Føroyingar hava loksins fingið eitt abstrakt, monumentalt og feministiskt høvuðsverk

Mikumorgunin mundi eg gliðið í brúsubaðnum so bilsin var eg, tá prestur í morgunlestrinum brádliga fór at tosa um menstruatión. Tað var í eini áhugaverdari og empatiskari tulking av bíbliutekstinum hjá Markusi um kvinnuna, sum hevði bløtt í 12 ár, og sum tá hon sníkti seg at nerta við klæðini hjá Jesusi, var grødd. – Nåh ja, ásanni eg nevsligin við sápu í hárinum. - Hatta hevur eyðvitað verið okkurt slag av undirlívssjúku við plettbløðingum, sum plágaðu hasa konuna. Sjálvandi! Eg meini so við - um hon gekk við onkrum bløðandi banasári í tólv ár, var neyvan nakað blóð eftir í henni, tá hevði hon verið steindeyð. Løgið, at eg sjálv ikki havi hugsað um hatta og gott, ja fyri neyðini, at Steintóra Gleðisheygg Joensen varpar ljós á og sigur í útvarpinum, at talan mundi vera um menstruatión – ikki tí, at bíblian skal minkast til at snúgva seg um nakað so banalt sum menstruatión, men av tí at fyribrigdið nettupp er so vanligt og forrestin eisini grundleggjandi fyri mannaættina, at tað er skeivt at tiga burtur. Í og við, at bíblian er so gomul, sum hon er, hevur tað týdning, at geva sær far um og í ein ávísan mun miðla bókina við atliti til ta slagsíðu hon hevur orsakað av patriarkalska, kvinnukúgandi, samfelagnum, hon var skrivað inn í. – Júst sum prestur gjørdi mikumorgunin og aftur í morgun uttan at nakar vandi var fyri ógudiligum ovtulkingum.  

Í dag er altjóða kvinnustríðsdagur 8.mars. Eri, sum skilst longu byrjað at feira, ja tað byrjaði í gjár, tá vit koyrdi ein túr til Fuglafjarðar fyri at skoða Minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong. Við hesum minnismerki minnast vit allar tær kvinnur í Føroyum, sum eru deyðar í barsilssong. - Her er aftur okkurt klókt høvd ella trý, ið hava hugsað tann gløgga tanka, at okkum tørvar eitt minnisverk fyri teim kvinnum, sum lótu lív fyri at geva lív. Stigtakarar eru Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klemensen og Brynhild Næs og listakvinnan, sum hevur gjørt verkið er Guðrið Poulsen.

Listaverkið hjá Guðrið Poulsen er uppá allar mátar eitt megnarverk 5 metrar høgt og tá mann stendur millum stórfingnu fjøllini í Fuglafirði og skoðar verkið, kann mann ikki annað enn fegnast um, at standmyndin hevur ta monumentalu stødd, sum hon hevur. Støddin hevur týdning í einum tílíkum verki og tað er gott at síggja eitt verk, ið torir at taka pláss – tað kunnu vit ikki minst staðfesta við atliti til kvinnustríðsdagin í dag, tí í mong ár var list hjá kvinnum avmarkað til húspjak, broderí ella vandaleyst blómumálarí.

Talan er um eina merkisverda standmynd, ið brýtur upp úr nýggjum evnisliga, formliga og tilfarsliga samstundis sum listakvinnan hevur atlit til listasøgu og siðvenju. Hon hevur nevnt standmyndina Karyatidu; t.e. kvinnufigurar, ið verða nýttir eins og súlur ella berandi prýði innan grikska byggilist.

Eg var ikki minst spent uppá tilfarið, tí eg hevði sæð forvitnisligar fotomyndir av standmyndini, men tílíkt má síggjast og merkjast í veruleikanum. Standmyndin sær út til at verða laðað upp av trettan kassastrukturum, ið eru myndaðir av ójøvnum keramiskum flisum soleiðis, at hon er breiðast niðrivið og smalkar uppeftir eins og ein tempulsúla ella ein obelisk. Henda ójavna, ljósabrúna, grá-hvítskjóruta standmyndin er ikki bráðvøkur sum hon kundi verið um talan til dømis var um eina naturalistiskt-ekspressiva standmynd av eini vakrari kvinnu og tað er ómetaliga gott, tí hetta evnið er størri og meira universalt og krevur øðrvísi viðgerð.

Standmyndin er ein abstrakt heild, ið er sett saman av fleiri elementum. Bæði tilfar og tøkni er aldargamalt; menniskjað hevur sum kunnugt skapt og brúkt leiríløt og leiramboð í fleiri túsund ár. Tilfarið er úr náttúru og partur av náttúruni og er harvið lutfalsliga burðardygt og modernað. Framburðurin er sera einfaldur og frumkendur við øllum tess ójøvnu skoytum. Fleiri staðni sær laðingin út til at hava verið á veg til at hokna og øll hesi innvik og á verkflatuni gera at standmyndin ikki er púra steyrrøtt og bein. Allir hesir ófullkominleikar í einfalda og eyðmjúka bygnaðinum savnast í eini rørandi universalari lýsing av stríðnum fyri lívi, ið tó at tað kostaði dýrasta prís, helt á. Føroyingar hava loksins fingið eitt abstrakt, monumentalt og feministiskt høvuðsverk og tað er ikki so galið at staðfesta ein dag sum í dag.

Kinna Poulsen