Inuuteq Storch á Venesiabiennaluna

Komandi ár fer ein grønlendskur listamaður, Inuuteq Storch at framsýna á donsku pavilliongini í Veneziabiennaluni. Tað er søgulig stórhending, at Danmark velur at bjóða einum av londunum í ríkisfelagsskapinum at framsýna og eg veit ikki um mann kann siga, at tað er fyri neyðini. Eg skilji í øllum førum væl, at áhugaverdi ungi fotolistamaðurin, Inuuteq Storch er fegin og errin - framsýningin verður ivaleyst framúr; eydnan fylgi honum í Venesia.

Annars kunnu verkini hjá Inuuteq Storch síggjast í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn fram til 29.mai, har hann framsýnir í løtuni saman við Teit Jørgensen fotografi (hann var m.a. fotografur í filminum Tríggir Varðar). Inuuteq Storch (f. 1989) er útbúgvin fotografur frá fotoskúlanum Fatamorgana og International Center of Photography í New York. Han býr í Sisimiut og hevur síðani 2009 framsýnt í Grønlandi, Nýsælandi, Íslandi og USA. Hann hevur givið út fleiri fotobøkur t.d. Keepers of the Ocean (2022) og Mirrored (2021)

Eg havi í fleiri áratíggju hildið uppá, at føroysk listafólk áttu at framsýnt á heimsins týdningarmestu listbiennalu og nú er spurningurin um eg og onnur innan føroyska listumhvørvið tevja morgunluft og møguleikar, men í grundini ivist eg stórliga, tí tað er sum detta vit millum stólar. - Tann besta føroyska samtíðarlistin er ikki samleikapolitisk sum so (og tey, sum nú royna tann vegin, eru í vanda fyri at vera ov sein á sjóvarfallinum). Kanska høvdu vit hasa uppgerðina í hálvfemsunum samstundis sum fullveldisdreymurin logaði (og svímaði aftur). Eftir stendur, at føroysk samtíðarlist ikki er so nógv øðrvísi enn list úr øðrum londum og so er spurningurin nær Danmark og Europa er til reiðar at hava áhuga fyri føroyskari list, ið innihaldsliga, stílsliga og tøkniliga er á sama støði sum teirra egna list. Sum viðger universalan samtíðarligan ekistens heldur enn søguliga kolonialismu og minoritetssamleika. Í øllum førum tykist greitt, at tey innsløg, ið higartil hava verið á Venesiabiennaluni frá smáum landøkjum uttan fult sjálvræði hava snúð seg um júst tað, at vera ósjálvstøðug, kolonialiserað, illa viðfarin osfr. Eg veit ikki nær føroysk listafólk fara at gleða áskoðarar í Venesiabiennaluni við teirra framúrskarandi list, men eg gleði meg og vóni, at tað verður okkara egna initiativ. Í staðin fyri at bíða eftir, at Danmark bjóðar okkum, skulu vit sjálvi framsýna list, ið er og skal fatast javnbjóðis við aðra list úr teimum stóru koloniharralondunum.

Her er ein grein, sum Louise Steiwer ummælari hevur skrivað um Storch og biennaluna https://kunstkritikk.dk/gronland-til-venedig/ og niðriundir eru viðmerkingar frá mær millum ár og dag um alt, sum hini fáa og vit ikki.

“Tað nyttar lítið at gráta um súra mjólk ella seina listarliga menning, mann kann bara staðfesta støðuna og fegnast um tey mongu dugnaligu føroysku samtíðarlistafólkini, sum virka í hesum árum. Men eftir stendur, at Føroyar enn ikki hava tikið lut á Venesiabiennaluni. Tað hevur Ísland síðani 1960 og frá 1984 hava íslendingar havt sína egnu árligu framsýningarpavilliong í Venesia. Venesiabiennalan varð stovnað í 1895, hon hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani og verður framegis mett at vera ein av teimum mest týdningarmiklu altjóða pallunum hjá samtíðarlistini. Ein týdningarmikil orsøk til, at føroysk list ikki hevur luttikið í Venesia er sjálvsagt, at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Men eru vit ein partur av Danmark, kann mann undrast um, at danir enn ikki hava boðið føroyskum og grønlendskum listafólkum at framsýnt í Venesia. Eitt er vist og tað er, at vit høvdu klárað tað. Tí – eru vit framvegis eitt sindur afturúr við ávísum skipanum kring listina og hóast vit enn einki samtíðarlistasavn hava í Føroyum, eru vit væl á veg við merkiliga nógvum framúrskarandi listafólkum, ið enn eru púrasta ókend innan heimslistina”…

“..Gallarí i8 í Reykjavík boðar í tíðindaskrivi frá, at verkið hjá framúrskarandi íslendska listamanninum, Ragnar Kjartansson, S.S. Hangover, verður við á 55. biennaluni í Venezia Biennaluni í summar. Altjóða listaframsýningin hevur heitið: The Encyclopedic Palace, og Massimiliano Gioni kuraterar framsýningina, sum varir frá 1.juni til 24.november. Ragnar Kjartansson hevur tikið lut á biennaluni áður. Skipið/verkið S.S. Hangover  fer at sigla millum tvær lendingar í sjálvari kanaluni á biennaluni, og orkestrið verður ein messingsekstett, sum fer at spæla eitt verk hjá Kjartani Sveinsson, tað er gjørt serliga til biennaluna. Skipið S.S. Hangover er í útsjónd merkt av einum tilvildarligum blandi millum grikskt, íslendskt og venesianskt skipasnið, men upprunaliga er talan um ein íslendskan útróðrarbát frá 1934…” 

“Eg veit ikki um tað er bara er í mínum føroyska knokki, at hetta hugskotið gevur eitt serligt afturljóð, stjørnur í eyguni og eitt pinkalítið vet av øvund: "hví kunnu vit ikki eisini gera sóritt..." .  Tað er einki at ivast í, at íslendingar eru nógvar stavnar ella ein heilan ólavsøkuróður framman fyri okkum, tá tað snýr seg um íslendska list í heimslistarhøpi, men heldur enn at grenja kunnu vit lata okkum inspirera av tílíkum hugskotum. Eg ivist ikki í, at føroysk listafólk høvdu kunnað klárað seg altjóða innan myndlistina eins og tónleikarar, men ikki minst kundu vit klárað okkum væl innan tílíkar blandingslistaformar og cross over list, sum Ragnar Kjartansson orkestrerar í Italia í summar. Vit kundu eisini komið við onkrum framúrskarandi, um altso vit umframt at satsa uppá føroyskan dans og træskip eisini dugdu at satsa uppá samtíðarlistina…”