TÁ KRÍGGIÐ ER LIÐUGT
/Hóskvøldið upplivdu vit leikin TÁ KRÍGGIÐ ER LIÐUGT, sum er triði leikur, ið Det Ferösche Compagnie setir upp í ár - tað er flott í sjálvum sær, men, tá mann hugsar um hvussu original, aktuel og nýskapandi hesi verk hava verið, er tað eitt satt bragd. Eg var sum ummælari fyri Vágskálina í KVF, sum kann hoyrast mikudagin klokkan 17.05.
Leikurin TÁ KRÍGGIÐ ER LIÐUGT verður pallsettur saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin í Norðurlandahúsinum. Serhii Ilin er flýddur úr sínum heimlandi undan krígnum sum herjar har. 22 februar 2022 hevði Serhii frumframførslu í leikhúsi í heimbýnum Odessa av leiki, sum hann hevði leikstjórnað. Tveir dagar seinni gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina. Leikurin var umgangandi niðurlagdur tí leikhúsið skuldi nú brúkast til sjúkrahús. Serhii flýddu undan einum sambært honum, skilaleysum kríggi, Og 16. september kom hann sum flótti til Føroyar. Við leikinum "Tá kríggið er liðugt" ynskir hann, saman við Det Ferösche Compagnie, at geva føroyingum eina uppliving av hvat kríggj ger vid menniskju. Leikurin snýr seg um, ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu sum hittast á hermótinum í Berlin í síðstu døgunum í 2. verðaldarbardaga.
Verkætlanin er eitt samstarv við Norðurlandahúsið, Reyða Kross Føroyar og Røde Kors Danmark
EVNI TIL UMHUGSANAR (STOF TIL EFTERTANKE)
/Alda Mohr Eyðunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Ýrúrarí
23. sep. 2023 – 28. jan. 2024
Framsýningin letur upp leygardagin 23. september kl. 15-17
Norðurbryggjan
Evni til umhugsanar er ein framsýning við verkum, virkað úr klæðum og ull, eftir trý listafók úr Norðuratlantshavi, sum øll arbeiða við burðardygd sum fortreyt fyri list teirra.
Íslendska klædnalistakvinnan Ýrúrari (Ýr Jóhannsdóttir) er hugtikin av leiklutinum, klæði spæla í tilveru okkara. Hon arbeiðir við troyggjum, sum eru tveittar burtur vegna smáskaðar og blettir. Skaðarnir gerast eitt útgangsstøði fyri listarligum inntrivi, har sjónliga umvælingin økir virðið á troyggjunum. Klædnaumvælingin leingir um tíðina, troyggjurnar kunnu brúkast, men á ein stuttligan hátt, lagaður til einstaklingin, og sum gevur troyggjunum ein annan, listarligan týdning, enn tær hava bara sum brúkslutir.
Unga føroyska listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av ull. Hon kennir seg “heima” í ullini, men hon hevur eisini kensluna av, at virkan av ull hongur saman við sorg. Sorgina yvir ta sannroyndina, at bæði djór og menniskju doyggja, og yvir tað, at tilfar verður vunnið burtur úr øðrum lívfrøðiligum verum fyri, at vit menniskju kunnu halda okkum heit. Í verkum sínum virkar Alda ullina við umsorgan, bæði tá hon stoypir eina bundna húgvu í bronzu, sum mamma hennara brúkti sum barn, tá hon skrivar yrkingar, og tá hon evnar til størri skurðmyndir og innsetingarlist (installatiónir).
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er føroysk klædnalistakvinna og -sniðgevi. Tilvirkan hennara tekur beinleiðis støði í ull. Hon vil fegin vísa virðing fyri hesum tilfarinum, sum er so rótfest í mentanini, hon kennir so væl heimanífrá, og sum hon fegin vil bera við sær inn í eina burðardygga framtíð. Arbeiðið hjá Ragnhild við ull er rótfest í eini greining av og hugleiðingum um, hvat hugtakið “virði” merkir. Ullin, sum áður var ein virðisskapandi tilvirkað vøra, er í ídnaðarsamfelagnum eisini vorðin ein avlopsvøra.
Reyði tráðurin í framsýningini er, at list og sniðgeving kunnu vísa til onnur virði í einari tíð við materiellari ovurnýtslu. Úr hesum næra og heimsspekiliga støðinum, har ullin er felagsnevnarin, til eina hugvegkjandi rannsakan av klæðum okkara.
Framsýningin heldur fram til og við 28. januar 2024.
SVART UPPÁ HVÍTT vernissage
/Svend-Allan Sørensen
“Tað sær svart út” – minnast tit søguna um hyrdinnuna og skorsteinssóparan? -Tað sær svart út sigur tann lítla hyrdinnan við skorsteinssóparan, tá tey hyggja upp gjøgnum skorsteinin á veg út í stóru verð. Sum altíð eru tvey løg í frásøgnini hjá H.C.Andersen, sum sigur eina søgu fyri børnum, ið væl kunnu ímynda sær, at tað man síggja svart út í skorsteininum meðan tann vaksni, sum lesur søguna fyri børnum, brosar eitt sindur av naivitetinum og dupulta týdninginum, tá nakað, ið sær svart út ikki boðar frá góðum. Í Steinprenti sær tað svart út beint nú, men tað er uppá tann góða mátan, tí her er fult av framúrskarandi listaverkum. Við hesari framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini kunnu fáa burtur úr svørtum. Svart er grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu í fornari tíð prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan støðislitur, sum listafólkini brúka, tá tey tekna á litografiska steinin – men ofta eru tey fyrstu royndarprentini eisini svørt. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra, neyva ella stuttliga. Sum kurator er langt ímillum, at mann fær so spennandi uppgávur sum hesa, at gera eina SVART UPPÁ HVÍTT framsýning við ætlanini at vísa styrkina litografiska miðlunum. Eg vóni, at tit hugsa sum eg, at verkini styrkja hvørt annað og at tey tala ógvuliga beinleiðis til áskoðaran. Hetta er ein sterk framsýning við verkum, sum tretivu listafólk hava latið úr hondum og framleitt saman við verkstaðsfólkunum her í Steinprenti. Eitt av teimum eldru verkunum er tað hjá Per Kirkeby og tað er fyri meg eitt sindur serligt, tí tað var í sambandi við Ferðina til Føroya hjá Kirkeby um aldarskifti, at eg fyrstu verð skrivaði um virksemið í Steinprent. Tað var tá grafiska verkstaðið var í Listasavninum. Síðani er nógv vatn runnið í ánna og nógv hava tey fingið burturúr – tað síggja vit ikki minst um vit hyggja rundan um okkum. Her er nógv, men sambært Jan er hetta bara ein brotpartur av tí, sum er gjørt av svørtum prentum millum ár og dag. Tekstilverkið, sum hongur miðskeiðis í gallarínum, eitur Black Balls og er skapt til framsýningina. Við so nógvum ymiskum grafiskum listaverkum vildi eg hava eitt trídimensjonalt verk, ið kundi samla framsýningina visuelt - somu funktión vóni eg somuleiðis, at reyðu veggirnir hava. Black Balls er bæði brutalt og eymt. Monumentala støddin og dapri liturin geva verkinum eitt sera ógvusligt og harðligt brá - mann fær hugsamband við einar ovurstórar boksihandskar. Samstundis er okkurt lívfrøðiligt yvir hesum bøllingum, ið hanga hjálparleyst og darla í eini svartari lykkju eins og ein fótamørur ella ein av teimum ólukkuligu í kolasvarta sanginum, Strange Fruit hjá Billie Holiday. Tilfarið minnir um leður, sum í sær sjálvum eisini hevur nógvar assosiatiónsmøguleikar, humor og popptilsipingar, mann kemur í tankar um Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet, men tað valdast helst hvør mann er. Hyggið tit nú sjálvi og gevið tykkum góða tíð, tí her er nógv at síggja.
Framsýningin er at síggja í Steinprenti mánadag til fríggjadag frá klokkan 9-17 og leygardag kl 11-16. Vælkomin!
Kinna Poulsen, kurator
Ferniseringsblómur frá Árstíðunum
Ferniseringsfólk
Bjarne werner sørensen
tróndur patursson - randi samsonsen og í bakgrundini eitt verk hjá rannvá kunoy
portrett av steffan danielsen og janusi kamban, sum knud odde og olivur við neyst gjørdu
ein lítil fittur ferniseringsgestur
framsýningin var presenterað
Tekstilverk hjá Randi Samsonsen, prent hjá tróndi patursson, bjørn nørgaard og hansinu iversen
Nógv ymisk listaverk eru við á framsýningini
Claus Carstensen Tóroddur poulsen og louise sass
oxymoron
Janus Kamban 110
/Í dag eru 110 ár síðan myndahøggarin, grafikarin, grundleggjarin og listafólkagóðgerðarmaðurin Janus Kamban sáli var borin í heim í Havn. Janus Kamban var partur av ættarliðnum av føroyskum listafólkum, sum fór niður á danska kunstakademiið í Keypmannahavn at nema sær útbúgving og sum, tá tey vóru heimafturkomin eftir 2.veraldarbardaga, bygdu upp eina blómandi føroyska myndlist. Janus Kamban gekk á kunstakademinum hjá Einari Utzon -Frank professara árini 1932-35 og 1936-40. Hann debuteraði á eini skulpturframsýning á Charlottenborg í Keypmannahavn í 1935.
Heima í Føroyum eru hansara standmyndir vorðnar ómissandi partar av okkara umhvørvi í Havn, Kvívík, Skopun, Vestmanna, Gøtu, Vági osfr, har tær standa ella hanga allar við formligum einfeldi og einum ávísum ævinleika yvir sær sum hava tær altíð verið her. Tað hava tær ikki! Og hvørja ferð hevur hart arbeiði ligið aftanfyri ikki bara við standmyndirnar sjálvar, men eisini við sjálvan hugburðin til list í almenna umhvørvinum, sum ikki altíð hevur verið góður - einki er komið av sær sjálvum. Fríggjadagin læt upp framsýningin Svart uppá hvítt í Steinprenti og har savnaði áhugin seg serliga um eina mynd av Janusi Kamban; tað var eitt prent hjá Olivuri við Neyst frá 2002. Kanska er áhugin grundaður av, at vit onkursvegna hava gjørt ov lítið burturúr honum? Hann fekk í 1999 almenna heiðursgávu, men henda heiðursgávan er av einari ella aðrari orsøk ikki nevnd á yvirlitinum yvir Mentanarvirðislønir landsins. Eg haldi, at vit skulu gera meira burtur úr Janusi Kamban, ið kanska var eitt av hesum fólkunum, hvørs leiklutur er so risastórur, at hann ikki heilt letur seg fata. Soleiðis er við summum, tey gera so nógv eisini fyri onnur og fyri listina sum heild, at mann venur seg við, at tey orna tað heila. Janus Kamban valdi at lata síni hús og sínar ognir til framtíðarlistina í Føroyum - tað er eitt stórfingið og óvanligt stig uttanlands - men í Føroyum hevur hetta slagið og niveauið av góðgerð verið fullkomiliga ókent innan listaøkið. Í sínum testamenti skrivar Janus: ”Føroysk myndlist – og føroysk list yvirhøvur – hevur altíð haft áhuga mín: at sæð hana taka seg fram og mennast, og tað, hóast mangan ring líkindi, hevur verið ein fragd. Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið á Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í. Ungum – og eldri – til í avmarkað tíðarskeið (t.d. 3 mánaðir ella upp til 1 ár) at gera eitt ávíst arbeiði. Somuleiðis standa útlendskum listamanni í boði, um tað kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur (í býti), annað hvørt eftir avtalu við útlendskan mentanarstovn ella privat. Somuleiðis, um tað lá fyri annars, kundi ein rithøvundur fingið frið og náðir her yviri til eitt ávíst arbeiði”. -
Í 1993 (og í 2003) var afturlítandi framsýning í Listasavninum við verkum hjá Janusi Kamban og tvey ár seinni gav Listasavnið út bók um listamannin við fotomyndum hjá Ole Jensen og Ole Wich. Gunnar Hoydal skrivaði tekstin - hann lýsir so væl húsini soleiðis sum tey enn síggja út í bókini um Janus: “Stovan hevur huglag og búnað hvørt eftir øðrum. Her situr maður hjá sær sjálvum. Her er álvari, sum gongur varliga. Einki, sum vil sýnast, men mangt, sum verður brúkt og hevur søgu. Her er eldstaður, og á múraða vegginum er svørt jarnpláta av gomlum ovni feld inní við mynd av fimta Fríðriki og drotning hansara. Øðrumegin er veggur við bókum, mest bøkur um list, men hjá teimum eisini savn av bókum um samfelag og mannahugsan.. stovan er ikki stór, men tað skilst, at hon er rúm út í størri heim. Øðrvísi er við verkstaðnum. Hetta er rúmið inn í hansara egna heim, her starvast hann, og her er alt hansara egna verk. Rúmið er høgt og vindeyguni sita ovarlaga, her sæst ikki út, men fjørðurin er inni kortini og liggur við sínum ljósi uppi undir tróðrinum..” Gunnar Hoydal: Janus Kamban (1995 Listasavn Føroya).
Húsini hjá Janusi Kamban eru fullkomiliga einastandandi, teknað av Palla Gregoriussen arkitekti eftir leiðbeining og ynskjum frá Janusi sjálvum. Hesi hús og tess list, bøkur og innbúgv siga okkum søguna um ein óvanliga vitandi og visioneran listamann, sum var samkyndur í einum tíðarskeiði og landi, har tað var ómøguligt at vera tað alment. Og vit kunnu siga og endurtaka hundrað ferð, at kynsligur samleiki einki hevur við list at gera, men tað fer ongantíð at passa, tí listin er alt tað, sum vit eru, bæði tað, sum vit siga og ikki minst tað, sum vit ikki siga. Húsini hjá Janusi Kamban eru bygd til ein mann, sum visti, at hann altíð fór at liva einsamallur. Størsta rúmið í húsinum er atelierið. Tað er listin, sum hevur høvuðsleiklutin í hesum húsinum, í hesi tilveruni.
Liðin eru 8 ár síðani, at Listamannahúsið hjá Janusi Kamban varð sett á stovn og longu eru stórverk framd í atelierinum hjá Janusi sum úrslit av artist-in-residence skipanini t.d. flotta SPOR framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen í Listasavni Føroya í 2016 og stórfingni monumentali málningurin hjá Silju Strøm, Quiet Ordinary Things frá 2021, sum hongur í nýggju politistøðini í Havn fyri bara at nevna okkurt dømi millum mong. Hesin møguleikin fyri at fáa listafólk at búleikast og arbeiða her er ómetaliga góður - kanska skuldu vit gjørt meira burturúr, t.d. sett á stovn eitt Janusarlegat, sum listafólkini, ið fáa uppihald í hansara húsi, kunnu søkja. Hevði hetta ikki verið ein upplagdur postur hjá Tórshavnar Kommunu at tikið sær av?
Kinna Poulsen
SVART UPPÁ HVÍTT letur upp í dag
/Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september klokkan 16.00 fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini kunnu fáa burtur úr svørtum. Svart er í veruleikanum púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan støðisligur. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva. Tað síggja vit í teimum mongu verkunum, ið verða framsýnd eftir: Randi Samsonsen, Hansina Iversen, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Erik Heide, Louise Aakerman Nielsen, Vibeke Mencke Nielsen. Marius Olsen, Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Svend- Allan Sørensen, Bjarne Werner Sørensen, Ian Mckeever, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Kathrine Ærtebjerg, Jóhan Martin Christiansen, Mie Mørkeberg, Heiðrikur á Heygum, Peter Carlsen, Knud Odde, Zven Balslev, Per Kirkeby, Peter Laugesen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Fríða Matras Brekku Kurator: Kinna Poulsen. Hjartaliga vælkomin til upplatingina.
Efterårets første udstilling i Steinprent er en sand fejring af den sorte farve og dens righoldige udtryksmuligheder. Udstillingen, som i flere år har været en drøm for litografen Jan Andersson, manifesterer sig nu på de hvide og til udstillingen rødmalede vægge. Inden for grafikken er sort grundlæggende – det er farven på det litografiske kridt eller tusj, som kunstneren tegner med på den litografiske sten, ligesom det allerførste prøvetryk oftest udføres i sort. Med sort går vi back to basics med en farve, der jævnligt diskvalificeres som farve, idet sort betragtes som fravær af det lys, der jo betinger farven. Den færøske billedkunstner Ingálvur av Reyni, der var begejstret for den franske kunstner Pierre Soulages, forklarer et sted, hvordan den sorte farve i virkeligheden tænder lyset i Soulages værker. Det er således dialektikken mellem det hvide papir og den sorte streg, der er med til at sikre en udstilling, fyldt af lys og mørke og alle mulige poetiske mellemstadier i de figurative og abstrakte værker. Hjertelig velkommen til fernisering på fredag d.8.september klokken 16-18, hvor man kan opleve værker af: Randi Samsonsen, Hansina Iversen, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Erik Heide, Louise Aakerman Nielsen, Vibeke Mencke Nielsen. Marius Olsen, Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Svend- Allan Sørensen, Bjarne Werner Sørensen, Ian Mckeever, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Kathrine Ærtebjerg, Jóhan Martin Christiansen, Mie Mørkeberg, Heiðrikur á Heygum, Peter Carlsen, Knud Odde, Zven Balslev, Per Kirkeby, Peter Laugesen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Fríða Matras Brekku Kurator: Kinna Poulsen
Spennandi føroysk innsløg á bindifestivalinum Pakhusstrik 2023
/Komandi vikuskifti, 8-10 septembur, verður bindifestivalur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Skráin er fjølbroytt og inniheldur eitt nú ymisk spennandi føroysk innsløg. Fríggjakvøldið verður ”Strik og Show,” har Miss Boogie (a.k.a. Finn Ferjá) upptraðkar og sama kvøld heldur Sissal Kristiansen fyrileystur um ull og burðardyggleika.
Leygardagin heldur Randi Samsonsen fyrileysturin ”At se med huden,” og sunnudagin verður fyrileystur um ”Wool in the North” eftir Dorthea Joensen frá búnaðarmálaráðnum. Seinni tann dagin greiðir Sissal Kristiansen frá sínum stuttfilmi ”The Wool Islands”. Tað ber til at keypa lekkurt tógv úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og atgongd er ókeypis. Tó skal man keypa atgongumerki til ávís tiltøk.
Eyðun Johannessen in memoriam
/Hesin mánadagurin er myrkagráur og endaleysur eins og vætan úr erva. Mjørki og surk og beint nú datt eitt blað av hyllitrænum uttan fyri gluggan. Fuglarnir, sum í alt summar hava látið og sungið bæði tíðliga og síðla, sita nú púra kúrrir. Teir hava helst longu fingið frænir av hesum, eg júst nú fekk boð um, at Eyðun granni er farin. Hann fer tískil ikki aftur at sita í havanum við avís og kaffi við sínum serstaka forvitna og reysta høvuðburði. Æviga svongu útiløguketturnar fara ikki aftur at fáa ræstan fisk í undirskálum frá Eyðuni og hann fer ongantíð aftur at læna ein supputerning til sós. Tað gjørdi hann bara einaferð, men tað var óluksáliga stuttligt og sjálvt um eisini tað er langt síðani, so fyllir tómrúmið av Eyðuni Johannessen júst sum hann sjálvur í mong ár fyllti sum menniskja og listafólk. Hann var 85 ár nú hann doyði í Keypmannahavn, har hann búði, tó at hann eisini mangan búði í húsunum í Rabarbukvarterinum, t.d. í sambandi við leiklistaligar arbeiðsuppgávur í heimbýnum.
Eyðun Johannessen, ið var føddur í Havn 28. apríl í 1938, var Føroya fyrsti yrkissjónleikari og leikstjóri. Saman við øðrum sjónleikarum stovnaði hann leikbólkin Grímu, ið hevur havt risastóran týdning bæði fyri leiklistina, sjónleikaraumhvørvið og ungar sjónleikarar, men eisini meira breitt fyri føroysku listfatanina og tað væl at merkja í einum landi, har yrkislistin ikki kom til skorin klæði. Eyðun Johannessen starvaðist frá 1979 til 1986 sum rektari á sjónleikaraskúlanum í Aarhus og setti upp fleiri stórleikir t.d. Lykke-Per (Aarhus Teater 1988, tikin upp í DR 1989). Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, ið fáa veiting fyri lívið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt leiklistaliga avrik. Eyðun Johannessen fekk saman við Tove Jacobsen, sjónleikarakvinnu trý børn, Olaf, Anniku og Nicolinu. Nú Eyðun legði árar inn, var tað sum ein ríkur maður við heili tíggju abbabørnum umframt einum langabbabarni.
Sum yrkissjónleikari, leikstjóri og fyriskipari hevur Eyðun Johannessen so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað fólksliga sum Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, ið mong okkara gleðast um, tá tað nokk so javnan hoyrist í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini sum leikstjóri tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg; verk, ið hava ríkað okkum og gjørt okkum klókari. Sum leikstjóri megnaði hann at gera altjóða klassikarar viðkomandi fyri samtíðaráskoðaran við at leggja dent á eksistentiella leitan og tvístøður, ið vit kendu aftur og sum vit lærdu av ikki minst tí rótfestið var føroyskt. Tað var ikki uttan týdning, at sálmabrotið, sum varð floytað, meðan teir bíðaðu eftir Godot, var føroyskt (Harra Guð, títt dýra navn og æra) og at tann, sum tulkaði Beckett fyri okkum, kendi okkara mentan innanífrá. Eyðun Johannessen hevði ein serligan kærleika fyri samtíðardrama, hann leikstjórnaði og var við til at frumframføra nýggjar føroyskar leikir á Tjóðpalli Føroya; Tóm Rúm (2014), sum Marjun Kjelnæs skrivaði og Havfrúgvin (2016) hjá Jóanesi Nielsen. 2005 var H. C. Andersen Fagnaðarár í Danmark. Ein røð av listafólkum vóru tá tilnevnd at vera H.C. Andersen ambassadørar. Millum hesi var Eyðun umboðandi Føroyar. Eyðun hevði sostatt eitt slag av dupultum ambassadørleikluti, ið fevndi um bæði H.C.Andersen og Føroyar.
Í 2018, tá ið Eyðun fylti 80, skipaðu hann og Sprotin fyri kvøldsetu á Reinsarínum har nýútgivna bókaverkið, Míni leikapetti, var lagt fram við einastandandi fínu portrettmydini hjá Torbirni Olsen á permuni. Míni leikapetti eru endurminningar frá einum drúgvum og týdningarmiklum sjónleikaralívi. Hesar herligu endurminningar eru góðar at eiga ein dag sum í dag. Við inniligari samkenslu við familju og næstringar drýpa vit høvur í sorg, men við ævigum takksemi fyri føroyska leiklistavarðan, Eyðun Johannessen.
Kinna Poulsen
Jens Dam Ziska sýnir fram í Víngarðinum
/Leygardagin 9.september klokkan 15 letur ein forkunnug framsýning upp í Víngarðinum við málningum hjá Jens Dam Ziska. Jens er leiðari fyri útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum. Hann er nýliga komin heimaftur úr Los Angeles, har hann hevur nomið sær myndlistaliga útbúgving á UCLA, sum hann fullgjørdi við eini sonevndari MFA framsýning. Jens Dam Ziska er heimspekingur og vísindafólk umframt at hann er listamaður og eingin ivi er um, at tað liggja nógvar tankar og hugskot aftan fyri hansara praksis. Samstundis málar hann verk, ið sýnast serstakliga ítøkilig og til staðar fysiskt, tá tú skoðar tey. Hann arbeiðir við bæði abstraktum og figurativum myndaliðum og sjálvt um myndaheimurin kann fatast sum okkurt slag av nonfigurativum hugarensli, fært tú javnan hugasamband við ítøkiligt umhvørvi antin tað eru náttúrligir ella bygdir strukturar. Myndirnar eru ymiskar, summar flótandi, aðrar meira konstruktivar - tær folda seg út onkrastaðni í gloppum millum okkurt, sum minnir um gras ella steinar og okkurt annað, sum kundi verið geometri, men ofta eru tær beinu linjurnar ruflutar eins og myndirnar í støðum tykjast skøvutar og patineraðar sum hava tær staðið í onkrum støvutum kassa uppi á ovastaloft.
Koloristiskt kemur mann í tankar um ymsar fínar landslagstulkarar og abstraktar málarar, føroyskar sum altjóða, sum mann kundi nevnt og neymdroppað, men tað er kanska meira áhugavert beint her at staðfesta, at okkurt er uppá spæl í málningunum hjá Jens Dam Ziska, ið er egið fyri listamannin og merkt av samtíðarligum zeitgeist, sum hómast hjá øðrum ungum listafólkum - eisini innan onnur listasløg. Kanska er talan um ein nýggjan inniligleika, ein longsul eftir tilfarsligum og innihaldsligum autentisiteti, ið treiskast upp ímóti serliga slagnum av líkasælu, ið kann fylgja við einum høgt útviklaðum vitanarstigi post-internet og sum heild. Vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 9.september klokkan 15-17.
Har grør um gangandi fót - Steinprent
/Heystið er produktivt tíðarskeið eisini í Steinprenti, har framsýningin SVART UPPÁ HVÍTT í løtuni verður fyrireikað. Hon letur upp fríggjadagin klokkan fýra og tað fara vit at skriva meira um. Men harumframt eru verk, framleidd í Steinprenti, javnan við á framsýningum eitt nú í Listasavni Føroya, har ein røð av træprentunum, sum Margrethe Odgaard gjørdi í Steinprenti í 2016 er at síggja á framsýningini Tónar í llistini. https://www.listaportal.com/tidindi/2016/7/15/y-arpeggios-eygnatnleikur-steinprenti - Í dag læt ein framsýning upp í Pakhuset í Viborg við verkum úr Steinprenti, har var nógv fólk og gott lag, sigur Jan Andersson, sum hevur sent nakrar myndir:
fólk á framsýning
erik heide
Marius olsen
SVART UPPÁ HVÍTT - Framsýning í Steinprenti
/Á hillunum á verkstaðnum í Steinprenti standa allar møguligar fyrijáttandi metaldósir á tremur av øllum himmalsins litum. Glógvandi cadmium gult ella reytt - litir, sum verða blandaðir til enn fleiri litir eftir hugsan og ætlan hjá listafólkunum og sambært vitan hjá litografinum. Liturin verður smurdur uppá valsin og síðan lætt og elegant fluttur yvir á litografisku myndina í steinprentspressuni. Eitt prent í senn. Ein lit í senn. Men hvat um vit bara høvdu ein einstakan lit at skapa við, sum enntá er tann liturin, ið ofta hevur verið skýrdur at vera ein ikki-litur, nevniliga svart. - Hetta kemst av, at tað í stóran mun snýr seg um ljósvirði, tá talan er um litir. Teir ljóssterkastu litirnir eru grundlitirnir, reytt, blátt og gult og blandar tú teir saman fært tú ávikavist violett, grønt og orange, sum eisini eru bjartir, men missa ljósvirði fyri hvørja ferð tú blandar teir. Svart kann allýstast sum frávera av ljósi. Hetta er kortini bara sambært litástøði, til alla eydnu hava vit praktikararnar; listafólkini, sum javnt og samt seta spurningar og alla tíðina vilja víðka og fáa alt møguligt at bera til. Tí hava vit til dømis sæð í myndunum hjá Marius Olsen, at tað ber til at síggja myrkur, sum er skapt úr ljósi.
Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september klokkan 16.00 fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini fáa burtur úr svørtum. Svart er í veruleikanum púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan grundleggjandi. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva.
Vælkomin á framsýng við verkum eftir:
Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen, Hansina Iversen, Vibeke Mencke Nielsen. Marius Olsen, Erik Heide, Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Svend- Allan Sørensen, Bjarne Werner Sørensen, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Cathrine Raben Davidsen, Jóhan Martin Christiansen, Mie Mørkeberg, Peter Carlsen, Zven Balslev, Peter Laugesen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Fríða Matras Brekku og Louise Aakerman Nielsen. Kurator: Kinna Poulsen & Steinprent.
Brot úr prentum hjá Hansinu Iversen, Tóroddi Poulsen, Bjarne Werner Sørensen og Mie Mørkeberg.
Leave me Breathless - fotomyndir
/Jóhan Martin Christiansen hevur eina sera áhugaverda serframsýning í Danske Grafikeres Hus í Keypmannahavn í løtuni (inntil 10.september). Á framsýningini, sum hevur heitið, Leave Me Breathless verður framsýnd ein røð av koparprentum og gipsrelieffum, ið eru framleidd til framsýningina. Her eru myndir frá framsýningini, sum Torben Eskerod hevur tikið.
Hansina Iversen: Skjótt, tó ikki seint!
/Røða á framsýning hjá Hansinu Iversen í Seglhúsinum 26/8-23
Skjótt, tó ikki seint – framsýningarheitið klingar ikki sørt kryptiskt eins og tað semantiskt er ein logiskur ómøguleiki. Tað tykist eisini løgið at brúka lýsingarorð sum skjótt og seint, ið vanliga verða nýtt um ferð. Tað er jú ein grundtreyt við málninginum, at hann stendur stillur í tíð og rúmi. Tá eg í okkara tíð standi í Uffizi-savninum í Firenze og síggi ta stórfingnu og fjálgu Mariumyndina hjá Giotto frá 1305, síggi eg tað sama sum áskoðarar sóu fyrst í 14.øld, tá hon var málað.
Hetta tilfarsliga haldførið og mótstøðuførið mótvegis tíðarinnar tonn er serligt fyri myndlistina. Í eini óstøðugari tilveru, sum frá tí degi, vit síggja ljósið er ein ferð móti myrkri og deyða, er myndlistin eins og smáir lýsandi flakar av ævinleika, vit á eini brennandi og søkkandi planet kunnu bjarga okkum yvir á, alt meðan vit loypa stein av steini á okkara ferð gjøgnum lívið. Einki varar ævigt, men kanska er myndlistin eitt sindur meira ævig enn t.d. gardinir – í øllum førum verður tann góða myndlistin ofta latin í arv frá einum ættarliði til tað næsta.
Framsýningarheitið minnir meg um ein setning hjá yrkjaranum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen, sum einastaðni skrivar: Ikki lesa so skjótt, eg skrivi so spakuliga. -Inniliga áheitanin vísir hvussu hart tað leikar á hjá listafólkunum, sum við listini lata okkum sítt hjartablóð, men hon sigur eisini eitt sindur um hvussu týdningarmikil sjálv móttøkan av verkunum er og at vit gera okkum ómak eisini við hesum partinum.
Skjótt, tó ikki seint. Í logiska gloppinum fáa vit eitt flykrandi innlit í listaligu mannagongdina hjá Hansinu Iversen. Tí sjálvt um myndirnar sýnast pinnastillar her tær hanga á vegginum, eru strokini spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan hon skapti tær. Í dynamisku penslastrokunum uppliva vit fysisku umstøðurnar kring skapanina, vit hóma kroppin og fáa eina fatan av hvussu málingapensilin fyrst varð dripin í málingina og síðan førdur at løriftinum, fast ella leyst, skjótt ella seint, við stórum rørslum ella smáum – við nógvari máling ella minni. Málningurin er fullur av sporum allur sum hann er – tað er sum avtekningarnar av líkum, sum vit hava sæð í krimifilmum, har hon sjálv í frakka og hatti, Vera Stanhope, gongur runt á gerningstaðnum og skrásetir og kannar ymiskt, sum kann hava týdning fyri uppkláringina av brotsverkinum. Ein málningur er ein gerningsstaður, fullur av sporum, sum verða løgd fram fyri okkum at fata og tulka.
Eg veit ikki um tit hava lagt merki til tað, men listafólk – heilt nógv listafólk – hava tað ikki ordiliga gott við einum fyribrigdi sum vakurleika - at teirra verk verða skýrd at vera vøkur ella at litirnir í teimum eru lekrir, penir osfr. Tá vit siga, at okkurt er vakurt, er tað jú væl meint rós og tí kann reaktiónin tykjast løgin.
Í øldir var vakurleiki ein aðaltáttur innan mentan og list. Innan klassiska list, renesansu, men eisini seinni í 19.øld fekk vakurleikin vind í seglini fyrst sum umboðandi andaliga harmoni og kosmiska skipan, seinni var vakurleikin funnin í tjóðskaparsymbolum, í landslagnum og síðan innandura í heiminum, har listafólk lýstu familjuhugna og innilív. Eitt lyklaorð innan klassiska vakurleikafatan er hugtakið harmoni, sum sambært Aristoteles er sammerkt við tað, ið eru munagott ella væl eydnað og sum aftur er treytað av estetiskum fyribrigdum, proportiónum og einum at síggja til harmoniskum lutfalli millum partar og heild. Ímyndin hjá Platon um vakurleika er merkt av kendu sundurgreiningini millum ein ítøkiligan sansaheim og ein óítøkiligan hugskotsheim. Vakurleikin gerst týdningarmikil í hesum sambandi, tí tað er gjøgnum upplivingar av vakurleika, at menniskjað fær høvi at hóma tann ideala hugskotsheimin, sum er eitt slag av paradísi. – Tað er altso gjøgnum sansan av fagrari list, vit fáa innlit í nakað, sum er størri og hægri enn vit.
Hendan heildarkenslan er altso ein aðaltáttur innan listafatanina, sum í stóran mun heldur fram heilt til miðskeiðis í nítjandu øld, tá modernað list brýtur seg fram. Charles Baudelaire letur í 1857 kollveltandi yrkingasavnið Les Fleurs du mal úr hondum – tað elvdi til mikið kontrovers, balladu og sensur. Tað serliga við hesum savninum hevur ikki bara við dekadenta, provokerandi innihaldið at gera, men kemst eisini av einum varhuga av vakurleika, sum hómast har mitt í øllum tí dapra og sjúka. Við modernismuni fer ein grundleggjandi broyting fram í estetisku hugsjónini yvir ímóti eini tilvitaðari disharmoni. So líðandi verða nú onnur hugtøk brúkt um listina, at hon er erlig, sonn ella øðrvísi, djørv, líkist burturfrá og fer upp móti síni samtíð. Og tað er ein orsøk til, at eitt lýsingarorð sum ”vakurt” ikki kenst serliga positivt um samtíðarlist, tí tað indikerar, at verkið er pent, also vandaleyst, harmoniskt og harvið gamaldags.
Men tað kann eisini krevja dirvi at tora tað vakra og vakurleikin í myndunum hjá Hansinu Iversen er hvørki vandaleysur, einfaldur ella rutineraður, men broytist støðugt. Gáa vit eftir, er bæði litsamanseting og bygnaður merktur av onkrum merkiligum ella óvæntaðum, sum ikki var vakurt inntil vit gjørdust von við tað. Vit hava lært at virðismeta hetta slagið av vakurleika og tað er Hansina Iversen, sum hevur lært okkum hendan estetikkin. Hon málar framvegis nonfigurativar málningar við rundleittum formum, men finnur støðugt uppá nýtt - eisini tøkniliga. Listakvinnan hevur eina tíð eksperimenterað við airbrush/ spraymáling, sum hon brúkar aftrat penslunum í sínum oljumálningum. Hetta gevur listakvinnuni fleiri møguleikar og málningunum eitt meira samansett brá. Enn skyggir ljósið í teimum glógvandi litunum, har tølandi violett tendrar av lýsandi gulum. Og møguliga hómast metafysiskt endaloysi í myndarúminum, tó at hesir málningar fyri mær eru av hesari verð. Hetta eru tímiligar visiónir á tremur av passión, av lívsgleði, av máligleði og øllum møguligum óreguligum imperfektiónum, sum tilveran er full av. Onkrastaðni er tað eins og allur myndaflatin stendur í ljósum loga, aðrastaðni stendur øll kompositiónin og darrar og upp aftur aðrastaðni tykist tað ómøguligt at fokusera og finna runt millum kám, gul strok. Hetta er myndlist úr 2023, tað vil siga samtíðarlist, sum er merkt og mettað av okkara tíð við øllum, sum eyðmerkir hana antin tað eru skógareldar, flóðaldur ella krígsskuggar men eisini silvitni á vágni, morgundrekka, nývaskað klæði í vindinum á snórinum ella monumentalir fjallatindar í mótljósi.
Takk fyri.
Kinna Poulsen
“Tónar í list” letur upp
/Fríggjadagin tann 25. august kl. 16-18 letur upp nýggj serframsýning um serliga sambandið millum tónleik og myndlist upp á Listasavni Føroya
Tónleikur og myndlist eru uppá nógvar mátar tætt knýtt og hava verið tað gjøgnum tíðirnar. Hetta sæst týðiliga aftur í alheimslistini men eisini í føroyskum høpi. Fleiri av listafólkunum, ið hava búð ella virkað í Føroyum gjøgnum tíðirnar, hava funnið stóran íblástur í tónleikinum og hava avmyndað m.a. tónleikarar, konsertir og ymisk tónleikaverk í myndlist síni.
Á framsýningini “Tónar í list” kanst tú uppliva eitt breitt úrval av listaverkum, ið á ein ella annan hátt lýsa ella arbeiða við tónleiki. Framsýningin fevnir um eitt nú málningalist, grafikk, skurðmyndir, innsetingarlist og video.
Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:
William Heinesen, Hansina Iversen, Ingálvur av Reyni, Frits Johannesen, Astri Luihn, Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir, Sven Havsteen-Mikkelsen, Maria Tórgarð, Sámal Joensen-Mikines, Olivur við Neyst, Janus Kamban, Jóna Rasmussen, Zacharias Heinesen, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Elin Josefina Smith, Vígdis Petersen, Bjarne Werner Sørensen, Heiðrik á Heygum, Phillipe Carré.
Á skránni til upplatingina:
- Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin og setur framsýningina
- Lyon Hansen spælir nøkur løg
- Drekkivørur og okkurt gott til góman verður at fáa
Verið hjartaliga vælkomin á Listasavn Føroya fríggjadagin 25. august kl. 16:00
Maibritt Marjunardóttir - ein listakvinna á veg!
/Maibritt Marjunardóttir er eitt navn, vit í vaksandi mun eru farin at leggja til merkis á Várframsýningum og øðrum bólkaframsýningum. Kanska minnast tit eina serstaka standmynd á Várframsýningini fyri tveimum árum síðani, sum var bundin úr VHS-bondum? Hon stóð har við sínum organiskt amorfa skapi og sá út at vera dottin av mánanum beint niður á steinflisarnar í Listaskálanum. Tað sama var galdandi fyri tað verkið, eitt systurverk, sum Maibritt framsýndi sama ár á Ólavsøkuframsýningini, har amorfa skapið var sett upp í móti einum rektangulerum rammuskapi. Hesar standmyndir eru hugtakandi formliga og tilfarsliga og sameina hugnaligt hondarbeiði við døkka avantgardulist, tað kenda við tað fremmanda og so snýr tað seg í stóran mun um at granska tilfarið. Tað er sjálv samansetingin millum bleyta formin og tað harða, skróvandi tilfarið, ið ger standmyndirnar áhugaverdar. Listakvinnan endurnýtur eitt tilfar á óvæntaðan hátt. Standmyndirnar gerast hervið partar av nýmaterialistiska rákinum seinastu árini, sum vit eisini hava sæð í verkum hjá Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonna Jensen.
Maibritt Marjunardóttir gekk á Designskúlanum í Kolding og tók yvirbygningin á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Umframt luttøku á ymiskum framsýningum hevur hon arbeitt við klædnaplaggum og hevur eitt nú samstarvað nógv við Eivør og gjørt fleiri av pallbúnunum hjá mætu sangarinnuni. Í løtuni tekur Maibritt lut á eini framsýning á Röhska Museum í Svøríki. Og meðan vit gleða okkum til at síggja meira frá hesi áhugaverdu listakvinnuni, kunnu vit hyggja at nøkrum myndum frá teirri framsýningini. Her er leinki til heimasíðuna hjá Röhska
https://rohsska.se/en/exhibitions/nordic-fashion-now-knitwear-and-print/
Jóhan Martin Christiansen framsýnir hjá Danske Grafikere
/Hetta praktfulla koparprentið verður partur av framsýningini Leave Me Breathless hjá Jóhan Martini Christiansen, sum letur upp í Danske Grafikeres Hus í Sølvgade Keypmannahavn fríggjadagin 18.august 17-20. Far og hygg!
Leave Me Breathless
a solo exhibition by Jóhan Martin Christiansen
Opening Friday August 18th, 2023, at 5-8pm
Danske Grafikeres Hus
Sølvgade 14, 1307 Copenhagen K, Denmark
Exhibition period: August 19th – September 10th, 2023
Opening hours: Thursday/Friday 1-5pm and Saturday/Sunday 11am-3pm
In the exhibition Leave Me Breathless a series of copper prints and plaster reliefs created specifically for Danske Grafikeres Hus is presented. The exhibition title has several meanings; the title has the air of both light-hearted yet melancholic universe of pop music but is simultaneously imbued with ferocity and fervour.
The elongated, vertical plaster reliefs spread over the exhibition spaces’ two floors, as a kind of small portals the viewer can step into, yet at same time they are completely concrete. The reliefs are plaster casts of cardboard and construction materials found on streets, building sites and similar places. One materiality transferred into another materiality. The surface of the reliefs may appear plain, but it represents a micro-landscape filled with memories and stories that slowly reveal themselves to the viewer. The reliefs appear both hard and fragile, corporeal, and industrial at the same time.
The new prints use a stretched version of the baroque image of St. Sebastian painted by Peter Paul Rubens in around 1614 as a starting point. A mythological figure always swinging between pleasure and torment. Saint Sebastian – today a central reference in the queer milieu – has been painted by many artists throughout history of art, typically in the nude as a physically beautiful youth with arrows pierced into his body and his gaze directed towards the hereafter. In the new copper prints, through the restless markings and deconstructed motif, the body appears more ambiguous.
In connection with the exhibition, a poster-catalogue with new texts by poet Beinir Bergsson and art critic and curator Kinna Poulsen is presented. The poster catalogue is designed by Svanna Højgaard Joensen.
The copper prints have been created in collaboration with Printer’s Proof and at the Danish Art Workshops. The exhibition has been generously supported by Den Hielmstierne-Rosencronske Stiftelse, Fjølrit, Grosserer L.F. Foghts Fond, Københavns Kommune, Lizzi og Mogens Staal Fonden, Poul Johansen Fonden, Mentanargrunnur Landsins, Almanna- og Mentamálaráðið, and
Statens Kunstfond.
Jóhan Martin Christiansen (b. 1987) is a visual artist and holds an MFA from Malmö Art Academy (2014). Christiansen primarily works with sculpture and installations, but video and graphics are also part of his practice. His work revolves around natural and constructed environments, queer body memory, the baroque and pop music. Latest exhibitions include You are a flower and in the winter I miss U, Heerz Tooya (BG, 2022), Tell It To My Heart, Steinprent (FO, 2021), Speaking in Tongues, Møstings Hus (DK, 2020), and TRACES, National Gallery of the Faroe Islands (2016)
Grafisk list í Kunstpakhuset
/Í Kunstpakhuset í Ikast letur 12.august upp ein áhugaverd framsýning við grafiskari list, sum hevur heitið Painting is Dead. Vit kenna fleiri av listafólkunum frá Steinprenti. Lesið tíðindaskrivið her:
”Painting Is Dead” Udstillingen manifesterer grafik som et radikalt medie. Billedkunstnere Lene Desmentik og Svend-Allan Sørensen har samlet kunstnerne, der arbejder med grafik og aftryk med flest mulige tilgange.
Maleriet blev, efter fotografiets opfindelse, erklæret dødt af den franske maler Paul Delaroche i 1840. Det er siden genopstået og er blevet slået ihjel flere gange, og nu sker det én gang til med udstillingen ”Painting Is Dead”, der manifesterer grafik som det radikale medie, det er.
Der har de sidste ca. 20 år været en stigende tendens til at grafikken er blevet dyrket på egne præmisser. Mediets forskellige materialiteter har været og er i højsædet. Man har tydeligt set, hvordan litografiet har fået lov at afsløre sig selv som litografi. Man ser litostenens kanter i trykket, hvor de tidligere var udeladt, med det resultat at litografiet kom til at ligne reproduceret maleri. Man ser også, at træsnittets stok træder frem, det samme med kobberpladens kanter og ridser. Man ser sågar det grafiske tryk forlade væggene.
Billedkunstnerne Lene Desmentik og Svend-Allan Sørensen har i samarbejde med Kunstpakhuset samlet en række nationale og internationale kolleger, der i sjælden grad maler, men arbejder med grafik og aftryk som, om ikke primært, så som selvstændigt medie afmonteret fra netop maleriet. Painting Is Dead viser derfor værker af billedkunstnere, der arbejder med grafikken med flest mulige konsekvente tilgange. Emma Nishimura arbejder rumligt og konceptuelt med grafikken og Karin Lorentzen arbejder med naturens direkte aftryk i sine afstøbninger af blomster. En kunstner som Ragnar Kjartansson bruger grafikken side om side med videoværker og performance. Claus Carstensen har alle dage arbejdet bredspektret med grafik i en konceptuel praksisform. Keramiker Vinni Frederiksen har fået som opgave at finde et bindeled mellem keramik og grafik. Udstillingen vil være absolut omfangsrig og vise grafiske tryk i oplag, unikatryk, originalgrafiske magasiner og skulpturelle grafiske værker, der bringer Kunstpakhusets rum i spil.*
Kunstnerne: Anne Marie Ploug, Claus Carstensen, Emma Nishimura (CAN), Ester Fleckner, Hanni Bjartalíð (FO, FI), Idun Baltzersen (NO, SE), John Kørner, Julie Ebbing (NO), Karin Lorentzen, Knud Odde, Lene Desmentik, Magne Furuholmen (NO), Majbritt Birk Kristensen, Ragnar Kjartansson (IS), Svend-Allan Sørensen, Viktoria Wendel Skousen, Vinni Frederiksen og Zven Balslev
Udstillingsperiode: 12.august – 17.september, 2023
Fernisering: 12.august 202
At mála við aldum og aðrar søgur
/Eija Mäkivuoti sýnir fram í Víngarðinum
Leygardagin 5.august klokkan 15 letur upp forkunnug framsýning í Víngarðinum við verkum hjá finsku fjøllistakvinnuni, Eija Mäkivuoti. Hon býr og arbeiðir í Helsinki, men er javnan á ferð í Norðurlondum ikki minst í Føroyum, sum hon hevur vitjað óteljandi ferð. Hon hevur ofta verið á G! og hevur samstarvað við fleiri føroyskar tónleikabólkar, sum hon hevur fotograferað. Herfyri hevði hon eina hugtakandi minnisframsýning fyri Mikkjali G.Hansen & SIC/ Fighters They Bleed í Smiðjuni í Lítluvík. Í 2015 gav Sprotin út vøkru listafotobókina hjá Eiju Mäkivuoti; Havin hjá Birgit við myndum og søgum úr Føroyum, sum Eija sær okkara land og fólk.
Her um leiðir kenna vit hana helst best fyri fotomyndirnar, men á komandi framsýningini í Víngarðinum verða eisini vatnlitsmálningar og kollasjur at síggja. Nógv ymiskt hevur veitt listakvinnuni íblástur, bæði ítøkilig støð í náttúruni og í listafólkabústaðinum í húsunum hjá Janusi Kamban, har Eija hevur búð og arbeitt fram móti framsýningini. Hesar upplivingar verða knýttar saman við listaástøði og hugsanum innan sonevnda hydrofeminismu og nýmaterialismu.
Verkini snúgva seg í stóran mun um vatn og sjógv, sum listakvinnan bæði er hugtikin av myndevnisliga, samstundis sum hon persónliga ikki er heilt álvilig við havið – hon fær sjóverk av at sigla og hevur leingi verið bangin fyri at svimja. Ein partur av framsýningini snýr seg um kvinnur við sjógv, her listakvinnan tekur støði í fotomyndum m.a. úr Skjalasavninum. Á ein hátt kann sigast, at framsýningin eisini er farin at snúgva seg um viðurskiftini hjá Eija Mäkivuoti við sjógv. Hon hevur arbeitt tætt við sjógv og hevur t.d. gjørt vatnlitsmyndir í samstarvi við vatnið í aldum, hvørs rørslur hava blandað litirnar og verið við til at forma myndirnar. Listakvinnan verður sjálv til staðar á vernissage í Víngarðinum 5.august klokkan 15-17. Hjartaliga vælkomin!
Stuðlar: Society of Swedish Literature in Finland and the exhibition/ residency by Gustaf Packaléns Mindefond. Last year's working periods e.g. to the Faroes was supported by The Swedish Cultural Foundation in Finland, the Finnish-Danish Foundation and Arts Promotion Centre Finland
ÓF 2023
/Á hvørjari ólavsøku er Ólavsøkuframsýningin í Listasavninum eitt mást og ein av ársins týdningarmestu framsýningum. Hesa ferð hevur Listafelagið biðið Kirstin Helgadóttir um at kuratera og tá eg frætti, at hon hevði valt at gjøgnumkuratera framsýningina og ikki sum siður einaferð var á ólavsøku, at lata tað vera frítt hjá fólki at senda inn verk til sensur - fekk hetta meg at vænta eina ruddiliga og stramt kurateraða framsýning. Í staðin líkist Ólavsøkuframsýningin 2023 eini veruligari Ólavsøkuframsýning við nógvum ymiskum framsýnarum og ramasjang og tað er stuttligt og undirhaldandi við fleiri skiftandi hugløgum. Ólavsøkuframsýningin er í sjálvum sær kaotisk av lyndi og fær helst illa verið annað, tá mann kjokkar 29 ymiskar framsýnarar inn í Listaskálan.
Tað fyrsta, sum møtir áskoðaranum, er ein veggur við gipsverkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Tað er á vegginum, sum ikki eigur at vera í Listaskálanum, tí hann kemur uppfyri og minkar um heildarupplivingina av sjálvum framsýningarhølinum. Men sigast skal, at veggurin sjáldan hevur verið vakrari upphongdur enn beint nú, gipsverkini hjá Jóhan Martini hanga á honum í einari friðsælari, monumentalari og miðsavnaðari uppheinging. Framsýningarheitið, Gerandisopinberingar stendur skrivað á veggin vinstrumegin í tveimum orðum, eg veit ikki hví - samansett navnorð verða vanliga skrivað saman í einum orði á føroyskum. Men líkamikið; heitið riggar merkiliga væl til hesi stillisliga hátíðarligu verk, sum eru stoypt úr nøkrum so gerandisligum sum pappeskjum. Við síðuna av eru Ævig tár, t.e. verk hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, sum mann kennir aftur alt fyri eitt - so skroypiligt, sentimentalt og samstundis listaliga búgvið, tað er. Hinumegin á balkongini heldur poetiskt stillisliga huglagið fram í vøkru kollasju- og yrkingarøðini um náttúru; Øldir og upphav hjá Vónbjørt Vang og teimum um somu tíð geometrisku og organisku felagsverkunum hjá Jón Sonna Jensen og Trinu Gaard. Tá mann so gongur trappurnar oman í salin, líkist tað meira eini ordiligari Ólavsøkuframsýning við fólkum, ballónum og bummfallera! Mitt í rúminum stendur ein stór svørt standmynd úr viði. Tað er Tempul til T – Plássið, ið tú tekur upp í verðini eftir Guðrið Poulsen, sum minnir eitt sindur um eitt klatristativ og tað vóru børnini ólavsøkuaftan ikki sein at finna út av og brúka kreativt – tað var herligt at síggja. Ikki langt frá hesum verkinum hanga nøkur vøkur relieff hjá Hanna Bjartalíð, sum júst herfyri fekk listaløn tillutaða og sum komandi trý árini ætlar at arbeiða í størri skala. Tað er gott, tí vit á standmyndaøkinum treingja til ta nýhugsan, sum m.a. hansara skulpturella list hevur umboðað í mong harrans ár.
Tað er sum kunnugt Listafelag Føroya, ið síðan 1948 hevur skipað fyri teirri týdningarmiklu Ólavsøkuframsýningini – á hvørjum ári bjóðar Listafelagið einum nýggjum persóni at fyriskipa framsýningina heilt eftir sínum egna høvdi og sannføring. Í ár var tað altso Kirstin Helgadóttir, grafikari og listakvinna, ið fekk heiðurin og uppgávuna, sum hon hevur loyst væl saman við 28 ymiskum listafólkum undir felagsheitinum Gerandisopinberingar. Temaframsýningar kunnu til tíðir tykjast meira fýrkantaðar enn áhugaverdar, men soleiðis er ikki við ÓF 2023, tí evnið er serstakliga ymisliga viðgjørt. Gerandisopinberingar er kanska eisini eitt so mikið opið og samansett hugtak, ítøkiligt og abstrakt, at tað leggur upp til ymiskleika. Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna.
Ólavsøkuframsýningin er sera fjølbroytt við 45 verkum (umframt yrkingar og myndir í myndaskránni), sum tøkniliga og tilfarsliga fevna nokk so breitt um poesi, relieff, standmynd, málningar, dans, pappírsklipp, video, installatión og kanska performance – eg kom eitt sindur seint til upplatingina – tað kann mann koma til, tá mann situr væl og leingi og tað regnar úti. Men eg hugsi, at onkur performance møguliga hevði verið partur av verkinum hjá Jens Ladekarl Thomsen og Mariu Guldbrandsø Tórgarð, sum m.a. inniheldur eitt video av einum mutlandi sangara - tað plagar annars at vera áhugavert at hoyra hvat Bartal hevur at siga og syngja og møguliga er ymiskt eisini sagt har, tí installatiónin er átøk einum palli við tveimum mikrofonum - installatiónin tykist yvirhøvur eitt sindur eksperimenterandi, garasjukend og skitin og har luktar hóskandi nógv av fukti í rúminum, sum vanliga plagar at vera forrúmið hjá permanenta bingjuverkinum hjá Tróndi Paturson. Hini bæði videoverkini á Ólavsøkuframsýningini eru bæði stødd handan veggin í norðara enda á Listaskálanum og eru áhugaverd og ymisk; kanska skuldi verkið hjá Hauge Djernis í Gongini sloppið at breitt seg einsamalt har. Hetta er ein at síggja til lutfalsliga einføld installatión við heitinum, The Game of Life, har videoupptøka av onkrum kyktum (- er tað silvurfiskar? - huff eg hati silvurfiskar -), ið verður varpað uppá gips, skapað sum ein hvítkálkaður steinveggur – hevur mann verið á ves í til dømis kjallarinum á Essabar, so sær veggurin á leið soleiðis út og fuktur og luktur og tess meira tú hyggur, jú meira kropsligt árin fær hetta verkið, so at tað fer at skriða av hesum ógvuliga vanliga skaðadjóri, sum hevur livað á jørðini í 300 milliónir ár og sum enntá hevur funnið sær veg inn í ta fínu framsýningarskránna hjá Kirstin Helgadóttir í ein av prostatekstunum hjá tí altíð áhugaverda og viðkomandi Beini Bergsson. Hetta sama slagið av list, ið vekir sansaligar endurminningar, finna vit í framúr fínu keramikkflísaverkunum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus av wc-gólv- ella veggjastrukturum við implementeraðum fotomyndum. Tað tykist so óendaliga privat og persónligt, men er samstundis universalt, bæði fjálgt og órógvandi - tað minnir um at vitja ommu onkuntíð fyrr í tíðini, har munur var millum eygnalappar og rumpulappar og alt møguligt týdningarmikið, men mann minnist ikki ordiliga hvat. Nakað nógv av minni týdningarmiklum verkum eru við á framsýningini og uppsetingin kundi somuleiðis tikið betur kvalitativ atlit til einstøku verkini, men samanumtikið er støðið á Ólavsøkuframsýningini høgt og so er tað nokk so herligt at kuratera eina framsýning uppá handan mátan, t.e. bæði óruddiligt og sjenerøst. Okkurt er hent við list í hesari øldini, ið hevur flutt alt listaøkið – eisini listamóttakarin á eitt hægri støði. Og júst hetta er eitt møguligt svar til viðmerkingina, eg fái um, at eg ikki eri eins hvøss og negativ sum eg plagdi at vera í mínum ummælum. Støðan er heilt einfalt ikki líka skramblut sum hon var. Tað er t.d. hugvekjandi, at sjálvt um eg kann telja upp í fleiri hendur av markantum føroyskum listafólkum, sum IKKI eru við á Ólavsøkuframsýningini og sjálvt um allir framsýnarar á ÓF23 neyvan eru ella verða myndlistafólk, ja, so sýnist heildin áhugaverd og væl hugsað. Framsýningin er inspirerandi sum slíkar skulu vera tað og fáa meg at hugsa, at onkuntíð skuldi mann gjørt eina totala top of the pops Ólavsøkuframsýning.
Gerandisdagsopinberingarnar eru fjølbroyttar og kunnu snúgva seg um náttúruupplivingar sum tær av fossunum hjá Øssuri Johannessen. Í fleiri førum snýr tað seg um at halda uppá egnan sjálvsavgerðarrætt - ikki tjóðskaparliga (als ikki!), men meira persónliga sum í fínu verkunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir ”Tornurósa vakti seg sjálva” og hjá Elin Josefinu Smith Wollfsen við herliga heitinum ”JEG GERI SUM JEG VILL” - eingin uppíblanding neyðug! Eitt afturvendandi rák seinnu árini er crossover list og tað, at fleiri luttakarar í Ólavsøkuframsýningini eru listafólk innan onnur listasløg enn tað myndlistaliga, tey eru rithøvundar, grafikarar, dansarar, tónleikarar osfr. Poesi hevur fingið eitt serligt pláss á framsýningini, ið sæst bæði beinleiðis í verkunum, men eisini á heitum sum hjá Bruno Mikael Eysturstein í hansara áhugaverdu uppseting av einum cartoonkendum oljumálningi og bátaróðri "Navigating the Chiaroscuro Abyss: A Voyage Beyond Tempestuous Veils".
Fleiri av teimum yngru listafólkunum eru í ferð við útbúgving og menning. Tað er gott. Í sambandi við ÓF23 hava fleiri teirra kastað seg út í tað mest torføra, avdúkandi og krevjandi listaslagið yvirhøvur; málaríið - tað er imponerandi og verður kanska eisini gott. Videoverkið hjá Búa Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel er vakurt og rørandi og hevði uppiborið eina staðseting púra einsamalt inni í einum rúmi, men tvætl; Listaskálin er nú einaferð sum hann er! Tað kunnu og skulu vit ikki broyta uppá. Við øllum sínum avmarkingum, radiatorum og kontaktum, so er hann okkara listakatedralur, sum minnir á hvussu stutt tað er síðani, at føroysk list yvirhøvur var til og hvussu týdningarmiklan leiklut Listafelagið hevði og hevur fyri listina í Føroyum.
Framsýningin er opin til og við sunnudagin 13. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17. Luttakarar á framsýningini: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Malan Jógvansdóttir, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Búi Rouch, Elin Josefina Smith Wolffsen, Guðrið Poulsen, Hanni Bjartalíð, Hauge Djernis í Gongini, Jens Dam Ziska, Jens Ladekarl Thomsen og Maria Guldbrandsø Tórgarð, Jógvan Andreas á Brúnni, Jóhan Martin Christiansen, Frank O. Berari, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Sunniva Ingrið Jacobsen, Tordis Vang, Jón Sonni Jensen og Trina Gaard, Rannvá Holm Mortensen, Vár Samuelsen, Vónbjørt Vang, Øssur Johannesen, Æsa Tróndardóttir Frýdal.
Hóskvøldið 3. august er kvøldaropið á Listasavni Føroya. Vit varpa ljós á Ólavsøkuframsýningina, ið hevur heitið “Gerandisopinberingar”. Fyrst lesur Beinir Bergsson, rithøvundur, stuttar tekstir, sum hann hevur skrivað til framsýningina, og síðani verður farið runt í serframsýningini saman við Kirstin Helgadóttir, fyriskipara, har hon greiðir frá framsýningini, og útvaldum listafólkum, sum siga eitt sindur um verkini hjá sær.
guðrið poulsen
Ole Wich
Anný Djurhuus Øssursdóttir
Anný Djurhuus Øssursdóttir
Hanni Bjartalíð
jóhan martin christiansen
hauge djernis í gongini
Billa Jenny Jonleifsdóttir
Jens Dam ziska
Øssur johannessen
Búi Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel
Bruno Mikael Eysturstein
Alda Mohr Eyðunardóttir
Æsa Tróndardóttur Frýdal