Føroyskur listamaður millum arbeiðslegatmóttakararnar

Fyri tíðina ganga mong listafólk við nervum og bíða eftir svari uppá umsóknir um ymisk sløg av legatum og starvslønum, ið kunnu tryggja teimum arbeiðsnáðir í eina tíð. - Tað einasta, sum bæði tey og vit øll kunnu vera heilt vís í er, at onkur verður vónbrotin. Listafólkini eru í harðari kapping, tí at eftirspurningurin altíð er størri enn tann upphæddin, sum er til taks. Tað er hart sálarliga hjá listafólkunum soleiðis at skula í gjøgnum alla ta støðugu úrveljingina, sum tey í fastum starvi jú sleppa undan, men tað er eyðvitað eisini hart hjá teimum í ymsu legat-listafólka- og starvslønarnevndunum, ið skulu taka dagar í millum tær mongu umsóknirnar og velja til og frá. Í dag var avdúkað hvørji eru móttakarar av arbeiðslegatum hjá Statens Kunstfond. M.a. hevur grønlendska listakvinnan, Jessie Kleeman, sum í løtuni samstarvar við Hansinu Iversen og Gudrun Hasle um eitt verk til Margretu drottning, fingið eitt av teimum stóru legatunum. Um mann skimmar tann langa listan sæst, at fleiri føroyingar eru millum móttakararnar av teimum smærru legatunum, m.a. myndlistamaðurin Jóhan Martin Christiansen. Eg havi spurt meg fyri og skilji, at hann fer at nýta arbeiðslegatið á síni framhaldandi leið inn í tilfarið, sum framvegis ofta er gips, men sum eisini kann vera stál og ymiskir ready mades lutir. Fleiri framsýningar eru á skránni hjá Jóhan Martini Christiansen – í juni hevur hann framsýning í Ole Vinter Room og í august hjá Danske Grafikere í Keypmannahavn. Í heyst verður eisini ymiskt á skrá í heimbýnum Tórshavn, meira um tað seinni. Hjartaliga til lukku við arbeiðslegatunum, Jóhan Martin og tit øll.