Eyðun Johannessen 85

Í Havn skínur sólin á henda fríggjadagin, 28.apríl nú leiklistamaðurin Eyðun Johannessen fyllir 85. At lýsa hansara týdning fyri føroyskan sjónleik er ikki lætt -so nógv sum hann fyllir í leiklistasøguni; navnið Eyðun Johannessen er fyri langari tíð síðani vorðið samheiti við føroyskan sjónleik. Hann er Føroya fyrsti yrkissjónleikari. Í 1977 stovnaði hann Grímu saman við øðrum sjónleikarum, hann var frá 1979 til 1986 rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus og setti upp fleiri stórleikir. Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, sum fáa veiting fyri lívið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Sum leiklistarligur undangongumaður kann hansara týdningur ikki yvirmetast, hann hevur sum yrkissjónleikari, leikstjóri og fyriskipari so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað breiða, fólksliga sum Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, sum fleiri ættarlið av børnum og vaksnum fegnast um, tá tað tíðum verður endursent í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini sum leikstjóri tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg. Hann hevur somuleiðis leikstjórnað fleiri nýggjar føroyskar leikir og givið okkum áhugaverdar og viðkomandi tulkingar av samtíðardrama. Í 2014 var tað Tóm Rúm eftir Marjuna Kjelnæs og í 2016 var tað Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen. Í 2018 gav Sprotin út bókina Míni Leikapetti við endurminningum frá einum drúgvum og týdningarmiklum sjónleikaralívi. Sum kunnugt eru menniskju okkara týdningarmesta tilfeingi - eisini á hesum øki hevur Eyðun Johannesen fingið væl burturúr - saman við Tove Jakobsen, sjónleikara fekk hann trý børn, Anniku Johannessen, Olaf Johannessen og Nicolinu Ambrose - har tey bæði fyrstnevndu sum kunnugt gjørdust framúr sjónleikarar, ið eisini hugtaka áskoðarar í Føroyum, tá tey spæla á føroyskum pallum.

Her í Rabarbukvarterinum er stórur saknur í grannanum, Eyðuni, sum plagdi at vitja heimbýin ta ljósu tíðina. Um vársummarið minnir sangurin frá heimvendum flytifuglum um Eyðun, sum Torbjørn Olsen avmyndaði í framúrskarandi portrettinum, ið sæst ovast og sum av sonnum rakar passioneraða og eklektiska lyndið á sjónleikaranum, leikstjóranum og leiklistamiðlaranum, Eyðuni Johannessen. Góði Eyðun - hjartaliga til lukku við føðingardegnum.