Silja Strøm skal listprýða Langhylin

Í dag boðaði Tórshavnar Kommuna frá, at tað verður listakvinnan Silja Strøm, ið skal prýða tann nýggja svimjihylin í Gundadali. Tað er frálíkt og púra upplagt bæði av ítróttarligum og myndevnisligum orsøkum - var hon ikki sjálv elitusvimjari, tá hon var yngri og hevur hon ikki ofta havt svimjarar við í sínum myndum? Men tað, sum hevur týdning í eini listprýðing er, at tað listaliga sæð eru allarbestu grundir at velja Silju Strøm, sum seinastu árini eisini hevur prógvað, at monumentalur dugur er í hennara fínu ofta smáu verkum. Tað sóu vit á framsýningini í Listasavninum og eisini á málningum, hon hevur sýnt fram í Víngarðinum, Gamla Seglhúsinum og í Steinprenti; Framúr verk, sum umframt ta eyðkendu elegantu konturstrikuna hjá Silju Strøm og hennara reina vakra litaval, eru meira málandi enn áður við einum meira samansettum og spennandi myndarúmi, ið kann fatast í fleiri stigum við figurativum og abstraktum myndamáli.

“Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk, ið stuttleika sær. Mosi í mynstrum og grót. Síðani eru flótandi, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir, aldur og streymur eru rundan um fólkini, ið bera meira kensluborðin og innanvend brá,” sigur Silja Strøm, listakvinna um listaverkið.

Silja Strøm er úr Vestmanna. Hon er útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum. Silja Strøm hevur havt nógvar framsýningar úti og heima m.a. serframsýningina Listaleikir á Listasavni Føroya í 2019. Hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn í 2021. Eftir ætlan letur langhylurin í Gundadali upp seinni í ár.

Kinna Poulsen