasavninum frá 1978 til 2003. Hann og Hervør giftust í 1967 og saman eiga tey synirnir Róald, Svein og Heðin.
Bárður Jákupsson var ein av stovnarunum av Heystframsýningarbólkinum, og hevur á so mangan hátt havt týdning ikki minst fyri Steinprent. Tá litografurin Jan Andersson í 1999 eftir góð 27 ár á Grafiska Verkstaðnum í Hjørring flutti til Havnar saman við Fríðu Matras Brekku fyri at útbyggja og reka verkstaðin í Listaskálanum, var tað ikki minst orsakað av tileggjan frá Bárði Jákupsson, sum tá var stjóri í Listasavninum. Hugskotið til áhugafelagið Steinbrá var somuleiðis hansara. Tað er líka einfalt sum tað er gott og kom, tá Steinprent var flutt oman í Østrøm á Skálatrøð. Fyri at hjálpa við húsaleigu og øðrum útreiðslum settu vit á stovn eitt felag av stuðlum, sum fyri eitt sámiligt limagjald fáa eitt árligt gávuprent, sum ymisk dugnalig listafólk skapa. Felagið roynist sera væl og fær støðugt nýggjar limir.
Lívsverkið hjá Bárði Jákupsson er sostatt marglitt og stórt og hevur risastóran týdning eisini fyri samanhangin við føroysk samtíðarlistafólk í útlegd t.d. Rannvá Kunoy, ið hevði sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya longu tá hon var 23 ára gomul. Bæði hon og Hansina Iversen hava fleiri ferðir borið fram inniliga tøkk fyri henda áhugan hjá Bárði og føroyska listaumhvørvinum.
Á eini fernisering í Steinprenti fyri nøkrum árum síðani hugleiddi Bárður Jákupsson um sína list og segði tá sínar myndir vera grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði hann millum annað við eini tilsiping til Edvard Munch og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann helt sjálvur, at skapini av tindunum onkursvegna sita eftir í hansara málningum. Í fleiri av teimum dramatisku málningunum hjá Bárði hómast henda kenslan av at vera staddur í báti á sjónum og haðani síggja berg og tindar daga upp móti himni. Hetta elvir jú til eitt skift av sjónarmiði, sum broytir sjónarring og myndevni og sum tíðum hevur eitt nokk so abstrakt úrslit við hurlandi m-skapum í ekspressivum, koloristiskum myndum. Í 2018 fekk Bárður Jákupsson Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt fjølbroytta listarliga virksemi. Hetta virksemið blómar enn og meðan vit gleða okkum til framsýningina 17.februar ynskja vit Bárði við familju hjartaliga til lukku og eini gleðilig jól.
Kinna Poulsen
Foto: Steinprent
Monumentalt kvinnumonument avdúkað í Fuglafirði
/Í dag varð minnismerkið um kvinnur, deyðar í barsilssong avdúkað í Fuglafirði. Eitt verk, sum er merkisvert uppá mangar mátar og brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga og formliga. Eg gleði meg at síggja hesa monumentalu abstraktu standmyndina, sum Guðrið Poulsen hevur skapt og sum Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs Petersen tóku stig til.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum helt røðu, sum eg seti inn herundir. Myndirnar eru eisini frá Sirið Stenberg.
Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri ta stóru æru, sum mær er víst við at hava høvi at vera við til henda merkisdag, har søga verður skrivað.
Tað, sum vit minnast, verður ikki burtur, men verður nærverandi okkara millum.
Vit takka mangan fyri góð minnir. Minnini, sum eisini mynda sorgina sum kærleikans prís. Minnini, sum eru tíðarleysar og dýrabarar perlur, sum vit knýta at okkara lívi og tilveru. Vit tosa um minnini fyri at merkja nærveruna við tað og tey, sum eru farin. Tað er sum um, vit hava okkara kæru millum okkum í løtuni- og tíð og stað viskast út. Sum tá ið himmal og hav møtast í havsbrúnni, og vit ikki síggja júst, hvar markið gongur millum hesi bæði, tí tey fyri okkum at síggja eru sum runnin í eitt.
Men minnir kunnu eisini vera so tung, so at ongin muður megnar tey at mæla. Tey stirðna í kroppinum og í tøgnini. Ikki tí, at tey ikki eru til, men tí at tey for tung at seta orð á. Tað snýr seg ikki um, at vit ikki vilja tosa um tey, men vit kunnu ikki, tí so detta vit sundur. Tilveran rapar. Hjartað liggur opið og uttan verju.
Hetta er ikki bara galdandi fyri einstaklingin, men fyri heilar familjur. Og eisini fyri familjur gjøgnum fleiri ættarlið. Tí líka so væl, sum tað sagda verður arvað og borið gjøgnum ættarlið, so verður tað ósagda og upplivaða eisini partur av lívsleiðini og ættararvinum. Tað verður partur av lívssøguni og samleikanum hjá einstaka menniskjanum, familjum, bygdum, oyggjum og landi. Tað verður okkara heimur – okkara lagna.
Soleiðis tykir mær søgan um kvinnur í Føroyum, sum eru deyðar í barsilssong.
Men tann tagda søgan verður í dag søga. Í dag fáa vit eitt minnismerki yvir allar tær kvinnur, sum hava latið lív, meðan tær góvu lív - og soleiðis eisini góvu okkum framtíðina og harvið vónina.
Fyrstu ferð eg hoyrdi nakran nevna, at okkum manglaði eitt minnismerki yvir kvinnur, sum vóru deyðar í barsilssongm var seint eitt kvøld í Løgtinginum, tá ið Rigmor Dam segði tað við meg. Sjálvandi hugsaði eg. Og hvussu ber tað til, at hetta ikki er komið fyri mongum árum síðan? Tað er áhugavert!
Vit hava sterkar siðir og siðvenjur knýttar at minnisvarðum fyri sjólátnum og vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum sum fólk og tjóð. Árligi allahalganna minnisdagur er dagur til djúphugsni, virðing, takksemi, grát og til sakn, men eisini til vón. Tað er nakað forloysandi og lekjandi í tí. Tað at hava eitt stað at leggja sína sorgir og at deila sorgina. Tað fremur grøðing, og hjálpir okkum út vónloysinum.
Tað eru Anne Mette Greve Klemensen, Brynhild Næs Petersen og Poulina Abrahamsen, sum saman hava staðið fyri at fáa minnismerkið reist í Fuglafirði í samstarvi við kommuna. Ongin tøkk er nóg stór at bera tykkum fyri hesa vøkru og neyðugu gerð. Tit æra við hesum kvinnur, sum hava latið lív í barsilssong, og tit geva øllum eftirkomarum eitt stað til minnis og til sálarbót. Minnisvarðin talar tí sanniliga eisini tykkum til heiðurs og æru.
At tit hava valt at seta minnisvarðan mitt í bygdina, umgyrdan av fólki og vøkstri, er ein fjálg umhugsað gerð, sum dagliga fer at minna okkum á kvinnurnar og alt tað, tær bæði mistu og góvu. Tær hava verið ein ósjónligur partur av okkara samleika, men nú koma tær fram í ljósið.
Tit gera eisini kvinnuna, kvinnukroppin, kvinnurættindi og kvinnusøguna sjónliga, og fáa okkum at reflektera.
Tá ið eg hugsi Fuglafjørð, so hugsi eg mentan, virkisfýsni og trúarlív. Tí er tað nokk so sjálvsagt, at minnisvarðin verður reistur her. Tað, sum tit stigtakarar við minnisvarðanum gera, er so virðiligt og vakurt, at tað finnast ikki orð, sum rúma og lýsa tøkkina. Jesuspápin lønir tykkum aftur.
Virðislønta virda listakvinna Guðrið Poulsen hevur gjørt minnismerkið, sum eg eri sera spent at síggja og at hoyra um. Tað, eg havi lisið um tað, sigur mær, at her er væl gjøgnumhugsað samanrenning millum symbolikk og list. At merkið er ein súla, sum er eitt berandi element undir øllum. Grundarsteinurin undir øllum, eins og kvinnan er. Eitt jarðfest merki. Kvinnan, sum doyði, varð varð løgd í jørðina, men við høga minnismerkinum er eisini uppreisn. Og at hon stendur í lundini kring kirkjuna sum ein bulur. Hon ber alt - tolir alt. Hon stendur at kirkjuni. Og hvat annað hava fólk kunnað gjørt, tá ið tað ringasta, sum kundi henda í eini familju, hendir, at mamman doyr, enn at leita sær til kirkjuna og Guðs orð. Tað er neyvan nakar ivi um, at sterka gudstrúgvin, og vissan um at leggja alt í Harrans hendur hevur verið bjargingin saman við fólki, sum hava verið til hjálpar.
Vit skulu ikki so langt aftur í søguna fyri at kunna staðfesta, at tað neyvan finst nøkur familja, sum ikki hevur upplivað, at ein kvinna doyði í barsilssong. Afturat hesum var barnadeyðiligheitin eisini høg. So mong hava eisini mist børn. Lívskorini hava verið hørð. Familjur er spjaddar, nógv eru vaksin upp hjá familju og kenningum. So í nógvum førum hava børnini ikki einans mist mammuna, men systkin, bygd, ommu og abba, kanska pápa, eisini tí sorgin hevur rakt hann so meint, at hann kann hava havt trupult við at megnað tilveruna. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu børnini hava havt tað. Tað hevur nokk bæði verið gott og minni gott. Neyvan hevur tað verið lætt.
Í dag er tað tíbetur sera sjáldan, at kvinnur doyggja í barsilssong, men tað kann enn henda. Góð ljósmøðratænasta við høgari fakligheit hevur broytt hetta grundleggjandi. Ljóðmøður eru lívsneyðugar. Tær hava broytt okkara lívskor við síni vitan og førleika. Heilivágur, reinføri, heilsuupplýsing, kanningaramboð o.a. hevur ómetaligan týdning. Sama er við preventión, sum ger, at kvinnur fáa færri børn.
Í gomlum ljóðsmøðrabókum er skrásett, hvussu nógvar konur doyðu í barsilssong, og hví. Tað er áhugavert at lesa, og eisini at síggja hvussu talið minkar ár um ár, sum vit nærkast okkara tíð. Vísindini og góð sosial kor hava alt at siga og hanga óloysiliga saman.
Í heimshøpi doyggja tó enn 800 kvinnur hvønn dag, árið runt, í sambandi við barnsburð. Tað er ein annan hvønn minutt. Tað gongur tíverri striltið at fáa tølini at lækka. Fátækari eitt land er, fleiri kvinnur doyggja.
Hetta kunnu vit taka til okkum og sjálvsagt gleðast um, at vit eru komin so langt sum vit eru, men sanniliga eisini í samhuga við okkara medsystrar í øðrum londum og veita menningarhjálp og stuðul til hesi menniskju - okkara næstar.
Ein føðandi kona er nógvastaðni enn tann dag í dag, ein kvinna við øðrum beininum í grøvini.
Hóast nógvar kvinnur eru deyðar í barsilssong í Føroyum, um vit bara fara nøkur fá áratíggju aftur, so er ikki nógv skrivað, skjalfest, myndað ella yrkt um tað. Fáar lýsingar eru av støðuni, og tað er sum um, at tað ikki verður so persónsgjørt í almenninginum.
Tær, kvinnurnar, vera oftast lýstar, sum ein stórur bólkur, ikki við navni og ikki sum mammur og kvinnur, men sum hon ella tær, sum doyði í barsilssong.
Men aftan fyri hvørja kvinnu, hvørt navn, sum er deyð í barsilssong, býr ein lagna sum hevur ávirkan á hópin av øðrum menniskjum. Aftanfyri hvørt navn er ein familja. Og aftan fyri hvørt navn er ein kona við síni serstøku lívssøgu, sum bleiv alt ov stutt. Tann søgan skal eisini sigast.
Í heimssøguni eru onkrar frásagnir um kvinnur deyðar í barsilssong. Tann kendasta er nokk søgan um Taj Mahal, heimskendu tignarligu marmor glæstriborgina í Agra í India, sum verður mett at vera millum heimsins vakrastu bygningsverk, eitt av heimsins undrum og bygt í kærleika.
Søgan er, at kona keisaran doyði í barsilssong í 1631, og at keisarin var so sorgarbundin, at hann græt í samfullar 8 dagar, hárið gránaði hesar dagarnar, og hann orkaði ikki at liva. Hann setti sær síðan fyri at byggja heimsins vakrasta stað sum minni um konuna, sum hann elskaði. 20.000 mans bygdu slottið. Í dag er Taj Mahal á UNESCO listanum um heimsins mentanararv. Nokk fyrsta slott bygt til minnis um eina kvinnu.
Nú uml. 400 ár seinni fáa vit okkara minnismerki í Føroyum. Og mær vitandi eru tað enn bara Føroyar og India, sum hava slík minnismerki.
Tað, sum hendir í Fuglafirði í dag, er søguligt. Vit æra og minnast kvinnurnar og hevja tær hátt. Tað er virðiligt fyri tær farnu og neyðugt fyri tey, sum hava mist. Nú kemur ein tíð, har vit fara at tosa um tær, sum doyðu í barsilssong. Nevna tær at navni. Læra teirra lívssøgur at kenna.
Minnisvarðin er eisini týdningarmikil fyri bæði nútíðina, framtíðina og okkara ungu. Við hesum kunnu tey læra at taka søguna við sær, tá ið framtíðin verður skapað. Vit eru eisini tað, vit koma frá.
Tí, sum eg byrjaði við. Tað, sum vit minnast, verður ikki burtur, men verður nærverandi okkara millum.
Stytsti dagur nærkast, og skjótt verður alt ljósari. Soleiðis er eisini við lívinum. Dagurin er ongantíð so myrkur, at sólin ikki rísur aftur. Vónandi fer hesin minnisvarði at hjálpa okkum bæði at minnast og at liva eitt vónríkt lív.
Við orðunum, sum tykkara bygdarkvinna Lív Næs, saman við Tróndi, syngur so yndisligt, takki eg fyri meg.
"Har finst ein troyst, har finst ein havn
Til tey vit sakna, ja, hvørt eitt navn
Takk!
Boykottið av Tjóðpalli Føroya er av.
/Tann 8. oktobur 2020 lýsti Leiklistafylkingin 2020 eitt boykott av Tjóðpalli Føroya. Grundgevingarnar fyri boykottinum vóru hesar:
Áramálsetanin skal virðast. Leiklistafylkingin 2020 hevur mótmælt stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya síðani 31.03.2020. Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er.
Ongar eftirmetingar í fimtan ár. Í fimtan ár eru stovnur, virkistreytir, lista- og handverksliga støðið, samstørv, arbeiðsumstøður- og umhvørvið á Tjóðpallinum ikki eftirmett.
Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráð og økið hava verið savnað. Eingin av hesum fundum, hava havt fakliga nóg viðkomandi fokus.
Ongar eftirmetingar eru gjørdar av samstørvum bólkar/leikhús hava havt við Tjóðpallin.
Leiklistaráðið hevur ongantíð vent sær til teir bólkar/leikhús, sum tey gera til- og frámæli um stuðul til og skulu varða av.
Setanartilgongdin 2020. Starvslýsingin er merkt av, at Leiklistaráðnum vantar innlit í, hvussu tílíkar starvslýsingar vanliga verða gjørdar.
Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum á yrkisleikhúsum tryggjar eina góða og smidliga yvirgongd. T.e. fráfarandi stjóri handar fyrisitingina til og lærir upp nýggja stjóran í eitt hálvt ár áðrenn formella starvsdagin.
Leiklistaráðið sigur: “Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti ...” Tjóðpallurin er bert fimtan ár, og tí er eingin siðbundin leistur.
Leisturin tey hava brúkt, líkist ikki teimum leistum, ið siðvenja er at brúka á yrkisleikhúsum aðrastaðni.
Einki starvsfólkaumboð hevur verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur tí ikki verið við til at orða starvslýsing og heldur ikki verið við til fyrsta umfar av samrøðum.
Leiklistaráðið grundgevur fyri stjórasetanini við samstørvum, ið hava verið við bólkar/leikhús í fylkingini. Bólkarnir/leikhúsini eru ongantíð spurd, hvussu hesi samstørv hava verið.
Leiklistafylkingin 2020 hevur nú í skjótt fýra ár gjørt støðu sína heilt greiða. Enn er einki stig tikið til, at bøta um undirliggjandi orsøkirnar til trupulleikarnar handan omanfyristandandi atfinningar.
Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskururin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið.
Boykottið vardi frá 8. oktober 2020 til 16. desembur 2023.
Við vón um, at komandi Leiklistaráð fer at hava ta fakligheit, ta virðing og tað hegni, sum skal til fyri at leiða leiklistaøkið.
Leiklistafylkingin 2020 avlýsir við hesum boykottið av Tjóðpalli Føroya.
Tórshavn tann 16. desembur 2023
Við leiklistakvøðu
Leiklistafylkingin 2020
Olivur við Neyst sjeyti
/Fyri tjúgu árum síðani sá eg á eini framsýning í Galerie Focus, sum tá lá í Grím Kambansgøtu í Havn, eina lýsandi grøna mynd; hon var nokk so hurlut, men við eini avgjørdari og hugtakandi, fríari fýrakantaðari kompositión – í mínum huga var tað ein abstrakt mynd av Skansanum, ið inkorpereraði allar møguligar spennandi upplivingar, undirritaða hevur havt sum barn á hesum einastandandi fína søguliga stað. Tað var her mann fyrstu ferð roykti seg grøna í høvdinum av sigarettum, men Skansin myndaði altso eisini eina serliga spennandi scenografi í barndóminum og tað var nakað serligt at spæla har millum ófrættakendar kanónir og lagnumikla lýsandi vitan. Eg keypti tann grøna málningin frá Mariannu Norðoy og var bilsin av at lesa aftanfyri á myndini, har skrivað stóð “Fyrtøjet”. Eg nevndi seinni fyri listamannin - tað var jú Olivur við Neyst - at eg helt hetta vera eina mynd av Skansanum og hesum gava hann mær púra rætt í alt fyri eitt. Eg nevni so áskriftina á baksíðuni – “Áh ja”, segði Olivur og greiddi frá, at tað á eini framsýning, hann hevði havt niðri, var ein dani, sum í myndini helt seg uppliva søguna um eldførið hjá H.C.Andersen “ja og tað er tað EISINI” legði listamaðurin aftrat við glógvandi eygum. Eg fór avstað við hesi søgugenererandi myndini, sum hevur veitt mær stóra gleði.
Í dag fyllir listamaðurin Olivur við Neyst hálvfjers ár. Hann var føddur í Klaksvík, útbúgvin í Keypmannahavn og hevur í mong ár búð í Havn. Seinnu árini hevur hann ikki verið eins virkin innan listaumhvørvið sum hann einaferð var og kortini ber til viðhvørt at síggja nýggjar málningar hjá honum í sýnisglugganum í Glarsmiðjuni í Dr.Jacobsensgøtu.
Eg haldi, at árini eru farin at renna nokk so skjótt. Fyri mær er tað í hvussu er ikki so heilt óluksáligaræðuliga langt síðani, at Olivur saman við Amariel Norðoy og Torbirni Olsen myndaði yngra ættarliðið í føroysku myndlistini. Men jú, sjálvsagt eru nógv ár liðin síðan teir húsaðust í arbeiðskollektivi úti á Bakka í Vágsbotni. Sum hinir báðir er eisini Olivur við Neyst gávaður koloristur við bjartlittum kompositiónum, sum hann málar við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini at kalla kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum, har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur við fjølbroyttum skapum. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir. Olivur við Neyst er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn, har hann gekk á málaraskúla hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie í árunum 1975 til 1979. Frá 1979 til 1981 tók hann listapedagogiska útbúgving hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst hevur starvast sum studentaskúlalærari og -próvdómari: Hann hevur prýtt nógvar bøkur og hevur somuleiðis prýtt ymsar stovnar eins og hansara verk eru umboðað í Listasavni Føroya.
Hjartaliga til lukku Olivur við Neyst.
Kinna Poulsen
óSTILT - upplating
/Fríggjadagin 8.desember læt upp framsýningin óSTILT í Víngarðinum við verkum eftir Anný Øssursdóttir Djurhuus, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Dan Helga í Gong. Hesa tíðina hendir nógv - jólaveitslur o.a. og fólk hava úr at gera við jólafyrireikingum og -hugna og vit vóru ikki nógv fólk til upplatingina - men hjartans tøkk fái tit, sum komu. Tey sum ikki náddu tað og eru áhugað, hava ein eyka kjans komandi hósdag 14.des. klokkan 15-17 - tá bjóði eg ein drekkamunn og okkurt afturvið.
Framsýningin er sera spennandi Sjálvt um málningarnir hjá Hansinu Iversen í litum og kompositión einamest tykjast merktir av serstøkum klárleika, hómast eisini ein íbygdir mótsetningar í teimum eins og ein ófriður innaní, sum standa teir og viga á eini knívsegg av ró. Gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru somuleiðis meira óstilt enn tey plaga at vera og óvanliga litrík og intens við myndaflatum, ið at síggja til darra í framsýningarrúminum. Tað sama kunnu vit siga um rúmini hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus á tremur av einum serligum løddum tómleika, ið stendst av livaðum lívi. Heitið á hennara verkið, Time out of Time, sum sæst ovast, stavar frá russisk-amerikansku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um sonevnda reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bara triviellur longsul eftir gomlum døgum. Í fleiri verkum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus hava vit sæð hana viðgjørt heimliga rúmið á ymiskan hátt, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, sum minna um flisar og linoleumsgólv úr ommuhúsum. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymar ella barndóm. - óStilt er sostatt ein hugaheit, tivandi listaframsýning, sum fevnir ljós og myrkur, er óstilt og full av ljóðum bæði imaginerum, men eisini ítøkiligum eftirsum at ein av luttakarunum á framsýningini, Dan Helgi í Gong m.a. er ljóðlistamaður og arbeiðir tvørlistaligt við tónleiki, ljóði, poesi og visuellari list. Til framsýningina hevur hann gjørt eitt ljóðverk við støði í eini yrking um heimsins elendigheit, m.a. ófriðin í Gaza og sum lýsir kensluna av hjálparloysi av teirri ómøguligu støðuni, sum palestinarar eru í – ein støða, ST-aðalstjórin Antonio Guterres lýsir sum verandi apokalyptiska. Útgangsstøðið er ein fleirræddað cut-up yrking, ið um somu tíð er undirgangskend og speisk.
Gløgg list og Myndaódn í Steinprenti
/Leygardagin læt Myndaódnin 2023 upp í Steinprenti við gløggi í góðum lag og eini flottari framsýning, sum Louise Aakerman-Nielsen kurateraði og disponeraði sera vakurt í framsýningarhølinum. Sum siður er, snýr Myndaódnin seg um samtíðarlist við denti á verk, sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári - framsýnt er m.a. tað stóra nýggja prentið hjá Claus Carstensen, sum er serstakliga ógvusligt og ræðandi við óðum goyggjandi hundum, sum tykjast koma út úr myndarúminum. Á gulu bakgrundini síggjast nøkur av ljótu orðunum, sum yrkjarin Yahya Hassan fekk omanyvir seg á sínum facebookvanga áðrenn hesin varð niðurlagdur nakað áðrenn yrkjarin sjálvur slóknaði bert 24 ára gamal.
Á framsýningini eru nakrar nýggjar vatnlitsmyndir hjá Tóroddi Poulsen - tað eru ymiskir pussfiskar, sum eru stuttligir og fittir, men eisini nokk so besnissaðar samfelagskritiskar viðmerkingar. Eitt av teimum framúrskarandi nýggju, stóru prentunum hjá Tóroddi er eisini við á framsýningini. Tað er eitt flykrandi mynstur av bláum og reyðum abstraktum skapum, sum minna um stríðsvognar, ið savnast í einum krossi sum í einum avskeplaðum brigdi av Merkinum; eitt stórfingið abstrakt verk, sum samstundis er eitt aktuelt politiskt verk og ein svíðandi kritikkur av føroyskt-russiska fiskivinnusamstarvinum.
Eg seti inn nakrar myndir frá degnum, men viðmæli øllum at síggja framsýningina - her er nógv at hyggja eftir - t.d. kettunum hjá Hanna Bjartalíð - hvussu nógvar finnur tú? - eisini ein heiðursveggur við trimum framúr prentum hjá Bárði Jákupsson. Bárður Jákupsson fyllir áttati tollaksmessudag og leygardagin 17.februar letur hann upp risastóra framsýning í Mullers Pakkhúsi - meira um hetta seinni.
Framsýnd eru eisini tey seks prentini hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá. Gávuprent kunnu heintast í Steinprenti. Ársins gávuprent eru serstakliga litrík og tykjast at síggja til rættiliga abstrakt við dynamiskum og glitrandi gulum, ljósareyðum, reyðum og grønum strokum og skapum, ið so líðandi samla seg til glaðlynt menniskjaskap, sum hoppa og dansa runt á myndaflatanum. - Gávuprent verða latin, tá prógv fyri árligt limagjald fyriliggur. Nýggir limir eru altíð hjartaliga vælkomnir! Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd í Steinprenti. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Steinbrá varð stovnað 14. februar í 2010. Árliga limagjaldið er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.
tvær vinkonur framman fyri nýggja steinprentið hjá claus carstensen
claus carstensen - men farið heldur og síggið myndina í framsýningarrúminum
tóroddur poulsen
í steinprenti tosa tey um list
Eitt av væl eydnaðu gávuprentunum hjá silju strøm
framman fyri gávuprentini hjá silju strøm
stórur áhugi var fyri fiskunum hjá tóroddi poulsen
og fyri tusj- og krittekningunum hjá hanna bjartalíð
teir tosa um spennandi verkini hjá hanna bjartalíð
heiðursveggur til bárð jákupsson
Takk fyri Frits
/Í gjár fekk eg tey sorgarboð, at Frits Johannesen er farin í annað ljós. Tað er ringt at skilja, at ein so livandi maður, sum í mínum huga altíð hevur verið til ella í øllum førum líka síðan eg á fyrsta sinni var á kórstevnu 14 ára gomul - skal vera deyður. Tað er stutt síðan hann ringdi. Vit prátaðu um eina listaframsýning, hann skuldi hava í heyst ella komandi vár í Víngarðinum, kanska bara við húsaskjøldrum, ið var eitt av fleiri myndevnum, sum hann málaði aftur og aftur. Soleiðis var Frits - stuttligur, hugfarsligur og fullur av ikki bara komandi, men eisini av farnum tíðum. Eg hugsi, at nógv fólk hava upplivað hansara søgur og anekdotur og tær vóru ymiskar, tí tað valdaðist hvønn hann prátaði við. Tá hann prátaði við meg, kom hann javnan í tankar um hvussu væl honum dámdi Havnina og hvussu edeligur býur hetta er - eg mótmælti ikki; vit vóru eviga samd bæði og mær dámdi at hoyra hansara endurminningar um tá hann av fyrstan tíð kom til Havnar. Men soleiðis var Frits Johannesen; hann var sjenerøsur og vildi tað góða. Frits var fuglfirðingur við stóra F og fyrstu ferð, eg upplivdi hann, var tað í leiklutinum sum dirigentur hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Tó, at eini fjøruti ár eru liðin, minnist eg enn hvussu væl kórið ljóðaði saman við framúrskarandi solistinum, Onnu Háberg, tá tær sungu gospelsangin He had to run. Tað var einastandandi og ljóðaði fullkomiliga øðrvísi enn nakað, vit høvdu upplivað áður í Føroyum, meira disiplinerað og modernað. Eg haldi, at vit í gentukórinum hjá Paula í Sandagerði sóu gentukórið í Fuglafirði sum eina fyrimynd. Lívsstarvið hjá Frits Johannesen sum lærari sást á øllum brøgdum og ikki minst í hinum lívsstarvinum, sum var myndlistin. Óteljandi myndir hevur hann málað av næmingum, sum sita og kýta seg við at lesa, skriva ella tekna. Tá hann fyri tveimum árum síðani framsýndi í Víngarðinum, har undirritaða er kurator, fekk eg eina fína lítla mynd frá honum av einum skúladrongi, sum sæst undir tekstinum. Í 2017 fekk Frits heiðursgávu landsins fyri sítt stóra arbeiði innan mentan og list. Á serframsýningini Tónar í list, sum fram til februar hongur í Listasavninum, eru málningar hjá Frits at síggja uppi á balkongini. Listamaðurin Frits Johannesen er farin, men myndirnar eru eftir og siga søguna um ein lívstakksaman mann, sum verður mikið saknaður av øllum teim mongu, sum hann fjálgaði um sum menniskja og listafólk. Takk fyri Frits.
Kinna Poulsen
myndin frá frits
í víngarðinum saman við kollegum
Hesa myndina tók sonur listamannin, theodor erling í víngarðinum 14.august 2021
Myndaódn í Steinprenti
/Sum siður er letur árliga Myndaódnin upp í Steinprenti leygardagin 9.des klokkan 15-17 við gløgg og góðari list við denti á grafisk listaverk, sum eru gjørd í ár í Steinprenti. Tey, sum hava arbeitt á verkstaðnum í ár eru: Claus Carstensen, Tróndur Patursson, Nina Maria Kleivan, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Fríða Matras Brekku, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Uffe Christoffersen, Louise Aakerman Nielsen, Rannvá Kunoy, Heiðrik á Heygum, Anna Seppälä og Torbjørn Olsen.
Framsýnd verða eisini seks prent hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá. Gávuprent kunnu heintast í Steinprenti frá týsdegnum 5.des kl 12. Ársins gávuprent eru serstakliga litrík og tykjast at síggja til rættiliga abstrakt við dynamiskum og glitrandi gulum, ljósareyðum, reyðum og grønum strokum og skapum, ið so líðandi samla seg til glaðlynt menniskjaskap, sum hoppa og dansa runt á myndaflatanum. - Gávuprent verða latin, tá prógv fyri árligt limagjald fyriliggur. Nýggir limir eru altíð hjartaliga vælkomnir! Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd í Steinprenti. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Steinbrá varð stovnað 14. februar í 2010. Árliga limagjaldið er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.
fríða matras brekku 2023
Torbjørn olsen sjálvsmynd 2023
Hanni bjartalíð
óSTILT í Víngarðinum
/Fríggjadagin 8.desember letur framsýningin óSTILT upp í Víngarðinum við verkum eftir Anný Øssursdóttir Djurhuus, Jóhan Martin Christiansen, Dan Helga í Gong og Hansinu Iversen. óSTILT sipar til nakað, sum er ógvisligt, uppøst og larmandi og verður eitt nú brúkt um ungdóm, sum er balstýrin og rokmikil. Sambært orðabókini er talan um eitt kvæðaorð, t.d. verður tað sagt um hetjuna, Sjúrður Sigmundarson í kvæðinum um Dvørgamoy "Sjúrði rann tað heita blóð bæði um nasar og munn, ungur var hann og óstiltur, hann var ei við tað kunnur".
Sjálvt um málningarnir hjá Hansinu Iversen í litum og kompositión einamest tykjast merktir av serstøkum klárleika, hómast eisini ein íbygdir mótsetningar í teimum eins og ein ófriður innaní, sum standa teir og viga á eini knívsegg av ró. Gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru somuleiðis meira óstilt enn tey plaga at vera og óvanliga litrík og intens við myndaflatum, ið at síggja til darra í framsýningarrúminum. Tað sama kunnu vit siga um rúmini hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus á tremur av einum serligum løddum tómleika, ið stendst av livaðum lívi. Heitið á hennara verkið, Time out of Time stavar frá russisk-amerikansku listakvinnuni og høvundinum, Svetlana Boym, sum skrivaði um sonevnda reflektiva nostalgi í síni bók The future of nostalgia, ið fatar nostalgi sum eitt annað og meira víðskygt slag av longsli enn bara triviellur longsul eftir gomlum døgum. Í fleiri verkum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus hava vit sæð hana viðgjørt heimliga rúmið á ymiskan hátt, har at síggja til gamlar fotomyndir eru innlimaðar í ymsar strukturar úr gomlum húsum, sum minna um flisar og linoleumsgólv úr ommuhúsum. Sambært áðurnevndu Boym kann reflektiv nostalgi snúgva seg um ein djúpan tilveruligan longsul eftir einari aðrari lívsrútmu enn teirri, ið merkir gerandisdagin – tað kann t.d. vera ein longsul aftur til dreymar ella barndóm.
óStilt er sostatt ein hugaheit, tivandi listaframsýning, sum fevnir ljós og myrkur, er óstilt og full av ljóðum bæði imaginerum, men eisini ítøkiligum eftirsum at ein av luttakarunum á framsýningini, Dan Helgi í Gong m.a. er ljóðlistamaður og arbeiðir tvørlistaligt við tónleiki, ljóði, poesi og visuellari list. Til framsýningina hevur hann gjørt eitt ljóðverk við støði í eini yrking um heimsins elendigheit, m.a. ófriðin í Gaza og sum lýsir kensluna av hjálparloysi av teirri ómøguligu støðuni, sum palestinarar eru í – ein støða, ST-aðalstjórin Antonio Guterres lýsir sum verandi apokalyptiska. Útgangsstøðið er ein fleirræddað cut-up yrking, ið um somu tíð er undirgangskend og speisk.
Vælkomin til vernissage fríggjadagin 8.desember klokkan 16-18.
Kinna Poulsen, kurator
Jólaframsýning við Myndlist A
/Á Glasi í gongini beint við myndlistahølið er í løtuni ein framsýning, sum er minni í vavi enn hon er í týdningi. Talan er nevniliga um fyrstu framsýningina hjá næmingunum, sum hava valt myndlist á A-stigi. Tað er eitt lítið hold, sum telur sjey næmingar, ið 17. august 2023 høvdu allarfyrsta skúlatíman nakrantíð í Myndlist A á einum føroyskum miðnámsskúla. Næmingarnir hava arbeitt sambært lærugreinakunngerðini við at skapa myndir, men eisini við at lesa og fata myndir og myndamál innan surrealismu, samtíðarlist, abstrakta list og politiska list. Í Myndlist A er ikki bert tað vakra áhugavert, men eisini samtíðarlistalig kjak og spurningar um t.d. representatión og feminismu í sambandi við list í almenna rúminum. Aftan á nýggjár fara næmingarnir í holtur við at gera sjálvstøðugar verkætlanir, sum eisini verða framsýndar á skúlanum komandi vár.
Áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum støðugt krevur av okkum førleikar til tess at týða tann dagliga myndameldurin. Myndir og myndaliðir eru alla staðni kring okkum, og ongantíð hevur tørvurin á førleikum í sambandi við myndatýðing og greining verið so stórur, sum hann er í dag. Undirvísingin í Myndlist snýr seg í stóran mun um at varpa ljós á og hvessa visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at hyggja at, viðgera og skapa myndir og vit eru inniliga fegin og errin av at kunna bjóða Myndlist A á Glasi. Næmingar á Myndlist A eru: Anny Sofía Poulsen, Eydna Ejdesgaard Hansen; Halla René á Lofti, Marjun Garðsá, Miriam Krett, Nancy Nónskarð Dam og Rannvá Lenvig. Myndlist A er sett á stovn fyribils sum ein royndarlærugrein. Hon byggir á Myndlist C og B, men hevur m.a. eina skrivliga dimensión, sum fevnir um t.d. myndagreining og listasøgu, men eisini í summum førum kann loysast kreativt sum vit síggja nøkur dømi uppá her.