Væl eydnað avantgardeseminar
/Leygardagin var eg á einum áhugaverdum seminari um avantgarde, sum Útbúgvingin í Listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum skipaði fyri í Kongshøll. Høvið var ein risastór bók við 1076 síðum, sum eg enn ikki havi fingið fatur á, tó at eg havi skrivað ein lítlan part. Hetta komst av, at eg í 2017 hitti Tanju Ørum á eini framsýning í Keypmannahavn við listafólkabókum. Eg hevði júst tá skrivað bókina Úr myrkrinum um Tórodd Poulsen og tað endaði við, at eg varð biðin um at skriva eina grein um Tórodd Poulsen út frá einum avantgardeperspektivi í A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, sum Tanja Ørum ritstjórnar – bókin kom út í fjør. Í míni grein um Tórodd Poulsen, Home to hell, valdi eg at leggja dent á yrkingasavnið Heimvitisferðina sjálvt um eg eri greið yvir, at nógv av myndlistaliga verkinum hjá Tóroddi somuleiðis er í nærmastu slekt við fluxus og onnur tílík avantgardulistasløg, t.d. allar tagnarmaskinurnar, men eisini bókaobjektini. Men Heimvitisferðin fekk tær reaktiónirnar, sum tað sømir seg einum røttum avantgardeyrkingasavni.
Í Kongshøll bjóðaði Bergur Djurhuus Hansen vælkomin og greiddi frá endamálinum við seminarinum, at kanna avantgarde sum listaligt hugtak. Hetta var gjørt við útgangsstøði í einum spurningi um hvussu avantgarde sum rørsla og strategi hevur ávirkað og havt týdning í europeiskari og norðurlendskari list og skaldskapi, og um ein arvur eftir avantgarde sæst í samtíðarlist og í yrkingum í dag. Heitið á fyrilestrinum hjá Johannu Drucker var Afterlife of the Avant-garde, har hon bæði lýsti ta søguligu avantgarderørsluna og setti spurningar við hvussu listafólk, sum eru inni í hitanum hjá øllum samfelagsstovnum av týdningi, kunnu halda fram við at eyðmerkja seg sum avantgardelistafólk. Tað var sera áhugavert at hoyra lýsingina av akademiseringini av listini og samanberingar av ymiskum sløgum av radikalum avantgardestrategium. At enda nevndi fyrilestrarhaldarin ymisk dømi um list, sum tó at tað ikki sá tað minsta avantgardekend út, kundi verið tað, helt hon – fleiri identitetspolitisk listafólk við sosialum verkætlanum vóru nevnd og at enda eisini listafólk við ymiskum umhvørvisverndaratlitum og strategium og spurt var, um tey kunnu vera tann nýggja avantgardan. Og tað er gott við fyrilestrum, sum fáa ein eitt petti upp úr stólinum, tí soleiðis skilji eg ikki avantgarde – snúi tað seg ikki um at vera ímóti rákinum/ samfelagnum/ maktstrukturinum osfr? Næsti fyrilestrarhaldari, Tanja Ørum tók støði í tí, hon kallaði The power of the avantgarde. Í hesum fyrilestrinum vóru t.d. dømi um avantgardelistafólk, sum eru dottin burturímillum í listasøguni. Hetta var á sama hátt ein breið presentatión av søguligum avantgardelistafólkum og tað var ikki minst hugvekjandi at hoyra um Ubbeboda listfestivalin, sum skuldi vera ein skulpturfestivalur, men endaði við at snúgva seg um eksperimentala fleirmediala list m.a. orsakað av, at fyriskipararnir ikki høvdu ráð at keypa ordiligt tilfar - eg fekk tann tanka, at vit í einum landi sum Føroyum, har vit standa sera veikt hvat viðvíkir listastovnum, hava havt serliga stóran tørv á list, sum verður framleidd úr “ordiligum’ tilfari, oljumálningum á lørifti (í gullrammum) og standmyndum úr bronsu (hvussu skal mann annars vita um tað er ordilig list) og at hetta er ein av fleiri orsøkum til ta listarligu konservatismuna og tann æviga undirbrotliga hvat-er-list spurningin her á landi. Síðsti fyrilestrarhaldari Martin Glaz Serup fór eitt sindur øðrvísi til verka í sínum fyrilestri um konseptuella skriving og avantgarde í norðurlendskari samtíðaryrking. Men hetta var eisini serstakliga áhugvert við nærlesingum av ymsum bókmentum, ið hava brotið mørk við t.d. vitnisfrágreiðingum og telefonsamskifti millum russiskar hermenn – eitt slag av radikalari realismu, ið ómetaliga rørandi og samstundis skapar etisk ivamál. At enda bar Lív Maria Róadóttir Jæger fram endaorð, sum til alla eydnu vóru ein ljóðyrking. Um kvøldið var avantgarde í praksis í Sirkus, men tá fekk eg tíverri ikki farið.
Samanumtikið var avantgardeseminarið væl eyndað - heilt tilvildarliga og uttan fyri samanhang, men sum partur av tiltakinum Tonik, ið var hildið í sama húsi fríggjadagin, vóru fleiri frálík listaverk hjá m.a. Jón Sonna Jensen, Hansinu Iversen og Randi Samsonsen at síggja í og uttan fyri Kongshøll og á heimvegnum kundi mann so gera sær sínar egnu tankar um hvørt heklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen ella okkurt av hinum verkunum kunnu vera dømi um samtíðaravantgarde?
úr teksti um tórodd poulsen í a cultural history of the avantgarde in the nordic countries
randi samsonsen
úr bókini a cultural history of the avantgarde in the nordic countries
bergur djurhuus hansen bjóðar vælkomin
soleiðis sær ein ummælari út, sigur johanna drucker
tanja ørum greiðir frá
martin glaz serup
tanja ørum um fluxus
lív maria róadóttir jæger hoppaði upp á ein stól at bera fram eina ljóðyrking
spurningar og kjak
Joel cole
randi samsonsen
hansina iversen
jón sonni jensen
Paulus hjá Mendelssohn framført á hvítusunnu
/Henda serstaka abstrakta gløðandi málningin málaði Ingálvur av Reyni í 1961. Hann eitur Damaskus og er eitt undantak í stóra lívsverkinum hjá Ingálvi, ið tó, at hann var trúgvandi maður, ikki var vanur at mála myndevni, sum hava við trúgv at gera. Bíblian sigur øgiligu søguna um tann meinfýsna Saul, sum forfylgdi teimum kristnu, tá hann á veg til Damaskus upplivdi ákallan, umvending og fekk eitt nýtt navn, Paulus og gjørdist ein av týdningarmestu grundleggjarunum av kristindóminum. Undrið í Damaskus er tulkað í mongum listaverkum, tónlistaligum sum myndlistaligum.
Summi renna maraton, onnur ganga fjallatindar; Havnarkórið syngur stórverk. Á jólum framførdi Havnarkórið Jólaoratoriið hjá Bach og á hvítusunnu 27.mai og 28.mai framførir Havnarkórið saman við orkestri og solistum vakra og dramatiska oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Havn og í Fuglafirði. Gjøgnum kór, ariur, resitativ, koralir og tónleikabrot verður lívið hjá apostlinum lýst. Umframt kórið, sum telur um 65 sangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar: Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor (No)
Rory Green, bass (Uk)
Duett: Hans Debes, tenor og Høgni Debes, bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen.
Jens Dam Ziska MFA
/Í síðsta mánaða hevði Havnamaðurin, Jens Dam Ziska sína MFA framsýning í New Wight Gallery á UCLA í Los Angeles, har hann hevur lisið seinastu trý árini. Jens kenna vit annars bæði innan myndlist og akademia; hann tók m.a. lut á samtíðarlistaframsýningini BROT, sum var í Listasavninum herfyri og er harumframt ph.d. í heimspeki frá Oxford University. Hann er útbúgvingarleiðari á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði á Fróðskaparsetrinum, haðani hann hevur havt farloyvi fyri at nema sær myndlistaliga útbúgving. - Tilsamans framsýndi hann átta stórar og smáar málningar á MFA framsýningini, teir flestu eru málaðir í ár. Jens Dam Ziska hevur sum nevnt havt málningar við á fleiri framsýningum í Listasavninum, men nú hóma vit okkurt, ið kann gerast eitt týðandi abstrakt málningaverk í føroyskari list. Jens Dam Ziska arbeiðir við geometriskum og organiskum skapum í komposititónum, ið tykjast skyldar við amerikanskar colorfieldmálarar eftir kríggið, kanska serliga Richard Diebenkorn - Í heyst hevur Jens Dam Ziska framsýning í Havn, meira um hetta seinni. Fotomyndirnar hava Kyle Tata og Ian Byers-Gamber tikið.
Brotamynd
Brotamynd
Norðurlandahúsið 40
/Í dag fyllir Norðurlandahúsið 40 ár. Eg var fjúrtan, tá húsið kom og longu árið eftir upplivdi eg húsið í allari sínari dýrd - eisini backstage, tá vit framførdu Jesus og Makedonaran við Paula í Sandagerði. Tað var fantastiskt. Og antin mann er aftanfyri ella frammanfyri pallarnar, er tað ein sannroynd, at Norðurlandahúsið hevur givið okkum so óendaliga nógv, at tað er ringt at vita hvar mann skal byrja og hvar mann skal enda.
Norðurlandahúsið hevu havt sín ómissandi part av og týdning fyri tann stóra listaliga upptúrin, sum vit enn eru í ferð við. Tað var frá byrjan inspirerandi og fullkomiliga øðrvísi í Føroyum at uppliva listina tikna í so stórum álvara – frá byrjan hevði Norðurlandahúsið sjáldsamt format og framfýsni – arkitektoniskt, listaliga, men eisini hugsjónarliga og tað hevur húsið framvegis – eisini tá tey flagga við LGBT flagginum ella seta kríggið í Ukraina á skránna. Tað var áhugavert at hoyra núverandi stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes í morgunsendingini tosa um breiddina í teim uppgávum, sum húsið átekur sær. Hon nevndi sum dømi teir mongu tilflytarar í Føroyum, sum vit áttu at gjørt meira fyri og hesum eri eg ómetaliga samd við henni. Menniskju eru okkara stórsta tilfeingi og tað er einastandandi at fáa fólk higar uttanífrá. Vit áttu fyri langari tíð síðan at gjørt meira fyri at fáa tey at føla seg vælkomnan. Har er so nógv, mann kundi gjørt, fingið ein máltátt í útvarpinum við frálæru á enskum og føroyskum. Og hvat við eini sending við ukrainskum tónleiki og práti við ukrainsk flóttafólk á enskum/føroyskum/ukrainskum? Eisini kundi mann havt tailendskan tónleik, matsendingar osfr. og hvør veit um Norðurlandahúsið kundi havt ein leiklut har? Eg havi sjálv sungið, havt fyrilestrar, kuraterað framsýningar, lurtað, hugt, upplivað alt millum himmal og jørð í Norðurlandahúsinum, eri inniliga takksom fyri alt og havi ofta ringa samvitsku um alt tað nógva, eg ikki nái av frálíkum framførslum í Norðurlandahúsinum - kortini loyvi eg mær at reisa meg upp her eg siti og rópa hurrá fyri Norðurlandahúsinum, sum við sínum fjøruti árum enn er í besta aldri - Hurrá fyri Erlendi Patursson, sum fann uppá Norðurlandahúsið og fyri Ola Steen og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, sum teknaðu húsið. Hurrá fyri norðurlendsku visiónini, ið var ítøkilig við norskum granittgólvi, donskum stáli, íslendskum flagtaki, finskum innbúgvi og svenskum viði og hurrá fyri øllum, sum hava framført, framsýnt ella hava upplivað framførslur og annað í tínum herligu hølum. Hurrá fyri fyriskiparunum, stjórum og øllum sum arbeiða og hava arbeitt í Norðurlandahúsinum. Hurrá fyri okkum, sum hava fragdina at eiga teg - í ovfarakæti syngja vit “Vit vilja eisini hava ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum” – Í Norðurlandahúsinum bjóða tey køku og kaffi í dag – hjartaliga til lukku tit og vit.
Norðurlandahúsið fyllir 40 ár!
Kemur tú at hátíðarhalda dagin saman við okkum? Tú ert vælkomin til móttøku við køku, kaffi, tónleiki, dansi og røðum
15.00 – 17.00 Borðreitt verður við kaffi og køku í forhøllini. PUTL veitir leskiligar køkur til okkara stóra dag.
16.00 Vælkoma við Gunn Hernes, stjóra, og heilsanir frá m.ø. Bjarna K. Petersen, norðurlendska samstarvsmálaráðharranum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, Karen Ellemann, aðalskrivara í Norðurlendska ráðharraráðnum, Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu
17.00 Konsert við Fiona Folk Brothers og fólkadansur við Dansifrøi í Klingruni
17.30 Føroyskur dansur, fyri øll, við Dansifelagnum í Havn
Silja Strøm - vernissage í Gamla Seglhúsinum
/Røða hjá Kinnu Poulsen til vernissage hjá Silju Strøm
Gamla Seglhúsið 6.Mai 2023
Góðu tit øll
List hevur so nógvar førleikar og megnar at føra okkum út um okkara vanligu støð bæði ítøkiliga og í huganum. Í dag hevur listin ført meg til Gamla Seglhúsið í Klaksvík. Staðið, har eg havi skrivað hesa røðuna og eftirhondini nógvar aðrar, er stovan hjá okkum í Rabarbukvarterinum í Havn, har eg siti við spísiborðið og skrivi. Har kann vera serstakliga rokaligt viðhvørt við gestum, látri og harðmæltum kjaki, men har er eisini gangur, tá eg eri einsamøll. - Útvarpið er altíð frá, sjónvarpið ofta samstundis, men næstan hvønn dag eru løtur, tá øll ljóð tagna og bara listin er eftir. Nógv listaverk prýða okkara stovu og tætt við har eg siti og skrivi hanga níggju myndir hjá Silju Strøm – ta fyrstu keypti eg á hennara fyrstu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í 2008, ta higartil seinastu keypti eg á framsýning í Víngarðinum í 2020 – Eitt er, at hesar níggju systramyndirnar við sínum lítla formati passa so sera væl í stovuni hjá mær, tí húsini eru smá. Men myndirnar hjá Silju eru gott selskap á so mangan hátt, tí tær eru ljósar, gløggar, stuttligar, vakrar, lívsglaðar, listaliga áhugaverdar og intimar – støddin ger, at tú av tær sjálvum fert tætt at myndunum - nærkast tú listini, nærkast hon tær. Um hugsað verður um avmarkaðu støddina; tann minsta av mínum egnu Siljumyndum, ein málningur, er 12 x 10 cm – er tað í grundini ótrúligt hvussu stórt úttrykk og hvussu nógva orku tær innihalda og allar innihalda tær ymisk sjónarmið, meiningar, tankar, dreymir og spor – tað sama er galdandi fyri verkini her í Gamla Seglhúsinum, men í nýggjum ókendum avbrigdum; tey kunnu bjóða okkum okkurt, sum vit ikki vistu frammanundan, sum vit ikki hava upplivað áður.
Listafólk eru ofta sjálvi listasamlarar av tí slagnum, sum kanska ikki altíð hava ráð at keypa tað, teimum lystir, men sum harafturímóti hava allarbesta skil fyri hvat mann átti at keypt. Í 1899 keypti franski listamaðurin Henri Matisse ein málning frá starvsfelaga sínum, Paul Cézanne av trimum baðandi kvinnum. Matisse var sera fátækur tá í tíðini, men fekk skavað so frægt saman, at hann kundi gjalda myndina í fleiri avdrøgum. - Í 37 ár átti Matisse hesa myndina, sum hann síðani gav Petit Palace savninum í París, har hon framvegis hongur. - Tað er jú tað serliga við góðari list, at hon ikki missir listaligt virði yvir tíð, men megnar at halda seg viðkomandi. Myndin hjá Cézanne var málað umleið 1879 um tað mundið, tá impressionistarnir vóru á eini sannari sigursferð við sínum prikkandi og slettandi myndum, sum meira ella minni upploysa myndevnið. Cézanne fer ein annan veg og konsoliderar figurarnar við føstum formum og konturlinjum. Tað ger hann ikki bara við kvinnurnar í myndini, men eisini við trøini og landslagið rundanum. Og hetta gevur eina harmoniska og samanhangandi heild, har bakgrundin verður javnsett við forgrund og miðgrund. Myndin hevði alstóran týdning fyri Matisse, sum seinni málaði bæði svimjandi og dansandi figurar í fullkomnari harmoni við teirra umhvørvi. Dansur er jú afturvendandi myndevni í føroyskari list – tað síggja vit í fleiri av verkunum her hjá Silju Strøm, men eisini hjá Mikines, Janusi Kamban, Torbjørn Olsen og Tróndi Patursson (í Eysturoyartunlinum). Og keldurnar hjá Matisse í kendu, modernaðu dansimyndini frá 1910 vóru í grundini frásagnir og myndir av søguliga ringdansinum, sum jú ikki heilt er farin í søguna her hjá okkum. Dansimyndirnar hjá Silju Strøm eru ikki merktar av tjóðskaparligari hetjudyrkan – tær tykjast hinvegin lættar og óhátíðarligar myndir av menniskjum, sum taka saman hendur og skapa ítøkiligt samband hvør við annan. Stílurin í málningunum hjá Silju Strøm er enn sum áður abstraktur og figurativur í senn. Typiskt er talan um myndir, sum kykna kring menniskjafigurar. Hesir figurarnir, sum sveima, dansa og interagera, seta gongd í myndirnar við strokum av máling, sum bylgja kring teir eins og spor av rørslum. Abstrakt strok blanda seg uppí og umskarast við ítøkilig skap. Primerlitirnir reytt, gult og blátt mynda ein koloristiskan grundtóna, ið klingar saman í einum litríkum samspæli av ljósfylltum og følnum brigdum. Bæði koloristiskt og bygnaðarliga eru myndirnar hjá Silju vorðnar meira kompleksar, meira málandi og meira áhugaverdar enn tær vóru við fleiri løgum og fleiri nuansum. Myndirnar eru enn frásagnarligar – tær fortelja okkurt, men hetta eru ikki søgur, sum eru skipaðar í eina byrjan, miðju og enda. Ofta eru kompositiónirnar rundleittar og sum áskoðari mást tú sjálv sleppa tær uppí dansin og avgera hvar tín søga skal byrja og hvagar hon skal fara.
Hesir lutfalsliga ljósu málningarnir kunnu tykjast sera øðrvísi enn grafisku myrkamyndirnar hjá Elinborg Lützen og kortini er slektskapur millum listakvinnurnar í mátanum tær samskipa og javnseta figurar og umhvørvi – hugsið t.d. um tær fantastisku Søgumyndirnar, sum Elinborg skapti í sjeytiárunum. - Nú eg spurdi Silju um listaligan íblástur, nevndi hon sjálv Elinborg Lützen millum fleiri altjóða listafólk. - Eg haldi sjálv, at málningarnir hjá Silju Strøm eru enn meira samanhangandi og organiskir enn teir vóru við sera týðiligum samskifti millum figurar og heild og eini greiðari miðlan av einum ofta ekstatitiskum huglagi. Tøkniliga mennist listakvinnan sum málari og brýtur eisini tøkniliga upp úr nýggjum við á hesari framsýningini at brúka lørift at mála á (umframt plátur og pappír) – Eisini bygnaðarliga eru myndirnar áhugaverdar við samanhangi millum løgini. Fleiri staðni fært tú sum nevnt varhugan av eini ringrás í myndarúminum, men millum tær einstøku myndirnar hómast somuleiðis ein samanhangur, kenslan av eini heild á sama hátt sum í myndunum hjá Edvard Munch av tilveruligu ringrásini. Hesar nýggju myndirnar hjá Silju tykjast inniligar, men eisini villar og fegnar og intensar - ótrúliga intensar sum smáir konsentraraðir bótamolar av listaverkum um reppið at eksplodera og tað smittar – blívi inniliga glað av at skoða tær og fái hug at gera alt møguligt. Túsund takk fyri tað, Silja, stóra takk, Jastrid og Símun fyri heiðurin at halda upplatingarrøðu her í Gamla Seglhúsinum og túsund takk fyri tit, ið lýddu á.
Upplatingartíðir
Framsýningin er opin fram til 26.mai yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00. Um tit ynskja at vitja uttanfyri hesar tíðir, eru tit hjartaliga vælkomin at ringja 217055 - Símun.
Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum
/Leygardagin 6. mai klokkan 16 letur upp listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan henda miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður leygardagin 6. mai klokkan 16:00 og umframt røðu og lættari ábit, verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna.
Hjørdis Haack og Femja Haack sýna fram
/Um mann skuldi verið so heppin at verið í Keypmannahavn fríggjadagin 5.mai, kundi mann farið til upplatingina hjá Hjørdis Haack og Femju Haack í Classeværelsen, sum liggur í listafólkahúsinum á Classensgade 7D Baghuset á Østerbro.
Føroyskur listamaður millum arbeiðslegatmóttakararnar
/Fyri tíðina ganga mong listafólk við nervum og bíða eftir svari uppá umsóknir um ymisk sløg av legatum og starvslønum, ið kunnu tryggja teimum arbeiðsnáðir í eina tíð. - Tað einasta, sum bæði tey og vit øll kunnu vera heilt vís í er, at onkur verður vónbrotin. Listafólkini eru í harðari kapping, tí at eftirspurningurin altíð er størri enn tann upphæddin, sum er til taks. Tað er hart sálarliga hjá listafólkunum soleiðis at skula í gjøgnum alla ta støðugu úrveljingina, sum tey í fastum starvi jú sleppa undan, men tað er eyðvitað eisini hart hjá teimum í ymsu legat-listafólka- og starvslønarnevndunum, ið skulu taka dagar í millum tær mongu umsóknirnar og velja til og frá. Í dag var avdúkað hvørji eru móttakarar av arbeiðslegatum hjá Statens Kunstfond. M.a. hevur grønlendska listakvinnan, Jessie Kleeman, sum í løtuni samstarvar við Hansinu Iversen og Gudrun Hasle um eitt verk til Margretu drottning, fingið eitt av teimum stóru legatunum. Um mann skimmar tann langa listan sæst, at fleiri føroyingar eru millum móttakararnar av teimum smærru legatunum, m.a. myndlistamaðurin Jóhan Martin Christiansen. Eg havi spurt meg fyri og skilji, at hann fer at nýta arbeiðslegatið á síni framhaldandi leið inn í tilfarið, sum framvegis ofta er gips, men sum eisini kann vera stál og ymiskir ready mades lutir. Fleiri framsýningar eru á skránni hjá Jóhan Martini Christiansen – í juni hevur hann framsýning í Ole Vinter Room og í august hjá Danske Grafikere í Keypmannahavn. Í heyst verður eisini ymiskt á skrá í heimbýnum Tórshavn, meira um tað seinni. Hjartaliga til lukku við arbeiðslegatunum, Jóhan Martin og tit øll.
Eyðun Johannessen 85
/Í Havn skínur sólin á henda fríggjadagin, 28.apríl nú leiklistamaðurin Eyðun Johannessen fyllir 85. At lýsa hansara týdning fyri føroyskan sjónleik er ikki lætt -so nógv sum hann fyllir í leiklistasøguni; navnið Eyðun Johannessen er fyri langari tíð síðani vorðið samheiti við føroyskan sjónleik. Hann er Føroya fyrsti yrkissjónleikari. Í 1977 stovnaði hann Grímu saman við øðrum sjónleikarum, hann var frá 1979 til 1986 rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus og setti upp fleiri stórleikir. Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, sum fáa veiting fyri lívið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Sum leiklistarligur undangongumaður kann hansara týdningur ikki yvirmetast, hann hevur sum yrkissjónleikari, leikstjóri og fyriskipari so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað breiða, fólksliga sum Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, sum fleiri ættarlið av børnum og vaksnum fegnast um, tá tað tíðum verður endursent í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini sum leikstjóri tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg. Hann hevur somuleiðis leikstjórnað fleiri nýggjar føroyskar leikir og givið okkum áhugaverdar og viðkomandi tulkingar av samtíðardrama. Í 2014 var tað Tóm Rúm eftir Marjuna Kjelnæs og í 2016 var tað Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen. Í 2018 gav Sprotin út bókina Míni Leikapetti við endurminningum frá einum drúgvum og týdningarmiklum sjónleikaralívi. Sum kunnugt eru menniskju okkara týdningarmesta tilfeingi - eisini á hesum øki hevur Eyðun Johannesen fingið væl burturúr - saman við Tove Jakobsen, sjónleikara fekk hann trý børn, Anniku Johannessen, Olaf Johannessen og Nicolinu Ambrose - har tey bæði fyrstnevndu sum kunnugt gjørdust framúr sjónleikarar, ið eisini hugtaka áskoðarar í Føroyum, tá tey spæla á føroyskum pallum.
Her í Rabarbukvarterinum er stórur saknur í grannanum, Eyðuni, sum plagdi at vitja heimbýin ta ljósu tíðina. Um vársummarið minnir sangurin frá heimvendum flytifuglum um Eyðun, sum Torbjørn Olsen avmyndaði í framúrskarandi portrettinum, ið sæst ovast og sum av sonnum rakar passioneraða og eklektiska lyndið á sjónleikaranum, leikstjóranum og leiklistamiðlaranum, Eyðuni Johannessen. Góði Eyðun - hjartaliga til lukku við føðingardegnum.
Orð og Tónar
/Hóskvøldið skipaði Sprotin fyri enn einum Orð og Tónar tiltaki, Solby Christiansdóttir bjóðaði vælkomin og presenteraði okkum fyri gávuríka Flóvin Viderø, sum legði fyri við sínum tónum. Síðani vóru samrøður + upplestur við ávikavist Ben Arabo og Tórodd Poulsen. Fyrrnevndi debuterar við stuttsøgusavninum, Tíðarhylkið og tað var mikið hóskandi, at tað var stuttsøguhøvundurin Sámal Soll, ið tosaði við nýklakta høvundin um íblástur og skaldsligar fyrimyndir. Eg havi ikki lisið bókina, men mær dámdi prátið, ikki minst ta ósnobbutu tilgongdina og at ein høvundur sum t.d. Ian Fleming verður nevndur - tað hendir alt ov sjaldan, at vit viðganga okkum at hava lisið tær trivialbókmentir/sjangrubókmentir, njósnarabøkur, kærleiksromanir osfr sum flest okkara hava lisið nakrar metrar av (tað havi eg í øllum førum). Í forumtaluni av bókini Tíðarhylkið stendur, at bókin hjá Ben Arabo er samfelagsatfinnandi í støðum og at m.a. leiklutirin hjá listafólkum í føroyska samfelagnum verður viðgjørdur - tað ljóðar forvitnisligt.
Eg tosaði við Tórodd Poulsen um hansara nýggja yrkingasavn Heiti og eg haldi ikki sjálv, at eg dugi væl at gera viðtal við fólk - eri møguliga ov fólkalig, men bókina Heiti havi eg lisið og endurlisið við stórari fragd. Eg skrivaði í 2017 bókina Úr Myrkrinum um Tórodd Poulsen og fekk tá váttað mín varhuga av kompleksa samanhanginum í øllum hansara fjølbroytta og velduga verki, har gerandisligar eygleiðingar av nútíð og fortíð verða tvinnaðar saman í samtíðarligum listaverkum á tremur í listaligari nýhugsan við suverenum tilfarsligum tilviti bæði tá tað kemur til orðaval, tilfar ella listaligan form yvirhøvur. Samrøðan við Tórodd hóskvøldið vardi hálvtrýss minuttir og føldist longri, men tað var sera gott at hoyra hann lesa upp og greiða frá m.a. eina av mínum yndisyrkingum á síðu 85 og 86 í yrkingasavninum Heiti.
ódnin av orðum
ger lítla nyttu
tá hon ikki
fær vrakið at tala
men afturi á hekkuni
liggur ein harmonika
og ýlir sum eitt barn
ið ikki sleppur út at spæla
hetta vrakið sum hevur
staðið á landi
longur enn nakar okkara
hevur verið á sjónum
nú seti eg hol á orðini
so yrkingin fær anda
saman við teimum sum
fáa íblástur í rottangunum
hesir gráu krónusýtarar
sum nú eru turrgeldir
putinfjepparar sum elska
at síggja ortodoxar
vodkaprestar
hálova deyðanum fyri
tí komandi kanónføðini
hoyr klokkurnar
sum reka okkum inn
í eina tvingaða tøgn
vit eru øll
partur av einum parti
vit langt síðani
hava slitið av okkum
Hygg eftir skrúvuni
sum liggur burtur frá vrakinum
og sær út sum hon heldur
at stjørnurnar á himni
síggja so tystar út
Purple Rain - vernissage
/Mikil rómur og nógv fólk var í Steinprenti í gjár, tá framsýningin hjá Hansinu Iversen, Purple Rain læt upp. Her eru myndir frá upplatingini - framsýningin sæst helst betur í dag, har er opið leygardagar frá 11-16. Vakra framsýningin verður at síggja fram til 3.juni.
PURPLE RAIN letur upp í dag
/Í dag klokkan 16 letur framsýningin PURPLE RAIN upp við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Fleiri av teimum eru monumentalir við myndaflatum, ið lata upp rúm í huganum. Aðrir eru so intensir koloristiskt, at tað følist sum eyguni víðkast, tá mann hyggur at teimum. Far og hygg! Í sambandi við framsýningina hevur listakvinnan gjørt eina leporello faldibók við myndum og einum teksti um hennara list. Faldibókin, ið ikki er so stór í vavi, sum myndin omanfyri indikerar, verður til keyps í Steinprenti. Fotomyndin fekk meg at hugsa hvussu flott tað hevði verið við einum tílíkum veldugum abstraktum listaverki sum standmynd í almenna rúminum.
Hansina Iversen, ið herfyri fekk Mentanarvirðisløn Landsins, heldur við sínum nýggju verkum fram ta abstraktu rannsóknarferð, sum hon fór í holtur við einaferð í farnu øld. Listakvinnan málar nonfigurativar málningar við margfaldum rundleittum formum. Ljósið skyggir í teimum glógvandi litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast aftan fyri litirnar. Hesi verkini tykjast holdslig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið lýsa farvegin av rørslunum hjá listakvinnuni, meðan hon málaði tey. Umframt rørslurnar í ferðmiklu strokunum, eru málningarnir gjølliga komponeraðir, so at heildin fær eitt merkiliga einfalt og klárt yvirbrá.
Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Hjartaliga vælkomin til vernissage í Steinprenti 21.apríl klokkan 16.
Orð og tónar hóskvøldið
/Eitt yrkingasavn og eitt stuttsøgusavn eru til umrøðu á Reinsarínum hóskvøldið 20.apríl klokkan 20, tá ið Orð og tónar aftur eru á skránni. Verið vælkomin til gott bókmentaprát og góðan tónleik.
Tíðarhylkið
Fyrra verkið, sum er til umrøðu er Tíðarhylkið eftir Ben Arabo.
Sámal Soll prátar við Ben Arabo um nýggja stuttsøgusavnið Tíðarhylkið. Samrøðan fer at snúgva seg um m.a. íblástur og skaldsligar fyrimyndir, umframt leiklutin hjá skaldskapi sum undirhald.
Stuttsøgurnar snúgva seg nærum allar um anti-hetjur. Persónarnir, sum høvundurin skapar í sínum søgum, eru langt frá fyrimyndum, ið vit royna at liva eftir. Fanansskapur, sjálvsøkni og hástórleiki ganga aftur í stuttsøgusavninum.
Stundum eru samfelagsatfinnandi tónar í savninum t.d., tá ið evni sum haturstala og leikluturin hjá listafólkum í føroyska samfelagnum verða viðgjørd.
Men fyrst og fremst eru stuttsøgurnar undirhaldandi og óhátíðarligar. Tær megna at undirhalda lesaran, samstundis sum tær geva tilfar til umhugsanar.
Heiti
Komið er eitt nýtt yrkingasavn hjá Tóroddi Poulsen, Heiti, sum leggur seg vakurt aftrat stóra bunkanum við nú tilsamans 47 bókum eftir sama frálíka skald.
Kinna Poulsen, sum skrivaði bókina "Úr Myrkrinum - ein bók um Tórodd Poulsen" fer at práta við skaldið um ta nýggju bókina og tey nýggju og gomlu evni, hon viðger. M.a. um at skapa list burtur úr dreymum og tokulúðrum.
Tóroddur fer eisini at lesa upp.
Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá sangaranum og sangskrivaranum, Flóvini Viderø, sum fer at spæla nøkur av sínum góðu og fangandi løgum.
Purple Rain
/Hansina Iversen framsýnir í Steinprenti
Fríggjadagin 21.apríl klokkan 16 letur ein framsýning upp við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Listakvinnan, ið herfyri fekk Mentanarvirðisløn Landsins, heldur við sínum nýggju verkum fram ta abstraktu rannsóknarferð, sum hon fór í holtur við einaferð í farnu øld. Hansina Iversen málar nonfigurativar málningar við margfaldum rundleittum formum. Ljósið skyggir í teimum glógvandi litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast aftan fyri litirnar. Hesi verkini tykjast holdslig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið lýsa farvegin av rørslunum hjá listakvinnuni, meðan hon málaði tey. Umframt rørslurnar í ferðmiklu strokunum, eru málningarnir gjølliga komponeraðir, so at heildin fær eitt merkiliga einfalt og klárt yvirbrá.
Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Hjartaliga vælkomin til vernissage í Steinprenti 21.apríl klokkan 16.
ÚLA Seminar um avantgarde
/Útbúgvingin í listaligum arbeiði (ÚLA) á Fróðskaparsetrinum https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/listaligt-arbeidi/ skipar fyri almennum seinnapartsseminari um avantgarde í Kongshøll leygardagin 13. mai.
Avantgarde siga vit um okkurt, sum er øðrvísi enn tað etableraða. Listaliga er orðið næstan synonymt við kollvelting. Eingin samanhangandi viðgerð av avantgarde finst á føroyskum. Spurningurin er kanska, um avantgarde finst í føroyskari list ella um rættilig avantgarde yvirhøvur er til í norðurlendskari list. Tey radikalu listaligu eksperimentini í 20. øld fóru fyri tað mesta fram í stórbýum í Europa og USA, men tey sóust týðiliga aftur í Norðurlondum, og einstakar framsýningar, verk og listaligar hendingar í Føroyum frá 1970’num og fram hava kanska havt í sær avantgardistisk eyðkenni uttan at vera avantgarde.
Fjórða og síðsta bind í søguni um avantgarde í Norðurlondum, A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, kom út í fjør. Útbúgvingin í listaligum arbeiði skipar í hesum sambandi fyri einum seinnapartsseminari, har Tania Ørum, sum er ein av ritstjórunum á stóra verkinum og lektari á universitetinum í Keypmannahavn, Johanna Drucker, professari á UCLA í Los Angeles, og Martin Glaz Serup, ph.d. og yrkjari, luttaka. Saman undirvísa tey á einum skeiði um avantgarde á Útbúgvingini í listaligum arbeiði í mai, og seminarið fer lutvíst at spretta úr undirvísingini.
Í fýra bind stóra verkinum eru tvær greinir um føroysk listafólk: ein grein um William Heinesen, sum Bergur Rønne Moberg hevur skrivað (bind 3), og ein grein um Tórodd Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað (bind 4). Harumframt er ein grein um føroysk/danska listamannin, ið nevnir seg Goodiepal, sum Jacob Wamberg hevur skrivað (bind 4). Høvi verður at seta fyrilestrahaldarunum spurningar.
Ætlanin við seminarinum er at kanna avantgarde sum listaligt hugtak. Spurt verður m.a., hvussu avantgarde sum rørsla og strategi hevur ávirkað og havt týdning í europeiskari og norðurlendskari list og skaldskapi, og um ein arvur eftir avantgarde sæst í samtíðarlist og t.d. í yrkingum í dag.
Um kvøldið verður eitt tiltak við performance og upplestri, har eisini lesandi á Útbúgvingini í listaligum arbeiði fara luttaka.
Mál: enskt.
Seminarið er alment og ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Seinnapartsskrá Kongshøll
Kl. 13.00 Bergur Djurhuus Hansen bjóðar vælkomin
Kl. 13.10 Johanna Drucker: Afterlife of the Avant-garde
Kl. 14.00 Tania Ørum: From Marginal to Horizontal Art History? The Case of the Avant-Garde in the Nordic Countries
Kl. 14.50 Kaffisteðgur
Kl. 15.10 Martin Glaz Serup: Conceptual Writing and Avant-Garde Legacies in Contemporary Nordic Poetry
Kl. 17.00 Lív Maria Róadóttir Jæger ber fram endaorð og takkar fyri
Høvi verður at seta fyrilestrahaldarunum spurningar.
Stutt lýsing av teimum trimum fyrilestrunum sæst niðast.
Lýst verður við kvøldskrá seinni.
AVANT-GARDE IN THEORY AND PRACTICE
Tórshavn, May 13 2023
ABSTRACTS
TANIA ØRUM
From Marginal to Horizontal Art History?
The Case of the Avant-Garde in the Nordic Countries Peter Bürger famously pronounced the death of the avant-garde after World War II. In the Nordic countries, however, the chronology looks different. While individual artists and groups of artists joined the prewar avant-garde movements in central Europe, native avant-garde movements mainly sprang up during the postwar period. The Cobra group (1949-1951), initiated by Asger Jorn, was the first transnational avant-garde group to emerge from Denmark. From the perspective of what Piotr Piotrowski described as Vertical Art History, regional movements outside Paris and Berlin in the prewar period and New York in the postwar period have generally been regarded as belated, watered-down versions of the “real” avant-garde. More recent avantgarde studies tend to modify the centralist views of both Bürger and traditional art and cultural history, arguing that the monolinear aesthetic development of art assumed in such accounts cannot be upheld in the light of empirical studies of avant-garde networks, transnational and comparative research of historical and political contexts and recent poststructuralist theory. Drawing on examples from the four volumes of the Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, my presentation will discuss these contrary views of “marginal” countries and art.
Tania Ørum is associate professor emerita, Department of Arts and Cultural Studies, University of Copenhagen. She was the coordinator of the Danish research network “The Return and Actuality of the Avant-Gardes” supported by the Danish Research Council for the Humanities 2002-2004. Director of the Nordic Network of Avant-Garde Studies supported by the Nordic Research Council, Nordforsk 2005-2009. Chairman of the European Network for Avant-Garde and Modernism Studies (EAM) (www.eam-europe.ugent.be) 2007-2008. Member of the Steering Committee of EAM from 2007. Main editor of the 4 volumes of A Cultural History of the AvantGarde in the Nordic Countries published in the series of Avant-Garde Critical Studies at Rodopi/Brill (Leiden/Boston 2012-2022). Tania Ørum has written widely on Modernism and the Avant-Garde in literature and the arts.
JOHANNA DRUCKER
Afterlife of the Avant-garde
The historical avant-garde had an international presence in the first decades of the 20th century. Futurism, Dada, Vorticism, Surrealism and other movements produced vibrant work at the intersection of art and politics. Or so they believed. As the course of 20th century arts unfolded, the relationships among formal innovation, political activism, ideological belief and the role of aesthetics as a critical instrument became the foundation of artistic practice. By the 1990s, when Paul Mann announced “the theory death of the avant-garde,” critical questions were being raised about the continued viability of these beliefs as a basis for contemporary activity. This talk asks whether the avant-garde is merely a historical reference or whether its foundational principles have any currency in these times. Has the avant-garde ossified into an academic trope that simply provides justification for careerism and commercialization, or does its legacy have a vital role to play?
Johanna Drucker is a Distinguished Professor and Breslauer Professor in the Department of Information Studies at UCLA. She is internationally known for her work in the history of graphic design, typography, experimental poetry, fine art, and digital humanities. Recent work includes Inventing the Alphabet (University of Chicago Press, 2022), Visualization and Interpretation (MIT Press, 2020), and Iliazd: Meta-Biography of a Modernist (Johns Hopkins University Press 2020), Digital Humanities 101: An introduction to Digital Methods (Routledge, 2021). Drucker’s artist’s books are widely represented in museum and library collections and were the subject of a travelling retrospective, Druckworks: 40 years of books and projects, in 2012-2014. Other recent work includes Diagrammatic Writing (Onomatopée, 2014), The General Theory of Social Relativity, (The Elephants, 2018), and Downdrift: An Eco-fiction (Three Rooms Press, 2018). In 2014 she was elected to the American Academy of Arts and Sciences and in 2021 was the recipient of the AIGA’s Steven Heller Award for Cultural Criticism. She is currently working on ChronoVis, a platform for humanistic time modeling, as well as various other projects.
MARTIN GLAZ SERUP
Conceptual Writing and Avant-Garde Legacies in Contemporary Nordic Poetry
From the outset of the historical avant-gardes more than a century ago, what we term avant-garde can be perceived as a kind of ‘tradition of ruptures’ as Tania Ørum and Marianne Ping-Huang have it. This – or these, rather – tradition(s) employs various but somewhat recognizable strategies throughout time, resulting, amongst other things, in different -isms. I consider Conceptual Writing or Conceptual Poetry (2003-2015) to be such a historical -ism that is now over. In my presentation I will take a closer look on what Conceptual Writing was, its avant-garde legacies and not least how it manifested itself in the Nordic countries. I will include examples of Conceptual Witness Literature in the shape of Åke Hodell’s two concrete poetry works Orderbuch (1965) and CA36715 (J) (1966), and Ida Börjels documentary poetry book Ringa hem – avlyssnat vid ryska frontlnjen (2022). As already suggested by the conflicting years mentioned in this abstract, conceptualism is not the same as conceptual strategies – that are, I suppose, very avant-garde.
Martin Glaz Serup is the author of a wide variety of children’s books, chapbooks, criticism and prose, as well as nine collections of poetry, most recently Endless Summer (2020). His latest prose book, Reading Places (2018), is a hybrid Life-Writing investigation of memory, place and reading. The monograph Relational Poetry (2013) is focusing on conceptual literature and political poetry. Amongst other subjects, he has written articles on conceptual literature, the poetry reading and contemporary experimenting (sound)poetry. Currently Serup is involved in a project on participatory creative writing groups led by authors in collaboration with mental health care professionals for people experiencing severe mental illness. Serup is external lecturer in Comparative Literature at the University of Copenhagen, wherefrom he also recieved his PhD on the dissertation Cultural Memory and Conceptual Witness Literature.
Mentanargrunnur Landsins veitt stuðul til starvsløn og íverksetan
/Mentanargrunnur Landsins letur á hvørjum ári stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 133 umsóknir um starvsløn og 19 umsóknir um íverksetanarstuðul, har søkt var tilsamans um knappar 19 mio. kr. Grunnurin kundi í ár lata góðar 3,4 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 25 umsøkjarar starvsløn, meðan fýra fingu íverksetanarstuðul.
Nevndin hevur á fundi tann 30.mars 2023 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
1 ár:
Gudmund Helmsdal (filmslist)
6 mánaðir:
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)
Mattias Kapnas (tónlist)
7 umsøkjarar fingu 4 mánaðir og 14 fingu 3 mánaðir.
Tilsamans vóru 100 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2023
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk 19 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.
Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul:
Heðin Ziska Davidsen (tónlist)
Eyði Højsted Horsdal (tónlist)
Rannvá G. Niclasen (dansur)
Jákup Veyhe (tónlist)
Starvslønir 2023
Gudmund Helmsdal 12 mðr.
Dánjal Dam á Neystabø 6 mðr.
Marjun Syderbø Kjelnæs 6 mðr.
Mattias Kapnas 6 mðr.
Helle Thede Johansen 4 mðr.
Heri Joensen 4 mðr.
Ingun Christensen 4 mðr.
Jens Dam Ziska 4 mðr.
Torfinnur Jákupsson 4 mðr.
Tóta Árnadóttir 4 mðr.
Unn Paturson 4 mðr.
Arnold Ludvig 3 mðr.
Barbara Lervig 3 mðr.
Beinir Troest Rasmussen 3 mðr.
Gunnvá Zachariasen 3 mðr.
Joel Cole 3 mðr.
Jógvan Isaksen 3 mðr.
Lena Nicolajsen 3 mðr.
Marianna Hoydal 3 mðr.
Rigmor Dam 3 mðr.
Rógvi Rasmussen 3 mðr.
Snorri Brend 3 mðr.
Trygvi Danielsen 3 mðr.
Uni Debess 3 mðr.
Vár Berghamar Jacoben 3 mðr.
Heiðrikur av Heygum: Kjøt
/Klokkan seks í kvøld – tað er í skrivandi stund um hálvanannan tíma – endar framsýningin hjá Heiðriki á Heygum í Müllers Pakkhúsi, Kjøt og eg skundi mær hervið at skriva eitt viðmæli í vón um, at lesarin nær at fáa hesa fínu framsýning við – tað kann ikki vera meira upplagt páskadag millum holdsligan sigur og páskasteikina at spáka sær ein tiltrongdan túr á listaframsýning at skoða kjøtið úr øðrum vinklum.
Framsýningin sendir meg á ferð í huganum aftur í tíðina til generatiónsframsýningina INNRÁS í somu hølum fyri trettan árum síðani, har Heiðrikur sjálvur var ein av teimum ungu høvuðsframsýnarunum saman við øðrum listafólkum úr unga ættarliðnum sum Silju Strøm, Halldis Olsen og øðrum. Eg ummælti ta framsýningina undir yvirskriftini Tey ungu stillu, tí tey larmaðu ikki illa visuelt. Tá sum nú arbeiddi Heiðrikur í stórum pappírformati – tað megnar hann væl; tá var tað tekningar, nú er tað málningar á pappír. Heiðrikur framsýndi hesar myndirnar í fjør í Toronto. Talan er um stórar vatnlits- og gouachemálningar, har listamaðurin hugleiðir um kjøt og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum. "Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikk. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava neyvan sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin? Tað er alt kjøt. Hesir málningar eru av ymiskum føroyskum kjøti, ið bóndir hava alið og slaktað, pakkað og síðani selt á alnetinum”.
Myndirnar hanga á vegginum í Müllers Pakkhúsi og eru pallsettar konseptuelt sum hingu tær á einum sláturhúsi við krókum og intermistiskum, men eisini dramatiskum ljóskastarum, við plastikki fyri vindeygu og endaveggin, har trappurnar eru. Úr hátalarunum hoyrist ein ljóðmynd hjá Heðin Ziska Davidsen, ið økir um kensluna av at vera stødd í einum slaktaríi. Tær bestu av myndunum eru ógvusligar, ekspressivar, likamligar og herliga vulgerar á ein hátt, ið ber brá av eiggiligu blómumyndunum hjá Georgia o´Keeffe ella teimum meira ekstremu in your face lýsingunum av kynsgøgnum hjá Lee Lozano. Sjálvt um framsýningin er flott og stemningsfult pallsett, kann eg ivast eitt sindur í civilisatiónskritiska konseptinum - hvussu originalt tað er ella hvussu djúpt tað stingur - men kann við egnum eygum staðfesta, at litføgru verkini eru væl úr hondum greidd og at tað veruliga klæðir Heiðriki at fara upp í stødd og sleppa teymunum, so at verkini sleppa at frígera seg koloristiskt og ekspressivt. Verkini eru betri í veruleikanum enn á smáum skermum - við øðrum orðum: Farið og hyggið, men skundið tykkum!
Jóanes 70 - Røðan hjá Bergi Djurhuus Hansen
/Kroppar og uppreistur
Eg havi valt at siga eitt sindur um tann ideologiska Jóanes Nielsen og kroppar, ja alt tað kropsliga, tí eg haldi, at tað treingir til. Hugsið tykkum, um vit kundu komið inn her í kvøld og latið kropparnar eftir okkum úti í gongini. Tað hevði verið ein lætti kanska. So kundu vit sitið og savnað okkum um orð, hugsjónir og list uttan órógvandi kroppar. Eitt eyðkenni í øllum, sum Jóanes hevur skrivað, er, at har eru hugsjónir og dreymar – og kroppar. Vit sleppa ikki at gloyma tilfarið, sum vit eru úr. Kropparnar seta mørk, avdúka okkum. Í nýggjastu skaldsøguni, ½ máni ½ sól, er ein lýsing av vesaligum uppvakstrarkorum úti á Reyni í Havn. Lýsingin er sansaliga beint á og kropslig. Høvuðspersónurin Eigil Tvibur sigur seg hava treytaleysa virðing fyri teimum, sum hóraðu undan í vána bústøðum sum Portugálinum, har (sitat): “seks familjur skitu í somu bukku í kjallaranum”. Eftir eina slíka lýsing er ikki neyðugt at brúka orð sum fátæksligt ella stríð, tí vit eru intimt og kropsliga til staðar.
Fyrstu yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen vóru ikki bara beinraknar sum yrkingar. Tær raktu føroyska samfelagið sum politiskar atsóknir. Reglur úr yrkingunum kundu endurgevast í greinum ella kjaki og brúkast sum rakstrarróp í mótmælisgongum. Heitini á yrkingasøvnunum gjørdu vart við tað - Pinnabrenni til sosialismuna, Naglar í jarðarinnar hús - og yrkingarnar frá tíðini vísa á, at tær eru t.d. “heilivágur hjá sorgini / spreingiknøttar móti maktini / saltið í rúkandi døgurðapottum”. Kendar reglur sum hesar avdúka kortini eisini, at tað var ikki bara aktivisma, tí ein døgurðapottur verður poesi, salt til yrkingar. Myndamálið sprettur úr gerandisdegnum, er solidariskt við alt tað vanliga, ópyntaða og fult í orku. Jóanes Nielsen hevur her somu stevnu sum realistisku skaldsøguhøvundarnir í Norðurlondum í 1930’unum og franskir realistar mitt í 19. øld. Saltið sipar kortini til yrkingar av einum serligum slag, tí yrkingarnar hjá Jóanesi í 1980’unum vóru mótmæli.
Í Føroyum høvdu vit einki, ið bara kom í nánd av Rote Arme Fraktion ella Reyðu brigadunum, men vit høvdu Jóanes Nielsen, og við orðum bardist hann fyri tí sama sum tey.
Í fyrsta savninum, Trettandi mánaðin, er ein yrking sum eitur “Flogseðilin” og byrjar: “Á hillini liggur flogseðilin / millum skeklar og tengur / altíð til taks [...] Hann er eitt róp / ein glaða / ein knýttnevi inn í stættasamfelagið Føroyar”. Tað er áhugavert at bera hesa yrkingina saman við eina yrking, sum Jóanes yrkti um William Heinesen nøkur ár seinni, og sum stendur í savninum Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin frá 1985. Heitið er “Hvat skulu vit gera við William Heinesen”, og eftir fleiri spurningar um, hvat vit møguliga kundu gjørt við William Heinesen, er svarið at enda: “Nei / Hann skuldi gjørt tað sum hann altíð hevur gjørt / Býtt ferðaseðlar út á tær fagrastu stjørnur [...] Borðreitt við kandisukri tey deiligu summarkvøld”. Niðurstøðan í yrkingini er, at William Heinesen skal halda fram við at býta ferðaseðlar út á tær fagrastu stjørnur, leiða sínar lesarar burtur í aðrar heimar. Flogseðilin hjá Jóanesi er hinvegin ein nevi inn í samfelagið. Ein yrking í savninum Pentur frá 1995 eitur tí eisini “Eg vil hava ordiligar dreymar”, tvs. dreymar sum eru festir í okkurt her og nú, og seinasta orðið í yrkingini er “hondgranat”.
Tað er vert at leggja til merkis orðið nevi, ikki bara tí at nevin er ein væl kend mynd fyri mótstøðu og stríð, men tí at kroppurin og kropslutir sum nevnt eyðkenna yrkingarnar hjá Jóanesi. Kroppurin í eintali ella fleirtali er í yrkingunum við rygggeislum, hondum, tarmum, blóðæðrum, heilabørki, nasahárum, tonnum (skeivar og rotnar) - ella tað er ein “morgunkanón”, tí kroppurin hevur sínar tørvir og sín egna vilja, og onnur eru eisini í yrkingunum, kvinnur og menn, slítarar, og vit gloyma ongantíð, at tey hava ein kropp og við kroppinum eyðkenni sum djór. Tað er tann einfalda styrkin, falsloysi í djórunum, sum við hvørt sæst aftur í menniskjunum, t.d. í mótstøðu og hørðum stríði – ella í kærleika og girnd. Við at taka fram kroppin sum eina treyt, ið knýtir okkum at djórunum, vísir Jóanes á tað góða í menniskjunum, ikki tað lága og andstyggiliga, men tað stórsligna.
Tað kropsliga gongur aftur til ynskið um at skriva seg inn í samfelagið, vera til staðar, og býta út flogseðlar. Tá Jóanes Nielsen byrjaði at skriva yrkingar í 1970’unum var eitt rák - sum herjaði 1960’ini og var ein av inspiratiónunum til uppreisturin í Paris í 1968 - um at koma at enda. Við einum orði úr fronskum verður tað nevnt situatiónisma, og tað var bæði ein politisk og ein listalig stevna í ætt við anarkismuna og við egnum manifesti.
Sum orðið sigur, ráddi tað um at taka listina úr søvnunum, út í gøturnar og inn í lívið og gerandisdagin við skapa sonevndar “situatiónir”. Við list kundi samfelagið broytast, men bara við at gera av við listina sum hon kom til sjóndar í søvnum, stovum og í hugaheiminum hjá fólki. Tann 9. mai 1976, sama dag sum tað frættist, at Ulrike Meinhof var deyð í Stammheim fongslinum í Berlin, læt Jóanes seg krossfesta á Vaglinum í Havn. 6. juni 1978 var ein framførsla við skipasmiðjuna í Havn fyri at mótmæla einari uppsøgn, fleiri fólk luttóku, Jóanes varð borin runt í talarastóli, las upp. Hesar hendingar og aðrar við eru dømi um listaverk, sum standa eftir Jóanes, men sum vit ikki fáa fatur í, tí tey vóru ikki til sølu, kundu ikki keypast. Tey blivu ongantíð og skuldu ikki gerast partur av teirri kapitalistisku skipanini, sum tey vildu gera upp við.
Situatiónistarnir vildu skapa situatiónir, list mátti ikki gerast vøra, listin skuldi gera av við listina. Í Føroyum høvdu vit ongantíð rættiligar situatiónistar og eingi manifest, men vit høvdu Jóanes Nielsen.
Í 1990’unum broyttist yrkingarnar hjá Jóanesi eitt sindur, tær blivu meiri samansettar, ikki so tíðar- og staðbundnar, almennir spurningar um tilveru fingu rúmd, tað sama foreldur, mostrar og pápabeiggjar. Kirkjurnar á havsins botni er dømi um hetta skiftið, sum kortini bara var ein víðkan, ikki ein vend. Tí nógv gongur aftur frá teimum fyrstu yrkingunum og heilt fram til nýggjastu útgávurnar í dag, fyrst og fremst viljin til at geva teimum rødd, sum í samfelagnum onga rødd hava.
Kenda yrkingin “Telefonboksin” í Kirkjurnar í havsins botni byrjar við hesum brotinum:
Eg veit ikki, hvar eg fari, tá eg doyggi
Men tey deyðu fara sminkaði avstað.
Tey fara avstað í bili
sum var kirkjugarðurin eitt stórt parkeringspláss undir jørð
Eg havi líkbilsføraran og prest illtonktar fyri at
kenna Deyðan
Ongin gerningur er púra tilvildarligur,
Tú luktar altíð eitt sindur av tínum starvi
Fyrsta regla er ein spurningur, sum óteljandi yrkingar eru um, ein stórur, ævigur og sveimandi spurningur, men yrkingin fer eina aðra leið, og bara 6 reglur seinni verður lesarin konfronteraður við ein spurning av Adolf Eichmannskum dimensiónum: hvørjum luktar títt starv av?
Í fleiri av yrkingunum hjá Jóanesi eru tað djórini, ið avdúka treytirnar, sum vit liva undir. Vit eru partar í framleiðsluni í samfelagnum, og djórini eru framleidd til ávíst endamál. Laksurin er aldur, hønurnar standa í búrum, neytini er ald antin til at geva mjólk ella gott kjøt, alt er eftir tørvi og við einum endamáli. Eingin órørd náttúra er til. Men tað er, sum er okkurt eftir í djórunum, ið ikki vil geva seg undir treytirnar, eitt sindur av mótstøðu er í kroppinum.
Jóanes yrkir longu í savninum Tey eru sum taka mánalýsi í álvara í 2007 um neyt, sum gera uppreistur í London. Tað er sum ein kollveltingarroynd, men neytini er ald, hava ring í nøsini, og alt grønmeti, sum tey koma framvið, stendur í vakstrarhúsum. Fuglarnir í London kenna ikki mun á bløðum á trøum og í málningum. Yrkingin ger vart við, at órørd náttúra bara finst í skaldskapi og list, sum vil hava okkum at droyma okkum burtur í aðrar heimar.
Í savninum Gudahøvd, sum er eitt hæddarpunkt millum útgávurnar hjá Jóanesi seinnu árini, er ein yrking við heitinum “Illittir morgnar”. Búrlonir er eitt orð í yrkingini. Høsnarungarnir standa í búrlonum, har kjøtið veksur skjótari enn beinini. Teirra kroppar eru avskeplaðir og verða “tarmdrignir”. Allar hønurnar hava datostempul. Yrkingin eitur “Illittir morgnar”, tí hanarnir orka ikki at gala ljósið fram um morgunin og gera nátt til dag. Djórini í yrkingini eru ein trygd fyri kosmos, meðan menniskjuni umboða eitt hóttandi kaos. Endin er dystopiskur: “Tá seinasti hanin er krøktur upp í samlibandið / slóknar sólin”. Tí kunnu djórini í yrkingasavninum líknast við gudar, høvdið á einum upsa verður eitt gudahøvd.
Men eins og kanadiski aktivisturin og rithøvundurin Naomi Klein sær Jóanes ein møguleika í hóttanini. Úr gerandisdegnum og millum fólk kunnu broytingar knappliga koma, rørslur kunnu taka seg upp. Tað er bara ikki sum fyrr eitt stríð millum eina ognarleysa arbeiðarastætt og kapitalismuna, men eitt ógvusligari og meiri umfatandi stríð millum okkara samfelagsskipan og jørðina.
Evnini í yrkingunum eru nøkur onnur nú. Kritikkurin, kraftin og kósin er tann sama. Jóanes er 70, og hann hevur við hvørt seinnu árini yrkt um ein kropp, sum eldist, viknar og broytist. Men enn er slangan, sum á sinni varð sett í samfelagið, ikki tipt. Takk fyri.