Listafagnaður í Havn

Bárður Jákupsson

Í vikuskiftinum feira vit listina og at tvær føroyskar listakempur hava fyllt ella fara at fylla fýrs. Tað eru ávikavist Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson, sum fer at framsýna saman við soninum Brandi í Listasavninum fríggjadagin 16.februar klokkan 16. Kirstin Helgadóttir fer at bjóða vælkomin og Rói Patursson heldur upplatingarrøðuna.

Dagin eftir, leygardagin 17.februar klokkan 16-18 letur Bárður Jákupsson upp stóra framsýning í Müllers Pakkhúsi. Framsýningin er opin fram til 9. mars. Fríggjadag, leygardag og sunnudag kl. 15-18. Ella eftir avtalu - tel. 225 789

Bárður fyllti 80 tollaksmessudag í fjør og Tróndur fyllir 80 í mars.

Brot úr glasverki hjá Brandi patursson á glasi

Av heimasíðu Listasavnsins: Tróndur Patursson er ein av okkara mætastu listamonnum, og seinastu árini hevur Brandur Patursson, sonur Trónd, eisini tikið seg inn á fremstu røð á listapallinum. Teir hava í mong ár arbeitt við listini lið um lið. Síðan Brandur var heilt ungur, hevur hann hjálpt pápa sínum við listaligum uppgávum og nú kann sigast, at Tróndur hjálpir Brandi líka nógv. Teir hava í felag prýtt kirkjur og onnur almenn støð við glæsiligari list, bæði í Føroyum og úti í heimi. Hóast samanflættaða arbeiðislívið so hava teir hvør sítt listaligt úttrykk. Fyri Trónd Patursson hevur tað alstóran týdning at lýsa náttúrukreftirnar, ið hann sjálvur so mangan hevur kent á egnan kropp á ævintýrferðum kring heimsins høv. Spegilskendu náttúrulýsingarnar lýsa tað endaleysa kosmiska rúmið, har markið ímillum himmal og jørð hvørvur, og ein gerst eitt við náttúruna. Verkini eru fylt við spenningi og dramatikki. Um verkini hjá Tróndi eru á lørifti ella úr glasi, so er tað altíð dýpið í litunum, ið sermerkir verkini. Tróndur hevur serligan kunnleika til litir, og hansara bjørtu temperamálningar megna at umseta litir til eitt kensluborið mál, ið stundum er fylt við melankoli. 

Brandur Patursson arbeiðir serliga við glasi og filmi. Við ljósi og uppvørpu á stórar glasformar manar hann fram lættar luftkendar endurspeglingar, ið eru støðuleysar sum sólglottar. Ígjøgnum glasskulpturarnar, ið mangan hava kropsligt skap, koma gandakendar verur, ið stundum líkjast anatomiskum x-raymyndum. Brandur megnar at lýsa menniskjanáttúru frá einum viðbreknum sjónarhorni. Hann fangar tað, sum ikki er eyðsýnt. Innara síðan av glasverkinum verður upplýst og rúmið verður fylt við litspæli, skuggum og sál. Verkini eru fylt við kontrastum. Tey eru bæði tung og luftkend, still og livandi, litrík og gjøgnumskygd. 

Tróndur Patursson