Listaárið 2023

guðrið poulsen - foto sirið stenberg

Tá eg hyggi út gjøgnum vindeygað síggi eg tað heilt týðiliga, at januar er komin. Hesin nakni, grái, eviga ófestligi mánaðin, tá alt tað stuttliga skal beinast burtur, kroppurin skal tuktast og skil skal koma á við grovum rugbreyði og rótfruktum. Eg veit ikki hvat hendir við mær í jólaferiuni, fyrst ætli eg mær alt møguligt, men sovni burtur í eini flóð av brúnari sós og rakni aftur við kaldan dreym og tað er januar og eitt nýtt ár og hvussu var við øllum hasum uppgávunum, lesa tær seg sjálvar? - Nåh, men tað gongur nokk, tí tað plagar tað og eg haldi longu, at umhvarvið av hesum nýggja árinum sær sjáldsama spennandi út, men meira um tað seinni. Nú mugu vit fyrst líta afturá tað brátt farna, taka samanum og spyrja hvat kom burturúr, hvussu skarst? Hendi nakað sum helst? Eg kann svara hasum alt fyri eitt og siga, at jú, halt kipp nógv hendi. Eg havi í hvussu er stríðst við at minka um hesa yvirlitsgreinina, sum allíkavæl er ófantaliga vavmikil og har eg kortini yvirhøvur ikki havi skrivað um alt eg upplivdi – Dania O.Tauvsen var eitt satt orkuverk í 23 – eg hoyrdi hana í Sjónleikarhúsinum beint áðrenn nýggjárið og tað var ein fragd at hoyra t.d. nú eru vit tvey fólk og eg burdi keypt mær hús í bergen, ið báðir eru nýggir yndissangir, eisini búff & buffet hjá Aggrasoppum, har Dania eisini er við saman við Eyðfinn Bogason Lamhauge og Trygva Danielsen.

Mentanarmiðlar

2023 var eitt hendingaríkt miðlaár, har vit mistu Dimmalætting ella soleiðis føldist tað tá hon bleiv transformerað til eina mánaðarliga reklamu- og vinnuavís, sum ikki tykist vinnukritisk, men tað øvugta ella tað hugsaði eg, tá eg seinast keypti Dimmu og lovaði mær sjálvari ikki at gera tað aftur. Nú skilst, at eitt ummæli eftir Turið Sigurðardóttir av nýggja yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen er í blaðnum, so mongum brestur ætlan. Kringvarpið hótti við ikki at senda Nýggjárskonsertina og fekk eykajáttan alt fyri eitt og tað er gott, tí har má betri skil koma á - tað nyttar ikki, at heilar sendingar hvíla á einstøkum persónum, tí so blíva tær avlýstar, tá persónarnir fáa forfall og tað fáa vit jú øll somul viðhvørt. Men í Kringvarpinum eru kortini komnar tvær heilar mentanarsendingar; Vágskálin hjá Una Arge, sum er til ummæli burturav og Samværi hjá Beini Bergsson og Daniu O.Tausen, sum er ein listasending um og við listafólkum. Og sjálvt um eg haldi, at vit øll, ið ummæla kundu verið meira neyv og hvøss í okkara kritikki, so fegnist eg um báðar mentanarsendingar eisini tær hjá Frihedsbrevet, ið tó á sama hátt sum alt annað mentanartilfar er ov snakkesaligt. Tað er fínt at práta og at lurta eftir prátið, men kunnu tit ikki krydda prátið við fyrireikaðum, niðurskrivaðum og upplisnum ummælum? Sum í Glugganum fyrr í tíðini. Seriøs ummæli í hornbrillum uttan nakað tvætl. Tað haldi eg. Varðin er komin, eg gleði meg at lesa bæði hann og hin uppafturrisna Vencil – eg vóni, at eisini onkur kritiskur tekstur er at finna har.

Foto bjarni ártin

Konubrot

Listaliga hevur 2023 ikki minst verið eitt sterkt kvinnuár, sum byrjaði við, at tríggjar kvinnur fingu mentanarvirðislønirnar; Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri m.a. at hava víðkað føroyska listahugtakið. Í grundgevingini stóð m.a.: “Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar. Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.” Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk og Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu Landsins. Síðstnevnda listakvinna syrgdi eisini fyri, at árið eisini endaði sum eitt sterkt kvinnuár. Tað gjørdist greitt, tá hennara standmynd til kvinnur deyðar í barsilssong varð avdúkað í Fuglafirði í desember. Eitt verk, sum brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga, formliga og tilfarsliga við tað, at hetta er fyrsta monumentala, abstrakta keramikkstandmynd í Føroyum. Stigtakarar til hetta týdningarmikla verkið eru Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs Petersen. Verkið hjá Guðrið er fimm metrar høgt og tað sama er galdandi fyri verkið, sum Randi Samsonsen hevur skipað fyri á Trapholt. THINGS MATTER merkir lutir og tilfar og at ting hava týdning. Hetta er ein verkætlan, sum tekur støði í standmyndum, minnisvarðum og listaverkum í almenna rúminum sum heild. Føroyska listakvinnan, Randi Samsonsen hevur í samstarvi við danska listasavnið, Trapholt Museum í Kolding bjóðað áhugaðum til at endurgeva bundnar variantar av listaverkum í almenna rúminum. Listakvinnan hevur fleiri ferð verið niðri og havt fyrilestrar og workshops, har hon hevur greitt frá sínum hugskotum m.a. um, at luttakarar í verkætlanini umvegis hondarbeiði skapa eina ítøkiliga tilfarsliga, sansaliga relatión til verkini, sum tey binda.

Annars hevur nevndin, sum innstillar mentanarvirðislønarmóttakarar broytt skipanina, sum plagdi at vera eitt ár afturúr. Tí var enn ein mentanarvirðislønarhandan í 2023, tá Birita Mohr fekk serstøku virðislønina fyri sín leiklut innan yrkisleiklistina. Eilif Samuelsen fekk heiðursgávu Landsins fyri sínar mongu týðingar. Sømdargávu landsins fekk Ole Wich fyri útint listaligt avrik síðan og síðst men ikki minst fekk Teitur Lassen Mentanarvirðisløn Landsins.

Framsýningar og tiltøk

Fríggjadagin 3.februar klokkan 16.00 læt serframsýningin Myndir í trúnni upp á Listasavni Føroya við verkum hjá átjan listafólkum. Í ummæli skrivaði eg m.a.: “Tematiskar framsýningar hava sterkar og veikar síður. Bæði viðvíkjandi miðlan og námsfrøðiliga eru eyðsæddir fyrimunir við tílíkum framsýningum, tí tú her hevur ein tematiskan karm at seta eygleiðingar og fatanir inn í. Eisini hevur tú eitt upplagt høvi at gera ein listasøguligan bygnað, so at áskoðarin t.d. kann síggja menningina; hvussu eitt myndevni verður lýst í einum tíðarskeiði samanborið við eitt annað – elsta verkið á framsýningini er frá 1842 og tað nýggjasta er frá 2022. Framsýnd verður eisini ein gomul altartalva eins og dømi um gamlar myndabíbliur verða framsýnd. Einki at ivast í, at framsýningin fer at verða væl dámd millum skúlaungdóm og ikki minst millum lærarar...”

Fríggjadagin 10.3.2023 læt ein heilt serlig og nemandi framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík til minnis um sangaran og menniskjað Mikkjal Gaard Hansen, sum doyði í 2021 bert 39 ára gamal. Hann var oddamaður í m.a. tungmálmsbólkinum SIC Tað er finska listakvinnan og fotografurin Eija Mäkivuoti, sum hevur skipað fyri framsýningini. Hon greiðir frá, at hetta er ein framsýning til heiðurs fyri og til minnis um Mikkjal G.Hansen og tað samstarvið, Eija hevur havt við hann og við SIC. Fleiri spennandi framsýningar vóru m.a. í Steinprenti, m.a. hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä, ið framsýndi ekspressivar, litríkar og surrealistiskar myndir.

Á hátíðarhaldi hjá Listasambandi Føroya varð avdúkað, at yrkjarin Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022. Í februar var ráðstevna í Norðurlandahúsinum við heitinum Confronting coloniality Hvussu plasera vit Føroyar í søguliga kjakinum um kolonialismu, og hvussu skilja vit ávirkanina av kolonialiteti í einum nútíðarhøpi. Rithøvundafelagið handaði Katrini Joensen Næs Ebbuvirðislønina, sum vanliga verður latin innan ritlist. Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan filmslistina og er farin á filmskúla.

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen arbeiddi í Steinprenti í fleiri umførum og gav harumframt út tvey yrkingasøvn út. Gula bókin, Heiti kom í mars. Á bakpermuni á vøkru bókini sæst eitt pinkalítið skip í sjónarringinum við bingjum, sum eru stáplaðar heilt til himmals. Tóroddur Poulsen hevur gjørt fleiri myndir við sama myndevni og mann kann kanska siga, at laðingin er grundleggjandi partur av hansara listaligu mannagongd. Um tað eru steinar, stampar, sukurmolar, víngløs, súkklur ella orð, so verður tilfarið laðað upp sum var talan um púra ítøkiligar varðar. At tað ikki er heilt so einfalt minnir dekonstruktiva inngangsørindið okkum á “tak teg nú saman/ og skrúva teg sjálvan sundur/ sum tað samansetta skald/ tú ikki vildi vera.... Fyri kortum kom nýggjasta savnið, TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN, eg skrivaði m.a: “..Kanska er TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN sjálvur yrkjarin, sum í skjótt fjøruti ár hevur borðreitt sínar lyrisku úrdráttir fyri okkum í sínum gløggskygda botnfalli og gruggi. Eg veit ikki hvat hann er ákærdur fyri - kanska er tað hansara lívstíðardómur at skriva og skapa list og møguliga eru rekvisittir sum stavur og hoyritól farin at okkum á, at heldur ikki yrkjarin er ævigur. Hansara 48.bók kom út samstundis sum Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og sjálvandi skuldi hann verið boðin við. So kundi hann t.d. lisið upp fantastiskar yrkingar sum ta stuttligu “um eg var sjómaður” (s.66), ta stórfingnu spøkilsisyrkingina “SKIPIД (s.71) ella ta “heilt stóra yrkingina” (s.85), so at lurtarin slapp at njóta málsliga neyvleikan og listaliga og poetiska originalitetin hjá einum heilt einastandandi føroyskum yrkjara...”.

Listagávur

Á Listasavninum vórðu tey begávað á ymsan hátt m.a. við eini stórfingnari gávu við Mikines-verkum, ið telur ikki færri enn seytjan listaverk hjá Sámali Joensen-Mikines - harímillum er okkurt høvuðsverk. Á Listasavninum tóku tey í desember 2021 ímóti eini dulnevndari Mikines-gávu. Tað vóru átta málningar og nú seytjan listaverk eru komin aftrat er greitt, at gávugevarin nú sum tá er Birte Schultz-Lorentzen, einkja eftir Torkil Mortensen. Tey vóru listasamlarar við serligum áhuga fyri listini hjá Sámal Joensen-Mikines. Listasavnið fekk somuleiðis stuðul frá Ny Carlsbergfondet til at keypa stóra málningin Speaking in Tongues, ið er eitt høvuðsverk hjá Hansinu Iversen, sum nú er vorðin partur av føstu samlingini á Listasavni Føroya. Hansina gjørdi málningin til framsýningina, Speaking in Tongues, sum hon og Jóhan Martin Christiansen høvdu saman í Møstings Hus í Keypmannahavn í 2020.

Sólárið

Vit vóru til dupultan føðingardag, tá bæði Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur fylltu runt. Nýggju Symfoniirnar 1 og 2 hjá Tróndi Bogason vórðu frumframførdar. Tað serliga við symfoniini hjá er ein stílsamanbrestur, ið kemst av, at Symfoni nr.1 tekur støði í klassiskum stíli meðan Symfoni nr.2 er meira samtíðarlig og alternativ - á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður hesin parturin kallaður fyri ein antifonala. Anti merkir ímóti og kann sostatt allýsast sum ein avantgarduformur, ið verður skaptur upp ímóti teirri siðbundnu symfoniini Árinið av samansetingini í verkinum hjá Tróndi Bogason er filmsligt og gav hugasamband við alt millum himmal og jørð – í byrjanini sá eg fyri mær onkra hugnaliga salong í Titanic við múgvandi, væl klæddum ferðafólkum, sum hugnaðu sær við vøkrum tónleiki afturvið og so BUMM er ísfjallið brádliga har og ein varhugi av onkrum ófrættakendum, sum vendi aftur fleiri ferð. Ein varhugi av, at okkurt nýtt er í ferð við bróta seg fram. Tað er sera hugtakandi. Symfoniin ljóðaði sera væl og var meira samanhangandi og minni løgin enn eg hevði roknað við. Har vóru nokk so drúgvar melodiøsar passasjur, har samtíðarljóðini bara stungu seg fram viðhvørt sum suð ella pling og stuttligur polyrytmiskar gongdir millum einstaklingar og orkestur. Orkestrið spældi sum heild serstakliga væl - tað tóktist sum um tónleikararunum dámdi symfoniina. Í klassiska partinum var tað stuttligt at uppliva hvussu strúkararnir ordiliga vóru í essinum, meðan teir spældu og tað sama vóru blásararnir, tá teirra løta kom seinni og teir sluppu framat við onkrum, sum minti um eitt tableau úr gomlum tíðum við veiðiliði, reiðingarrosum, veiðilúrum og hundum og Wagner – her tóktist tað sum um tónaskaldið hevur havt tað eitt sindur stuttligt við stílsløgunum. Sjálvt um kórparturin bygnaðarliga tóktist eins og eitt slag av einum appendiksi ella onkrum, sum er lagt aftrat omaná verkið, dámdi mær sera væl, tá kórið sang og yrkingin hjá Paul Celan var framførd nokk so einfalt og greitt og eitt sindur metalliskt við mikrofonum haldi eg – í hvussu er hoyrdi eg sera væl tann partin og kendi málið á onkrum serliga mælskum kórsangarum heilt aftur til har eg sat.

Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Lykkenborg

Tíðliga í apríl eydnaðist mær endiliga at koma so langt sum til leikin Lykkenborg Eg kendi frammanundan til Lykkenborg, sum man vera tað størsta ella vavmesta dømi um sonevnda outsiderart í Føroyum. Eg skrivaði um hesa verkætlan í eini bók um Nólsoyarmálaran Steffan Danielsen, ið eisini var hildin at vera øðrvísi ella serligur, umframt at hann var myndlistaligur úrmælingur. Men av tí, at fólk í listaumhvørvinum vóru so fræg, at tey tóku væl ímóti Steffani (serliga Jack Kampmann), so at hansara verk sluppu framat at hanga saman við myndum hjá viðurkendum starvsfelagum, var hann ikki so nógv uttanfyri, sum Poul Jóhannus Poulsen. Ein annar eyðsæddur munur var, at meðan Steffan Danielsen arbeiddi við einum frammanundan viðurkendum listaslagi, málningum, sprongdi bygnaðurin hjá Poul Jóhannusi allar rammur. Í dag vildi mann kortini ikki ivast í, at hansara verkætlan, Lykkenborg, var listalig. Tað sama er galdandi fyri leikin, Lykkenborg, ið er eitt monument ognað krúllum, fløkjum og øðrum óreglusemi. Leikurin lýsir tilveruna hjá Poul Jóhannusi, sum verður happaður og sligin av bæði børnum og vaksnum og sum, tá hann ein penan dag reagerar og slær aftur, verður sendur til Danmarkar á anstalt. Huglagið í hesum næsta partinum er nógv daprari og meira ekspressivt enn í tí fyrra ljósara – ljóðmyndirnar hjá Dánjali á Neystabø, ið er á pallinum allatíðina, mála endaleysa einsemið og klaustrofobiska myrkrið, sum tann bara trettan ára drongurin verður sendur niður í, har samskiftið gongur fyri seg á einum máli, sum hann ikki skilir. Hesin parturin av niðurgeringini - tann málsligi, er merkisvert væl lýstur. Og vitanin um tey mongu føroysku børnini, ið vælmeinandi læknar sendu niður í einsemið og vónloysið, ger ikki hendan seinna partin av leikinum lættari. Eg græt.

Heiðrikur á Heygum

Í vár framsýndi Heiðrikur á Heygum stórar pappírsmyndir í Müllers Pakkhúsi “(myndirnar) eru pallsettar konseptuelt sum hingu tær á einum sláturhúsi við krókum og intermistiskum, men eisini dramatiskum ljóskastarum, við plastikki fyri vindeygu og endaveggin, har trappurnar eru. Úr hátalarunum hoyrist ein ljóðmynd hjá Heðin Ziska Davidsen, ið økir um kensluna av at vera stødd í einum slaktaríi. Tær bestu av myndunum eru ógvusligar, ekspressivar, likamligar og herliga vulgerar á ein hátt, ið ber brá av eiggiligu blómumyndunum hjá Georgia o´Keeffe ella teimum meira ekstremu in your face lýsingunum av kynsgøgnum hjá Lee Lozano. Sjálvt um framsýningin er flott og stemningsfult pallsett, kann eg ivast eitt sindur í civilisatiónskritiska konseptinum - hvussu originalt tað er ella hvussu djúpt tað stingur - men kann við egnum eygum staðfesta, at litføgru verkini eru væl úr hondum greidd og at tað veruliga klæðir Heiðriki at fara upp í stødd og sleppa teymunum, so at verkini sleppa at frígera seg koloristiskt og ekspressivt.

Avantgarde

Útbúgvingin í listaligum arbeiði (ÚLA) á Fróðskaparsetrinum https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/listaligt-arbeidi/ skipaði fyri almennum seinnapartsseminari um avantgarde í Kongshøll leygardagin 13. mai. Avantgarde siga vit um okkurt, sum er øðrvísi enn tað etableraða. Listaliga er orðið næstan synonymt við kollvelting. Eingin samanhangandi viðgerð av avantgarde finst á føroyskum. Spurningurin er kanska, um avantgarde finst í føroyskari list ella um rættilig avantgarde yvirhøvur er til í norðurlendskari list. Tey radikalu listaligu eksperimentini í 20. øld fóru fyri tað mesta fram í stórbýum í Europa og USA, men tey sóust týðiliga aftur í Norðurlondum, og einstakar framsýningar, verk og listaligar hendingar í Føroyum frá 1970’num og fram hava kanska havt í sær avantgardistisk eyðkenni uttan at vera avantgarde. Fjórða og síðsta bind í søguni um avantgarde í Norðurlondum, A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, kom út í fjør. Útbúgvingin í listaligum arbeiði skipaði í hesum sambandi fyri einum seinnapartsseminari, har Tania Ørum, sum er ein av ritstjórunum á stóra verkinum og lektari á universitetinum í Keypmannahavn, Johanna Drucker, professari á UCLA í Los Angeles, og Martin Glaz Serup, ph.d. og yrkjar tóku lut.

Hansina Iversen

Hansina Iversen hevði úr at gera í 2023, tá hon arbeiddi við verkinum, sum hon ger saman við grønlendsku Jessie Kleeman og donsku Gudrun Hasle uttan fyri Norðurbryggjuna í Keypmannahavn – felagsverkið var jubileumsgáva frá Fólkatinginum til Margretu drottning. Harumframt hevði Hansina Iversen tvær stórar serframsýningar í ávikavist Gamla Seglhúsinum í Klaksvík og í Steinprenti í Havn. Til framsýningina Purple Rain hevåi Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984.

Jóhan Martin Christiansen hevði somuleiðis fleiri framúr framsýningar í 2023 - t.d. hjá Danske Grafikere, har hann framsýndi grafikk og relieffir. Hann var somuleiðis við á Ólavsøkuframsýningini og hevur í løtuni eina framsýning í gamla roykirúminum í Hoydølum, sum kann síggjast eftir avtalu. Har verður helst onkur tiltøk í ár í sambandi við framsýningina, ið listaliga, bæði konseptuelt og skulpturelt brýtur upp úr nýggjum.

Silja Strøm

Í mai var ein løtt og dansandi framsýning hjá Silju Strøm at síggja í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Dansimyndirnar hjá Silju Strøm eru ikki merktar av tjóðskaparligari hetjudyrkan – tær tykjast hinvegin lættar og óhátíðarligar myndir av menniskjum, sum taka saman hendur og skapa ítøkiligt samband hvør við annan.  Stílurin í málningunum hjá Silju Strøm er enn sum áður abstraktur og figurativur í senn. Typiskt er talan um myndir, sum kykna kring menniskjafigurar. Hesir figurarnir, sum sveima, dansa og interagera, seta gongd í myndirnar við strokum av máling, sum bylgja kring teir eins og spor av rørslum. Abstrakt strok blanda seg uppí og umskarast við ítøkilig skap. Primerlitirnir reytt, gult og blátt mynda ein koloristiskan grundtóna, ið klingar saman í einum litríkum samspæli av ljósfylltum og følnum brigdum. Bæði koloristiskt og bygnaðarliga eru myndirnar hjá Silju vorðnar meira kompleksar, meira málandi og meira áhugaverdar enn tær vóru við fleiri løgum og fleiri nuansum. Myndirnar eru enn frásagnarligar – tær fortelja okkurt, men hetta eru ikki søgur, sum eru skipaðar í eina byrjan, miðju og enda. Ofta eru kompositiónirnar rundleittar og sum áskoðari mást tú sjálv sleppa tær uppí dansin og avgera hvar tín søga skal byrja og hvagar hon skal fara.

Norðurlandahúsið 40

8.mai fyllti Norðurlandahúsið fjøruti ár. Her á Listaportalinum ljómaðu hurráróp fyri hesum einastandandi týdningamikla stovni, ið er ómissandi partur av stóra listaliga upptúrinum, sum vit hava upplivað hesa síðstu hálvu øldina og enn eru í ferð við. Tað var frá byrjan inspirerandi og fullkomiliga øðrvísi í Føroyum at uppliva listina tikna í so stórum álvara sum í Norðurlandahúsinum – heilt frá byrjan hevði Norðurlandahúsið sjáldsamt format og framfýsni – arkitektoniskt, listaliga, men eisini hugsjónarliga og tað hevur húsið framvegis – eisini tá tey flagga við LGBT flagginum, seta kríggið í Ukraina á skránna ella skipa fyri framsýningum við sámiskari list. Tað er týdningarmikið og forkunnugt. Tað var áhugavert at hoyra núverandi stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes í morgunsendingini tosa um breiddina í teim uppgávum, sum húsið átekur sær. Hon nevndi sum dømi teir mongu tilflytarar í Føroyum, sum vit áttu at gjørt meira fyri og hesum eri eg ómetaliga samd við henni. Menniskju eru okkara størsta tilfeingi og tað er einastandandi at fáa fólk higar uttanífrá. Vit áttu fyri langari tíð síðan at gjørt meira fyri at fáa tey at føla seg vælkomnan. Har er so nógv, mann kundi gjørt, fingið ein máltátt í útvarpinum við frálæru á enskum og føroyskum. Og hvat við eini sending við ukrainskum tónleiki og práti við ukrainsk flóttafólk á enskum/føroyskum/ukrainskum? Eisini kundi mann havt tailendskan tónleik, matsendingar osfr. og hvør veit um Norðurlandahúsið kundi havt ein leiklut har? Eg havi sjálv sungið, havt fyrilestrar, kuraterað framsýningar, lurtað, hugt, upplivað alt millum himmal og jørð í Norðurlandahúsinum, eri inniliga takksom fyri alt og havi ofta ringa samvitsku um alt tað nógva, eg ikki nái av frálíkum framførslum í Norðurlandahúsinum - kortini loyvi eg mær at reisa meg upp her eg siti og rópa hurrá fyri Norðurlandahúsinum, sum við sínum fjøruti árum enn er í besta aldri - Hurrá fyri Erlendi Patursson, sum fann uppá Norðurlandahúsið og fyri Ola Steen og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, sum teknaðu húsið. Hurrá fyri norðurlendsku visiónini, ið var ítøkilig við norskum granittgólvi, donskum stáli, íslendskum flagtaki, finskum innbúgvi og svenskum viði og hurrá fyri øllum, sum hava framført, framsýnt ella hava upplivað framførslur og annað í tínum herligu hølum. Hurrá fyri fyriskiparunum, stjórum og øllum sum arbeiða og hava arbeitt í Norðurlandahúsinum. Hurrá fyri okkum, sum hava fragdina at eiga teg - í ovfarakæti syngja vit “Vit vilja eisini hava ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum”.

Tummas Jákup Thomsen

Í maimánaða var eitt av ársins listaligu hæddarpunktum í Saltangará, har fjepparar hjá listamanninum Tummas Jákupi Thomsen við Tótu Árnadóttir á odda høvdu fyriskipað serframsýning Framsýningin fekk meg at hugsa nógv um sjónarmið og perspektiv. Í filminum Svartur sannleiki um Ingálv av Reyni tosar hann einastaðni um perspektiv. Tað er ein fagran summardag, hann skoðar út yvir fjøllini og sigur, at hetta kallar á eina stórfingna panoramamynd og leggur síðani brosandi og huffandi aftrat, at nei, hatta klárar hann ikki. Ein panoramisk mynd breiðir seg jú horisontalt yvir 160° víðformat – tað ber til á telefonum at taka tílíkar myndir, sum tó tykjast onkursvegna strævnar, strektar og eitt sindur falskar á at líta. Tummas Jákup Thomsen er ongantíð ósannur, men fyri hann er eitt tílíkt breitt sjónarmið líka vanligt sum so mong onnur. Hjá honum er sjónarmiðið sum heild ikki eins bundið og hjá øðrum og javnan er útgangsstøðið onkursvegna uttanfyri okkara vanligu longdar- og breiddarstig. Í einari lítlari mynd hongur ein persónur í leysari luft og hyggur kerliga niður á heimligu fjøllini. Myndin fær meg at hugsa um Major Tom, tá hann í Space Oddity hjá David Bowie sveimar úti í rúmdini “floating in a most peculiar way/ And the stars look very different today/ For here am I sitting in a tin can/ Far above the world/ Planet Earth is blue/ And there's nothing I can do”. Skuldi mann funnið uppá at týtt Space Oddity til føroyskt og alt møguligt sovorði fær mann hug at gera á inspirerandi framsýningini hjá Tummas Jákupi, so verður tað til Rúmdarserlæti.

Kim Simonsen

Í juni kom nýtt yrkingasavn frá Kim Simonsen. Yrkingasavnið við demonstrativt drúgva og typiskt kimsimonsenska heitinum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum inniheldur yrkingar, ið bera brá av at vera instant classic ikki minst tær skroypiligu pápayrkingarnar, sum fingu meg at hugsa um Søren Ulrik Thomsen og Jóanes Nielsen, ið einaferð skrivaði um at byggja Føroyar á aldum. Eg havi hoyrt Kim Simonsen lisið yrkingarnar upp fleiri ferð, men tað er ikki einasta grund til hesa instant classic, meðan eg lesi. Bókin er góð.

Broddur

Í juli læt ein framsýning upp í Müllers Pakkhúsi við heitinum Broddur: Neyvan er broddur mjúkur at strúka, tí tað eru tey ytstu grovu hárini á seyðaullini, vit kalla brodd. Broddur kann somuleiðis sipa til okkurt hvasst ella spískt, sum stingur seg fram - tað kundi tessvegna ligið okkurt progressivt í at kalla eina framsýning fyri Brodd og tað ger tað eisini - í øllum førum partvíst á framsýningini, Broddur, ið somuleiðis fevnir um mjúkar flatar. Meðan eg gekk runt og skoðaði tey fínu verkini, fekk eg brádliga tann tankan, at vit møguliga hava gjørt tóvirkislistini eina bjarnartænastu við øllum teimum mongu tilfarsligu, handverkligu, siðsøguligu og eftirhondini eisini rættiliga eksotiserandi (ferðafólkavinaligu) frágreiðingunum, sum partú skulu knýtast uppí hana. - Alt gott um ull sum Føroya gull og burðardygt tilfar osfr. men skal tekstillistin javnsetast við aðra myndlist í okkara tíð, má hon leggja ullarprátið á hillina - samanbera vit við oljumálningar, standmyndir og installatiónslist, so fevna tey listaverkini eyðvitað um annað og meira enn bara sítt tilfar og tøkni. Fleiri dømi eru á framsýningini um tekstilverk, ið onkursvegna transcendera sítt ullinta upphav og gerast poetisk. Gamaní er framsýningin í Müllers Pakkhúsi, sum tað hoyrist á framsýningarheitinum og fleiri verkheitum, miðsavnað um ull sum tilfar við dømum úr t.d.húsbúnaði, húsabjálving og klædnadesign, men tað er kortini heilt týðiligt, at tey listaligu atlitini hava ligið frammarlaga - tað sást á mátanum framsýningin var sorterað og disponerað, so at tað var ein fragd at uppliva hesi abstraktu høvuðsverkini úr føroyskari listasøgu og samtíðarlist t.d. Fiskastykki hjá Súsan í Jákupsstovu, ið er ein fjálg og vøkur vovin mynd frá umleið 1980 við dekorativum, geometriseraðum gráum og bláum mynstri og við heitari gulum og brúnligum skapum rundanum. Myndevnisliga útgangsstøðið er tikið í snøgga saltfiskaskapinum og mynstrunum, tá fiskurin varð breiddur - sum listakvinnan upplivdi sum smágenta á fiskastykkinum í Sørvági - men alt tað hevur í roynd og veru lítlan og ongan týdning fyri fatanina av einum tílíkum abstraktum verki, ið skapar sín egna sjálvstøðuga heim av formum og litum, sum broytist alt eftir hvagar tú hyggur og fokuserar á myndaflatanum. Mann má geva sær tíð at hyggja, at mann varnast øll frábrigdini og forskjótingarnar, ið henda tá tú skiftir millum at lata eygað hvíla á staklutum og heildum,

Wicked Fysikk

SUPERVISJÓN er eitt lítið parlistakollektiv, sum eg eri fjeppari av. Tað eru tey bæði Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger, sum hava givið út poesi og tónleik; FAST TRAKK var útvalt sum millum ársins bestu løg á bretska Far Out Magazine. Lív gav út tvey hefti, eitt turkis og eitt pink og eg havi framvegis bara lisið tað fyrra, tí eg fekk so #&%¤” nógv at gera, men so hevur mann okkurt at gleða seg til, mær dámar væl Wicked Fysikk, har tøl og nummur hava stóran leiklut – yrkjarin kunnaði meg um, at talan er um eina sonevnda Bekkers-nummerering, sum er ein citatiónskipan sum verður brúkt spesifikt til at finna runt í teksti og verkum hjá Aristoteles tvørtur um ymiskar útgávur/umsetingar gjøgnum tíðinar. Fysikkin hjá Aristoteles er eitt savn av vísindaligum tekstum um ymisk náttúrufyribrigdi, sum grikski filosoffurin og fjølfrøðingurin skrivaði í fleiri ritgerðum. Heimsmyndin hjá Aristoteles var geocentrisk og tók støði í teimum fýra frumevnunum, í rørslum, broytingum, íkomu og hvørving við atliti til sansir, minni og tilvit. Sjálv havi eg eina nógv betur hilling á hinum útgangsstøðinum hjá yrkingini, t.e. popphittið Wicked Game hjá Chris Isaak frá 1989 og sum David Lynch hevði við í síni døkku grimdarromansu, Wild at Heart í 1990, tá ungdómar av álvara tóku innsmikrandi dapra sangin um ólukkuligan kærleika til sín. Millum okkum lesandi fyrst í hálvfemsunum var sangurin koyrdur á repeat og var ein formidabul og nógv nýttur klemmi-og fríggisangur. Aristoteles skilir í millum tað, sum er í rørslu og tað, sum stendur stilt og tað er við hesum setningi í parentes, at yrkingin byrjar við eini staðfesting av, at okkurt er úr natúr meðan annað ikki er. Síðan stinga nakrir meira gerandisligir og samtíðarligir lutir seg upp sum sofa, sjónvarp og videolag - spurt verður um hvar hesi passa inn. Endurtikna reglan ”minni um skýggj/ minni um skýggj” festir í myndirnar av skýggjum í bóklinginum og leiðir okkum yvir í næsta part, sum lýsir eitt minni um videolagið hjá Herb Ritts av Wicked Game, har tónleikarin Chris Isaak og supermodellin Helena Christensen spæla forelskaði á eini strond í Hawaii. Videolagið verður í huganum á yrkjaraegnum til eitt slag av skapanarsøgu um tey fyrstu menniskjuni á jørð, sum ”koma úr aldunum/ næstan nakin”. Teir báðir leikararnir verða lýstir sum mann sær teir í videolagnum í sansaligum nærmyndum av húð og eygnavippum og við samkennandi eitt sindur barnsligari empati: ”hvassi hvassi pálmin/ hon gníggjar kroppin har/ eg haldi at hon fær ilt”. Yrkjaraegið roynir at skipa hesi minni sambært kategoriseringini hjá Aristoteles av tí, sum er í rørslu og tað, sum er stilt. Triðja brot snýr seg um at minnast tíðina, sum fer; egpersónurin er bangin fyri at gloyma og minnast sítt lív gjøgnum sjónvarpsrásina MTV.

”…eg minnist aftureftir

gjøgnum linsuna í einum kamera

eg skilji at tíðin er ein døkk mekanikk

ein rond millum land og sjógv á monokromum Hawaii

í einum videolag…”

Foto: akhc

Lear Kongur

Ein av ársins størstu listupplivingum var í Sjónleikarhúsinum, tá eg upplivdi Lear Kong, har álit var eitt aðalmál: Í grundini er álit eitt aðalmál í framførsluni av Lear Kongi - tað skilja vit frá fyrsta sekundi, tá maðurin, sjónleikarin Egi Dam kemur inn á pallin haldandi um konu sína, Biritu Mohr, sjónleikara, meðan hann prátar um hennara byrjan innan sjónleik, um stovnanina av Grímu og ymiskt, sum eitt langt og ríkt sjónleikaralív hevur borið við sær, men hey, so er ein lítil fittur fívil har og minnir okkum á, at tað var eina heilt aðrastaðni, hetta sjónleikaralívið byrjaði og tað var við leikinum Fívilin, sum Birita Mohr spældi púra sjálv. Gjøgnum allan Lear Kong er henda sama mannagongdin brúkt, at Birita á pallinum verður mint á hvat tað er, hon í leikluti sínum sum Lear Kongur, skal siga. –”Tú sigur…. ” verður endurtikið aftur í aftur ella ”Í sjónleikinum, sum vit spæla…” er tað soleiðis og soleiðis. Tað minnir um, tá børn spæla og tey minna hvønn annan á hvat tað er, sum gongur fyri seg. Mannagongdin vísir seg at vera eitt einastandandi effektivt amboð námsfrøðiliga sæð – eisini í sambandi við at miðla Shakespeare. Tað er eins og viljin til at forklára minnisveika starvsfelaganum tað, hon skal siga, rakar okkum øll, sum tessvegna betur skilja tað, sum verður sagt. Tað vísir seg sum, at tá tann sonevndi fjórði veggurin verður brotin av áðum, ið eru so sjálvsagdar og menniskjansliga átrokandi sum hesar, ja, so gongur tað á ongan hátt út yvir listaliga støðið. Tað er eitt sindur sum við ævintýrunum hjá H.C.Andersen, sum kunnu fatast á fleiri stigum, ið væl at merkja ikki eru stigskipað soleiðis, at ein fatan er flottari enn hin.

ÓF2023

Kirstin Helgadóttir kurateraði Ólavsøkuframsýningina, ið tó, at hon var gjøgnumkuraterað líktist eini Ólavsøkuframsýning Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna. Gerandisdagsopinberingarnar eru fjølbroyttar og kunnu snúgva seg um náttúruupplivingar sum tær av fossunum hjá Øssuri Johannessen. Í fleiri førum snýr tað seg um at halda uppá egnan sjálvsavgerðarrætt - ikki tjóðskaparliga (als ikki!), men meira persónliga sum í fínu verkunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir ”Tornurósa vakti seg sjálva” og hjá Elin Josefinu Smith Wollfsen við herliga heitinum ”JEG GERI SUM JEG VILL” - eingin uppíblanding neyðug! Eitt afturvendandi rák seinnu árini er crossover list og tað, at fleiri luttakarar í Ólavsøkuframsýningini eru listafólk innan onnur listasløg enn tað myndlistaliga, tey eru rithøvundar, grafikarar, dansarar, tónleikarar osfr.

myndin er frá eini framsýning hjá brandi patursson í víngarðinum

Omaná

Í summar var áin í miðbýnum í Havn latin upp. Ætlanin var upprunaliga at lata ta gomlu ánna upp aftur, sum var løgd undir lok í 1956, men av ymsum ávum var onnur loysn vald, sum okkurt ljóst høvd alt fyri eitt doypti Omaná. Summi halda, at ein manngjørd á ikki er nøkur verulig á og spurningurin er um áin ikki er eitt modernað slag av tí danir plagdu at kalla “vandkunst”, also eitt vatnverk, sum er gjørt til minnis um Havnará og sum eisini visuelt og akustiskt skapar samanhang. Navnið spillir ongan og spurningurin er um ikki áin, ið strekkir seg frá gamla vakra grótbygninginum hjá Betri Banka oman ímóti standmyndini hjá Anne Marie Carl-Nielsen av Rasmusi Effersøe á tinghúsvøllinum fer at vinna okkara hjørtu. Har hevur í hvussu er manglað okkurt slag av visuellum vegamóti á Vaglinum og eg haldi, at listamaðurinr Brandu Patursson er farin skilagott til verka við stórari virðing fyri søguríka høvuðsstaðarumhvørvinum og verandi visuellum umstøðum. Tað kann ljóða eitt sindur øvugt at rósa einum listafólki fyri at gera lítið av, men mann kann jú livandi ímynda sær hvussu ræðuliga illa ein monumental skulpturel prýðing við eiggiligum havfrúum og marmenlum fyri ikki at siga politikarum hevði riggað har. Sambært listamanninum skal prýðingin ikki yvirdoyva, men heldur ganga inn í býarrúmið eins og partur av eini organiskari heild og við støði í teimum elementum, sum mynda eina veruliga á, tvs. vatni og gróti. Glas er eitt slag av náttúru í sjálvum sær við tað, at glas er framleitt úr smeltaðum kvartsi, sum er vanligasta mineralið á jørðini og sum eitt nú finst í sandi - eitt sindur einfalt kann mann siga, at glas er smeltaður sandur. Brandur Patursson hevur valt at brúka ólitað glas, ið er gjøgnumskygt við grønbláari glæmu og minnir um vatn. Hetta gevur optimalar umstøður í mun til speglingar, silvitni og onnur undurfull árin av ljós og vatni, men hóskar eisini serstakliga væl koloristiskt bæði sum mótsetningslitur til ikoniska reyða litin í gamla meinigheitshúsinum og gomlu kioskini hjá Astu og við tann flotta gamla grótbygningin, grøna umhvørvið og vøkru grønligu glasfasaduna á gamla telefonverksbygninginum.

Svart uppá hvítt

Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum læt upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september fóru vit back to basics til tann svarta litin, sum er púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan grundleggjandi. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva. Fyri meg persónliga var uppgávan at kuratera hesa framsýningina eitt listaligt hæddarpunkt – ikki minst tá Randi Samsonsen kom við sínum ískoyti, eini kolasvartari hangandi standmynd, sum var millum mest áhugaverdu listaverkini, eg sá í 2023.

Jens Dam Ziska

Í Víngarðinum høvdu vit framsýningar við fotomyndum hjá Inga Joensen, foto- og vatnlitsmyndum hjá Eija Mäkivuoti, glasverkum hjá Brandi Patursson og málningum hjá Jens Dam Ziska: Koloristiskt kemur mann í tankar um ymsar fínar landslagstulkarar og abstraktar málarar, føroyskar sum altjóða, sum mann kundi nevnt og neymdroppað, men tað er kanska meira áhugavert beint her at staðfesta, at okkurt er uppá spæl í málningunum hjá Jens Dam Ziska, ið er egið fyri listamannin og merkt av samtíðarligum zeitgeist, sum hómast hjá øðrum ungum listafólkum - eisini innan onnur listasløg. Kanska er talan um ein nýggjan inniligleika, ein longsul eftir tilfarsligum og innihaldsligum autentisiteti, ið treiskast upp ímóti serliga slagnum av líkasælu, ið kann fylgja við einum høgt útviklaðum vitanarstigi post-internet og sum heild.

alda mohr eyðunardóttir foto torben eskerod

Stof til eftertanke

Framsýningin STOF TIL EFTERTANKE við verkum hjá føroysku Aldu Mohr Eyðunardóttir og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard umframt íslendsku Ýrúrari læt upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 23.september. Framsýningarhølini á Norðurbryggjuni eru á tveimum hæddum og meðan verkini hjá teimum báðum føroysku listakvinnunum eru framsýnd í neðra, sást íslendska nýnýtsluverkætlanin uppiá. Munurin millum ta íslendsku, kreativu nýnýtsluna og tey føroysku listaverkini er mest týðiligur í tilfari og litum, men munurin millum føroysku luttakararnar er í grundini eisini stórur, tó at báðar brúka ólitaða ull í verkum sínum við atliti til burðardygd. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað áður, men samansetingin millum listakvinnurnar leggur onkursvegna dent á ymiskleikan; at verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava eitt meira designkent finish enn tann meira ráa myndlistin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Stóra vovna verkið hjá Ragnhild, Dimmið havi eg sæð áður á framsýningum í Listasavninum og Müllers Pakkhúsi og tað er framhaldandi stórfingið og vakurt. Listin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir sveimar onkrastaðni millum ítøkiligt og óítøkiligt. Millum tilfar, assosiatiónir og poesi. Á sama hátt sum í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, ið er týdningarmikil fyrimynd hjá yngra ættarliðnum av føroyskum listafólkum, taka verkini hjá Aldu javnan atlit til samanhangin, staðið ella støðuna, har tey verða framsýnd. Í framsýningini á Norðurbryggjuni, har bæði nýggj og eldri verk eru við, sipar t.d. bronsuverkið Hosur til søguliga leiklutin hjá Norðurbryggjuni sum pakkhús, vegamót og transithøll hjá vørum til og úr Føroyum. Somu tilsipingar hómast somuleiðis í installatiónsverkinum miðskeiðis í framsýningarhølinum úr m.a. hegni og skroypiligum hegnspelum, ið eru evnaðir  úr isomalt við skipskeks. “At byrgja meiningina inni, tá ið vit oyðileggja hana hvør sær” er heitið á verkinum og byrjanin uppá eina sonevnda bindiyrking, sum bæði er partur av verkinum og kann lesast á verklistanum. Tað er áhugavert at lata hegn fáa so stóran leiklut á eini listaframsýning og so júst hetta slagið av hegni, sum onkuntíð skal vera í seyðahøgum standi, men sum annars er so vanligt í Føroyum, at vit mest leggja tað til merkis, tá tað ikki er har og seyður rennur út á vegin. Innan føroyska myndlist er hegnið ofta partur av landslagslýsingum hjá t.d. Steffani Danielsen, har tað í støðum gevur ein varhuga av avbyrging og at vera uttanfyri. Hegnverkið hjá Aldu er ikki heilt so eintýðugt, men er hugtakandi við tilfarsliga grundmótsetninginum millum autoritera stálhegnið og skroypiligu pelarnar úr sukri og keks - ein partur av hegninum stendur uppi og hin er niðurdottin. Tað er afturvendandi í verkunum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, at tey onkursvegna upploysast og forfarast longu í síni skapan. Verkætlanin hjá Aldu tykist grundleggjandi melankolsk, verkini kykna úr sakni og sorg.

Lortið

12.oktober sat ein spilnakin kvinna á pallinum í Norðurlandahúsinum – tað var Durita Dahl Andreasen, sum saman við Maritu Dalsgaard leikstjóra og leikhús SKIFT og GUT productions framførdu Lortið. Leikurin La Merda snýr seg í stóran mun um kropp og at stýra kroppinum og tað er ikki lætt, tá krøvini hjá móttakaranum alla tíðina skifta. Hjá kvinnuni í leikinum er tað nakað lort, at hon hevur feit lør og er lítil. Og hvussu vit upplýstu samtíðarkonur nú einaferð kunna sannføra hvørja aðra um, at útsjónd er einki at snakka um og at fáfongd er stokkut, so er tað framvegis tað, vit snakka um og siga við hvørja aðra - oys tú sært gott út, simpulthen so flott, ert tú klænkað, trenar tú? Okkara kona í Norðurlandahúsinum roynir sum aðrar konur at disciplinera sín kropp og fáa stýr á honum við effektivum klænkikurum, men tað gongur ikki ov væl antin hon hungurstungin roynir (eins og høgguslokkurin) at eta ein av sínum egnu limum ella hon fer í holtur við eta ein heilan springara. Tónin er absurdur, men anoreksi og bulimi eru til og summi fólk eta springarar og tær eru eisini til, sum (javnan) eru so svangar, at tær kundu etið ein heilan hval. Tá tað kemur til skarpskeringar vita allar av, at feitar konur ikki kunnu brúkast sum standmyndir. Har ljómar onkur áhugaverdur resonansur millum italskt og føroyskt í sambandinum millum njótilsi og undirgang, sum minnir um andlátt á døgverða ella um Kingo “Din skaal synes honning, men drikken er led..” Á henda hátt sveiggjar kvinnan á pallinum millum ótálmaða sjálvsdyrkan og líka so ótálmað sjálvstikni. Vakra einfalda pallmyndin er full av myrkri og fær meg at hugsa um chiaroscuro ljós í myrkri í italskari list hjá Artemesia Gentilleschi til dømis, men sum leikur fer, kemur tú eisini í tankar um Pasolini og hansara allegori um menniskjans íbúgvandi fascismulort ella antilistaverkið hjá Manzoni Merda d´Artista við lorti frá listamanninum í dós. Og sjálvandi er verkið politiskt. At kvinnukroppurin er ein vígvøllur kann eingin ivast í, sum hevur lisið føroysku abortlógina frá 1956 fyri ikki at tala um seinasta kvinnufíggindaliga uppskotið um, at tær, ið ynskja abort skulu noyðast at hyggja at gitna klumpinum áðrenn tær sleppa at sleppa sær av við hann. So kunnu tær standa har og skamma seg.- Statt so har tín vemmiliga kona, tú, sum hevur havt sex uttan at tú ætlaði tær at fáa eitt barn, hygg hvat TÚ (púra einsamøll?) hevur gjørt - puha! Uppskotið er so óreint, men mest av øllum so absurd og groteskt, at tað klingar væl saman við kroppsfatanini í leikinum. Lortið er ein háaktuellur leikur, sum eisini speglar partar av Metoo uppgerðini, men talan er kortini ikki um eina ónuanseraða menninir hava alla skyldina ákæru – tað er meira komplekst; lortið er okkara alra.

Boykottið av

Í desember boðaði Leiklistafylkingin 2020 frá, at boykottið av Tjóðpalli Føroya er avlýst: Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskururin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið. Boykottið vardi frá 8. oktober 2020 til 16. desembur 2023 og so verður spennandi at hoyra hvør verður settur í Leiklistaráðið. 2023 var annars eitt serligt sjónleikarár, tá vit gingu til sjónleik um ikki annanhvønn dag so næstan – í eini viðmerking fegnaðist eg um, at vit í okkara jarðbundna litla heimi við verðins minsta tjóðpalli og lutfalsliga stuttu leiklistasøgu hava tann forkærleika fyri absurdum teater, sum vit í roynd og veru hava við framførslum av framúr leikum eftir Samuel Beckett, Dario Fo og nú Føðingardagsveitsluni hjá Harold Pinter, sum vit sóu á Tjóðpallinum í kvøld. Sjálvandi hongur tað søguliga saman við Grímu og Eyðuni Johannessen sála, sum framførdu absurdan sjónleik í Føroyum fyri meira enn trýss árum síðani. Leiklistaliga er tað absurda rúmið frígerandi – á tremur av løgnum ritualum, óneyðugum útsagnum og automathandlingum, ið vit kenna aftur t.e. sum tá mann sigur ”Nú mugu tit endiliga eta” samstundis sum fólkini við borðið koyra í seg. Nógv tykist merkiliga kent; tað næstan svakliga repetetiva prátið um matin og veðrið, fascismukenda dyrkanin av tí hugnaliga og vakra saman við undirbrotligari autoritetstrúgv, huff eg havi upplivað hatta onkrastaðni, veit ikki hvar, vónandi ikki á mínum komandi ellisheimi. Nei, eg flenti ikki líka nógv sum onnur í kvøld, døpru perspektivini runnu mær køld niður eftir rygginum og eg fekk beinleiðis kuldaskjálvta av óhugnaliga og væl teimaða endanum. - Nú heldur leikurin fram í huganum og takk fyri tað, Harold Pinter, Guðjón Pedersen leikstjóri og Hans Tórgarð, ið týddi og spældi akkurát líka splendid sum altíð og tað sama var galdandi fyri Hjálmar Dam og Kristinu Sundar Hansen. Nú verður spennandi at vita hvat fæst burtur úr, at boykottið er steðgað, men hvussu er og ikki: Takk fái tit øll listafólk innan øll listasløg fyri tykkara støðuga arbeiði, sum gevur okkum dýpd og innihald og mennir okkum, ið lesa, lurta, føla og hyggja.

Kinna Poulsen

jóhan martin christiansen