Orð og Tónar

Hóskvøldið skipaði Sprotin fyri enn einum Orð og Tónar tiltaki, Solby Christiansdóttir bjóðaði vælkomin og presenteraði okkum fyri gávuríka Flóvin Viderø, sum legði fyri við sínum tónum. Síðani vóru samrøður + upplestur við ávikavist Ben Arabo og Tórodd Poulsen. Fyrrnevndi debuterar við stuttsøgusavninum, Tíðarhylkið og tað var mikið hóskandi, at tað var stuttsøguhøvundurin Sámal Soll, ið tosaði við nýklakta høvundin um íblástur og skaldsligar fyrimyndir. Eg havi ikki lisið bókina, men mær dámdi prátið, ikki minst ta ósnobbutu tilgongdina og at ein høvundur sum t.d. Ian Fleming verður nevndur - tað hendir alt ov sjaldan, at vit viðganga okkum at hava lisið tær trivialbókmentir/sjangrubókmentir, njósnarabøkur, kærleiksromanir osfr sum flest okkara hava lisið nakrar metrar av (tað havi eg í øllum førum). Í forumtaluni av bókini Tíðarhylkið stendur, at bókin hjá Ben Arabo er samfelagsatfinnandi í støðum og at m.a. leiklutirin hjá listafólkum í føroyska samfelagnum verður viðgjørdur - tað ljóðar forvitnisligt.

Eg tosaði við Tórodd Poulsen um hansara nýggja yrkingasavn Heiti og eg haldi ikki sjálv, at eg dugi væl at gera viðtal við fólk - eri møguliga ov fólkalig, men bókina Heiti havi eg lisið og endurlisið við stórari fragd. Eg skrivaði í 2017 bókina Úr Myrkrinum um Tórodd Poulsen og fekk tá váttað mín varhuga av kompleksa samanhanginum í øllum hansara fjølbroytta og velduga verki, har gerandisligar eygleiðingar av nútíð og fortíð verða tvinnaðar saman í samtíðarligum listaverkum á tremur í listaligari nýhugsan við suverenum tilfarsligum tilviti bæði tá tað kemur til orðaval, tilfar ella listaligan form yvirhøvur. Samrøðan við Tórodd hóskvøldið vardi hálvtrýss minuttir og føldist longri, men tað var sera gott at hoyra hann lesa upp og greiða frá m.a. eina av mínum yndisyrkingum á síðu 85 og 86 í yrkingasavninum Heiti.


ódnin av orðum

ger lítla nyttu

tá hon ikki

fær vrakið at tala

men afturi á hekkuni

liggur ein harmonika

og ýlir sum eitt barn

ið ikki sleppur út at spæla

 

hetta vrakið sum hevur

staðið á landi

longur enn nakar okkara

hevur verið á sjónum

 

nú seti eg hol á orðini

so yrkingin fær anda

saman við teimum sum

fáa íblástur í rottangunum

hesir gráu krónusýtarar

sum nú eru turrgeldir

putinfjepparar sum elska

at síggja ortodoxar

vodkaprestar

hálova deyðanum fyri

tí komandi kanónføðini

 

hoyr klokkurnar

sum reka okkum inn

í eina tvingaða tøgn

 

vit eru øll

partur av einum parti

vit langt síðani

hava slitið av okkum

 

Hygg eftir skrúvuni

sum liggur burtur frá vrakinum

og sær út sum hon heldur

at stjørnurnar á himni

síggja so tystar út