Lognbrá

Marius Olsen í Steinprenti

Meðan ódn og myrkrið hava tikið ræði á okkara landi, er ljóst og liggjandi góðveður í Steinprenti. Eg eri farin inn á gólvið á verkstaðnum at heilsa uppá listamannin, Marius Olsen, sum leygardagin 3.februar klokkan 15-17 letur upp framsýning í Steinprenti.

Listamaður úr Havn

Marius er havnarmaður, sum í mong ár hevur búð og arbeitt í Finnlandi. Liðin eru tvey ár síðani Marius Olsen seinast framsýndi í Havn, so á nýggju framsýningini eru nógv nýggj verk at síggja, bæði træprent, etjingar, blandað grafiskt tøkni og steinprent, sum hann hevur við sær úr Finnlandi, men eisini umleið tíggju steinprent, sum hann hevur fingið burtur úr hesar seinastu vikurnar á verkstaðnum á Skálatrøð.

Dupult

Nýggju prentini eru eyðkend fyri listamannin, tí tey eru koloristisk, einføld og um somu tíð serstøk og samansett. Í hesum myndum verður náttúran lýst inniliga við skærum ljósi og mótljósi, men tað er eins og náttúruvakurleikin verður sæddur við dupultum eygnabragdi, ið bæði er fagnandi og turrisligt í senn. Marius Olsen er okkara mest royndi og best skikkaði grafiski listamaður, sum í ár hevur samstarvað við Jan Andersson og Steinprent í heili 30 ár. Um mann er so mikið heppin, at mann hevur verið til staðar meðan Marius Olsen hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað spenta stemningin, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti litur fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta listamanninum.

Ælabogin

Fyri eitt listafólk við so inniligum áhuga fyri litum og ljósi sum Marius Olsen, er ælabogin ein náttúrlig avbjóðing og eitt afturvendandi myndevni, sum aftur í sínum nýggjasta brigdi greidliga er ein kunstigur ælabogi, ið við føgrum gjøgnumskygdum litum tekur seg upp á skák miðskeiðis í myndarúminum.

Serstakur listamaður

Í einari grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list, ið antin er elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hann er tann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og landslagið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn lýsingar av eitt nú lampum og klokkum í landslagsmyndina. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar.

Fleiri fláir

Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bert fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Eg komi í tankar um listafólk sum Caspar David Friedrich, Sámal Joensen-Mikines umframt Katsushika Hokusai sjálvandi og japansk-kinesiska zen-hugtakið, ið sipar til meditatión, nærveru og uppmerksemi; at vera í samljóði við sítt umhvørvi júst sum Janus Djurhuus mundi vera tað, tá hann umbroytti kendu yrkingina hjá Goethe Wandrers Nachtlied til eina føroyska grundmynd, sum vit øll kenna:

Yvir hvørjum tindi

er ró,

av nøkrum vindi

valla ljóð

villist um vøll.

Blikurin blundar á sundi –

burtur í blundi

berast vit øll.

Yrkingin er í sínum einfeldi meira modernað enn upprunaversiónin – eisini perspektivskiftið frá blikinum, tí tað er hansara friður, sum verður okkara alra.

Friðsæla

Sama friðsæla hómast í fleiri verkum hjá Mariusi, t.d. í eini avlangari, høgari mynd, ið strekkir seg upp um eitt svart klettaskap høgrumegin í myndini. - Undir myrka klettinum sletta aldur eins og villur gróður inn móti berginum. Longst til høgru í forgrundini lýsir ein lítil tríkantur av gulgrønum lendi, ið fevnir og tendrar bláu litirnar aftanfyri. Lítla myndin er eitt koloristiskt meistaraverk við nærveru og fráveru, har tú fyrst varnast føgru litirnar, men síðani vaksur tómleikin og gerst tað, sum myndin snýr seg um. Ein darrandi hvørvisjón av djúpbláum havi og ljómandi himmalhválvi, ið er skilt sundur av lýsandi hvítum támi. Myndin er vøkur – at kalla ornamental við spakuliga iriserandi litbroytingini frá eini tættari bláari pigmentering til okkurt, ið tykist meira opið og leyst. Myndin glógvar av ljósi, litum og nærveru – tað er so sterkt, at tú mást krympa eyguni saman meðan tú hyggur til tess at verja teg móti ljósinum og tá er tað tú varnast tað miðskeiðis í pappírslitta táminum; eitt næstan gjøgnumskygt skap í táminum – er tað eitt oyggjaskap ella ein hvørvisjón? Eg veit tað ikki, men gleði meg at síggja myndina aftur og allar hinar í Steinprenti leygardagin klokkan trý og sambært Mariusi og teimum í Steinprenti eru øll hjartaliga vælkomin.

Kinna Poulsen