Norðurlandahúsið 40

Í dag fyllir Norðurlandahúsið 40 ár. Eg var fjúrtan, tá húsið kom og longu árið eftir upplivdi eg húsið í allari sínari dýrd - eisini backstage, tá vit framførdu Jesus og Makedonaran við Paula í Sandagerði. Tað var fantastiskt. Og antin mann er aftanfyri ella frammanfyri pallarnar, er tað ein sannroynd, at Norðurlandahúsið hevur givið okkum so óendaliga nógv, at tað er ringt at vita hvar mann skal byrja og hvar mann skal enda.

Norðurlandahúsið hevu havt sín ómissandi part av og týdning fyri tann stóra listaliga upptúrin, sum vit enn eru í ferð við. Tað var frá byrjan inspirerandi og fullkomiliga øðrvísi í Føroyum at uppliva listina tikna í so stórum álvara – frá byrjan hevði Norðurlandahúsið sjáldsamt format og framfýsni – arkitektoniskt, listaliga, men eisini hugsjónarliga og tað hevur húsið framvegis – eisini tá tey flagga við LGBT flagginum ella seta kríggið í Ukraina á skránna. Tað var áhugavert at hoyra núverandi stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes í morgunsendingini tosa um breiddina í teim uppgávum, sum húsið átekur sær. Hon nevndi sum dømi teir mongu tilflytarar í Føroyum, sum vit áttu at gjørt meira fyri og hesum eri eg ómetaliga samd við henni. Menniskju eru okkara stórsta tilfeingi og tað er einastandandi at fáa fólk higar uttanífrá. Vit áttu fyri langari tíð síðan at gjørt meira fyri at fáa tey at føla seg vælkomnan. Har er so nógv, mann kundi gjørt, fingið ein máltátt í útvarpinum við frálæru á enskum og føroyskum. Og hvat við eini sending við ukrainskum tónleiki og práti við ukrainsk flóttafólk á enskum/føroyskum/ukrainskum? Eisini kundi mann havt tailendskan tónleik, matsendingar osfr. og hvør veit um Norðurlandahúsið kundi havt ein leiklut har? Eg havi sjálv sungið, havt fyrilestrar, kuraterað framsýningar, lurtað, hugt, upplivað alt millum himmal og jørð í Norðurlandahúsinum, eri inniliga takksom fyri alt og havi ofta ringa samvitsku um alt tað nógva, eg ikki nái av frálíkum framførslum í Norðurlandahúsinum - kortini loyvi eg mær at reisa meg upp her eg siti og rópa hurrá fyri Norðurlandahúsinum, sum við sínum fjøruti árum enn er í besta aldri - Hurrá fyri Erlendi Patursson, sum fann uppá Norðurlandahúsið og fyri Ola Steen og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi, sum teknaðu húsið. Hurrá fyri norðurlendsku visiónini, ið var ítøkilig við norskum granittgólvi, donskum stáli, íslendskum flagtaki, finskum innbúgvi og svenskum viði og hurrá fyri øllum, sum hava framført, framsýnt ella hava upplivað framførslur og annað í tínum herligu hølum. Hurrá fyri fyriskiparunum, stjórum og øllum sum arbeiða og hava arbeitt í Norðurlandahúsinum. Hurrá fyri okkum, sum hava fragdina at eiga teg - í ovfarakæti syngja vit “Vit vilja eisini hava ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum, ein hava á høvdinum” – Í Norðurlandahúsinum bjóða tey køku og kaffi í dag – hjartaliga til lukku tit og vit.

Norðurlandahúsið fyllir 40 ár!

Kemur tú at hátíðarhalda dagin saman við okkum? Tú ert vælkomin til móttøku við køku, kaffi, tónleiki, dansi og røðum

15.00 – 17.00 Borðreitt verður við kaffi og køku í forhøllini. PUTL veitir leskiligar køkur til okkara stóra dag.

16.00 Vælkoma við Gunn Hernes, stjóra, og heilsanir frá m.ø. Bjarna K. Petersen, norðurlendska samstarvsmálaráðharranum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, Karen Ellemann, aðalskrivara í Norðurlendska ráðharraráðnum, Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu

17.00 Konsert við Fiona Folk Brothers og fólkadansur við Dansifrøi í Klingruni

17.30 Føroyskur dansur, fyri øll, við Dansifelagnum í Havn