Paulus hjá Mendelssohn framført á hvítusunnu

Henda serstaka abstrakta gløðandi málningin málaði Ingálvur av Reyni í 1961. Hann eitur Damaskus og er eitt undantak í stóra lívsverkinum hjá Ingálvi, ið tó, at hann var trúgvandi maður, ikki var vanur at mála myndevni, sum hava við trúgv at gera. Bíblian sigur øgiligu søguna um tann meinfýsna Saul, sum forfylgdi teimum kristnu, tá hann á veg til Damaskus upplivdi ákallan, umvending og fekk eitt nýtt navn, Paulus og gjørdist ein av týdningarmestu grundleggjarunum av kristindóminum. Undrið í Damaskus er tulkað í mongum listaverkum, tónlistaligum sum myndlistaligum.

Summi renna maraton, onnur ganga fjallatindar; Havnarkórið syngur stórverk. Á jólum framførdi Havnarkórið Jólaoratoriið hjá Bach og á hvítusunnu 27.mai og 28.mai framførir Havnarkórið saman við orkestri og solistum vakra og dramatiska oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Havn og í Fuglafirði. Gjøgnum kór, ariur, resitativ, koralir og tónleikabrot verður lívið hjá apostlinum lýst. Umframt kórið, sum telur um 65 sangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar: Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor (No)
Rory Green, bass (Uk)
Duett: Hans Debes, tenor og Høgni Debes, bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen.