Glógvandi ljós og list í Steinprenti

Tróndur Patursson.jpg

Hetta spildurnýggja glógvandi glasverkið hjá Tróndi Patursson verður at síggja í Steinprenti á ólavsøku. Eisini verða nýggj steinprent hjá listamanninum at síggja. Og hóast stílurin í hesum myndum er eyðkendur og tey flestu munu kenna myndamálið hjá Tróndi Patursson aftur við einlittum myndaflata og mattsvørtum mynstri, eru hesi prentini ikki av handahógvi merkt, greiðir litografurin Jan Andersson frá. Hann sigur, at arbeiðið við prentunum hjá Tróndi hesa ferð hevur vart um fýra vikur og tað hevur verið sera áhugavert, heldur Jan, at uppliva  hvussu Tróndur arbeiðir við litografiska steininum, sum hann hevur málað á og sum hann hevur undirdýkt við flótandi tusjlaveringum. Hetta gongur fyri seg eitt sindur á sama hátt sum tá Tróndur Patursson arbeiðir við glasi, at úttrykkið liggur á markinum millum tað spontana og tað stýrda. Prosessin er eisini rættiliga umstendilig bæði innan glasmálarí og steinprent, har lag verður lagt oman á lag.

Tróndur er møguliga mest kendur fyri sínar ultramarinbláu kompositiónir, men Tróndur Patursson arbeiðir eisini við øðrum primerum og sekunderum litum í myndum, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingunum, ið listamaðurin hevur havt í náttúruni eitt nú á sjóferðum sínum. Litirnir eru lýsandi sterkir og glógvandi meðan svarta mynstrið tykist næstan turt sum sót. Nýggju steinprentini eru nokk so ymislig, summi bera brá av øgiligari og ekspressivari dýpd, meðan onnur eru meira sløtt og dekorativ. Tróndur hevur gjørt eina røð við fimm stórum prentum, ið verða framsýnd. Opið er í Steinprenti til klokkan 20 báðir ólavsøkudagarnar.

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

IMG_0340.JPG