Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum

Leygardagin 6. mai klokkan 16 letur upp listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan henda miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.

Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður leygardagin 6. mai klokkan 16:00 og umframt røðu og lættari ábit, verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna.